Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-14, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. mars 2012síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. mars 2012 · Nr. 32 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leo Poulsen Tað vóru tær tríggjar, Maria Klein Petersen, Jacobina Jacobsen og Sólbjørg Símun­ arson, sum høvdu tikið stig til innsavnanina av undir­ skriftunum, og tað vóru eis­ ini tær tríggjar, sum handaðu tær til landsstýrismannin. Í skrivinum, sum fylgdi við undirskriftunum, verður mótmælt, at Pero Sore, reu­ ma­tologur, vegna truplar arb­ eiðsumstøður, hevur sagt seg úr starvi frá 1. apríl at rokna. »Tað er sera greitt, hvussu stórt arbeiði hann longu hevur gjørt, við at: • tá serlækni, sum kann umsita viðgerðir við bio­log­ iskum heilivági, sum er ein­ asta hjálpin hjá mongum giktasjúkum, nú er á Lands­ sjúkrahúsinum, er stórur vin­ ningur, bæði fyri heilsuverkið, sjúklingar og avvarðandi • vit spara bæði bíðitíð og kostnað, bæði fyri sjúklingar og heilsuverkið, við tað at Pero Sore er sera dugnaligur og skjótur at diagnosticera og seta í viðgerð • harav kemur tað nú mest sum ikki fyri, at giktasjúk­ lingar verða innlagdir • mong av teimum, sum fyrr vóru óarbeiðsfør, eru nú í arbeiði aftur • fólk, sum fyrr vóru kan­ didatar til avlamispensjón, eru nú á arbeiðs­marknaði­ num«, siga tær tríggjar í skriv­ inum. Arbeiðsfrið Tær tríggjar siga, at tað er greitt, at fer Pero Sore, verður mestsum ómøguligt at fáa nýggjar reumatolog í Før­oy­ um. »Pero Sore hevur útvegað útbúgvingarpláss til ein ung­ an lækna í Gråsten, han hann sjálvur hevur lært. Lærutíðin er heili fimm ár, og fer hann at læra, tí hann væntar at skula arbeiða saman við nú­ verandi reumatologi«, sig­ar tær í skrivinum. Tær heita tí á Karsten Hansen, um at gera alt fyri, at Pero Sore fær arbeiðsfrið og umstøður at virka sum giktalækni. Tí tað verður til gangs fyri tey mongu her á landi, sum hava giktasjúkur, fyri samfelagið sum heild og fyri fíggjarstøðuna hjá heilsumálaráðnum. Karsten Hansen tók ímóti undirskriftunum og segði, at hann longu hevði tikið stig til at greiða málið. – Eg hevði ein fund við Pero Sore fríggjadagin, og eg hevði eina kenslu av, at vit fara at finna eina loysn á trupulleikunum. Eg haldi, at Pero Sore fór av fundinum við einari góðari kenslu, tað fór eg, sigur Karsten Han­ sen. leo@sosialurin.fo Lat Pero Sore verða verandi Leo Poulsen Tá Atlantsflog í síðstu viku legði ársroknskapin fram vísti hesin, at fel­ag­ ið hevði havt eina fram­ gongd í ferðafólkum á 4%. 7.000 fleiri ferðafólk flutti flogførini hjá At­ lants­flog. – Soleiðis sum tað sær út í løtuni, heldur hendan framgongdin sær eisini í ár, sigur Jákup Sverri Kass, sølu- og mark­naðarleiðari hjá At­ lantsflog. Ein av orsøkunum til góðu framgongdina hjá Atlantsflog í fjør var lýsingarátakið, sum flog­ felagið gjørdi í TV2 og ávísum dagbløðum – Tað átakið hepnaðist so mikið væl, at vit eru farnir undir eitt nýtt lýsingarátak, líknandi tí í fjør, sigur Jákup Sverri Kass. Hann hevur seinastu árini verið formaður í Ferðavinnufelagnum, men á síðsta aðalfundi var nýggjur formaður valdur, og tað er nú Henny á Líknargøtu. Hon er sølu- og mark­ naðarleiðari hjá Smyril Line. – Árið higartil sær gott út. Vit høvdu eina afturgongd í ferða­fólka­ tali í fjør á danska mark­ naðinum, men higartil í ár líkjast tølini teimum í 2010, sigur Henny á Lík­ nar­gøtu. Nógv vitjan á páskum Komandi vikurnar fara at vera rættiliga avger­ andi fyri, hvussu árið fer at hildnast. – Tað eru komandi vik­urnar, at bólkabílegg­ ingarnar fara at koma, og tær eru týðandi fyri samlaða ferðafólkatalið. Par- og familjubílegg­ing­ arnar eru øktar í mun til í fjør, sigur Henny á Líknargøtu. Hon heldur, at orsøk­ irnar til økta áhugan fyri Føroyum eru fleiri. – Eg haldi, at vit eru meiri kappingarfør í ár í mun til í fjør. Eisini hevur lýsingarátakið í samstarvi við Hotel Før­ oyar, sum vit førdu gjøg­ num Politiken havt sína ávirkan, sigur Henny á Líknargøtu. Sum forkvinna í Ferða­vinnufelagnum er hon regluliga í sambandi við restina av vinnuni. – Eg havi tosað við hotellini, og tey hava eisini merkt ein øktan áhuga í Føroyum í ár, sigur Henny á Líknar­ gøtu. Hon sigur, at tey hava selt ógvuliga væl í mars, og eisini áhugin fyri Føroyum á páskum er stórur. – Túrurin, sum Nor­ r­öna kemur til Føroya 2. apríl, hava vit selt 100 hotelbíleggingar í Havn á páskum, sigur Henny á Líknargøtu, forkvinna í Ferðavinnufelagnum. leo@sosialurin.fo Tað er sera greitt, hvussu stórt arbeiði hann longu hevur gjørt Í gjár handaðu tríggir sjúkrarøktarfrøðingar Karsten Hansen tiklsamans 648 undirskriftir, sum vórðu savnaðar á Landssjúkrahúsinum og aðrastaðni Ljósari tíðir fyri ferða­ vinnuna Framgongdin hjá Atlantsflog í fjør sær út at halda fram í ár, og eisini Smyril Line merkir ein øktan eftirspurning eftir Føroyum Henny á Líknargøtu er forkvinna í Ferðavinnufelagnum Karsten Hansen fekk handaðar 648 undirskriftir, har heitt verður á hann, um at bera so í bandi, at Pero Sore ikki fer úr starvi sum giktalækni á Landssjúkrahúsinum