Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-12, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. mars 2012síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mánadagur 12. mars 2012 · Nr. 31 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Fiskimálaráðið Verkætlanir, sum stuðul kann søkjast til, eru skipaðar í trý høvuðsøki: • Burðardyggur fiskiskapur • Royndarveiða og virðisøking av fiski • Búskaparlig og samfelagslig menning av fiskivinnuni Serligur dentur verður lagdur á, at: • vinnan tekur lut í verkætlanini • eginfígging ella onnur fígging er • tilsvarandi kontant fígging er í verkætlanini • samstarv er við felagar í Føroyum (almennar og/ella privatar) og ella uttanlands • verkætlanin er skipað við einum stýrisbólki at fylgja við gongdini Hetta umfarið er serliga ætlað vinnufyritøk- um, sum mugu vísa á tilsvarandi egna kontanta fígging, sum søkt verður um frá Fiskivinnuroyndum. Fiskivinnuroyndir kunnu útluta tilsamans 1,1 mió. kr í hesum umfari. Fyritøkur, almennir stovnar og ein- stak lin gar kunnu søkja um stuðul úr Fiskivinnuroyndum. Umsóknir skulu vera samskiparanum í fiski vinnugransking í hendi í seinasta lagi hósdagin 15. mars 2012 kl. 12.00. Umsóknir skulu sendast til: Fiskimálaráðið Samskiparin í fiskivinnugransking Postsmoga 347 Bókbindaragøta 8 110 Tórshavn Meir fæst at vita: Áhugað eru vælkomin at venda sær til Jákup Mørkøre, samskipara, við møgu ligum spurningum til jakupmo@fisk.fo ella á 35 30 30. Eisini kann meira lesast á www.fvg.fo FISKIVINNUROYNDIR 2012 LÝSING EFTIR VINNUUMSÓKNUM Fiskivinnuroyndir er játtan hjá Fiskimálaráðnum, sum stuðlar royndir og kanningar – bæði praktiskar, vinnuligar og vísindaligar, ið menna og økja um framleidni í føroyskari fiskivinnu við atliti at lívfrøðiligari, búskaparligari og samfelagsliga burðardyggari gagnnýtslu av havtilfeinginum Arbeiðsuppgávur Arbeiðsuppgávurnar fevna um: . verkætlanarleiðslu, byggileiðslu og eftirlit við nýbygging . bygningssýn og greining og raðfesting í sambandi við bygningsviðlíkahald . fyrireiking av verkætlanum; herundir tekningar, lýsingar o.a. Førleikakrøv Tú ert byggikøn/ur við útbúgving sum til dømis byggifrøðingur, verkfrøðingur ella líknandi. Hevur tú eisini royndir í bygging, kennir tú mannagongdina í stórum byggiverkætlanum, og dugir tú at nýta verkætlanarstýringsforrit og tekniforrit sum Revit ella líknandi, er tað ein fyrimunur. Tó skalt tú fyrst og fremst brenna fyri bygging og vera áhugað/ur í at royna teg á oman fyri nevndu arbeiðsøkjum. Nýútbúgvin eru vælkomin at søkja og fáa neyðuga upplæring. Vit vænta, at tú dugir væl at samskifta, og at tú dugir væl við fólki. Tær dámar at ganga á odda, tá arbeiðið skal planleggjast og útinnast, eins og tú ert nýhugsin og hevur evni og dirvi at seta teg inn í nýggjar hættir at loysa uppgávurnar. Setanarviðurskifti Løn og setanartreytir annars eru sambært sátt- mála millum fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Umsóknir Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing (cv) skal sendast umvegis okkara heimasíðu, landsverk.fo. Hetta verður gjørt við at trýsta á knøttin “Søk starvið” niðast á síðuni. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 1. apríl 2012. Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Høgna Setberg, deildarleiðara, á telefon 290 851 ella teldupostbústaði hsb@lv.fo. STARVSLÝSING Byggifrøðingar, verkfrøðingar ella líknandi til byggideildina á Landsverki Vilt tú seta tíni fingramerki á framtíðarbygging í Føroyum við týdningarmiklum og stásiligum bygningsverkum, so er Landsverk rætta arbeiðsplássið. Vit leita eftir virkisfýsnum og skapandi persónum við byggikønari bakgrund at byrja skjótast gjørligt. Landsverk, Tinghúsvegur 5, Postsmoga 78, 110 Tórshavn Tel. 340 800, Faks 340 801, lv@lv.fo, www.landsverk.fo Landsverk er stovnur undir innlendismálaráðnum, og hevur um hendi vega- og havnamyndugleika uppgávur og byggiharrauppgávur. Stovnurin ráðleggur, ger ætlanir um og útinnir, rekur og viðlíkaheldur landsvegir, havnir, bygningar og flogvøllir; herundir tyrlupallar.