Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-14, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. mars 2012síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. mars 2012 · Nr. 32 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Lagt til rættis: Árni Joensen Tað eru tær stóru hand­ ils­keturnar Dansk Super­ mark­ed, Coop og SuperGros, sum eru við í átakinum, ið er lagt til rættis í samstarvi við Dansk Fiskeriforening og MSC. Átakið umfatar handlar, sum hava 97 prosent av tí danska marknaðinum, og innkeypsleiðarin í Dansk Supermarked væntar, at brúkararnir fara at taka væl ímóti tí. – Vit eru sannførd um, at nógv, sum longu keypa nógvan fisk, fara at taka tað burðardygga alternativið til sín, sigur Søren Bo Christ­en­ sen við kringvarpið DR. Søren Askegaard, sum er professari í brúkara-viður­ skiftum, væntar hinvegin, at tað er ein avbjóðing at fáa fólk at keypa tann burðar­ dygga fiskin, tí hann er ikki sunnari enn annar fiskur. Tveir triðingar av tí fiski, sum verður landaður til matna í Danmark, hevur MSC-góðkenning, og land­ ing­arvirðið liggur um eina lítla milliard krónur. Nú skulu danir bara eta MSC-merktan fisk Eitt landsumfatandi átak skal siga dønum, at fiskur er ikki bara fiskur, men at hann skal hava frámerki, sum sigur, at hann er veiddur á burðardyggan hátt Tað segði hon, tá hon bleiv avhoyrd sum vitni í tí serliga landsdómsmálinum ímóti undan­manni hennara, Geir H. Haarde, sum er ákærdur fyri at hava misrøkt sína skyldu sum stjórnarleiðari í sambandi við bankaskrædlið í 2008. Jóhanna Sigurðardóttir greiddi frá, at á einum stjór­ nar­fundi tann 30. september í 2008, kom Davið Oddsson inn at greiða ráðharrunum frá, at bankakervið var um at fara av knóranum. – Hann segði okkum, at støða­n var hættislig. Hann helt, at tað var neyðugt at skipa eina tjóðarstjórn, men tað vóru ikki øll, sum tóku undir við tí. Hann var al­ goystur, tá hann kom, men tað er ikki so løgið, tá hugsað verður um boðini, sum hann hevði at bera, segði Jóhanna Sigurðardóttir undir av­hoyr­ ingini. Ein av ákærunum vildi hava at vita, um seðlabanka­ stjórin hevði ávarað stjórnina fyrr. Jóhanna Sigurðardóttir svaraði, at tað hevði hann ikki. Tað seinasta, sum stjórnin og onnur høvdu fingið at vita um støðuna hjá bankunum stóð í einum tíðindabrævi, sum Seðlabankin kunngjørdi á vári í 2008, og sambært tí stóð væl til í bankunum, svar­aði forsætisráðharrin, sum hevði hug at verja und­ an­mann sín: – Geir gjørdi tað, sum stóð í hansara makt tá, segði hon undir avhoyringini. Í framtíðini skulu danir hyggja eftir MSC- merkinum, áðrenn teir keypa fisk Mynd: Árni Joensen Stjórnin fekk onga ávaring Íslendski forsætisráðharrin, Jóhanna Sigurðardóttir, heldur, at stjórin í Seðlabankanum, Davið Oddsson, var ov seinur at ávara stjórnina um ta álvarssomu støðuna hjá bankunum í 2008 Jóhanna Sigurðardóttir vardi undanmann sín, Geir H. Haarde Mynd: Polfoto Formansskifti í Noregi Sosialistiski Vinstra­ flokkurin í Noreg fekk nýggjan formann um vikuskiftið. Kristin Hal­ vor­sen, sum hevur vrið floksformaður síð­ani 1997, tók ikki við aft­ur­ vali á landsfundi flok­ sins, og í hennara stað valdi fundurin Audun Lysbakken. Kristin Halvorsen held­ur tó fram í stjórnini, har hon umsitur eitt nú barna- og javnstøðumál. Hon hevur verið ráð­ harri síðani 2005. Tey fyrstu fýra árini var hon fígg jar­málaráðharri, og hon er tann fyrsta norska kvinnan, sum hevur røkt tað em­bæt­ ið. Kristin Halvorsen varð fyrstu ferð vald í Stór­tingið í 1989. Hvidbjørnen sum ísbrótari Tað er framvegis bítandi kalt í Grønlandi, og kuld­in hevur gjørt, at tað er ikki siglandi til fleiri bygdir og býir í Vesturgrønlandi. Serliga ringt er í Diskovíkini, og tí vænta tey ikki nak­að skip til Aasiaat, Qasigiannguit ella Ilulis­ sat ta næstu vikuna. Í Mið- og Suðurgrøn­ landi hava skipini hjá donsku sjóverjuni virk­ að sum eitt slag av ís­ brótarum fyri at hjálpa strandfaraskipunum. Eitt nú hevur Knud Ras­ mussen hjálpt skipum til Sisimiut og Maniitsoq, og longri suðuri hevur Hvidbjørnen hjálpt strandfaraskipum til Narsarsuaq og Igaliko, skrivar KNR. Men aðrastaðni so sum í Qassiarsuk, Kanga­a­miut, Kapisillit og Itilleq noyðast fólk at brynja seg við toli, til kuldin sleppur takinum. Lýggjasti mars nakrantíð Tað hevur verið óvanliga lýtt har eysturi í Noregi teir seinastu dagarnar. Mánadagin vóru 16,1 stig á Blindern og 16,4 stig á Melsom í Vestfold. Veðurmaðurin John Smits sigur við norska kringvarpið, at tað hava ongantíð fyrr verið om­an fyri 16 hitastig á Blindern so tíðliga í mars. Hetta er hitin, sum vit plaga at máta um einar tveir mánðir, sigur hann. Annars kom várið óvan­liga tíðliga har eyst­uri í Noregi í ár, og longu mitt í februar var næstan summarhiti onkrar dagar. Teir sein­ astu dagarnar hevur meðalhitin um sam­ døgrið ligið á leið tað, sum hann vanliga er tíð­ liga í mai, sigur NRK. Kristin Halvorsen Mynd: Polfoto