mikudagur 14. mars 2012síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 14. mars 2012 · Nr. 32
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Ísfiskatrolarin Edna var
fyrsta skipið, sum Føroya
Fiskimannafelag alment
setti á sín svartalista á
heimasíðu síni. Sambært
felagnum kom skipið
á listan, tí reiðarin ikki
hevur hildið sáttmálan.
Men nú er Edna ikki
longur alment at síggja
á hesum lista. Í staðin
hevur felagið sett ísfiska
trolaran Beinisvørð á
listan.
Á síni heimasíðu sigur
Føroya Fiskimannafelag,
at Sansy Trawl ikki
hevur hildið sínar skyld
ur mótvegis manningini,
tá teir vóru á makrelveiði
í 2011.
Eisini klagaður
Lagt verður aftrat, at
reiðarin er kravdur eftir
írestandi hýruni, sigur
felagið.
– Reiðarin er eisini
klagaður til fútan fyri
brot á lógina um makrel
fiskiskap í 2011.
Sosialurin
kann
skoyta uppí, at ísfiska
trolararnir,
Edna
og
Beinisvørð, partrola, og
tað gjørdu skipini eisini
á makrelveiði í 2011.
vilmund@sosialurin.fo
Ein út og
annar inn
Herfyri setti Føroya Fiskimanna
felag ísfiskatrolaran Ednu á sín
svartalista yvir skip, sum
sambært felagnum ikki halda
sínar skyldur mótvegis mann
ingini. Men nú er Edna tikin av
aftur hesum lista, og ísfiska
trolarin Beinisvørð er komin á
listan í staðin
stevna
akrelveiði
Føroya Fiskimannafelag, sum
hevur arbeitt við hesum.
Stevningar snúgva seg um, at
manningin skal avroknast
eftir vanliga sáttmálanum, tá
eingin onnur skrivlig avtala
fyriliggur.
Formaðurin í Føroya Skip
ara- og Navigatørfelag, sigur,
at manningarfeløgini hava
eingi skjalprógv sæð um, at
seravtalur eru gjørdar mill
um reiðarí og manningar um
tíðina á makrelveiði.
– Fyriliggur eingin kollek
tiv skrivlig avtala, skal mann
ingin avroknast eftir vanliga
sáttmálanum. Hetta er lógar
ásett sambært mynstringar
lógini og sjómanslógini. Út
gangsstøðið er, at maður, sum
fer við skipi, altíð skal vita,
hvørji setanarviðurskiftini
eru, og ein avtala skal fyri
liggja, áðrenn farið verður
avstað, leggur hann aftrat.
Galdandi reglur
Eyðstein Djurhuus vísir á, at
sjálvandi noyðast partarnir
at virða eitt ávíst avtalufrælsi,
um menn vilja sleppa avstað
upp á aðrar treytir, men hetta
skal altíð verða sambært eini
ella aðrari avtalu, sum skal
verða skrivlig.
– Viðskiftini hjá fiski-og
sjómonnum eru skipaði í
sjómanslógini, og sambært
hesi kunnu manningar ikki
avtala seg til verri viðurskifti,
enn lógin ásetir. Men tá tað
ræður um pengar, og hvussu
menninir skulu lønast, kunnu
partarnir gera sínámillum
skrivligar avtalur um hesi
viðurskifti. Hinvegin kunnu
reiðarí og manning ikki
frávelja galdandi reglur um
eitt nú setan og uppsøgn,
eins og eitt nú frítíðarlógin
skal haldast. Haraftrat skulu
aðrar
arbeiðsmarknaðar
treytir, sum eitt nú als-gjald
og gjald til samhaldsfasta
haldast, sigur hann.
Eftirspæl
Formaðurin í Føroya Skipara-
og Navigatørfelag vísir á, at
reiðarí og manning saktans
kunnu avtala eina so lítla
manningarhýru, sum mann
ingin kann ganga við til, men
tað almenna hevur tá rætt til
at seta løntakaran í ta inn
tøku sum svarar til kollektiva
sáttmálan – hetta fyri at
tryggja sín part eftir skatta
lógini.
Hann vísir á, at dømir eru
um mál, har menn, sum hava
rikið egnan bát, onga hýru
hava tilskrivað sær.
– Tað verður ikki góðtikið
av skattamyndugleikunum,
sigur Eyðstein Djurhuus, for
maður í Føroya Skipara-og
Navigatørfelag.
vilmund@sosialurin.fo
... dømir eru um mál, har menn,
sum hava rikið egnan bát, onga
hýru hava tilskrivað sær...
EYÐSTEIN DJURHUUS
- Viðskiftini hjá fiski-og sjómonnum eru skipaði í sjómanslógini, og sambært hesi kunnu manningar ikki
avtala seg til verri viðurskifti, enn lógin ásetir, sigur Eyðstein Djurhuus. Myndin er tilvildarlig
Føroya Fiskimannafelag hevði fyrst ísfiskatrolaran
Ednu alment á sínum svartalista – og nú hevur
felagið eisini sett Beinisvørð á henda lista
Mynd: Vilmund Jacobsen