mikudagur 14. mars 2012síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mikudagur 14. mars 2012 · Nr. 32
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kjak
Sambandsflokkurin á einum vegamóti
Annfinn Brekkstein
býráðslimur fyri Sambandsflokkin
Tað stendur nógv á Sam
bandsflokkinum í hesum
døgum. Ákærur og ákoyr
ingar móti løgmanni um at
hava svikið stevnuskrá og
grundsjónarmið floksins eru
dagligur kostur síðan Sam
bandsflokkurin saman við
Fólkaflokkinum
grundaði
hesa samgongu.
Fleiri
framstandandi
røddir innanhýsis í flokk
inum rópa varskó og siga,
at Sambandsflokkurin full
komiliga hevur givið seg upp í
hendurnar á Fólkaflokkinum,
at Sambandsflokkurin er
farin at reka svartan og kyn
iskan høgrapolitikk. Sagt
verður, at øll realpolitisk
ávirkan á førda politikkin
hjá Sambandsflokkinum er
burtur – bert taburettirnar
eru eftir!
Spurningurin er so, um
hald er í hesum pástandunum
um at Fólkaflokkurin í sam
go n g u sa m rá ð i n g u nu m
hevur fingið upp í posa og
sekk, bert fyri náðiliga at
lova
Sambandsflokkinum
at fara niður at samráðast
við danir í teirri trúgv, at
blokkurin kundi hækkast við
130-200 milliónum krónum,
sum Fólkaflokkurin – eftir
hvat teir nú siga – framm
anundan visti, ikki fór at
blíva hækkaður nevnivert
kortini!!
Eitt skal Fólkaflokkurin
eiga: Hann dugir at telva,
og hevur nærum sett Sam
bandsflokkin í skák mát.
Fólkaflokkurin fekk báðar
teir mest týðandi landsstýr
issessirnar, fíggjarmál og
fiskivinnumál. Fólka-flokk
urin stýrir sostatt einsa
mallur
búskapinum
og
vinnulívinum í Føroyum.
Afturat hesum hevur flokk
urin trumfað tiltiknu flat
skattaskipanina ígjøgnum,
og fyri at fíggja hana, hevur
hann so, Guð náði okkum,
fingið grønt ljós frá Sam
bandsflokkinum til at skatta
pensjónirnar við inngjaldi,
enntá við tí tunga endanum
niðureftir.
Men Fólkaflokkurin er
ikki liðugur enn! Tað ligg
ur í kortunum, at Fólka
flokkurin nú eisini skal
sleppa at gera enda á fiski-
vinnupolitikkinum,
sum
Sambandsflokkurin saman
við
sínum
undanfarnu
samstarvsfeløgum á tingi,
Javnaðarflokkinum,
Tjóð
veldi og Framsókn, hava sett
út í kortið.
Veruligur liberalur poli
tikkur á fiskivinnu-økinum
sá her dagsins ljós fyri
fyrstu
ferð.
Ein
ítøkilig
roynd var gjørd til tess, at
marknaðarkreftirnar skuldu
sleppa fram at okkara fiska
tilfeingi. Tað eydnaðist, hóast
harða mótstøðu frá Fólka
flokkinum, at selja 20.000
tons av makrelkvotuni á
uppboðssølu. Hetta gav ein
beinleiðis og ítøkiligan vinn
ing fyri eigaran av hesum
tilfeingi – Føroya fólki – upp
á ikki minni enn 72 milliónir
krónur.
Tað eydnaðist so sanni
liga eisini hesum undan
farnu
heldur
skurvutu
samstarvsflokkum, sum nú
vóru leysir av fólkafloks
spennitroyggjuni, at fáa eitt
tilfeingisgjald upp á 25 oyru
pr. kilo knæsett, sum gav
landskassanum aðrar 15,7
killiónir krónur. Samanlagt
gav nýggi frælslynti fiski
vinnupolitikkurin íalt 87,7
milliónir krónur til eigaran.
Her var fyri fyrstu ferð í
søguni staðfest hvørji ovur
honds stór virði talan er um,
og sum Fólkaflokkurin fyri
alt í verðini ikki ynskir skal
koma veruliga eigaranum –
Føroya fólki – til góðar, men
bert nøkrum fáum útvald
um.
Henda politikk ætlar Fólk
aflokkurin nú at forkoma.
Spurningurin, sum øll seta
sær í hesum døgum er tí:
Megnar Sambandsflokkurin
at halda fast við førda fiski
vinnupolitikkin, ella fer hann
at hokna undir trýstinum frá
Fólkaflokkinum?
Sambært Fólkaflokkinum
skal ongin stertur seljast á
uppboðssølu,
samstundis
sum helst onki, sum bara
ber brá av tilfeingisgjaldi,
skal ásetast. Alt tilfeingið
skal forerast burtur til eitt
úrvalslið av frammanundan
priviligeraðum persónum og/
ella feløgum. Fólkaflokkurin
hevur sostatt sett sær sum
sítt fremsta politiska mál,
at eigarin, “Føroya fólk”, ikki
undir nøkrum umstøðum
skal fáa nakað burtur úr
hesum ríkidømi.
Fyrrverandi
inhabili
landsstýrismaðurin í fiski
vinnumálum hevur somu
leiðis opinlýst sýnt sína
vanvirðing fyri sínum sam
gongufeløgum, og, satt at
siga,
beinleiðis
eyðmýkt
Sambandsflokkin, tá hann,
uttan so mikið sum at kunna
høvuðssamstarvsflokkin
frammanundan, sendi eitt
nýtt uppskot út til hoyringar,
har hann ætlaði at innføra
sokallaðu rullandi loyvini
aftur.
Endamálið
við
hesum
uppskoti er eyðvitað, at av
gerðin hjá Sambandsflokk
inum og hansara samstarvs
feløgun um at útskrivaðu
loyvini til nakrar útvaldar,
um exklusivt at gagnnýta
okkara fiskatilfeingi, sum
skuldu ganga út í 2018, nú
definitivt kundi verða til
einkisgjørd og annulerað.
Ætlanin hjá Fólkaflokk
inum er eyðsýniliga at taka
ognar- og ræðisrættin til
tilfeingið
frá
núverandi
eigarunum – Føroya fólki –
helst eina ferð med alla. Men
fyri at hetta ikki skal virka
alt ov áleypandi og ógvusligt
í fyrsta umfari, so hava teir
latið sær lynda at seta eina 12
ára freist á – sjálvsagt fyribils
– til eitt nýtt høvi býðst at
brúka íslendska modellið,
har rætturin til tilfeingið
verður latið ávísari yvirstætt
fyri allar ævir.
Eftir øllum at døma út
frá tí, sum higartil er komið
fram, er hetta fremsta ynskið
hjá Fólkaflokkinum, og tað
tora teir av góðum grundum
ikki at almannakunngerða.
Jákup Mikkelsen nevndi
í sínum uppskoti, at hend
an leingjan av ræðis- og
nýtslurættinum til tilfeingið,
ikki hevði nakrar fíggjarligar
avleiðingar fyri landskassan.
Hvaðani hevur hann hesar
upplýsingar? Loyvini umboða
jú virðir fyri milliardir, um
hugt verður eftir, hvat tey
verða seld fyri. Kári Petersen,
búskaparfrøðingur, hevur í
sínum fyrilestri nevnt fleiri
ítøkilig dømi. Hetta kunnu
landsstýrið og løgtingið, sum
umboðar eigaran, Føroya
fólk, ikki vera blind fyri!
Tað minsta, sum kann
krevjast av einum slíkum
uppskoti er, at uppskotsstill
arin antin hetta so er Jákup
Mikkelsen, ella Jacob Vester
gard, ikki beinleiðis móti betri
vitandi ber fram ósannindir í
einum lógaruppskoti. Treytin
er, at hann ærliga og opinlýst
fortelur Føroya fólki hvussu
nógv gávan hesaferð ljóðar
uppá við eini 12 ára leinging
av einum loyvi, sum nú hevur
6 ár eftir, t.v.s. ein tvífalding.
Alt annað líka, gevur
henda leinging loyvinum eitt
virði upp á væl meira enn tað
dupulta – heilt einfalt tí tað
nú aftur verður rullandi, og
enn einaferð má sigast upp av
eini nýggjari samgongu, har
í øllum føri Fólkaflokkurin
ikki er partur!
Gávan, ella missurin fyri
landskassan, verður harvið
møguliga 2-3 milliardir ella
meira.
Tað paradoksala er, at
eigarin av tilfeinginum –
Føroya fólk – av hesum sama
gávugevara verður skuld
arbundin fyri góða milli
ón um dagin, bert fyri at
landskassin, sum gevur sína
ogn burtur sum gávufæ, skal
hóra undan. Møguliga enntá
bara nøkur fá ár afturat, um
núverandi
búskaparpoli
tikkur heldur fram.
Gongur Sambandsflokk
urin við til eitt tílíkt rán, so
fær flokkurin ein álvarsligan
trúvirðisspurning at dragast
við í nógv ár framyvir, um
framt at floksins trúfastu
veljarar fara at seta stórt
spurnartekn við, um Sam
bandsflokkurin veruliga er
tað sosialliberala alternativið
í føroyskum politikki, sum
hann hevur sagt seg vera.
Niðurstøðan er, at tað
verður til óbótaligan skaða,
og bartút sagt ein politisk
vanlukka, um Sambands
flokkurin bara í minsta mun
verður identifiseraður við
henda hugsjónarleysa, anti
liberala politikkin hjá Fólka
flokkinum.
Velbastaður tann
10. mars 2012
PS: Býráðssamstarvið millum
Sambandsflokkin og Fólka
flokkin er fyrimyndarligt.
Niðurstøðan er, at tað verður til óbótaligan
skaða, og bartút sagt ein politisk vanlukka, um
Sambandsflokkurin bara í minsta mun verður
identifiseraður við henda hugsjónarleysa,
antiliberala politikkin hjá Fólkaflokkinum
Gongur Sambandsflokkurin við til eitt tílíkt rán, so
fær flokkurin ein álvarsligan trúvirðisspurning at
dragast við í nógv ár framyvir, umframt at floksins
trúfastu veljarar fara at seta stórt spurnartekn
við, um Sambandsflokkurin veruliga er tað
sosialliberala alternativið í føroyskum politikki,
sum hann hevur sagt seg vera