mikudagur 14. mars 2012síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mikudagur 14. mars 2012 · Nr. 32
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tíðargrein
Olaf Olsen
Tilfeingisgjøld og loyvi at fiska
P
ressan ger nógv burtur úr
ósemjuni um fiskivinnu
politikkin. Tað er kanska
ringt at vita, hvussu stór ósemjan
er millum politikkarnar.
Tað virkar eitt sindur løgið
at leggja bæði útlendingum og
føroyingum forðingar fyri at virka
í vinnuni í Føroyum, serliga nú
tað hoyrist so nógv sum kanska
ongantíð fyrr um, hvussu nógvur
peningur skal nýtast bæði til hetta
og hitt.
Hvat eiga vit at ansa eftir?
At nokta útlendingum at eiga nakað
sum helst í føroysku vinnuni, forðar
ikki fyri strámonnum. Um onkur
føroyingur letur seg freista, so er
lítið fyri, at hann ger avtalu við
útlendingar, um teir eiga nakað ella
einki í einari føroyskari fyritøku.
Tað, sum eg haldi, er sera neyðugt,
er, at føroyingar sita sjálvir á søluni,
tí eg haldi, at tað kann síggjast í
teimum londum, sum ikki eru væl
fyri búskaparliga, og sum selja
rávøruna í landinum til útlendskar
fyritøkur, at tey útlendsku feløgini
hava ov lætt við at seta prísin fyri
rávøruna soleiðis, at tað verður
goldin ein løn til tey lokalu, sum
tey so dánt klára seg við, og tann
vinningur, sum annars er at fáa,
liggur eftir hjá teimum útlendsku
sølufyritøkunum. Men hetta er
heldur ikki lætt at verja seg fyri,
men eigur at havast í huga.
Dømi um aðrar fortreytir
Á Falklandsoyggjunum í Suður
atlantshavi liva tey av, umframt
at selja nakað av ull, at selja
útlendskum fyritøkum rættindi
at fiska í teirra sjóøki, sum er
heilt stórt, og tey, sum bert eru
millum 2.000 og 3.000 íbúgvar á
oyggjunum, hava ikki møguleikar
fyri at fiska sjálvi, so tað kann vera
rætt av teimum at umsita fiski
skapin soleiðis, men vit, sum hava
(enn) bæði fólkið og útgerðina,
skulu sjálvandi ikki gera sum tey.
Neyðugt at økja um
framleiðsluna og
virðið á henni
At leggja gjøld á loyvi til at virka
og fiska er so heilt burtur við,
um hugsast skal um at fáa mest
møguligt avkast til samfelagið
til at rinda fyri tann almenna
raksturin. Stórt sæð tað einasta,
sum kann gerast, er at fáa víðkað
og vaksið um ta framleiðslu, sum
kann koma frá nýskapandi virði,
og tann møguleikan minkar ein um,
um gjøld verða løgd upp á forkant.
At nýta heitið Fólksins Ogn sum
undanførslu fyri at gera tað, er
bert fyri at nøkta tey, sum misunna
teimum, sum tað møguliga kann
gangast væl hjá eina tíð.
Fólksins ogn
Nakrir politikkarir hava nýtt heitið:
Samfelagsliga Skapt Virðir, áðrenn
hetta nýggja heitið: Fólksins Ogn
kom fram, til at grundgeva fyri, at
tað almenna skuldi hava ein part
av einum vinningi, men tað var
av einum vinningi, sum fyrst var
staðfestur. Nú var eg sjálvur við
til at koma við heitinum Fólksins
Ogn. Vit vóru 4 í einari nevnd, sum
arbeiddu við at finna út av, hvussu
løgtingið kundi hava rætt til at
regulera fiskiskapin, og vit fingu at
vita, at um løgtingið skuldi fáa tann
juridiska rættin til tess, so mátti tað
samtykkjast við løgtingslóg. Hetta
hevði einki við tað at gera, at nú
skuldi hvør føroyingur eiga sín part
av fiskinum undir Føroyum.
Við sama rætti kundi fólksins
ogn verið so mangt annað. Hví skulu
hús á ávísum økjum kosta nógv
meir enn á øðrum økjum, hóast tey
kunnu byggjast fyri umleið sama
prís? Í summum norskum býum
(kanska alla staðni í Noregi?) er
avmarkað tal av loyvum til at
koyra leigubil. Tað ger, at prísur á
leigubilum er ikki altíð tað, sum
bilurin kostar vanliga, men alt eftir,
hvussu eftirspurningur er eftir
loyvum at koyra. Í einum stórbýi
í Kina (eg haldi, tað er í Shanghai),
har kosta nummarpláturnar meira
enn bilarnir, tí tað sleppa ikki fleiri
bilar á vegirnar. Osfr. Í nøkrum
londum hevur alt verið fólksins
ogn, og tað gav ikki framgongd,
hvørki fyri rík ella fátøk.
Sleppur eingin framat
fiskivinnuni?
Tað verður sagt upp í saman, at
eingin sleppur framat í fiskivinnuni,
tí loyvini eru ogn hjá teimum, sum
eru inni. Eg haldi, at tey seinastu
árini hava so nógv fiskiskip skift
eigara og navn, at tað hevur verið
torført at fylgt við. Nú minnist eg
kanska ikki líka væl sum fyrr, men
eg haldi ikki, at tað er bara tí.
Hvussu skal skattast?
Tey samfelagsskaptu virðini og
vinningur
annars
hava
verið
skattað, og tað eru tey flestu samd
um, at so má vera, men vit vita, at
tað er mark fyri, hvussu hart virðir
kunnu skattast, um tað skal geva
nakað. Vit vita, at 0 % í skatti gevur
ongan skatt, og vit vita eisini, at 100
% í skatti heldur ikki gevur nakran
skatt, og so skal metast við skili, um
hvar skattaprosentið skal liggja, fyri
at tað skal geva sum mest, tvs at tað
ikki liggur so høgt, at tað gongur út
yvir hugin at forvinna nakað, og
heldur ikki so lágt, at tað gevur ov
lítið til at reka eitt samfelag sum
okkara.
um sølu av fiskiloyvum,
snúgva seg um. Men hava vit
hoyrt nógv til tey, hesa tíðina
prátið um grundleggjandi
broytingar í fiskivinnuni
hevur verið frammi? Alt ov
lítið, um vit yvirhøvur hava
hoyrt nakað til tey. Eg havi so
onki hoyrt frá hesum bólki í
landsins útvarpi.
Objektivt ella ei?
Kringvarpið er sum sagt ein
almennur stovnur, sum virkar
við almennum pengum. Eitt
er at búskaparfrøðingurin ger
viðmerkingar til ymisk mál –
í hesum førum uppskotið um
rullandi fiskiloyvi – og eitt
annað er ein framhaldssøga
við viðmerkingum frá bú
skaparfrøðingunum, uttan
at nakar úr vinnuni, sum
talan er um, sleppur fram at
mikrofonini.
Vit fingu eina ferð ein
spurning í søgutímanum
á
studentaskúlanum.
Er
hendan søgubókin orduliga
objektiv? – vit vóru næstan
øll á einum málið um, at
tað mátti hon vera. Men
síðani ger ein skilagóður
næmingur í flokkinum vart
við seg. Ja? sigur lærarin.
Rithøvundurin kann, sjálvt
um skrivingarlagið er objek
tivt, velja sær ymisk søgulig
mál og ymisk sjónarmið úr
heimssøguni; á tann hátt
kann hon vera eitt sindur
misvísandi.
Men eg skal ikki skíra
leiðsluna hjá kringvarpinum
at hava valt sær ein bólk í
samfelagnum at gera við
merkingar til hetta fiski
vinnu-uppskotið hjá Fólka
flokkinum. Men eg vil ið
hvussu er minna á, at fiski
maðurin hevur minst líka
góðar eginleikar at gera
viðmerkingar
sum
ein
búskaparfrøðingur,
hóast
viðmerkingarnar verða ym
iskar.