Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-14, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. mars 2012síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. mars 2012 · Nr. 32 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak Seinastu árini eru stórar íløg­ur gjørdar í bygging av ellis og røktarheimum í Føroyum. Bæði land og kommunur hava lagt stóra orku í hetta økið fyri at kunna veita borgarunum búpláss. Nýtt røktarheim er latið upp í Vági til 24 fólk, sum kommunurnar í sunnaru helvt hava bygt. Røkt­arheimsbygging er í gongd í Havn til 64 fólk, og væntandi verð­ur heimið liðugt í ár. Um­ framt hetta er bygging í Klaks­vík og Vestmanna fyri framman. Røktarheimsbygging er kostnaðarmikil, yvir 2 milliónir fyri hvørt bú­ pláss. Tað fara altíð vera nøkur fólk, sum hava tørv á røktarheimsplássi, so røktarheimspláss skulu sjálsagt vera. Tað tyk­ist bara, sum um hetta hevur verið einasta loysn­in sein­ astu árini, og sam­stundis, sum fleiri stóvn­ar eru opnaðir, er Heima­tæn­ astan skerd ávíst tímatal pr røktar­heims­pláss. So­ statt eru møgu­leik­arnir hjá heima­búgv­andi eldri fólki skerdir munandi í tilgongdini. Fólk í Føroyum, sum flyta á røktarheim, búgva har í meðal longri enn fólk í grannalondunum, so tað er nakað, sum kundi týtt uppá, at før­oy­ ingar, sum flyta á røktar­ heim, eru munandi betur fyri enn fólk í okkara grannalondum. Hetta møgu­liga tí at einki al­ terna­tiv er. Seinastu árini er dent­ ur í fakumhvørvinum lagd­ur á røktar­heim­fyri­ byrgj­andi tiltøk. Í til­mæl­ um frá WHO verð­ur lagt upp til, at fólk fáa høvi at vera sum longst í egnum heimi, við nøktandi tæn­ astu. Og dentur verð­ur lagdur á sjálv­sav­gerð­ar­ rætt og lívsgóðsku hins einstaka borgara. Betri fyribyrgjandi tænastu vit hava, longri kunnu fólk búgva heima. Fyrimunirnir eru bæði fyri tann einstaka og fyri okkum sum land, tí røktarheimsplássini eru sera kostnaðarmikil. Við fyribygjandi tæn­ astu verður t.d víst til væl­virkandi heima­hjálp, rein­gerðing, fyri­byrgj­ andi heima­vitjanir aftaná inn­leggjan, dag­til­boð til heima­búgv­andi pen­sjón­ istar, ger­andis­rehabili­ ter­ing, endurmenning, dag­ítriv, fimleik o.s.fr. Í teimum førum, eldra­bú­ staðir verð bygdir, eig­ ur at verða hugt eftir og hugsað meira breitt, so vit ikki byggja so eins­ táttað, men hugsa um eldraíbúðir, røktaríbúðir os.fr. Veruleikin í dag, við bert at bjóða eitt kamar, er fyri nógv óvirðiligt, og alt ov lítið fæst fyri peningin sæð í ljósinum av høga kostn­aðinum, sum er oman fyri 2 milliónir í sjálv­ari byggingini, og tá er raksturin ikki tikin við Fyri at tryggja, at vit kunnu nøkta tørvin á eldrabústøðum og tæn­ astum frameftir, Setur Tjóð­veldi tí fram upp­ skot til samtyktar um fjøl­tátt­aðir eldrabústaðir. Um vit ikki broyta hugsan og leggja leiðina um, kann framhaldandi røktar­heimsbygging, sum vit kenna í dag, vera ein hóttan móti okkara búskapi. Somuleiðis mugu vit minnast til at allar flestu eldru fólk eru røsk og virkisførir borgarir, sum framvegis hava nógv gott at geva av. Tí mugu vit kunnu bjóða hóskandi tænastur á fleiri økjum. So tað snyr seg ikki um antin røktarheim ella fyribyrgjandi tænastur, men um at hugsa um tænastur á báðum økjum Ikki antin ella – men bæði og Sirið Stenberg Tjóðveldi Hvør skal gjalda ferðaseðilin? Bjørt Samuelsen Tingkvinna fyri Tjóðveldi Nógv kjak hevur í seinastuni verið, um hvørt tað skal gerast ókeypis at ferðast ígjøgnum undirsjóvartunlarnar, tá hes­ir eru útgoldnir. Tað ber ikki til, at leggja bæði tunlar og strandfaraskip burturav undir fíggjarlógina, uttan at skatturin økist munandi. Og tað ber so slettis ikki til, at tey á leið 14% av fólk­ inum, sum búgva á leysu oyggj­unum, skulu vera tey einastu, sum í framtíðini gjalda fyri at ferðast til og úr meginøkinum. Hetta eru frammanundan tey øki, sum hava so nógv tær størstu avbjóðingarnar, bæði hvat viðvíkur fólkatali og vinnu­ menning. Tí má ein fíggingarleistur fyri framtíðar útbygg­ing og rakstur av sam­ferðslu­kerv­ inum finnast, har rími­lig javnvág er ímillum brúkara­ gjøld og eina felagsfígging, vit øll gjalda. Fíggingarleistur gerast Og í mai í fjør samtykti Løg­ tingið júst hetta, at heita á landsstýrið um at seta eina faknevnd at gera uppskot til fígging av framhaldandi útbygging og viðlíkahaldi av samferðslukervinum. Hetta er tingmál nr 187/2010, sum undirritaða vegna Tjóðveldi legði fram. Og í farnu viku samtykti Løgtingið eisini, at heita á landsstýrið um at gera eina frágreiðing um, hvussu ferða­seðlakostnaðurin kann javnsetast, har firðir og sund skilja. Eitt uppskot frá suður­økisumboðunum hjá Tjóðveldi og Javnaðar­ flokkinum. Vilji er sostatt til, at tað skal kosta nøkulunda tað sama fyri eina familju at ferð­ ast millum oyggjarnar við skipi, sum at koyra ígjøgnum ein undirsjóvartunnil. Sam­ stundis er semja um, at gera ein nýggjan og væl gjøg­num­ hugsaðan fíggingar­leist, ið skal tryggja landskassanum tær inntøkur, sum eru neyð­ ugar, skal tað yvirhøvur bera til framhaldandi at gera stórar og dýrar útbyggingar. Einki fyri einki Fyri framman liggja ætlanir um íløgur í samferðslukervið fyri omanfyri fimm milli­ ardir. Eitt gott yvirlit fæst við at hyggja í “samferðslu­ ætlan 2008-2020” hjá Lands­ verki. Vit vilja byggja undir­sjóvartunlar, tunlar á landi, gera havnir og smíða strandfaraskip. Og tess størri og betri útbygt, tess meira skal gjaldast til rakstur. Tað er tí órealistiskt, at øll ferðing ígjøgnum tunlar og fergur verður ókeypis. Tvørturímóti verður neyðugt at fáa til vega nógv fleiri inntøkur, skulu vit røkka settum málum um eitt nú­ tím­ans ferðasamband í øllum landinum. Og tað krevur, at bæði lands- og kommunalpolitikarar hava vilja at taka avgerðir, sum ikki bara eru væl umtóktar. Vit sleppa ikki undan, at tað eisini í framtíðini noyðist at vera ein kombinatión, har brúkaragjøld eru á sen­ tralum pørtum av sam­ ferðslu­kervinum, umframt tann partin, sum verður at fíggjaður við avgjøld­um á akførum og brenni­evni. Inntøkurnar frá hesum avgjøldum eiga tó at markast beinleiðis til samferðslu­ útbyggingar. Og, tað eigur at bera til, at gera eina felags gjaldsskipan fyri fergur, tunlar og møguliga nýggj bummgjøld – sum víst á í uppskotinum, sum samtykt varð í fjør. At egna við ókeypis ferðslu, er at bera fólki blak fyri eyguni. Men, vit eru komin eitt stig víðari, við samtyktini at gera heildarætlan og fíggingarleist fyri fram­tíðar útbygging og viðlíka­haldi av tunlum og vegum. Og peningur til hetta arbeiði varð játtaður fyri 2012. Vónandi ber til at býta rokningina hampiliga kristiligt, tí eitt væl útbygt samferðslukervi stimbrar búskaparvøkstri, sum gagnar okkum øllum. Búskaparfiskifrøði kringvarpsins Danial Viðoy Síðani uppskotið um rullandi fiskiloyvi sá dagsins ljós, hevur javnan verið at hoyrt um hetta í Kringvarpinum. Umframt at politikarar hava gjørt viðmerkingar til upp­skotið, hava einamest búskaparfrøðingar gjørt viðmerkingar, ella rættari sagt høgt uppskotið sundur. Fólk úr praktisku fiskivinnuni er so at siga ikki komin til orðanna í Kringvarpinum. Er hetta rætt, er hetta objek­ tivt? Vit vita, at Kringvarpið er ein almennur stovnur og burdi helst rúmað so nógv­um meiningum sum yvirhøvur til ber. Men í sam­ bandi við uppskotið um rull­andi fiskiloyvi, sum er frá Fólka­flokk­inum, hava vit bert hoyrt við­merk­ing­ ar frá búskapar­frøð­ing­un­ um. Minnist meg rætt var onkur av hesum búskapar­ frøð­ingunum, sum er komin til orðanna, uppstillaður til seinasta løgtingsval. Tað er munur á teori og praksis Vit mangla nakrar við­ merk­ing­ar frá teimum, sum virka í okk­ara fiski­vinnu og sum veruliga stríða fyri at fáa vinnuligu endarnar at røkka saman. – Sjónar­ miðini og viðmerkingarnar, sum vit higartil hava hoyrt frá búskaparfrøðingunum í ser­liga útvarpinum, eru all­ar úr somu bók, úr somu pulju. Allir hesir hava lært til júst tað sama og eiga bert eina teoret­iska ella ástøði­ liga vitan um fiskivinnuna. Vit mangla praktiskar við­ merk­ingar, sum ikki eru úr einari bók, í samband við hetta uppskotið um rullandi fiskiloyvir. Vigar fiskimaðurin einki? Fyri mær tykist, serliga við­ víkjandi hesum málinum, at viðmerkingar frá mein­iga manninum ikki viga eins nógv sum hjá búskapar­ frøð­ingunum. Hetta hevur kring­varpið seinastu tíðina óbeinleiðis víst. Um hetta er av tilvild ella ikki, er ikki mær at siga. Men eg vil ið hvussu er áminna kringvarpið, at fiskivinnan ikki bert virkar á pappíri. Fiskivinnan virkar í nógv størri mun úti millum teirra, sum vanliga liva av hesi vinnu. Og tað er júst hesi, sum uppskotið við rullandi fiskiloyvum og uppskotini