mikudagur 14. mars 2012síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 14. mars 2012 · Nr. 32
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Miðvikan
Ofta er tað av tilvild, at fólk kunnu
gerast vinir, og tað var tað eisini
hjá okkum. Sverri plagdi at svimja
saman við Olafi, sum arbeiddi á
fiskimannafelagnum í 35 ár. Teir
blivu ógvuliga væl, og Sverri kom
onkuntíð inn á gólvið á skrivstov
uni. Tá komu vit eisini at kennast
og blivu eisini vinir.
Sverri er ein fróðarmaður, og
hann hevði mangt íkastið til FF-
blaðiði í sínari tíð og eisini til mína
skriving í Sosialinum.
Nakað av hesum greiddi Sverri
eisini frá í áhugaverdari samrøðu
við Jógvan Arge fyri kortum.
Næstyngstur av
12 systkjum
Sverri hevur í FF-blaðnum greitt so
leiðis frá um sína ætt:
Eg var næstyngstur av brøðru-
num, vit vóru 9 dreingir og tríggjar
systrar.
Systkini vóru Daniel Pauli (Palli)
f. 1903, Christianna Elisabeth (Betta)
f. 1905, Niels Holm f. 1907, Martin f.
1908, Richard f. 1913, Johannes f. 1915,
Maja f. 1916, Óli f. 1917, Napoleon f.
1919, Frits f. 1920 og Dusina (Dus) f.
1923.
Systkini eru øll deyð.
Mamma mín, Rachel Mortensen,
f. Jacobsen, var dóttir Niels Jacobsen
úr Leynum. Mamma var sostatt
langabbadóttir kenda prestin Niels
Lassen Holm og Maren Høye frá
Skyum í Danmark.
Pápi mín var Mortan Johan
Mortensen, sonur Dánial Paula
Mortensen (Gamli Palli á Argjum),
sum var abbasonur Andrass Mort
ansson og Elspu Dánjalsdóttur, tey
sum bygdu Argir.
Eg minnist sum smádrongur,
at vit høvdu handil og telefonstøð.
Eisini seldu vit breyð, sum var
bakað heima, og vit seldu eisini
brússukur, sum var gjørt heima.
Egg og mjólk var eisini selt.
Í kjallaranum vóru tvær mjólki
kýr. Tær skuldu fáa hoyggj, kraftfóð
ur, vatn og har skuldi eisini sópast.
Eg kom at hugsa um, at orðtøk
Sálamons, Kap. 31-10, passa so ógvu
liga væl til mammu mína:
Ein dugandi kona, hvør finnur
hana? Hon hevur hægri virði
enn perlur. Hjarta mans hennara
lítur á hana. Hon ger honum gott
og einki ilt allar ævidagar sínar.
Kap 31-13 Hon syrgir fyri ull og
líni, og hugaliga arbeiða hennara
hendur. Kap. 31-14 Hon er eins og
keypmansins farmaskip, heintar
føðsluna langvegis frá. Hon fer
upp fyri dag, matskaffar húsfólki
sínum, og gevur arbeiðskonum sín
um setning teirra.
Eg nevndi frammanundan, at
vit høvdu telefonstøð. Tá var ongin
onnur telefon á Argjum, og sum
børn máttu vit fara runt um bygdina
við telefonboðum. Manglaði eitt og
annað í handlinum, so varð man
sendur inn til Havnar at keypa. Tá
varð vanliga sagt: "Tú mást renna
báðar vegir". Gjarna var farið eftir
fossinum í Sandagerði fyri at vera
skjótur aftur.
Vit argjadreingir plagdu at
arbeiða í fiski hjá Hjalmar Krage
sten. Hann plagdi at koyra eina
hurð upp í erva á turkihúsinum á
Rundingi, tá hann vildi hava okk
um heim at breiða fiskin út á fiska
stykkinum til turkingar.
Kirkjugongd
Í Argja bygdarsøgu hevur Havnar
kirkja - til fyri árum síðani - ver
ið gudshúsið hjá so at kalla allari
bygdini. Tá tað ringdi á Bryggju
bakka, og klokkan sendi síni kallandi
ljóð um býar- og bygdarlagið,
kveiktu
málmklangurin
somu
kenslurnar í fólki her sum heiman
fyri Sandá. Og tey áttu ta ásannan í
barminum, at hetta var eisini teirra
kirkja.
Um
kirkjudyrnar
í
Havnar
kirkju vórðu pinkubørnini hiðani
úr bygdini borin til dópin. Um hesar
dyr leiddust tey ungu at geva hvør
øðrum hondina um trúskap - bæði
fyri Guði og monnum. Um hesar
dyr leitaðu tey at fáa sær andaliga
barlast fram ígjøgnum lívið. Og um
hesar somu dyr vóru mong hiðani
av Argjum borin fyri seinastu ferð
til hvíldar í móðurjørð.
Tann drúgva kirkjugøtan, ill-
veður, brek og ellisvomm bóru
mangan við sær, at lestur varð
lisin heima. Tað mundi annars
vera fastur siður í flestu heimum
sunnudagarnar at lesa lestur fyri
teimum, ið heima sótu í kirkjutíðini.
Viðhvørt savnaðust tey í ymiskum
heimum til lestur.
Soleiðis nevnir skyldmaðurin
J.A. Arge í greinini - Erindringer fra
et langt Liv - ein góðan sið hjá faðir
sínum Niels L. Arge:
"Min Fader optog og fulgte
en efter min Mening meget god
Skik, idet han fra det første af, jeg
kan huske, til sin høje Alder hver
Nytaarsmorgen Kl. 7 samlede alle
Arges og Argebues Beboere i sit
Hjem til Bøn og Lester."
Hetta er hitt fyrsta, vit hoyra um,
at bygdarfólkið savnast í einstøkum
heimi at vera saman um Guðs orð.
Áðrenn samkomuhús vórðu bygd
her á staðnum, vita vit eisini um
onnur hjún, sum lótu teirra heim
vera karm um kristin fundarhald.”
Við Ananu
Sverri fór 14 ára gamal í 1936 sum
messudrongur við Ananu til Grøn
lands. Anana var móðurskip hjá 28
bátum, ið róðu út frá skipinum og
avreiddu til tað. Hetta er størsta
fiskivinnuátak í Føroya søgu við 160
monnum.
Tá ið teir koma heim aftur
verður Anana seld av landinum.
Tá fór Sverri út í heim at sigla við
Ananu. Hann kom millum annað
til India og til Ruslands í ringastu
Stalin-tíðini.
Tað var bert ein tilvild, at Sverri
ikki var burtur í heimi, tá ið heims
bardagin brast á. Hann fór seinni
við einum svenskum skipi, Formosa,
sum sigldi millum Japan og Kina.
Hetta dámdi pápanum einki, sum
heimsstøðan var. Í 1938 var Sverri á
ferð avstað aftur eftir at hava verið
heima í feriu. Tá lovaði pápin at
skaffa Sverra lærupláss, um hann
settist aftur. Tað gjørdi hann so.
Hetta mundi eisini vera betri part
urin við tí ragnaroki, sum brast á
stutt eftir úti í heimi.
Sverri kom fyrst at arbeiða
hjá Askham og síðan hjá Vilhelm
Nielsen, har hann var restina av
arbeiðslívi, væl lýddur av øllum.
Pápin fórst við
»Nýggjaberg«
Tann størsta einstaka vanlukkan,
ið hendi føroyingum undir krígnum
var, tá ið trolarin ”Nýggjaberg” úr
Miðvági hvarv við 21 monnum. Skip
ari var Mortan, pápi Sverra. Tann
12. februar 1942 fór Mortan avstað
við ”Nýggjaberg” yvir Suðurlandið
á isfiskaveiðu, og teir ætlaðu so at
landa í Aberdeen. Tað viðraði ikki
so væl, og tann 3. mars løgdu teir seg
at kroka undir Vestmannaoyggjum.
Har lá eisini havnartrolarin Stella
Argus. Á morgni tann 6. mars
preiaði Mortan teir á Stella Argus
og segði, at hann roknaði seg at
hava 1200 kitt í lastini, hetta var
gott, og at teir høvdu kol at fiska
í tveir ella tríggjar dagar afturat,
og síðan skuldi farast til markna.
Síðani frættist einki aftur frá
”Nýggjaberg”. Tað vóru ymsar
gitingar um, hvat ið kundi hava
verið hent, men kanningar hjá
Niels Juel Arge seinni hava víst, at
trolarin varð torpederaður.
Hetta var ein ræðulig vanlukka,
Sverri Mortensen 90 ár:
Gjørdist sangari á gamalsaldri
Tann 19. mars verður Sverri Mortensen á Argjum 90 ár. Sum eina
føðingardagsheilsan skal Sveri eiga hesa Miðvikuna við brotum úr
hansara lívi, soleiðis sum hann sjálvur hevur greitt frá
“Teir fýra” á rundum føðingardegi hjá Jonu Henriksen. V.f. Sverri, Enok
Dam, Thomas Thomasen og Kristoffur Joensen.
Sverri og Tomina á yngri árum