mikudagur 14. mars 2012síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 14. mars 2012 · Nr. 32
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Nøvn
Ídag er 14. mars, og henda
dag hava vit altíð verið sam
an við tær, tí tað er tín føð
ingardagur. Men ídag verður
eingin føðingardagur, tí tú
er ikki millum okkum meira,
tú er farin heim, heim til
Harran.
Sjálvt um tað kennist
tómt hjá okkum, serliga tá
merkisdagar eru, eins og
hesin, so hava vit so ómeta
liga nógv at gleðast um og at
vera takksom fyri.
Hóast eingin føðingar
dagur verður hildin ídag, so
kunnu vit so væl ímynda okk
um hvussu hann hevði verið
hildin saman við tær. Kunnu
ímynda okkum sitandi til
borðs og njóta alt tað góða
sum tú altíð borðreiddi við.
Men mest av øllum kunnu
vit merkja kærleikan frá tær,
soleiðis sum vit altíð merktu
hann tá vit vóru saman við
tær. Títt róliga og kærleiks
fulla lyndið setti altíð ein
so serliga hugnaligan dám á
tær løturnar vit vóru saman.
Tí er tað so lætt hjá okkum at
minnast og gleðast um tær
løturnar.
Mamma, fyri okkum hev
ur tú altíð verið til staðar,
altíð verið tøk tá vit høvdu
brúk fyri tær. Tá vit vóru
børn var tú altíð heima hjá
okkum, heimagangandi sum
tað verður rópt. Tú var ein
hønumamma, og hetta hevði
við sær, at vit ikki høvdu tað
lætt við at ferðast einsamøll.
Altíð longdust vit, og sum
oftast mátti tú við. Tú plagdi
skemtiliga at taka til, at
tú ikki fekst vent tær fyri
okkum. Men hetta broyttist
sjálvandi sum vit eldust. Vit
fluttu út, fingu maka og børn,
men ikki fóru vit langt.
Altíð var tú so umhugsin.
Spurdi okkum, um vit høvdu
hugsað um tað ella tað,
kanska langt áðrenn vit vóru
komin so langt í okkara plan
legging. Men hetta var so ser
merkt fyri teg, hugsaði altíð
um okkum onnur fyrst, áðr
enn tú hugsði um teg sjálva.
Hóast vit vóru flutt út,
var barndómsheimið altíð
okkara trygga havn, har
tú og pápi altíð við opnum
ørmum tóku ímóti okkum,
okkara makum og ikki minst
tykkara ommu- og abbabørn
um. Tú var altíð tøk til at
passa ommubørnini, og tey
elskaðu at vitja teg. Hjá tær
vistu tey, at tey fingu næstan
alt, og tú elskaði at gleða tey.
Mamma, tey spyrja javnan
eftir tær, skilja ikki rættuliga
hví tú skulda fara heim so
skjótt.
Mamma tú hevði eisini
nógv at geva tínum næstr
ingum og vinfólki. Hetta
prógvaði tann stóri skari av
fólki sum møtti upp til kór
setingina og jarðarferðina.
Tú syrgdi altíð fyri, at okkara
næstringar og vinir merktu,
at teir altíð vóru vælkomnir
á gátt. Tú dugdi so væl at
fáa gestirnar at føla seg væl,
var altíð í góðum lag og við
tí jaliga orðinum. Títt lætta
lyndið hevði við sær, at tú
hevði lætt við at skemta og
flenna. Tá okkara vinfólk
vóru og vitjaðu, elskaðu tey
at sita og tosa og flenna sam
an við tær.
Tú var sera familjukær
og stolt av tínum uppruna.
Tað var altíð áhugavert og
stuttligt at hoyra teg greiða
frá tínum barndóms- og ung
dómsdøgum av Glyvrum og
úr Lamba.
Tað lokala virksemi stuðl
aði tú altíð av fullum hjarta,
og í tí sjálvbodna arbeiðinum
luttók tú fegin. Eisini stuðlaði
tú altíð okkum tá vit luttóku
í okkara frítíðarítrivum, og
tað eru vit tær sera takksom
fyri.
Tey síðstu 4 árini mátti
tú stríðast við svára sjúku.
Tað stóð okkum skjótt greitt,
eisini tær, at tú hevði ólekiligt
krabbamein, men at vit fingu
eina óavmarkaða tíð saman
afturat. Men tær so líkt, so
royndi tú alla tíðina at skána
okkum, so vit ikki blivu
merkt av tínar sjúku. Hesi
árini blivu rættuliga strævin
hjá tær m.a. við nógvari við
gerð, bæði í Føroyum og Dan
mark, og hevði hetta við sær
nógvar
danmarkarferðir.
Men tú tókst hetta so lættliga
og við góðum treysti. Í hesum
tíðarskeiðið møtti tú nógvum
øðrum sjúkum fólki, og vit
løgdu til merkis hvussu nógv
tú hugsaði um tey.
Hóast vit vita, at okkara
tíð her á fold ikki er ævig,
so eru vit ongantíð nóg væl
fyrireikaði tá skilnaðarløtan
kemur. Vit fingu hóast alt
4 ár til at fyrireika okkum,
men vit vóru ikki klár. Men
soleiðis eigur tað nokk eisini
at verða.
Mamma tá vit hoyra orðið
tolsemi, hugsa vit um teg. Vit
kenna ongan sum hevði so
stórt tolsemi sum tú, bæði
í orði og verki. Mamma tú
hevur lært okkum at virða
øll menniskju eins.
Mamma tú var pápa ein
sera góð kona og tit vóru
sera sterk saman. Vit kunnu
við gleði minnast afturá at
verða vaksin upp í einum
heimi har mamma og pápi
altíð vóru rundan um okkum,
og vegleiddu og stuðlaðu
okkum í tí vit gjørdu. Pápi,
saknurin hjá tær er sjálvandi
stórur, ja torført at seta orð á,
men saman kunnu vit finna
styrki og gleði at koma víðari,
og hetta gera vit best við at
minnast mammu fyri alt tað
hon hevur verið fyri okkum.
Góða elskaða mamma -
takk fyri alt.
Jóhannus, Jónfríð,
Arnbjørn og Helen
Til okkara elskaðu mammu
Ernu Danielsen
Í takksemi
til eldsálina
Leilu
Solmunde
Leila gjørdist forkvinna í MBF stutt eftir at eg bleiv
landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum, og
fekk eg ta stóru gleði at hava eitt tætt og gevandi
samstarv við hana hesi árini. Tað hendi aldrin, at
farið var hvør til sítt eftir fund ella samrøðu ella
ráðførslu við Leilu, at man ikki var glaður fyri og
upplyftur av, hvussu hon hevði víst á og slóðað fyri
enn einum stigi á røttu leiðini. Aldrin grenjandi ella
hartandi, hóast tað mangan vóru orsøkir til tess,
men altíð uppbyggjandi og eggjandi. Hon hevði tey
ríku evni, at birta áræði og áhaldni í okkum, hon
samstarvaði við.
Leila var ein eldsál í stríðnum fyri lívskorunum
hjá brekaðum í Føroyum. Og við sínum ótroyttiliga
innsatsi broytti hon føroyska samfelagið. Hon bygdi
upp, hon flutti Føroyar framá, eitt stig fyri og annað
eftir, til eitt betri og rúmligari samfelag.
Hon lærdi okkum og vísti okkum, at breka
politikkur snýr seg ikki um eitt stríð móti
persónligum forðingum hjá tí einstaka, sum er við
skerdan lut. Tað snýr seg um, at vit øll í felag skulu
skapa eitt betri samfelag við javngóðum umstøðum
fyri allar borgarar, og har okkara íborni rættur at
trívast og mennast ikki skal verða skerdur av
okkara ymisku persónligu, fíggjarligu, kropsligu,
sálarligu ella menningarligu førleikum
Vit fara at sakna hennara ljósu, djørvu, kláru,
sakligu, konstruktivu og blíðu rødd í almenna
orðaskiftinum um sosialpolitisku avbjóðingarnar í
føroyska samfelagnum.
Alt okkara samfelag, politiska skipanin eins og
allir borgarar í landinum hava so ómetaliga nógv at
takka Lailu Solmunde fyri. Vit fara at sakna hana og
vilja goyma hennara minni í okkara hjørtum.
Hans Pauli Strøm
Tøkk
HHjartaliga takka vit øllum, sum sýndu
samkenslu, tá kæra mamma, vermamma,
omma og langomma
Malan Eliasen
andaðist og varð jarðað.
Tøkk til prestarnar Dávid Johannesen
og Elsu Funding.
Tøkk til tykkum á Sýnini, sum vóru
um hana ta tíð hon var har.
Tøkk fyri peningagávur til heimið á Sýnini.
Tøkk til tykkum, sum á ymsan hátt
hjálptu til við jarðarferð og ervi.
Ein serstøk tøkk til øll á Kirkju,
fyri ta stóru hjálp vit fingu.
Tøkk til tykkum sum fylgdu henni til gravar.
Familjunnar vegna
Óluva, Fróði og Marni