mikudagur 14. mars 2012síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 14. mars 2012 · Nr. 32
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
Hesa næstu tíðina fer Livar
Nysted, havrógvari í Hvanna
sundi, at brúka nógvar tímar
í rógvimaskinuni heima við
hús.
Tað ger hann, tí um nakrar
mánaðir skal hann royna at
seta enn eitt nýtt heimsmet.
Tað hendir, tá ið hann
beint eftir ársskiftið fer at
rógva tvørtur um Suður
Atlantshav, úr Kanarisku
oyggjum til Barbados.
Men Livar Nýsted og sjey
bátsfelagir hansara eru ikki
teir einastu, sum ganga við
slíkum tonkum.
– Eg veit, at tvær aðrar
bátsmanningar, sum eisini
ætla at rógva sama teinin
sum vit, og tær ætla eisini at
leggja til brots í januar.
– Hendir tað, verður tað
ein rættilig kapprógving um
Suðuratlantshav, sigur Livar
Nysted.
Men hann sigur, at tað
er bara at fegnast um, tí tað
kann bara fáa teir at spíla
seg enn meiri út fyri at verða
fyrstir á mál.
Kend leið
Teinurin, teir skulu rógva
hesuferð, er einar 5000 kilo
metrar, ella eitt sindur styttri
enn teinurin, hann róði í 2010
tvørtur um Norðuratlants
hav, úr Ný York til Onglands,
tá ið teir tóku eitt 114 ára
gamal met.
Hesin
teinurin
úr
Kanarisku oyggjunum til
Barbados, er ikki ókendur
fyri Livar Nysted.
– Fyrstu ferð eg var í holt
við Atlantshav, var ætlanin
nettupp at rógva hendan
teinin.
– Tað var í 2009 og tað
var fyrstu ferð, eg royndi at
rógva um eitt hav.
Tað gekk serstakliga væl
teir fyrstu 1000 fjórðingar
nar.
- Men so mistu vit róðri og
við ongum róðri var vónleyst
at halda fram, so vit máttu
fara av bátinum.
Dyggur smeitur
Livar Nysted sigur, at líka
síðani hevur tað bylgst í
honum, at hann vildi fegin
sloppið at roynt ferðina um
Suðuratlantshav.
Men tað lá nú ikki í kort
unum, at hetta skuldi vera
næsta ferð hansara. Upp
runaliga var ætlanin, at Livar
og aðrir skuldu rógva tann
teinin upp á ófatiligar 9200
kilometrar um Indiahav, úr
Avstralia líka til Afrika.
Men báturin, teir skuldu
rógva við, fórst, tó at mann
ingin tíbetur varð bjargað
og tí fór tann ferðin fyri
skeytið.
Livar Nysted viðgongur,
at tað var ein dyggur smeitur
at síggja ferðina, hann hevði
fyrireikað seg upp á, detta
niðurfyri.
– Men ístaðin fyri at fella í
fátt og seta seg at kúra, gjørdi
eg upp við meg sjálvan, at eg
skuldi heldur royna at finna
mær eina aðra ferð.
– Eg setti meg tískil í
sambandi við Levin Brown,
gamla skipara mín á ferðini
um Norðuratlantshav og tað
endaði við, at eg fekk kansin
umborð á bátinum, sum skal
rógva um Suðuratlantshav.
– Hetta er ein ferð, sum
er rættiliga væl umtókt hjá
havrógvarum, tí hetta er
tann klassiska rutan um
Atlantshav.
Tveir og tveir
Livar Nysted sigur, at nú
brúkar hann nógva tíð at
fyrireika seg til ferðina og av
tí sama situr nann nógv við
árarnar í rógvimaskinuni.
– Tá ið vit fara, skulu
vit rógva 12 tímar um sam
døgurið.
– Vit rógva í tveir tímar og
so hvíla vit í tveir tímar, allan
rólarringin.
– Hesa rútmuna má eg
venja meg við, annars gong
ur ikki leingi, so eri eg fyri
lagstur
– Vit vera fýra mans rógva
ísenn og báturin, vit hava,
er spildur nýggjur, bygdir
eftir nýggjasta sniði fyri at
hann skal ganga so væl, sum
gjørligt.
Livar Nysted sigur, at
endamálið er fyrst og fremst
at taka metið á hesum tein
inum, sum er 32 dagar.
Men í øðrum lagi er enda
málið at vera teir fyrstu at
bróta 30 daga markið á hes
um teininum
– Tað hevði verið søgu
ligt!
aki@sosialurin.fo
Livar rógva kapp
um Atlantshavið
HAVRÓGVING í Nú fer kendi havrógvarin úr Hvannasundi at rógva tvørtur um suður Atlantshav og tað
verður rættilig kapprógving, tí hann veit um tveir aðrar bátar, sum leggja á havið um somu tíð
– Ferðin í ár verður serstakliga spennandi, tí sum tað sær
út nú, verða vit tríggir bátar, sum leggja frá landi ísenn,
so tað verður rættilig kapprógving, sigur Livar Nysted
Klassisk ruta
Hetta er teinurin, Livar Nysted skal rógva eftir nýggjár, 5000 kilometrar úr Gran Kanaria til Barbados. Hetta
er klassiska rutan hjá havrógvarum og endamálið hjá Livar og teimum er at bróta 30 dagfa markið
Livar Nysted sigur, at
hóast ferðin um Indiahav
ikki bleiv til nakað hesu
ferð, hevur hann ikki slept
ætlanini um tað ferðina,
sum er heilar 7000 kilo
metrar úr Avstralia til
Afrika.
Gongst sum ætlað, fer
hann at royna at sleppa
við einum báti einaferð,
seinni.
Tað eru eisini aðrar
ferðir, sum spøkja í hug
anum.
Ein ferð, sum Livar
hevur í tonkunum, er at
rógva útnyrðingsleiðina
úr Alaska til Labrador.
Tað er ein ferð upp á
slakar 6.500 kilometrar,
sum ongin hevur roynt at
rógva áður.
Livar
Nysted
sigur,
at tað veldst eisini um,
hvussu tað gongur at fáa
stuðlar til ferðirnar.
– Men fyribils er alt
hetta bara dreymar, tí nú
er tað Suðuratlantshav, eg
brúki allar mínar kreftir
upp á, sigur Livar Nysted.
Droymir enn
um Indiahav
Vit rógva í tveir tímar og so hvíla
vit í tveir tímar, allan rólarringin