mikudagur 14. mars 2012síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mikudagur 14. mars 2012 · Nr. 32
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ikki minst fyri Miðvág. Tað vóru
ikki færri enn 16 miðvingar við.
Bert í Miðvági sótu 8 einkjur við 32
børnum, í Vestmanna ein við seks
børnum, í Vági ein við sjey børnum
og í Havn ein við fýra børnum.
Í Dimmalætting stóð fyrst í
1943 henda yrking, sum tað kann
vera hóskandi at endurgeva her á
síðuni.
Ein syrgiligur 20 ára
føðingardagur
Yrkjarin var Jesar Hansen. Hann
var ein fiskimaður í Sandavági, sum
serliga er kendur fyri at hava tikið
nógvar myndir av lívinum umborð
á skipum.
Sverri var eisini í 1941 ein túr
við ”Nýggjaberg” niður við fiski
saman við pápa sínum. Hann
minnist, at teir skuldu altíð vera í
klæðum fyri at vera fyrireikaðir
uppá, at alt kundi henda. Ein av
uppgávunum var at halda útkikk
eftir minum, sum kundu vera sera
vandamiklar.
Tað var júst í hesum døgum fyri
70 árum síðani, at bíðað varð eftir
”Nýggjaberg”. Tað frættist einki frá
”Nýggjaberg”, tá ið tað var væntað,
at teir komu til Bretlands at landa.
Tíðin gekk, og sum tað leið fram
kom størri og størri órógv á fólk.
Vóna varð, at onkur nátúrlig
orsøk var fyri seinkanini, men
vónirnar gjørdust meira og meira
veruleikafjarar. At enda mátti bert
staðfestast, at eingin pápi kom
aftur. Tað vóru júst í hesi støðu,
at Sverri helt 20 ára føðingardag.
Tað hevur ikki verið hugaligt. Árið
frammanundan hevði Sverri eisini
mist mammuna.
Beiggin druknaði
Í 1944 hendi aftur ein serliga syrgilig
vanlukka í ættini. Beiggi Sverra,
Napoleon, var farin til Danmarkar
undan krígnum og slapp ikki heim
aftur, tá ið Danmark og Føroyar
vórðu hersettar.
Poli, sum hann varð kallaður, var
farin at lesa til diakon, og hann var
komin at kenna eina unga gentu,
sum hann skuldi trúlovast við á
hvítusunnu 1944 heima hjá henni í
Suðurjútlandi.
Í hesum sambandi var hann
farin ein svimjitúr á Augustenborg
fjørðinum. Men so illa vildi til, at
Napoleon druknaði.
Hetta var sjálvsagt ein ræðuligur
hvøkkur. Tað finnast fleiri minn
ingarorð um Napoleon, og sum
skilst var hann ein sjáldsama dám
ligur unglingi.
Gentan hjá Napoleon, Ingeborg,
giftist seinni við beiggja Pola,
Frits.
Virkin á mongum økjum
Sverri giftist við Thominu f. Sim
onsen, f. 1919 ættað úr Vestmanna.
Hon doyði í 1993. Tey fingu børnini
Maritu og Tummas Johan, sum
doyði í 2005. Umframt eru abba- og
langabbabørn.
Sverri hevur verið og er enn
ótrúliga virkin á so mongum
ymiskum økjum. Taka vit fyrst tað
andaliga, sum eisini liggur fremst
hjá honum, so sang hann í mong
ár við “Teimum fýra”, sum gleddu
mong fólk. Nú eru bert Sverri og
Tummas eftir á lívi, og nú syngur
hann í meinigheitskóri.
Eisini er hann kendur fyri sína
veteranmotorsúklu, sum hann fekk
sær við krígslok. Hann gavst tó við
at koyra við henni fyri nøkrum
árum síðani, men enn koyrir hann
bil.
Og so hevur hann enntá gjørt
motorar. Hetta gjørdi hann í 1948
saman við norðmanninum Sverra
Jørgensen, ið var á Frelsunarher
inum. Teir fingu tveir bilmotorar
frá Júst Sivertsen. Teir kvettu
motorarnar sundur og fingu tveir
motorar burtur úr hvørjum.
Í 1950 gjørdi hann ein einsylindr
aðan motor burtur úr einum Ford-T
motori, sum hann hevði í báti sínum
í gott 20 ár.
Eftir kríggið gjørdi Sverri sær
eisini elverk í kjallaranum.
Men tað besta við Sverra er kor
tini hvussu positivur hann er. Hann
er altíð við tó góða orðinum, ein
vælsignaður eginleiki. Trúfastur er
hann sum trøllið. Tað eru vit mong
sum kunnu sanna.
Góði Sverri. Hjartaliga tillukku
við teimum 90 árunum, og takk fyri
tín vinskap.
Tað er eitt ríkidømi í at kenna
teg.
Óli Jacobsen
olijacobsen@olivant.fo
Lag: Tænk naar engang
Ein dapur sorgarleikur fram er farin,
sum rýtur okkum øll í møn´ og merg
á hinum stóra vandamikla havi
við trolaranum nevndur ”Nýggjaberg”.
Í dag á sjónum víst er mikil vandi
kavbátar – spreingiknøttar – hermannaskip -
og flogfør sveima yvir sjógv og landi,
alt týnir, særir, oyðir fólk – dýrgrip.
Hvør hugsaði teir aldri meir´ at síggja?
Hvør tonkti, hetta var tann síðsta ferð,
at ”Nýggjaberg” við Miðvágskaj sást liggja,
ta síðstu heilsan sendi okkum her.
So fróðir og so glaðir allir fóru
við trolaranum ”Nýggjaberg” avstað,
til dagsins virki allir fúsir vóru,
- farvæl – farvæl – hvør maður sínum bað.
Teir strevaðust á nátt sum ljósum degi
við ”Nýggjaberg” til teirra síðstu stund,
til fíggindin tók týna teirra megi,
og eygu teirra løgdust vát í blund.
Kann vera skipið, tað var torpederað
av kavbáti, sum upp úr havi steig,
kann vera skipið, tað var bumbarderað
av flogfari á teirra fiskileið.
Hvør visti, hvussu alt gekk til og hendi?
Her er vist eingin, sum kann geva svar,
tó ivaleyst í bøn sær allir vendu:
“Mín Harri Gud, frels meg, verð hjá mær”.
Hvør hoyrdi teirra róp um hjálp úr vanda?
Hvør sá til teir í teirra sváru neyð?
Hvør hoyrdi teirra sukk og tronga anda?
Gud Faðir, ivaleyst, hann hoyrdi tey.
Vit vóna teir í neyðini sær vendu
mót himlinum, tað trúgva vit for vist,
til himnadrottin síðstu bøn uppsendu
“frels mína sál, mín Harri Jesus Krist”.
Hann svíkir ongan, sum í neyð ákallar,
Gud Harrin Krist, hann stendur við sítt orð,
við pálmagrein í hond teir krýndu allar
við lambsins trúnu við sítt brúdleypsborð.
Djúpt saknast tit, tit trúgvu Føroyasynir,
við “Nýggjaberg” tit løgdu út á hav.
Tit hava ofrað alt, ja, lívið givið.
Tit lýddu fosturlandsins stóra krav.
Nú friður hvílir yvir tykkar minni,
tit góvu lívið – dýrasta á fold,
vit minnist tykkum her við stillum sinni
so leingi sum vit liva her á fold.
Nú sorgin hevur vitjað manga smáttu
og kúrin situr mangur innan lon,
sum misti kærasta á fold hann átti,
- sín faðir – bróður - ella kæra son.
Gud troysti øll, sum kúrin heima sita,
Gud troysti einkjur – faðirleysu børn,
sum sorgin tíðliga hevur vitjað,
Gud troysti tey í blikalogn og ódn.
J. Hansen
Til manning NÝGGJABERGs
Rakul (1882-1941) og Mortan
(1883-1942), foreldrini hjá Sverra.
Napoleon, sum doyði
so vanlukkuliga.
Børn og verbørn hjá Rakul og Mortan á Argjum. Aftara rað v.f.: Richard Mortensen, Valbjørn Dalsgaard giftur
við Maju, Martin Mortensen, Betti gift við Palla, Johannes Mortensen og Børge Kjærsgaard, giftur við Dusinu.
Fremra rað: Inna, kona Richard, Maja, Daniella, kona Martin, Elma gift
við Johannes, Tomina kona Sverra, Dusina, kallað Dus.
Komandi partur
Í komandi parti verður røðin um Hensiu Jacobsen og
syðrugøtusøgu tikin upp aftur við nøkrum pørtum.