mánadagur 12. mars 2012síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mánadagur 12. mars 2012 · Nr. 31
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Faroe Origin eitt
ár í Saltangará
Hin 8. mars í ár - altjóða kvinnudagin – var eitt ár liðið,
síðan Faroe Origin læt fiskavirkið í Saltangará uppaftur,
eftir at virkið tá hevði verið stongt í nakrar mánaðir
Vilmund Jacobsen
Hóast seks ísfiskatrolarar –
harav fýra eru lutfalsliga
nýggir – hava landað til
fiskavirkið í Saltangará sein
asta árið, hevði kortini verið
ynskiligt, at virkið í hesum
tíðarskeiði hevði fingið meiri
rávøru. Virkið arbeiðir bara
upsa, og upsaveiðan hevur í
longri tíð verið meiri vánalig.
Seinastu tíðina hevur fiski
skapurin tó vignast heldur
betri, og skip hava gjørt
hampiligar túrar.
Tekniski stjórin í Faroe
Origin, sum rekur skip og
fiskavirkið í Saltangará, vísir
á, at nógvur ungfiskur hevur
verið at fingið, og tí hava
fleiri
leiðir
eisini
verið
bráðfeingisstongdar.
– Úrslitið er, at tær upsa
leiðir, sum eru opnar, verða
tráðroyndar. Hinvegin er tað
eitt positivt tekin, at nógvur
smáupsi er uppi í veiðini hjá
ísfiskatrolarunum.
Eitt ár á baki
David Jacobsen vísir á, at nú
er júst eitt ár liðið, síðan
Faroe Origin læt fiskavirkið í
Saltangará uppaftur.
– Enn er árið ikki endaliga
gjørt upp, og tí vil eg í løtuni
einki siga um, hvussu hetta
fyrsta árið hevur vignast.
Hann sigur, at umleið 80
fólk arbeiða á virkinum í
Saltangará, tá mest er at
gera.
Virkið sker nakkastykkir
úr upsa, sum fara í flamingo
kassar og fesk av landinum.
Hetta er vøra, sum verður
virkað úr feskasta fiskinum
og fer á týska og franska
marknaðin.
– Hini stykkini á upsanum
verða fryst, leggur hann
aftrat.
Tekniski stjórin í Faroe
Origin, David Jacobsen, sigur,
at virkið virkar eisini flak,
sum eisini verður fryst til
útflutnings.
vilmund@sosialurin.fo
Tað eru ísfiskatrolararnir, Bakur, Stelkur, Heykur, Falkur, Rókur og Lerkur, sum skapa
grundarlagið undir ráfiskatilgongdini hjá fiskavirkinum í Saltangará
... tað er positivt, at
nógvur smáupsi er...
Fiskavirkið í Vestmanna er ikki selt, sum søgur
ganga um. Tað váttar David Jacobsen, tekniskur
stjóri í Faroe Origin, sum eigur virkið
Suni ikki
skrivað
undir
sáttmálan
Formaðurin í Føroya
Fiskimannafelag, Jan Højgaard,
sigur, at hann ger sítt besta
fyri, at sáttmálarnir verða
hildnir. - Men tað er ikki nóg
mikið. Tí eri eg sera fegin um,
at teir, sum eiga pening til
góðar eftir sáttmálanum,
bakka manningarfeløgini upp,
sigur felagsformaðurin
Vilmund Jacobsen
Suni Jakobsen, skipari
og reiðari á Ednu, sigur,
at hann hevur ein ser
ligan sáttmála við "meg",
sum gevur honum rætt
til at gjalda manningini
ein lítlan part av hýruni.
Men, eg havi ikki sæð
henda sáttmála.
Tað sigur, sigur Jan
Højgaard, formaður í Før
oya Fiskimannafelag.
Felagsformaðurin er
onga løtu í iva um, at tað
lættasta hevði verið, um
teir sáttmálar, sum eru
galdandi, vórðu fylgdir.
– So, høvdu vit slopp
ið undan øllum hesum,
leggur hann aftrat.
Grov skuldseting
Jan Højgaard heldur tað
vera
rættiliga
grova
skuldseting móti sær, tá
sagt hevur verið, at
manningin eigur 25% av
hýrunum. Hetta er tað
sama sum at siga, at eg
góðtaki, at fiskimanna
familjur ikki skulu hava
til dagin og vegin.
– Støðan er púra greið.
Hon er, at sáttmálarnir
skulu haldast, leggur
hann dent á.
Felagsformaðurin
leggur aftrat, at hann
ger sítt besta fyri, at
sáttmálarnir verða hild
nir.
- Men tað er ikki nóg
mikið. Tí eri eg sera fegin
um, at teir, sum eiga pen
ing til góðar eftir sátt
málanum, bakka mann
ingarfeløgini upp. Tí, tað
er saman, vit skulu vinna
stríðið.
Jan Højgaard leggur
aftrat, at reiðarin á Ednu
hevur ikki skrivað undir
sáttmála við manningar
feløgini.
- Hví so er, kunnu vit
spyrja reiðaran, leggur
felagsformaðurin aftrat.
vilmund@sosialurin.fo
Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag