mikudagur 14. mars 2012síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mikudagur 14. mars 2012 · Nr. 32
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Leila er ikki longur okkara
millum. Vit fara at sakna teg
og okkara samstarv, Leila.
Tað kennist tómt at hugsa, at
tú ikki ert her longur. Tað eru
bert fáir mánaðir, síðan vit
hildu 30-ára føðingardagin
hjá MBF saman við tær. Tað
kom okkum ikki til hugs tá,
at tú so skjótt, bara fimti ára
gomul, skuldi fara frá okk
um.
Leila var forkvinna í
Giktafelagnum í nógv ár.
Seinastu umleið 8 árini hev
ur hon verið forkvinna í
MBF. Hesi árini hava vit á
Almannastovuni/Nærverk
inum kent Leilu.
Vit kenna Leilu sum eina
kveikjandi og livandi, men
hóvliga og stillføra stríðs
kvinnu. Uttan hóvasták, men
málrættað og við stórum tolni
arbeiddi Leila fyri at vinna
teimum javnrættindi, íð hava
skerdar møguleikar at virka
orsakað av kroniskari sjúku
ella breki. Leila royndi at vísa
á loysnir, heldur enn at grenja
um forðingar, sum hon sjálv
tók til. Og hon hevði eina
ósvikaliga trúgv uppá, at har
viljin er til staðar, eru ábøtur
møguligar. Og tað hevur hon
prógvað fyri okkum.
Tað avgerandi fyri Leilu
var at vísa á, at tey, ið bera
brek eiga somu virðing sum
onnur menniskju, hvørki
meiri ella minni. Hon rokn
aði við samhaldsfesti sum
endurbót
fyri
vantandi
møguleikar at vinna inn
tøku ella størri byrðum
sum avleiðing av serligum
tørvi. Hon ynskti ikki at fáa
olmussu, sum hon kallaði
onkra veiting, ið ikki hevur
grund í, at brekið ella sjúkan
viðførir serligar útreiðslur
hjá hennara limum, sum onn
ur ikki hava.
Leila var sera virkin í ar
beiðnum at fáa ST-sáttmálan
um
javnrættindi
teirra
brekaðu setta í gildi í Før
oyum. Hetta hendi í 2009. Fyri
Leilu var tað sera avgerandi
at tryggja teimum, ið bera
brek,
javnbjóðis
rættindi
og atgongd til luttøku á øll
um økjum í okkara samfe
lag. Hon legði serliga dent á
sektorábyrgdina, har tað er
ábyrgdin hjá hvørjum mynd
ugleika sær at tryggja, at
lagt verður soleiðis til rættis,
at pláss er fyri fólki, ið hava
serligan tørv orsakað av breki.
Tað verið seg í skúla, útbúgv
ing, arbeiði ella aðrastaðni.
Hon var sjálv beinleiðis
virkin at vísa á týdningin av
at fáa atgongd til handils
bygningar, bókasavn, skriv
stovur o.a. Tað var óneyðug
við nógvum orðum fyri at
vísa á trupulleikan – tað var
sjón fyri søgn, tá hon sjálv
møtti í rullistóli.
Leilu líkt vóru tað megin
reglur um menning og end
urmenning (rehabilitering),
meistring og læring, sum
hon legði dent á í brekpoli
tikkinum. Endamálið eigur
at vera at stuðla tí sjúka ella
brekaða til at liva eitt so van
ligt, sjálvstøðugt, innihalds
ríkt og virkið lív sum til ber.
Júst sum Leila sjálv altíð
hevur roynt.
Menning og endurmenn
ing verður ein týðandi snún
ingsdepil í okkara royndum
at menna almannaverkið,
nú Almannastovan og Nær
verkið leggja saman. Vit
høvdu vænta og vóna, at Leila
kom at taka lut í tilgongdini
og koma við sínum góðu ráð
um og hugskotum.
Vit koma at sakna títt
gløgga eyga og kritisku, men
altíð uppbyggjandi viðmerk
ingar, Leila.
Hvíl í friði!
Til tykkum avvarðandi
við samkenslu
Almannastovan /
Nærverkið
Petra Johnsdóttir Joensen,
stjóri
Góða Leila.
Sorg nívandi fund
um midnáttar stund
pínandi sár
rennandi tár
tín reyst hoyrist røða
fyri rætti at bløða
tín lekjandi tala
ein friðsom sæla
gav tjóðini mót
manga heilsubót
vísdóms kvinna
mangan gav linna
visti at siga
og um at tiga
umsorgar kín
eins og silvurlín
brádliga fórt
tómlendi stórt
taða hvønn teig
varðar á leið
títt smíl stendur trygt
og tað, ið er bygt
hvíl í frið
við frelsarans lið
vit síggjast – farvæl
Kristina Toftegaard
Minningarorð um Leilu
Solmunde, forkvinnu í MBF
Altíð eitt smíl, altíð klárur,
soleiðis
kendi
eg
Jákup
Andreas. Hann elskaði at
kava og var sera djarvur.
Hann, eg og umleið seks
aðrir føroyingar hava tikið
vinnukavara útbúgving á
NYD – Norsk Yrke Dykker
skole, og var hann, eins og
vit, sera errin av síni kavara
útbúgving.
Eg eri ómetaliga keddur
av ikki aftur at kunna kava
saman við Jákup Andreasi
og ikki aftur at vera saman
við hesum brosandi og jaliga
manni.
Við hesum fáu orðum
vil eg lýsa frið yvir minnið
um Jákup Andreas Hentze
og samstundis senda eina
heilsan til pápa hansara. Teir
vóru so sera tætt knýttir. Og
við samkenslu til Olgu og
døturnar og alla familjuna.
Ingi Sørensen
13/03-2012
Minningarorð um
Jákup Andreas Hentze
19. jan. 1967 - 11. jan. 2012