Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-12, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. mars 2012síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 12. mars 2012 · Nr. 31 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið koma fyri hvørt ár. So sum frá­far­ ingar­løn til Carlos Ancelotti og fyri at keypa Andre Villas-Boas leysan. Eisini kann keypið av Fernando Torres og David Luiz teljast upp í. Ein komandi venjari hjá Chelsea fær ikki møguleika at nýta eins nógvar pengar í mun til eitt nú Man­chester United, sum hansara undan­gongumenn hava, tí tað verður ikki møguligt hjá Roman Abramovich at strika skuldina úr egn­um lumma. Manchester United á odda Sunnudagin býttu grannarnir og oddaliðini, Manchester City og Man­chester United um pláss. Man­ chester City tapti fyri Swansea á úti­vølli, meðan Manchester United á Old Trafford vann 2-0 á West Bromwich Albion. Swansea brendi eitt brotsspark tíðliga í dystinum. Manchester City hevði ilt við at skapa nakað og tá so Stefan Savic sjey minuttir fyri tíð spældi bóltin fyri føturnar á Swansea leikara gekk gali. Bólturin varð sendur innfyri til innskifta Luke Moore, sum stútaði heimaliðið á odda. Wayne Rooney skoraði bæði málini hjá Manchester United. Fyrst legði hann vertirnar á odda í fyrra hálv­leiki og miðskeiðis í seinna hálvleiki økti hann við brotssparki. Man­chester United er nú eitt stig framman­fyri Manchester City í odd­inum í Premier League. Tottenham tapti á triðja sinni á rað í Premeir League leygarkvøldið á Goodison Park fyri Everton. Totten­ ham venjarin, Harry Redknapp, var stak ónøgdur við úrslitið eftir dystin, tí han helt at hansara menn høvdu verið væl betri. Liverpool tapti somuleiðis á triðja sinni á rað í Premier League um vikuskiftið og kann gloyma alt um at røkka einum fjórða plássi. Á Stadium of Light tryggjaði tann ann­ars til tíðir útskeldaði danski fram­herjin, Nicklas Bendtner, Sunder­land ein 1-0 sigur. Í botninum kom tað illa við hjá Queens Park Rangers, at felagið tapti 2-1 fyri Bolton. Í fyrra hálvleiki við støðuni 0-0, hevði QPR bóltin í Bolton málinum, men hvørki dóm­ arin ella hjálpardómarin sóu bóltin innanfyri. QPR venjarin, Mark Hughes, var í øðini eftir dystin. Enska fótbóltssambandið kom stutt eftir dystin við eini útmelding um at fáa mál teknologi skjótast til ber. QPR er undir niðurflytingarstrikuni og hevur sera torførar dystir eftir. trondur@sosialurin.fo Premier league Drogba skorað 100 mál Didier Drogba skoraði einsamall málið í 1-0 sigrinum á Stoke. Tað var somuleiðis hansara mál nummar 100 í Premier League. Hanne r leikari nummar 22, ið hevur megnað tað. (Opta) Ringt ár fyri Liverpool Um kappingarárið byrjaði um ársskiftið, so høvdu Liverpool, QPR og Wolverhampton verður niðast við fimm stigum í part. (Opta) Enska Barclays Premier League nr. lið dystir vunni javnt tapt mál stig 1 Manchester United 28 21 4 3 68-27 67 2 Manchester City 28 21 3 4 69-20 66 3 Tottenham 28 16 5 7 52-34 53 4 Arsenal 27 15 4 8 55-38 49 5 Chelsea 28 14 7 7 48-32 49 6 Newcastle 27 12 8 7 39-39 44 7 Liverpool 27 10 9 8 30-26 39 8 Sunderland 28 10 7 11 36-31 37 9 Everton 27 10 7 10 28-28 37 10 Fulham 28 9 9 10 37-37 36 11 Swansea 28 9 9 10 31-34 36 12 Norwich 28 9 9 10 39-45 36 13 Stoke 28 10 6 12 27-39 36 14 West Bromwich 28 10 5 13 34-37 35 15 Aston Villa 28 7 12 9 31-35 33 16 Blackburn 28 6 7 15 40-60 25 17 Bolton 28 7 2 19 31-57 23 18 Queens Park Rangers 28 5 7 16 29-48 22 19 Wolverhampton 28 5 7 16 30-58 22 20 Wigan 28 4 9 15 24-53 21 Claudio Ranieri (Septembur 2000 – Mei 2004): Varð settur í starv sum venjari í 2000, meðan Ken Bates átti fel­ ag­ið. Hann var venjari fyrsta ár­ ið eftir at Roman Abramovich keypti felagið. Var undir stórum trýsti alt kappingarárið og nógvar søg­ur gingu um at Sven-Goran Eriksson skuldi taka yvir. Hóast Chelsea endaði á einum øðrum pláss­ið og kom í hálvfinaluna í Champions League, so var tað ikki nokk til at blíva sitandi. José Mourinho (Juni 2004 – Septembur 2007) »The Special One« kom buldrandi inn á enska fótbóltspallin og deildi fólkið í tvey. Antin elskaði tú hann ella orkaði tú ikki fyri honum. Í Chelsea elskaðu tey hann. Hann vann Premier League tvey tey fyrstu árini og vann eisini Carling Cup tvær ferðir og FA Cup eina ferð. Í Champions League gekk tó ikki sum ætla. Parlagið millum José Moruinho og Chelsea endaði ein septembur dag í 2007, tí José Mourinho og Roman Abramovich ikki kunnu einas um hvør skuldi avgera hvat. Avram Grant (Septembur 2007 – Mei 2008) Kom til felagið sum ítróttarstjóri tveir mánaðir frammanundan og fekk torføru uppgávuna at fylla skógvarnar eftir José Mourinho. Søgurnar vildu verða við, at leikararnir ikki stuðlaðu mann­ inum úr Ísrael. Hann megnaði tó at føra felagið til Champions League og Carling Cup finaluna, men tapti báðar. Í Premier League bleiv tað til eitt annað pláss. Luiz Felipe Scolari (July 2008 – Feburar 2009) Maðurin sum førdi Brasil til HM gull í 2002 varð mettur sum mað­ urin, ið kundi fáa Champions League gullið til Stamford Bridge. Tað gekk eisini væl at byrja við. Lið­ið skjeyt eina rúgva av málum, men sum tíðin gekk so steðgaði tað upp. Longu í feburar mánaði var samarbeiði liðugt eftir søgur um at leikararnir ikki vóru nøgdir við »Big Phil«, sum hann eisini bleiv kallaður. Guus Hiddink (Februar 2009 – Mei 2009) Guus Hiddink bjargaði kapp­ ingar­árinum og var bara sekundir frá at røkka Champions League finaluni, men tapti fyri Barcelona í einum nógv umtalaðum dystin. Megnaði eisini at vinna FA Cup. Hann vildi ikki bróta ein avtalu við russiska landsliðið og takkaði fyri seg tá kappingarárið endaði. Carlos Ancelotti (Juni 2009 – Mei 2011) Champions League sigrarnir við AC Milan mundu viga tungt, tá Carlos Ancelotti varð settur sum venjari. Tað eydnaðist ikki at vinna Champions League, men í fyrsta árinum megnaði hann at vinna bæði FA Cup og Premier League. Í seinna árinum gekk eitt sindur verri og annað plássið í Premeir League var nokk til at verða koyrdur úr starvi. Andre Villas-Boas (juni 2011 – Mars 2012) Varð settur sum maðurin, ið fremja ættarliðsskifti á Chelsea lið­num. 34-ára portugisin kom tó skjótt í mótvind og úrslitini vóru misjøvn. Fleiri av eldru leik­ arunum vóru sambært søgum ónøgdir og tað endaði við at hann fekk sparkið eftir tapið móti WBA fyri viku síðan. Roberto Di Matteo (Mars 2012 - ) Hevur nú vunnið tveir dystir sum fyribils venjari og setur helst fram til endan á hesum kapp­ ingar­árinum. Tað skal helst ganga ótrúliga væl um hann skal halda fram eftir hetta kappingarárið. Chelsea venjara søgan Roman Abramovich Mynd: Polfoto