mánadagur 12. mars 2012síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 12. mars 2012 · Nr. 31
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
23
Tað er við sorg í barmi, at hesi
orð verða fest á blað. Leyg
ardagin 10. mars 2012 and
aðist ein av okkara størstu
kvinnuligu
fyrimyndum,
Leila Solmunde, bara 50 ára
gomul.
Tað var við sorg og skelki,
at eg sunnumorgunin fekk
boðini. Tað er so stutt síðan,
vit báðar vóru á fundi saman
í MBF-húsinum. Sum altíð
vart tú greið, positiv og fram
skygd. Lítið visti eg, at hetta
fór at verða okkara seinasti
fundur.
Tað er ein sonn stríðs
kvinna, ið hevur lagt árarnar
inn. Føroyska tjóðin hevur
við deyða Leilu mist eitt
stórt menniskja og eitt slóð
brótandi fakfelagsfólk.
Leila Solmunde hevur
sett varandi spor eftir seg.
Seinastu átta árini sum
forkvinna í MBF hevur tú
meistarliga
og
tignarliga
vunnið fólki við serligum
avbjóðingum størri og betri
rættindi. Við tínum róliga og
positiva lyndi hevur tú birt
treysti og mót í mongum
føroyingi. Úrslitið av tínum
eldhuga, áræði og stríði
kenna vit øll: Handikap
politikkur hevur ongantíð
verið so sjónligur og viður
kendur millum fólk og okk
um politikarar sum júst nú.
Tað er tíverri ein av lív
sins fortreytum, at summi
eru meiri skerd enn onnur.
Summi eru fødd inn í truplari
umstøður enn onnur. Onnur
bera brek, sum kunnu tyngja
um gerandisdegin. Lívið er
ikki líka lætt at liva hjá øll
um. Og um vit hyggja at
býtinum av mótgongd, sum
hvørt einstakt menniskja
fer ígjøgnum, so er lívið ofta
órættvíst. Men tað er ikki tað,
sum er avgerandi. Tað snýr
seg um okkara hugburð. Tað
hevur størri týdning, hvussu
eitt menniskja ber sína lagnu,
enn hvør hendan lagnan í
veruleikanum er.
Hesum hugburði hevur
Leila Solmunde verið ímynd
in av.
Hon hevur sanniliga møtt
mótgongd. 18 ára gomul fekk
hon staðfest liðagikt, sum
hevur havt við sær, at hon
gjørdist avlamin og noydd
at nýta koyristól. Seinni
upplivdu Leila og maðurin
Mourits at missa sítt einasta
barn. Í 2001 doyði sonurin
Pauli í einari ferðsluvan
lukku. Hann gjørdist bert 18
ára gamal. Hóast størri mót
gongd enn tey flestu, hevur tú
staðið sum kletturin. Hóast
tú sjálv bardist við liðagikt,
náddi tú at hjálpa og kempa
fyri ein stóran skara, ið hevði
hjálp fyri neyðini. Tað hevur
tú
gjørt
fyrimyndarliga.
Fyrst innan giktaøkið, har tú
vart forkvinna í Giktafelag
Føroya í 16 ár, og síðani 2004
sum forkvinna í MBF, sum er
meginfelag fyri 24 limafeløg.
Missurin og saknurin er
stórur eftir tær, Leila. Nú er
tín sterka og vælkenda rødd í
føroyska samfelagnum tagn
að. Eg fari veruliga at sakna
møguleikan fyri at søkja ráð
frá tær. Vit hava mist ein
íbirtara og framherja. Sam
felagið er blivið fátækari.
Eitt gott fólk í orðsins sanna
týdningi hevur lagt árar inn.
Mín samhugi fer til tykk
um, ið eftir sita. Mínir tankar
og hjartaliga samkensla er
við tær Mourits, sum nú
hevur mist sín fylgissvein og
konu.
Vit drýpa høvur í sorg og
æra hennara minni. Hvíl í
friði, Leila Solmunde.
Annika Olsen,
landsstýriskvinna í
almannamálum
At skjótt kann tað vera, mugu
vit ásanna, nú systkinabarnið,
Leila Solmunde, so brádliga
legði árarnar inn, bara 50 ára
gomul. Alt ov tíðliga, tí hon
var so livandi sum fáur, og
hóast hon likamliga hevði
sínar avmarkingar, megnaði
hon at ganga undan – ikki
minst, tá tað ráddi um at tala
søkina hjá øðrum.
Tað kennist so óveruligt,
tí so seint sum sunnudagin 4.
mars á Landssjúkrahúsinum
prátaðu vit saman, har Leila
fortaldi, at hon nú gleddi seg
til at sleppa heimaftur, eftir
eina strævna tíð á sjúkra
húsinum. Hon var komin
væl fyri seg og duldi ikki
fyri, at hon serliga sá fram
til og gleddi seg til diamant
brúdleypsdagin
hjá
for
eldrunum, sum er hesa vik
una.
Tí gjørdist eg bæði kløkk
ur og keddur, tá eg í morgun
fekk tey sorgarboð, at Leila
var farin. Hetta var ikki
tað, nakar av okkum hevði
væntað, tí hon var so birg og
spent, nú hon sá ein enda á
sjúkraleguni og gleddi seg
til aftur at fara til verka.
Millum annað nevndi hon,
at hon skuldi fara í holt við
formansfrágreiðingina
hjá
sær, tí tað stundaði til aðal
fundin í Meginfelag teirra
brekaðu.
Henda løtan á Lands
sjúkrahúsinum sunnudagin
er seinasta minnið, eg havi
um Leilu, og nú eg siti og
hugsi um hana og lív henn
ara, sigur hetta helst eisini
alt um hesa megnar kvinnu,
sum á ongan hátt spardi seg í
stríðnum fyri tey veiku, tá tað
ráddi um at vinna rættindi
og at stríðast fyri vunnum
rættindum. Hon skal eina
ferð hava sagt, at tá tað bar
til at fara upp á mánan, so
mátti tað eisini bera til at
skapa teimum møguleikar,
ið bera brek.
Longu sum 18 ára gomul
fekk Leila staðfest liðagiktina,
ið merkti alt hennara vaksna
lív, og í mong ár sat hon sum
avlamin í koyristóli. Men
fyri tað um sjúkan setti sín
ar
avmarkingar,
steðgaði
hon á ongan hátt Leilu, sum
fyrst var formaður í Gikta
felagnum í 16 ár, til hon hesi
seinnu árini tók við sum
formaður í Meginfelag teirra
brekaðu, har hon brúkti
nógva tíð og orku og veruliga
upplivdi at gera mun.
Ein stór orsøk til, at Leila
kundi vera so virkin, var góði
maður
hennara,
Mourits
Simonsen, ið var við henni
allastaðni, hjálpti og stóð við
hennara lið. Hann var henni
ein fantastiskur stuðul og
ein stór orsøk til, at Leila
sjálv kundi siga, at hennara
brek var eingin forðing fyri
at njóta lívið. Saman deildu
tey gleðir og sorgir í lívinum,
og tað var eitt stórt slag, tá
einkarsonurin Pauli doyði í
einari ferðsluvanlukku í 2001,
bara 18 ára gamal.
Leila var fødd í Trongisvági
og sleit sínar barnaskógvar á
somu leiðum, sum vit tríggir
brøðurnir Hans og Erhard
gjørdu tað, tí bara fáir metrar
vóru millum húsini. Frá real
skúlanum á Tvøroyri lá leið
in til Keypmannahavnar,
har hon fór á handilsskúla,
og í 1983 flutti hon til
Fuglafjarðar og fýra ár seinni
út á Kambsdal, har hon og
Mourits, sum sjálvur er úr
Fuglafirði, høvdu sítt heim.
Nú er Leila farin, og
hóast missurin sjálvandi er
størstur hjá tær, Mourits,
og foreldrunum Palmu og
Jørleif, systkjunum og familj
uni annars, so var hon eitt av
hesum menniskjunum, øll
løgdu til merkis og gjørdust
góð við, tá tey møttu henni
á lívsleiðini. Rættast er helst
at siga, at øll hava mist, nú
ein slík merkiskvinna og
slóðbrótari sum Leila ikki er
ímillum okkum longur. Tað
kennist óveruligt og tómt,
men vit goyma minnini
um góðar løtur og framúr
skarandi avrik, ið hon legði
eftir seg í sínum alt ov stutta,
men sera virkna lívi.
Hvíl í friði, góða Leila!
Vit tríggir við familjum
Heðin Mortensen
Ein kyndil er slóknaður
Hvíl í friði, góða Leila