Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-12, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. mars 2012síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 12. mars 2012 · Nr. 31 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið felag vann alt Hilmar Jan Hansen Havnar Fimleikafelag hevur verið á vitjan í lettiska høvuðs­ staðnum, Riga, har fimleikarar vóru við í kappingini Tiger’s Cup. Føroyingarnir kappaðust við fimleikarar úr Lettlandi, Litava, Russlandi og Hvítarusslandi, so avbjóðingin var ivaleysa stór. Í Riga gjørdu tey upp á tann mátan, at tað vóru bara vinn­ ararnir, ið fingu heiðurs­merki, og tí gjørdist tað bara Øssur Debes Eiriksfoss, ið fekk nakað heiðurs­merki heimaftur við sær, tá hann bleiv nummar eitt í lopi hjá seniorum. Beiggi hansara, Olivur Debes Eiriksfoss, fekk eitt flott triðjapláss. Eisini juniorar fingu góð úrslit, hóast eingin teirra megn­ aði at vinna nakra kapping. Á gólvi bleiv Rani Petersen numm­ ar fimm, Bartal Wardum numm­ ar seks, Aron Jacobsen nummar átta og Rani Allanson Dalsgarð nummar níggju. Í lop bleiv Bartal Wardum numm­ar seks, Rani Petersen numm­ar sjey og Hannes Agnars­ son nummar níggju, meðan Heini Mohr Samson fekk eitt tólvta pláss í ringunum og Hannes Agnarsson samanlagt bleiv nummar trettan. Øssur vann gull