Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-12, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. mars 2012síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 12. mars 2012 · Nr. 31 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Einki mál er móti skipara- num á Ednu Onkur fyrispurningur er um virkið í Vestmanna – Vit hava ikki lýst fiskavirkið í Vestmanna alment til sølu, men eg ivist onga løtu í, at vinnan veit, at virkið verður selt, um partarnir kunnu semjast um avtalu og prís, sigur David Jacobsen, tekniskur stjóri hjá Faroe Origin Vilmund Jacobsen Um dagarnar ljóðaði, at Tummas Christophersen í Vestmanna, sum átti ísfiska­ trolararnar, Vestmenning og Fram, skal hava keypt fiska­ virkið í Vestmanna, sum P/F Faroe Origin eigur. Faroe Origin er rakstrar­ felagið hjá P/F 16. februar 2011, sum um hálvan februar í fjør keypti virkir og skip úr trotabúnum eftir Faroe Seafood. Feløgini, sum tá keyptu fýra fiskavirkir og seks ís­ fiskatrolarar, vóru Varðin, Bacalao, Framherji og Sam­ herji. Tekniskur stjóri hjá Faroe Origin er David Jacobsen. Virkið ikki selt – Tað er ikki rætt, at fiska­ virkið í Vestmanna er selt. Vit hava fingið nakrar fyri­ spurningar, men enn er eing­ in søla farin fram. Spurdur, um roknast kann við, at virkið er selt, áðrenn hendan vikan er úti, sigur tekniski stjórin, at tað væntar hann ikki. – So skjótt gongur tað neyvan. Vit hava eina nevnd, og vit hava stovnar sum fíggja. Tí vænti eg, at vit framvegis eiga virkið í Vest­ manna, tá henda vikan er úti. David Jacobsen sigur, at Faroe Origin hevur ikki lýst fiskavirkið í Vestmanna al­ ment til sølu, men hann ivast onga løtu í, at vinnan veit, at virkið verður selt, um partar kunnu semjast um avtalu og prís. Fiskivinnufyritøkan, Es­ per­sen á Bornholm, hevur eisini víst virkinum í Vest­ manna áhuga og hevur verið heima í Føroyum og hugt at virkinum, men tekniski stór­ in í Faroe Origin sigur, at hesin fyrispurningur er ikki aktuellur longur. Letur neyvan upp David Jacobsen heldur tað ikki vera hugsandi, at Faroe Origin fer at lata virkið í Vestmanna uppaftur – í øll­ um førum ikki, soleiðis sum støðan er nú. Hann hevur áður víst á, at flestu skip, sum vóru heima­ hoyrandi í Vestmanna, eru seld av bygdini, og tískil er rættiliga ivasamt, hvussu hevði verið við ráfiska­grund­ arlagnum. – Vit hava nóg mikið at taka okkum av sum er. Men hendir tað, at virkið í Vest­ manna ikki verður selt, og tíðin gongur, er einki óhug­ sandi. Men hetta er so ikki aktuelt. Stjórin í Faroe Origin sig­ ur, at onkrar maskinur eru fluttar millum virkið í Vest­ manna og virkið hjá felagnum í Saltangará, men hann heldu­r ikki, at nógv skal til, áðrenn framleiðsla kann tak­ ast uppaftur í Vest­manna. Vaðhorn á Toftum Eftir keypið av skipum og fiskavirkjum, loystu øll skip­ ini so at siga aftur bein­an­ vegin, og hin 8. mars - altjóða kvinnudagin í 2011 – læt eisini fiskavirkið í Saltangará upp­ aftur. Umframt virkini í Salt­ang­ ará, Vestmanna og á Toftum, keypti P/F 16. februar 2011 eisini fiskavirkið í Vági. Men longu, tá keypið fór fram, var avtala gjørd við Havsbrún um at keypa virkið í Vági aftur. vilmund@sosialurin.fo Faroe Origin letur ikki fiskavirkið í Vestmanna uppaftur í bræði – um felagið yvirhøvur fer at lata uppaftur í Vestmanna ... vit hava nóg mikið at taka okkum av sum er... Í skrivi til sakføraran hjá Suna Jakobsen, skipara á ísfiska­trol­ aranum Ednu, sum Sosialurin hevur sæð, sigur Fútaskriv­ stovan seg ikki kenna til nakað mál í teirra journalum um, at skiparin hevur hótt nakran mann – og at løgreglan er komin upp í málið Vilmund Jacobsen Á heimasíðuni hjá Før­oya Fiskimannafelag stend­ ur ísfiskatrolarin Edna framvegis á svartalista, sum felagið rópar tað. Eftir at felagið hevði sett skipið á henda lista, hevur Føroya Fiski­ manna­felag skoytt hesar reglur upp í orðingina: “Reiðarin á Ednu var ikki blíður, tá mann­ing­ar­ feløgini kravdu, at hann skuldi halda sáttmálan. Hann gjørdi ikki mætari enn at hótta ein av mann­ ingini. Hetta var so mikið álvarsamt, at mað­urin var noyddur at rýma. Løgreglan er komin upp í málið, og væntandi verður ákæra reist móti reiðaranum…” Hvør er hóttanin? Reiðari, skipari og eigari av Ednu er Suni Jakob­ sen. Hann sigur, at tá hann las hesar seinastu reglurnar, ringdi hann til formannin í Føroya Fiski­ mannafelag, Jan Høj­ gaard, og spurdi, um hann kundi siga sær, hvat hetta mál snýr seg um. – Jú, tað lovaði Jan at siga mær, tá eg kom oman á skrivstovu felag­ sins. Men, tá eg kom á gátt, vildi hann ikki siga mær tað kortini. Suni Jakobsen sigur, at hann síðan hevur vent sær til sakførara sín, sum aftur hevur vent sær til Fútaskriv­ stovuna. Einki mál Í brævi til fútan, vísir sakførarin hjá skipara­ num og reiðaranum á, at skuldsetingin um hóttan stendur enn á heima­ síðuni hjá Føroya Fiski­ mannafelag, og tí hevur tað stóran týdning fyri reiðaran at fáa at vita, um hann veruliga er meldaður. Lagt verður aftrat, at sjálvur kennur skiparin ikki til nakað mál, og Føroya Fiski­ manna­felag vil heldur ikki siga honum, hvat málið snýr seg um. Í skrivi til sakføraran hjá Suna Jakobsen, sum Sosialurin eisini hevur sæð, sigur Fútaskriv­stov­ an seg ikki kenna til nakað mál í teirra jour­ nalum um, at skiparin hevur hótt nakran mann – og at løgreglan er komin upp í málið. vilmund@sosialurin.fo Í skrivi sigur Fútaskrivstovan seg ikki kenna til nakað mál í teirra journalum um, at skiparin á Ednu hevur hótt nakran mann – og at løgreglan er komin upp í málið Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag