mánadagur 12. mars 2012síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 12. mars 2012 · Nr. 31
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Er løgmaður blivin
fólkafloksmaður?
Maika L. Samuelsen
Ella rættari sagt, hava all
ir samgongulimirnir meld
að
seg
í
Fólkaflokkin?
Hvussu ber tað til, at allir
samgongulimirnir sita og
hyggja at, meðan fólkafloks
politikkur, við einum for
manni sum Føroya Fólk so
dyggiliga vrakaði, sleppur at
ráða í Føroyum og koyra okk
ara land, tilfeingi og búskap
út í óføri?
Eru
samgongulimirnir
samdir um tann politikkin, ið
formaðurin í Fólkaflokkinum
sum fíggjarmálaráðharri og
sum landsstýrismaðurin við
fiskivinnumálum standa á
odda fyri? Landsstýrismenn
inir eru valdir av flokkunum
í samgonguni og í síðsta enda
settir av løgmanni, og skulu
tí virka eftir tí leisti, sum
samgongan hevur stungið út
í korti. Er hetta veruliga tað,
sum samgongan er samd um?
Um so er, hava vit borgarar og
veljarar rætt til at fáa hetta
at vita, og um ikki, so hevur
samgongan eisini skyldu til
at virka hereftir – óansæð
hvørjar
avleiðingar
hetta
kann fáa fyri samgonguna!
Hvar er løgmaður, sum
saman við Sambandsflokk
inum fekk eina dygga álitis
váttan á løgtingsvalinum?
Tann politikkur, sum verður
førdur nú hevur onki sam
band við tey vallyftir, sum
Sambandsflokkurin
gav
áðrenn valið, og hetta fer
at hava stórar avleiðingar
fyri flokkin, tí um ikki
politikararnir gera nakað NÚ
fyri at venda hesari kós, so er
trúvirðið rokið!
Og hvar eru Jenis av
Rana og Bill Justinussen frá
Miðflokkinum, sum siga seg
vilja verja barnafamiljurnar
og tey veiku, og vilja arbeiða
fyri at tað skal blíva betri at
liva í Føroyum? At sita í einari
samgongu, sum arbeiðir fyri,
at tey ríku skulu gerast ríkari
er í grovari andsøgn við hes
um útsøgnum!
Lønarsamráðingarnir
Hvar var samgongan, tá ið
fyrst Fakfelagssamstarvið og
seinni Føroya Pedagogfelag
skuldi eitast at samráðast við
Fíggjarmálaráðið? Eg haldi
tað er átaluvert, at ongin úr
samgonguni talaði at við
ferðini, sum Fíggjarmálaráð
harrin førdi yvirfyri Føroya
Pedagogfelag og limum tess.
Har var ONGANTÍÐ tal
an
um
lønarsamráðingar
– tað einasta sum bleiv
bjóðað var 220 kr. um mán
aðin omaná verandi løn, við
teirri grundgeving, at flat
skatturin er komin í gildi.
Flatskatturin
gevur
bert
fyrimun hjá nøkrum fáum
prosentum av teimum 2000
limunum, og tískil geva
hesar fáu krónurnar eina
reallønarLÆKKAN!
Hetta
er í mínari verð diktatur, og
hevur onki við samráðingar
at gera!
Tað at ongin samgongu
limur talaði at hesum, má siga
okkum vanligu borgarum
og veljarum so mikið, at
samgongan við Løgmanni á
odda tekur undir við, at tann
demokratiski rætturin, sum
fakfeløgini hava havt í nógv
harrans ár, nú er skiftur út
við
diktatur.
Samgongan
kundu líka so gott lóggivið,
at ONGIN fakfeløg fáa meira
enn 220,-kr. í lønarhækkan, so
høvdu teir víst sítt veruliga
andlit!
Lønin hjá løgtings- og
landsstýrisfólkum
Tá ið so endiliga tøgnin
verður brotin, so hoyra vit
samgongulimir
og
lands
stýrisfólk úttala seg um
at koyripengarnir eru eitt
gott ískoyti til lønina hjá
politikarunum, tí lønin er ov
lág. Hvat hevur koyripengar
við lønina at gera? Um
lønin er ov lág, so er tað
lønin sum skal viðgerast,
men bensinprísurin er tann
sami hjá øllum borgarunum
í landinum, so hví skulu
politikarar fáa 5-6 ferðir
hægri endurgjald enn tann
vanligi borgarin? Harafturat
virkar tað smakleyst at tosa
um at politikarar fáa ov
lítla løn, tá man hugsar um
búskapin hjá landinum í
løtuni, og SERLIGA tá í landið
ikki er sinnað at geva teimum
lág- og miðalløntu eina real
lønarhækkan. Løgtingsfólk
fáa 35.000 kr. í løn, umframt
viðbót, koyripengar og eitt
skattafrítt
ískoyti
uppá
2.000kr. um mánaðin. Har
umframt hava tey rætt til eitt
hálvtíðarstarv við síðuna av,
sum gevur teimum eina enn
størri reallønarhækkan vegna
flatskattin. Landsstýrisfólk
fáa 45.000 kr. um mánaðin,
umframt skattafrítt borðfæ
uppá 20.000 um árið. Landss
týrisfólk, ið siga seg hava
bústað uttan fyri Suður
streymoy
fáa
harafturat
upp til 164.000 kr. skattafrítt
í kostnaðarendurgjaldi um
árið, ella rætt til frí hús í
Tórshavn. Bæði løgtings- og
landsstýrisfólk
hava
so
statt fingið eina góða real
lønarhækkan
vegna
flat
skattin, og tí luktar hetta av
pengagirnd at tosa um at
politikarar fáa ov lítla løn.
Eftirlønin
Og hetta var bara lønin!
So kemur eftirlønin, sum
samgongan nú hevur avgjørt,
at allir vanligir borgarar
skulu gjalda 40% í skatti við
inngjaldi, meðan løgtings-
og landsstýrisfólk framvegis
skulu rinda við útgjald. Hví
skulu øll ikki gjalda líka nógv?
Sambært útrokningum hjá
Dimmalætting, so er tað aftur
her tey lág- og miðalløntu, ið
skulu rinda gildi. Tey, ið hava
eina mánaðarløn uppá 18.000
kr. fáa eina skattahækking
uppá 51.6% av pensiónini,
og tey ið fáa 30.000 kr. um
mánaðin eina skattahækking
uppá 18,3%. Samstundis fáa
løgtings- og landsstýrismenn
SKATTALÆTTA av teirra
pensión vegna flatskattin og
av tí at tey rinda við útgjaldi.
Hetta líkist svartasta ongum
og er stuldur frá teimum
fátøku til tey ríku!
So góði harra Løgmaður
og samgongulimir: Eru tit
samd við hesum førda poli
tikkinum, so traðkið fram
og sigið tað hart, so veljarin
veit hvønn hann IKKI skal
seta krossin við næstu ferð!
Um tit ikki eru samd, so takið
tykkum saman, og vendið
kósini
NÚ!
Føroya
fólk
hava ikki valt hesa kósina,
tað eru bert 381 veljarar
sum hava sett krossin hjá
einum, sum í løtuni tykist at
vera einaveldisharri í sam
gonguni! Vónandi fara kom
andi dagarnir at vísa, at eg
fari skeiv.
Nú hevur norska blaðið
»FiskeribladetFiskaren«
funnist at sínum egna
landi og javnaðarstjórn
fyri, at Norra totalt
setir
Føroyar
út
av
spælinum
viðvíkjandi
makrelmálinum,
og
fyri at norska stjórnin
boykottar Føroyar og
allar fiskivinnuavtalur
landanna millum.
Eisini okkara avtalur
við at fiska torsk í
Barentshavinum
og
sildakvotur
v.m.
Alt
er ikki makrelur. Nú
er upplagt høvi hjá
Javnaðarflokkinum
at traðka inn á banan,
tá ið Jens Stoltenberg
forsætisráðharri kemur
til Føroyar á almenna
vitjan í mai mánaði.
Her kann og má
Jav n a ð a r f l o k ku r i n
royna at ávirka polit
isku
støðutakanina
viðvíkjandi Norra og
teirra herðferð ímóti
okkum
føroyingum.
Sum bróðurflokkur hjá
Arbeiðaraflokkinum, er
hetta eitt upplagt høvi.
At norskir myndug
leikar ikki vilja samráðast
við føroyingar um síná
millum fiskirættindi er
»maktarrogansa«.
Tað
skrivar norska blaðið
Fiskeribladet/Fiskaren í
oddagrein í vikuni
Noreg vil ikki gera
sáttmála um m.a. toska
fiskiskapin í Barents
havinum, tí føroyingar
enn einaferð hava ásett
sær egna makrelkvotu.
Fiskeribladet/Fiskar
en undrast á hesa støðu,
tí Noreg arbeiðir vanliga
fyri altjóða avtalum til
frama fyri smá lond.
Atburðurin hjá Norra er
tmaktarrogansa, skrivar
blaðið.
Noreg
og
Føroyar
gjørdu annars sína fyrstu
avtaluna
sínámillum
um fiskirrættindi í 1979,
og tað var Atli P. Dam,
løgmaður.
Langt úti av Norra
og serliga, um vit taka
alt tað søguliga fram
har vit føroyingar hava
lært m.a. norðmenn at
fiska við troli og takkar
løn fáa vit onga frá
»heimsins« ríkasta landi
og grannatjóð okkara
Norra.
Alt
er
ikki
bara
makrelur, og eg fegnist
um støðulýsingina hjá
»FiskeribladetFiskaren«.
Hetta fiskivinnu boy
koytti rakar okkum øll og
ikki bert samgonguna.
Nú má Javn
aðarflokkurin
átala Arbeiðara
flokkinum
Levi Mørk
– um fiskivinnutrætuna
millum Norra og Føroyar!
Kjak
So góði harra Løgmaður og
samgongulimir: Eru tit samd
við hesum førda politikk
inum, so traðkið fram og
sigið tað hart, so veljarin veit
hvønn hann IKKI skal seta
krossin við næstu ferð! Um
tit ikki eru samd, so takið
tykkum saman, og vendið
kósini NÚ! Føroya fólk hava
ikki valt hesa kósina, tað
eru bert 381 veljarar sum
hava sett krossin hjá einum,
sum í løtuni tykist at vera
einaveldisharri í samgonguni!