Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-14, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. mars 2012síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. mars 2012 · Nr. 32 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Manningarfeløg eftir hýru fyri m - Fyriliggur eingin kollektiv skrivlig avtala, skal manningin avroknast eftir vanliga sáttmálanum. Hetta er lógarásett sambært mynstringarlógini og sjómanslógini. Útgangsstøðið er, at maður, sum fer við skipi, altíð skal vita, hvørji setanarviðurskiftini eru, og ein skrivlig avtala skal fyriliggja, áðrenn farið verður avstað, sigur Eyðstein Djurhuus, formaður í Føroya Skipara-og Navigatørfelag Vilmund Jacobsen Tað hevur ljóðað, at mann­ ingarfeløgini við Føroya Fiski­mannafelag á odda hava stevnt reiðaríum, sum høvdu skip á makrelveiði í fjør summar og heyst, tí tey ikki hava avroknað manningina eftir vanliga býtispartinum hjá partrolarum. Søgan er hon, at tá eingin visti, hvussu tað fór at rigga hjá hesum skipum at fiska makrel, og manningarnar kanska stúrdu fyri at missa inntøku, gjørdu reiðarí og manning ta avtalu, at mann­ ingin skuldi fáa eina miðal­ hýru fyri tíðina, skipini vóru á makrelveiði. Skrivligar avtalur Eyðstein Djurhuus, formað­ur í Føroya Skipara-og Naviga­ tør­felag, heldur onga orsøk vera til, at øll manningar­ feløgini royna sama mál í rættinum, og tí er tað Føroya Fiskimannafelag, sum stendur á odda fyri hesum. – Eg veit um tvey mál av hesum slag, og tað eru mál móti ísfiskaskipunum, Ednu og Beinissvørði, sum partrola og sum vóru á makrelveiði saman í fjør. Í onkrum øðrum føri vita vit ikki heilt, hvat gingið hevur fyri seg, men fyribils veit eg um, at stevning verður fyrireikað – ella er latin inn – í sambandi við hesi bæði ísfiskaskipini. Eyðstein sigur, at í onkrum føri hava skip drigið av útreiðslur fyri kvotukeyp av makreli. – Manningarfeløgini halda ikki, at keyp av kvotu sam­ bært sáttmálanum er loyvt frádrátti, og tí hava reiðarí fingið boð um at rætta hetta, har frádráttur er roknaður. Men, sum nevnt, er tað mest ... reiðarí og manning kunnu ikki frávelja galdandi reglur um eitt nú setan og uppsøgn... EYÐSTEIN DJURHUUS - Sjálvandi noyðast partarnir at virða eitt ávíst avtalufrælsi, um menn vilja sleppa avstað upp á aðrar treytir, men hetta skal altíð verða sambært eini ella aðrari avtalu, sum skal verða skrivlig, sigur Eyðstein Djurhuus Mynd: Vilmund Jacobsen