Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-14, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. mars 2012síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. mars 2012 · Nr. 32 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 24. februar 2012 andaðist Eiríkur Ó Þorvaldsson í Reykja­vík eftir stutta, men svára sjúkralegu – 64 ára gam­al. Við honum hevur før­ oyskur landbúnaður mist ein av sínum bestu stuðlum og heitastu talsmonnum, og mjólkarvinnan hevur mist sjálv­an høvdingin. Tey 34 árini, hann virkaði í Føroyum, bygdi hann Mjólkarvirkið – mill­um manna kent sum MBM – burtur úr ongum til eina av okkara størstu fyri­ tøk­um uppi á landi. Eiríkur var føddur í Høfn í Íslandi í 1947. Faðir Eirík, sum andaðist í fyrraárið, var Þorvaldur Kröyer Þor­geirs­ son av Seyðisfirði, og móðirin, sum livir enn, er Sveinbjörg Eiríksdóttir, ættað úr Bæ í Lóni – ein lítil bygd tætt við Horna­fjørðin, sum nú er av­toftað. Tá hon var tvey ára gomul, flutti familjan í nýggju húsini Nýibær í Høfn, og í hesum húsunum vuksu eisini Eiríkur og hansara systk­in upp. Nógv er broytt, tí Nýibær eru hús nummar 26, sum vóru bygd í Høfn, og nú er íbúgvaratalið eini 2000. Eiríkur var elstur av trim­um systkjum. Bróðirin Þorgeir Guðjón og systirin Elín Kristjana búgva bæði í Høfn við sínum familjum. Tey vuksu sum sagt upp í Høfn, har faðirin starvaðist á amerikansku herstøðini á Stokksnesi í Hornafirði sum verkstjóri hjá íslendingunum, sum starvaðust har. Tá hend­an støðin bleiv niður­ løgd, fór hann í starv hjá Ratsjárstofnun á Stokksnesi, har hann starvaðist, til hann fór frá við eftirløn. Sum ungur arbeiddi Eirík­ur fyrst hjá Kaupfelag Austur­skaftfellinga KASK, og síðani var hann eitt ár við verju­skipinum Óðinn. Um hetta mundið fann hann sær Rann­vá Didriksen úr Vest­ manna til konu, og tey fingu dóttrina Annu, sum nú býr í Reykja­vík. Hon eigur 12 ára gamla sonin Björgvin Annar og 5 ára gomlu dóttrina Rann­va Björk. Afturkomin av verju­ skip­inum fór hann at læra á Mjólkarvirkinum í Høfn, og haðani fluttu hann, Ran­nvá og Anna, til Dan­ mark­ar, tá Eiríkur fór á Dal­um Mejeriskole á Fyn, har hann tók prógv sum meia­ristur í 1969. Tá fluttu tey aftur til Íslands, har Eiríkur kom við í leiðsluna av Mjólkarvirkinum í Høfn. Fyrstu árini arbeiddi hann sam­an við gamla stjóranum við at byggja virkið av nýggj­ um, og tá hetta var liðugt í 1973, gjørdist Eírikur stjóri. Í 1977 stovnsettu føroysk­ir bóndur lutafelagið Mjólkar­ virki Búnaðarmanna. Næsta stigið var at seta stjóra at byggja og reka virkið. Nevndin hevði fingið eygað á hendan unga, virkisfúsa íslendingin, sum við hepnari hond hevði roynt hetta at byggja eitt mjólkarvirki av nýggjum, og ein dagin Eiríkur og familjan eru og ferðast í Føroyum, eydnaðist at fáa hann á fund at hoyra, um hann var áhugaður í at gerast stjóri á nýstovnaða virkinum. Svarið var játt­ andi, og her byrjar søgan um størsta frambrot, sum er hent í føroyskari landbúnaðar­ vinnu. Eiríkur flutti til Føroyar við familjuni, og tey búsettust í Vestmanna. Fyrsta stóra takið var at fáa høli at virka í og at útvega útgerð. Tað eydnaðist at fáa hóskandi bygning í Hoyvík til keyps, og har húsast virkið enn, tó er víddin fleirfaldað síðani tá. Síðani skuldi útgerð fáast til vega, og Eiríkur legði dent á, at Mjólkarvirkið skuldi lúka øll góðskukrøv, sum vóru sett til mjólkarframleiðslu aðra­ staðni, hóast hesi krøv ikki vóru hjá okkum tá. Hansara krøv til góðsku gjørdust fyrimyndin, tá almenni myndug­leikin seinni gjørdi reglugerðir á hesum øki. Eiríkur útvegaði tangabilar at flyta mjólkina við, og hann setti ikki bert krøv til fram­ leiðsluna á virkinum, men eisini til handfaringina av mjólkini í fjósunum. Eitt krav, sum tá var heilt nýtt og ókent hjá føroyskum mjólkarframleiðarum var, at mjólkin skuldi kølast niður í eini 2-3 stig frá fyrstu løtu. Frammanundan hevði onkur kølt mjólkina við vatnkølarum, men hetta var ikki nóg mikið. Fyri at undirstrika álvara í hesum kravi, fór virkið frá byrjan av at taka royndir av mjólkini til bakteriukanningar. Og var talið omanfyri ávíst mark, bleiv mjólkin annaðhvørt ikki heintað, ella bleiv hon stoytt burtur. Hesi krøv fingu sinnini í kók og settu Eirík í and­ glettin beinanvegin, men hann helt fast við sítt, at skuldi virkinum vera lív lagað, mátti góðskan setast í hásæti. Og hann visti eisini av royndum, at hesi krøv vóru ikki órímiligari, enn at tey væl kundu eftirlíkast, um bert viljin og hugurin at fremja í verki var til staðar. Og hann fekk rætt, tí eftir stuttari tíð var at kalla øll mjólkin í fyrsta flokki, og atfinningarnar fánaðu burt­ ur. Ein onnur orsøk til, at góðskan batnaði so skjótt var, at umframt at seta krøv, tók Eiríkur stig til at útvega mjólkarframleiðarunum køli­tangar til mjólkina. Mjólkarvirkið kom væl í gongd, og bæði mjólkar­fram­ leiðarar og -brúkarar tóku tað til sín. Tá framleiðslan byrjaði, framleiddi mjólkar­ virkið tvey vørusløg - vanliga mjólk og róma, men skjótt var eisini farið undir at framleiða súrgaða mjólk og jogurt, og so við og við komu nýggjar framleiðslur aftrat, og í dag telur úrvalið eini 50 ymisk vørusløg. Hesar vørurnar smæðast ikki burtur millum tey stóru, tí vørur hjá Mjólk­ ar­virkinum hava fleiri ferðir fingið heiðursløn fyri góðsku á meiarímessum í Danmark. Sum fráleið komu ynsk­ir frá limunum um, at mjólkar­ virkið skuldi átaka sær ym­ iskar aðrar tænastur, sum vóru knýttar at mjólkar­ fram­leiðsluni á gørðunum. Eitt tað fyrsta av hesum slag var, at mjólkarvirkið fór at selja mjólkimaskinur og at hava regluligt eftirsýn við teimum úti í fjósunum. Slíkt eftirsýn er ein neyðugur liður í mjólkarframleiðsluni fyri at tryggja góðskuna. Seinni fór virkið undir at selja fóður og eisini maskin­ur og aðrar brúks­ lutir til sínar limir og onn­ ur, og harumframt at veita limunum ráðgeving í spurn­ ingum viðvíkjandi fóðring o.ø. Eisini bygdu tey verkstað til umvælingar av maskinum. Nú virksemið var víðkað til so nógv annað enn mjólk, skifti virkið navn til Meginfelag Búnaðarmanna, við stytta heitinum MBM, sum hvørt mansbarn í Føroyum kennir. Hesi árini hava boð ver­ ið eftir Eiríki til ymisk­ar uppgávur. Hann sat í nevnd­ ini, sum í nítiárun­um arbeiddi við at nútímansgera føroysku landbúnaðarlóggávuna. Har komu hansara vitan um íslendskan landbúnað og kunnleiki til íslendsk viðurskifti væl við. Nógv av arbeiðnum, sum hendan nevndin avrikaði, var tikið til eftirtektar, tá nýggja lógin um landsjørð bleiv samtykt fyri nøkrum árum síðani. Eiríkur hevði eisini onn­ ur álitisstørv. Hann var nevndarlimur í Ídnaðar­felag­ num í eini 6 ár, sat í nevndini í Kemilux í 6 ár, og eitt skifti sat hann eisini í nevndini hjá Restorrfs Bryggjaríi. Hann var íðin limur í Kiwanis, har hann eisini var forseti eitt skifti. Í heimshøpi eru Føroyar og Ísland saman í Kiwanis, og Eiríkur var ofta góður í ráðum, tá samskiftast skuldi við Ísland. Eiríkur kravdi nógv av sínum starvsfólkum, men sam­stundis sum hann setti krøv, hevði hann hesi góðu evnini til at lata fólk arbeiða sjálvstøðugt og at geva hvørjum einstøkum ábyrgd. Hansara leiðsluevnir síggjast aftur í, at fólk støð­ ast óvanliga væl á MBM, og har eru fleiri starvsfólk, sum hava arbeitt í meira enn tríati ár, tvs., næstan alla ta tíð, sum Eiríki untist at vera har. Nú sjúkan versnaði, og Eiríkur visti hvønn veg tað bar, læt hann síni kæru vita, at hann ynskti at verða jarð­ aður í Føroyum, har hann hevur virkað síni bestu ár, og 3. mars fekk hann eina tignar­ liga jarðarferð úr Vestmanna kirkju, haðani stórur skari fylgdi honum til seinasta hvíldarstaðið á fold. Við djúpastu samkenslu við Rannvá, Annu, abba­børn­ unum, mammu og systkj- um, eru hesi fátæku orð skrivaði til minnis um Eirík Þorvaldsson. Tit hava mist so nógv, men veri tað tykkum til ugga í sorgini og sakninum, at vit eru mong, sum við virðing og takksemi fegnast um avrikini hjá Eiríki, sum so nógv hava fingið ágóðan av. MBM við Vegin Langa í Hoyvík er hansara lívsverk og stendur sum ein minnisvarði, sum hann sjálvur hevur reist – minnisvarðin um Eirík og hansara avrik. Rólvur Djurhuus Nøvn Til minnis um Eirík Ó Þorvaldsson Tøkk ØHjartaliga tøkk fyri sýnda samkenslu tá kæra móðir, vermóðir, omma og langomma okkara karin Hansen Sørvági doyði og varð jarðað. Tøkk til prest, kirkjutænarar og sangarar. Tøkk fyri vakran solosang og øll tit, sum hjálptu til við ervið. Tøkk fyri kransar, blómur og gávur til sjómansmissiónina. Ein hjartalig tøkk til starvsfólki á Sýnuni, sum góðu henni hjartagóða umsorgan. Vit hava nógv at takka tykkum fyri. Jón, kim, Vivi og Sigrun við familju