mánadagur 12. mars 2012síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 12. mars 2012 · Nr. 31
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Tróndur Arge – Liverpool
Tað eru nú skjótt níggju ár og
sjey venjarar síðani, at Roman
Abramovich í juni 2003 keypti
Chelsea. London felagið hevði
gjørt framstig í árunum fram til
keypið og leikarar sum Ruud Gullit
og Gianfraco Zola settu ein altjóða
dám á.
Søgan sigur, at Roman Abramo
vich endaliga avgjørdi at keypa
Chelsea, tá tað gjørdist greitt at
felagið skuldi luttaka í Champions
League.
Í trý ár peikaði pílurin uppeftir.
Hóast Claudio Ranieri stóð seg væl
fyrsta árið vóru tey fáa, ið settu
spurnartekin við venjaraskiftið,
sum fekk ein Champions League
vinnandi
José
Mourinho
til
felagið. Men í septembur 2007 legði
José Mourinho brádliga frá sær.
Søgurnar vildu verða við, at Roman
Abramovich blandaði seg ov nógv
í tí ítróttarliga partinum, sum José
Mourinho metti seg skula taka av.
Síðani hevur felagið skift venjara
javnan og liðið hevur ikki víst somu
styrki sum undir José Mourinho.
Tó so, so megnaði Avram Grant at
føra liðið til Champions League
finaluna í 2008, meðan fyrsta árið
undir Carlos Ancelotti eydnaðist
væl við at vinna greipuna.
Hinvegin, so hevur ikki eydnast
at fremja eitt ættarliðsskifti, tað
hevur ikki eydnast at menna
nakran nýggjan Chelsea leikara úr
ungdómsdeildini og felagið hevur
mist støðuna sum fíggjarsterkasta
felagið í Premier League til Man
chester City.
»Dead man walking«
Tað kom eitt sindur óvart á, at
Roman Abramovich í summar
valdi at koyra Carlos Ancelotti frá
og gjalda honum fleiri milliónir
í fráfaringarløn, fyri síðani at
keypa 34-ára gamla Andre Villas-
Boas leysan frá Porto fyri yvir 100
milliónir krónur. Doyptur tann
nýggi José Mourinho kom hann til
eitt sikftingarrúm, ið hevði týðandi
leikarar, ið vóru eldri enn hann.
Uppgávan var greið. Fremja
eitt ættarliðsskifti uttan at missa
ov nógv í mun til hini oddaliðini.
Eina løtu sá eisini út til at hann
hevði fingið skil á Fernando Torres,
sum skoraði eitt vakurt mál móti
Manchester United á Old Trafford.
Løtu seinni rak hann framvið
málverjanum, men brendi fyri
opnum máli. Tað skuldi vísa seg
at lýsa tíðina hjá Fernando Torrs
undir Andre Villas-Boas betri enn
vakra málið.
34-ára gamli venjarin hevði bara
sitið í nakrar mánaðir, tá søgur um
ónøgd millum eldri leikararnar
komu fram í fjølmiðlinum. Í januar
flytingarvindeyganum fingu Alex
og Nicolas Anelka fótin og vóru
seldir. Hátturin tað bleiv gjørt
uppá, við millum annað ikki at
bjóða Nicolas Anelka til jólagildið
og frátaka báðum rættin at venja
og skifta við hinum á besta liðnum,
gjørdi bara støðuna verri.
Nýggi leikhátturin við høgum
trýsti eydnaðist illa og fleiri ferðir
var opið hús í verjupartinum.
Serliga 5-3 tapið móti Arsenal á
heimavølli smakkaði illa.
Tá Chelsea so tapti 3-1 á útivølli
móti Napoli Í Champions League
vóru tey fáa, ið góvu Andre Villas-
Boas nógva tíð afturat sum venjara
hjá Chelsea. Tann tiltiknið seinasti
dropin kom eftir 1-0 tapið fyri West
Bromwich Albion.
Kanska gjørdi Andre Villas-
Boas ov skjótt av við at skilfta út
á liðnum og broyta leikháttin, men
við søguni í huga, so hevði nokk
aldrin ein møguelika at koma liv
andi frá uppgávuni.
Tepur sigur
Um vikuskiftið vann Roberto Di
Matteo sín næsta dyst sum fyribils
venjari hjá Chelsea. Í vikuni vann
felagið 2-0 á Birmingham í FA Cup.
Leygardagin vann Chelsea 1-0,
hesa ferð á Stoke City, sum fekk ein
mann útvístan miðskeiðis í fyrra
hálvleiki.
Hóast Chelsea var ein maður í
yvirtal, so megnaði London felagið
ikki at niðurbróta Stoke verjuna
meiri enn tað eini ferðina.
Juan Mata spældi Didier Drogba
leysan, sum fekk vent sær inni í
brotsteiginum og so var Chelsea á
odda. Hetta var mál nummar 100
hjá Didier Drogba í Premier League.
Hann er leikari nummar 22, ið hevur
megnað tað.
Eftir dystin var Roberto Di
Matteo lítilátin um framtíðina hjá
sær í felagnum. Bretskir miðlar
skrivaðu í gjár, at fyrrverandi mið
vallarin hevur biðið Chelsea leikar
arnar standa saman tað, ið er eftir
av hesum kappingarárinum.
Chelsea og FFP
FIFA Finical Fair Paly reglugerðin
kemur í gildið um tvey ár. Rokni
skapurin hetta og komandi kapp
ingarár skal ikki geva meiri enn
eitt samlað hall upp á áleið 350
milliónir krónur. Í løtuni liggur árs
rokniskapurin hjá Chelsea á um
leið 650 til 700 milliónir fyri hvørt
av teimum báðum seinastu kapp
ingarárinum.
Chelsea vil tó verða við, at
fleiri av stóru útreiðslinum í has
um báðum kappingarárinum eru
einstakar stóra útreiðslur, ið ikki
Premier league
Tottenham mist luftina
Tottenham hevur tapt tríggjar dystir á rað í Premier League
fyri fyrstu ferð síðani oktobur 2008. Tey trý tapini kostaði
táverandi venjaranum, Juande Ramos, starvið. (Opta)
Blackburn helt málið reint
Fyri fyrstu ferð í hesum kappingarárinum í Premier League megnaði
Blackburn at halda málið reint, tá teir vunnu 2-0 á Wolverhampton.
Seinast teir megnaði tað var 30. apríl í fjør. (Opta)
Fótbóltur Roman Abramovich hevur koyrt enn eina
venjara frá og felagið stendur veikari enn nakrantíð í
Abramovich-tíðini. Felagið skal finna ein nýggjan venjara
og skal upp á tvey ár fáa javnvág í ronkiskapin
Ríkið hjá
Roman
Andre Villas-Boas
José Mourinho: Hann er ein væl
dámdur harri í Chelsea og hevði
verið meir enn vælkomin aftur á
Stamford Bridge. Hann er í løtuni
venjari hjá Real Madrid, men hevur
fyrr úttala seg, at hann er sinnaður
at koma aftur til Onglands at venja.
Rafael Benitez: Fyrrverandi
Liverpool venjarin er næstur á
listanum hjá veddingarfyritøkuni
Sky Bet, men Chelsea
viðhaldsfólkini vilja ikki vita
av honum. Í dystinum móti
Birmingham sungu tey, at hann
skal halda seg vekk frá felagnum.
Rafa hevur verið arbeiðsleysur
síðani hann bleiv koyrdur í Inter
Milan fyri hálvum øðrum ári síðani.
Pep Guardiola: Barcelona
venjarin sigst verða ovast á
listanum hjá Roman Abramovich.
Sáttmálin hjá honum við Barcelona
gongur út í summar, men tað
er sera sannlíkt at hann heldur
fram. Hann hevur somuleiðis tikið
frástøðu frá Chelsea starvinum.
Fabio Capello: Fyrrverandi
landsliðsvenjarin hjá Onglandi er
júst ein týpa, ið kann fáa skil upp
á skiftingarrúmið hjá Chelsea.
Hann hevur vunnið alt, sum kann
vinnast sum liðvenjari og leggur
nokk akkurát einki í hvat menn sum
Didier Drogba, Frank Lampard og
John Terry hava at siga.
Guus Hiddink: Avgjørt ein væl
dámdur venjari millum Chelsea
viðhaldsfólkini. Spurningurin er
um hann við sínum 65-árum er
rætta valið til at føra Chelsea
inn í framtíðina við einum
ættarliðsskifti. Hann er í løtuni
venjari hjá russiska Anzhi og hevur
ein hálvt annað ára sáttmála við
felagið, sum hevur millum annað
Samuel Eto’o og Roberto Carlos í
hópinum.
Didier Deschamps: Er venjari
hjá Marseille í Fraklandi og
spældi eitt stutt skifti í Chelsea
um aldarskiftið. Hann var eisini í
myndini sum Liverpool venjari fyri
einum ári síðani ella so.
David Moyes: Everton venjarin
hevur nú staðið á odda fyri
felagnum í 10 ár, men fíggjarliga
støðan ger, at Everton illa kann
flyta seg víðari. Roman Abramovich
hevur roynt seg við fleiri altjóða
stórum nøvnum, vandir hann sær
hesa ferð til ein, ið hevur royndirnar
í Premier League?
Joachim Low: Týski
landsliðsvenjari var eitt tað fyrsta
navnið, ið bretsku fjølmiðlarnir
settu í samband við Chelsea.
Joachim Low hevur saman við
Jurgen Klinsmann staðið á odda
fyri einum ættarliðsskifti á týska
landsliðnum.
Louis Van Gaal: Enn ein
tungvektari í evropskum fótbólti.
Hevur staðið á odda fyri liðnum
sum Barcelona, Ajax og Bayern
Munchen. Hann er í løtuni
arbeiðisleysur.
Favorittarnir
at taka yvir í Chelsea
Hesir eru teir níggju, ið veddingarfyritøkur meta
sum teir mest sannlíku at gerast nýggir Chelsea
venjarar. Teir eru raðfestir eftir hvussu sannlíkt Sky
Bet metir tað verða at teir blíva Chelsea venjarar