Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-12, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. mars 2012síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 12. mars 2012 · Nr. 31 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vit ynskja okkara kæra starvsfelaga, Herálvi Joen­sen, hjartaliga til lukku við teim fimti áru­n­um, nú hann fyllur runt hin 12. mars. Hóast hetta ikki er nakar høgur aldur, hevur Herálvur rokkið ikki so lítið á síni starv­sleið higar­til, og meira er óivað og lukku­ tíð í væntu. Herálvur hevur nak­ rar eginleikar, sum gera, at ein lættliga fær álit á honum, og hann hevur eina vinsæla og óhá­tíð­ ar­liga medferð, sum vit hava stóra gleði av í ger­ and­isdegnum. Hann er kendur fyri sín sakliga, skilagóða og siðiliga hátt at bera fram sjónarmið, ofta íblandað fyndugar viðmerkingar, ið vísa ein mann við góðum gávum og víðum útsýni. Eftir at Uttanríkis­ ráð­ið varð tikið av sum sjálvstøðugt stjórn­ar­ráð og lagt inn í Løg­mans­ skriv­stovuna, hevur Her­ álvur virkað sum leiðari av Uttanríkistænastuni í Løgmansskrivstovuni. Herálvur flutti heim aft­ur til Føroya á sumri 2011 úr Keypmannahavn, har ið hann tá hevði virkað sum sendimaður Føroya. Heimkomin gjørd­ist hann deild­ar­ stjóri fyri altjóða­deild­ ina í táver­andi Uttan­ ríkis­ráðnum, men hann røkti enn, og røkir fram­ vegis, uppgávuna sum sendimaður Før­oya til Keyp­manna­havn­ ar í einari skiftis­tíð við síðuna av leiðara­starv­ inum í Tinganesi. Líta vit aftur á starvs­ leið Herálvs, so byrjaði hann, sum nýklaktur løg­frøðingur hjá Statens Luftsfartsvæsen og kom til Føroya miðskeiðis í níti­árunum at luttaka í tí týdningarmikla arbeið­ inum at fyrireika eina føroyska oljulóggávu og oljufyrisiting, og fólk løgdu til merkis, at hann hevði eina hepna hond við hesum. Hann gjørdist fyrsti leið­arin í nýstovnaðu Olju­fyri­sit­ ingini, og tá ið hon í 1999 gjørdist egið stjórnarráð, Olju­mála­ráðið, gjørdist hann aðalstjóri har. Í 2004 gjørdist Her­álvur aðal­stjóri í Fiski­mála­ ráð­num, har ið hann virk­aði fram til 2006, tá ið hann gjørdist sendi­maður Føroya til Keyp­mannahavnar. Herálvur var ógvuliga væl umtóktur sum aðal­ stjóri, bæði millum egin starvsfólk og millum fólk annars, ið høvdu eitt­hvørt starvsligt sam­ band við hann tey árini. At Herálvur hevur gott umdømi sum fak­ liga dugnaligur og ein álitismaður sum heild, sæst eisini við, at hann í 2009 varð valdur til formann í Stýrinum fyri Fróðskaparsetur Før­ oya. Vit ynskja Herálvi hjartaliga til lukku við teim hálvthundrað og vóna, at hann fær nógv rík ár afturat, og at fleiri teirra verða nýtt í framhaldandi gevandi samstarvi við okkum her á Løgmansskrivstovuni. Heilsan Starvsfelagarnir Nøvn Herálvur Joensen fimti Vinnuháskúlin niðurlaðaður: Tit oyðileggja granskingar- og útbúgvingarumhvørvið! Heðin Mortensen borgarstjóri Tað kann væl vera, at royk­ urin av fiski er ramari onkra aðrastaðni enn í Havn. Men kemur tú til Havnar er onki at fara skeivur av – tú kemur til høvuðsstaðin í eini fiskivinnutjóð. Mynd­in av havnaløgunum, bryggju­ kantinum, skipasmiðjuni og Vinnuháskúlanum skapa eina maritima rammu um mið­býin. Her útbúgva vit okk­ara navigatørar og maskin­menn, og soleiðis hev­ur tað verið í væl meira enn fulla øld. Mong kenna søguna, frá tí bóndasonurin Jens Mohr úr Hoyvík setti fyrsta skúlan á stovn í 1890’unum, Jens í Dali helt skiparaskúla og sonurin Jens Pauli byrjaði Thorshavns Fiskeskipperskole, til Ryving Jensen og Andrias Nielsen byrjaðu fyrsta veruliga skúl­ an til endamálið, brøð­ur­nir við Stein stovnaðu skip­ara­ skúla, og til tilboðini vórðu savnað og Jens Pauli í Dali fekk formliga góðkenning og stuðul frá statinum í 1919. Í 1927 fingu vit lóg um stýrismansskúla og Naviga­ tiónsskúlin varð settur á stovn. Flyta vit so heilt fram til 2005, so vórðu Maskin­ meist­araskúlin og Føroya Sjó­mansskúli lagdir saman í ein stovn, ið fekk navnið Vinnuháskúlin, sum er ein stórur, her og úti í heimi, avbera vælumtóktur skúli. Í ár hevur hesin skúli yvir 270 næmingar, maskinistar, maskinmeistarar, skips­førar­ ar og skiparar. Samanlegging av maritimum útbúgv­ingum Við vaksandi altjóða krøvum til maritimu útbúgvingarnar hevur leingi verið greitt, at útbúgvingarnar skulu upp­ stigast og fakliga orkan savn­ast enn meira. Tí fekk landsstýriskvinnan í út­búgv­ ingarmálum eis­ini í mars í 2010 handað eitt til­mæli frá einum serfrøð­ingabólki, har mælt var til at leggja allar maritimu útbúgvingarnar saman, og skipa tær við til­ knýti til Fróðskaparsetur Før­oya. Tilmælið hekk væl saman við vakstrarætlanini hjá Tórs­havnar kommunu, sum greitt vísir, at kommunan satsar stórt uppá júst út­ búgv­ing og gransking. Vit vita at tey ungu lesandi fara hagar, sum tey fáa bestu út­ búgvingina við einum gev­ andi lestrarumhvørvi, har tey eisini kunnu vinna sær neyðuga inntøku afurat til lestrartíðina. Og at lærarar og granskarar fara hagar, tey fáa fakligar avbjóðingar innan fyri sítt fakøki. Hetta fær mann bara við at savna tey lesandi og lærararnar í stórar eindir í miðøkinum. Hetta er tað, sum vónandi verður gjørt á miðnámsskúlaøkinum. Og hetta er tað, sum Tórshavnar kommuna ynskir at leggja karmar til. Fyrst og fremst fyri at varðveita sum flest av okkara ungu sum longst í landinum. Tí er ilt at skilja avgerðina um at gera tað øvugta, tá ræður um mari­ timu útbúgvingarnar. Vinnuháskúlin meira enn eitt súmbol Vit eru errin av at hava Vinnuháskúlan í kommununi, og soleiðis ynskja vit, at tað skal blíva við at vera. Vit, og mong við okkum fara at stríðast alt vit kunnu, fyri at útbúgvingarumhvørvið ikki – beint ímóti øllum fakligum tilmælum – verður tægað sundur. Tí fyri Havnina er talan um annað og meira enn bara eitt súmbol í býar­ myndini: Hesir fakbólkar eru í avgerandi mun við til at ávirka og fjøltátta býarlívið og býarmyndina. Avgerðin at flyta útbúgv­ ingar hjá Vinnuháskúlanum til Klaksvíkar er beinleiðis van-lukkulig. Tað er skelk­ andi, stuttskygt og púra visjónsleyst. Miðnáms­skúl­ arnir skulu savnast í størri deplar. Grundgevingin fyri hesum skilagóðu ætlanum er bæði faklig og fíggjarlig. Eftir sama leisti hevur verið arbeitt við at savna hægri út­búgvingarnar í Føroyum. Sjúkrarøktarfrøði- og Lær­ ara­skúlin eru nú knýtt at Fróðskaparsetrinum sum liður at savna og uppstiga hægri útbúgvingarnar. Við vaksandi altjóða krøv­ unum til maritimu út­búgv­ ingarnar hevur leingi verið greitt, at tær skulu uppstigast og fakliga orkan savnast. Tí fekk landsstýriskvinnan eitt greitt tilmæli, har mari­ timu útbúgvingarnar skuldu leggjast saman og skipast bygnaðarliga saman við Fróðskaparsetrinum í Tórs­ havn. Grundgevingin fyri hesum er, at tað gevur bestu fakligu, fíggjarligu og náms­ frøðiligu fyrimunirnar. Men nei. Tá um maritimu útbúgvingarnar ræður, vendu grund­gevingarnar hjá lands­ stýriskvinnuni beint øvugt. Nú skuldu hesar út­búgv­ingar og partar av útbúgvingum partú spjaðast og tægast sundur í allar ættir. Og hetta virksemið heldur fram undir núverandi stjórn. Snorksova tingmenn í Suðurstreymi? Hetta landsstýrið hevur eisini lagt seg eftir at niður­ laga og flyta so nógvar almennar stovnar sum til ber út á bygd. Útjaðarin skal lívgast fyri politiskan løtu­vinning og at úrslitið er fólka­minking og fráflyting í høvuðsstaðnum, hevur als ongan áhuga. Tíverri held­ ur ikki fyri okkara egnu ting­limir, sum eftir øllum at døma snorksova. Vit, sum stjórna Havnini, góðtaka hetta ikki, tí tann megin, sum skal til fyri at skapa grundarlag fyri fólka- vøkstri og búskapar­vøkstri í øllum landinum, verður burtur. Og allir møguleikar fyri at reka eitt gott altjóða universitet í Føroyum, sum kann tryggja eitt viðkomandi og altjóða útbúgvingar- og granskingarumhvørvi, hvørva. At tæga Vinnuháskúlan sundur fer at hava eina røð av negativum og sjálv­ styrk­andi avleiðingum, ikki bert fyri maritimu út­ búgv­ingarnar, men eisini fyri menning av hægri út­ búgv­ingum og gransking í Føroy­um. At partar av mari­timu útbúgvingunum skulu takast í Klaksvík, aðrir í Havn, fremur als ongan saman­hang innan maritima útbúgvingarumhvørvið. Tey lesandi fara hagar, tey fáa bestu útbúgvingina við einum gevandi lestrarum­ hvørvi, har tey eisini kunnu vinna sær inntøku aftrat til lestrartíðina. Lærararnir og granskararnir fara hagar, teir fáa fakligar avbjóðingar innan fyri sítt fakøkið. Hetta fær man bara við at savna tey lesandi og lærararnar í stórar eindir í miðøkinum. Vit fáa færri lesandi Verandi gongd fer at lækka útbúgvingarstigið, tí úrslitið verður, at vit fáa færri les­ andi í Føroyum, sum taka t.d. maskinmeistara- og skips­ føraraprógv. Hetta merkir, at fakliga grundar­lagið undir útbúgving, sum skal lúka altjóða krøv, máast burtur, og tey lesandi, lærararnir og granskararnir flyta av landinum. Heldur áttu vit at styrkt Vinnuháskúlan og Fróð­ skaparsetrið. Einasta rætta og framskygda loysnin er, at allar maritimu útbúgv­ ing­arnar verða savnaðar á Vinnu­há­skúlanum og Fróð­ skapar­setrinum í Havn. Hetta er einasta loysn, skulu vit yvirhøvur geva okkum nakra vón um at skapa eitt sterkari útbúgvingar- og granskingarstað, sum lýkur altjóða krøv, og sum føroyska samfelagið hevur so alstóran tørv á. Við vakstrarætlanini hev­ ur Tórshavnar kommuna greitt meldað út fyri landsins myndugleikum, at kommunan satsar stórt uppá júst útbúgving og gransking. Tað ger landsstýrið eftir øll­ um at døma ikki. Og Gud í himlinum skal vita, hvat teir ting­menn, sum eru valdir í høvuðs­staðar­ økinum, gera..... Snorksova tingmenn, meðan Skúladepilin verður útsettur og Vinnnuháskúlin verður tægaður sundur? Kjak