mánadagur 12. mars 2012síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 12. mars 2012 · Nr. 31
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Snorri Brend
Seinnu árini hevur ungi rennarin,
Marnar Djurhuus, veruliga gjørt
vart við seg, bæði í kappingum
heima sum uttanlands. Fyrr í
mánaðinum gjørdi hann rættiliga
vart við seg í Danmark og vann
tvey gullmerki í tveir dagar, bara
fyri at nevna okkurt úr rúgvuni.
Nú sleppur almenningurin at
hoyra um og læra henda unga
mannin av Morskranesi betri at
kenna. Tað hendir á hugnaløtu,
har 17 ára gamli Marnar verður
høvuðspersónur, tí Sjóvar komm
una ynskir at heiðra Marnar fyri
hansara afturvendandi flottu úrslit
sum rennari.
Ein annar góður rennari, Gutt
orm Sørensen úr Klaksvík, fer
eisini at greiða frá um renning
og vísa filmir í hesum sambandi.
Harumframt fara næmingar úr 9.
flokki at siga frá eini verkætlan, teir
hava gjørt um Sjóvar kommunu.
Tiltakið hóskvøldið byrjar klokk
an 19, og at tað er á Strondum, kemst
av, at heimbygdin hjá Marnari
liggur í Sjóvar kommunu.
snorri@sosialurin.fo
Vøllurin
fær røtt
mát
Fótbóltur: Eftir at tað kom fram, at
nýggi fótbóltsvøllurin í Trongisvági
ikki stóð mát, verður farið aftur til
upprunaligu ætlanina, ið lýkur tær
treytir, Fótbóltssambandið setur
Hilmar Jan Hansen
Tað var í Degi & Viku fríggjakvøldið, at tað kom fram, at mátini,
sum nýggi fótbóltsvøllurin í Stópunum í Trongisvági verður
gjørdur eftir, ikki vóru tey røttu. Kringvarpið segði seg hava fingið
váttað frá fleiri keldum, at mátini vóru skeiv, so vøllurin er bæði
ov stuttur og smalur, men tó kom ikki fram, hvussu umfatandi
feilurin var.
Eingin vildi fríggjakvøldið siga nakað um málið, men
onkur vísti á ein fund um tað, sum skuldi vera í gjár, og eftir
tann fundin visti Suðuroyarportalurin at siga frá Suðuroyar
Ítróttardepli, ið stendur fyri at gera vøllin, at avgerð varð tikin
um at fara til upprunaætlanina viðvíkjandi støddini á nýggja
fótbóltsvøllinum.
Sum skilst, hevur verið arbeitt við einum minstakravi frá UEFA
til fótbóltsvallir, sum er 100 metrar ferðir 64 metrar, men av tí at
kravið hjá Fótbóltssambandinum, sum feløgini áttu at kent, er 105
metrar ferðir 68 metrar, soleiðis sum samtykt var í mai mánaði í
fjør. Nú hetta skal broytast aftur til upprunaliga støddina, sum
er tann størra av hesum, skal eisini ein betonggarður brótast
niðuraftur og stoypast umaftur, umframt at meira graslíki skal
bíleggjast til vøllin.
Formaðurin í Suðuroyar Ítróttardepli, Oddur Dimon, sigur
við Suðuroyarportalin, at upprunaliga tíðarætlanin heldur, so
sjálvur vøllurin verður liðugur til annan heimadystin hjá TB í
Effo-deildini, sum verður spældur mánadagin 16. apríl.
Sum skilst, verður húsið við vøllin ikki liðugt tá, og tí skal helst
undantaksloyvi fáast frá Fótbóltssambandinum, so spælast kann
á vøllinum, so skjótt hann er liðugur. Atgongd er til brúsur og
annað í ítróttarhøllini, sum liggur beint við vøllin í Trongisvági.
hilmarjan@sosialurin.fo
Hóast Marnar Djurhuus av Morskranesi bara er 17 ára gamal, hevur
hann vunnið fleiri kapprenningar, bæði burturi og heima
Mynd: Álvur Haraldsen
Marnar Djurhuus
heiðraður
Renning Hóskvøldið verður hugnaløta í Bygdahúsinum
á Strondum, har renning og gullheiðursmerki eru á
skránni, tí ungur rennari av Morskranesi skal heiðrast