týsdagur 2. mars 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 42 - 2. mars 2004
Nr. 42 - 2. mars 2004
3
Finski Kari Hota-
kainen vann Bók-
mentavirðisløn
Norðurlandaráðsins
2004. Nevndin legði
dent á, at skaldsøgan
lýsti, hvussu norður-
lendska vælferðar-
samfelagið var um at
upploysast. Høvndin
kemur við eini parodi
av samtíðini og er
ironiskur mótvegis
siðbundnum kyns-
leiklutum
BÓKMENTA-
VIRÐISLØN
Kim Simonsen
Tað varð ikki Jóanes Niel-
sen, ið vann virðislønina í
2004, men finski høvundin
Kari
Hotakainen
fyri
skaldsøguna »Juoksuhau-
dantie« (Löpgravsvägen).
Klokkan 11 fríggjadagin
varð gjørt kunnugt, hvør
hevði vinnið bókmenta-
virðisløn Norðurlandaráð-
sins í ár. Formaðurin í
nevndini segði, at hetta var
fyri »sin samhällskritiska,
strukturellt
medvetna
roman«, og at nevndin
endaliga var samd um hesa
finsku skaldsøguna. Hetta
er sætta skaldsøgan hjá
finska høvundanum, og
hon hevur selt meiri enn
100.000 eintøk í Finlandi -
ið er ótrúlig nógv, nærum
ein rekord. Bókin er nú
týdd til svenskt, og í næst-
um kemur bókin á øllum
teim stóru norðurlensku
málunum, á týskum og
enskum. Hetta er ein bók,
finnar elska og ein bók, ið
øll kenna, og hon rakar ein
lakoniskan og asketiskan
tóna við sínum aforistiska
máli, søgdu limirnir úr
finsku nevndini á fundinum
á Christiansborg.
Skaldsøgan
er
bæði
tragisk og komisk í senn og
fær meg at hugsa um eina
svensk-finska skaldsøgu,
kallað »Popolærmusik fra
Vittula«, ið danir og fólk
um øll Norðanlond hava
tikið til sín. Tað er okkurt
óluksáliga
stuttligt
við
finskum humor, ið man
kann síggja í fimlunum hjá
Aki Kaurismäki.
Nevndin legði dent á, at
skaldsøgan lýsti, hvussu
norðurlenska
vælferðar-
samfelagið var um at upp-
loysast. Høvndin kemur við
eini parodi av samtíðini og
er ironiskur mótvegis sið-
bundnum kynsleiklutum.
Virðislønin er á 350.000
danskar krónur og verður
handað honum 2. november
2004 á Norðurlandaráðsins
ársfundi í Stokholm.
Vinnarin Kari
Hotakainen
Tað eru 19 ár siðandi, at ein
finskur høvundi, ið skrivar
á finskum fekk henda heið-
ur. Áðrenn hetta hevur onk-
ur finlands-svenskur høv-
undi fingið hesa virðisløn.
Kari Hotakainen debuter-
aði sum yrkjari í 1982. Eftir
fýra yrkingasøvn og eina
barnabók kom út fyrsta
skaldsøgan, kallað »Buster
Keaton«. Hann hevur síð-
ani hetta skrivað mest
prosa, men okkurt yrkinga-
savnið er eisini komið.
Hotakainen verður bæði
mettur at vera surrealist-
iskur og postmodernaður.
Hann er eisini ein sam-
felagsatfinnari, sum í vinn-
andi skaldsøguni skrivar
bæði komiskt og tragiskt í
senn. Málsliga er hann sum
prosahøvundi merktur av, at
hann eisini er yrkjari.
Í skaldsøguni møta við
finska manninum Matti
Virtanen, ið er vanligasta
navnið í Finlandi, hann
hevur roynt at laga seg eftir
kynsleiklutunum í samfe-
lagnum, serliga eftir kvinn-
unum. Matti er tí ein bleyt-
ur maður, sum endar sum
ein hálvsvakur manikari og
við at seta spurningar við
alt, serliga sín leiklut sum
maður í Finlandi í dag.
Bókin er umframt at vera
ein bestsellari ein prísvinn-
andi finsk skaldsøga, hon
hevur m.a. vunnið Fin-
landiavirðislønina í 2002,
ið er størsta finska bók-
mentavirðislønin.
Í løtuni verður arbeitt við
at filmatisera hesa skald-
søguna.
Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins:
Lýsir norðurlendska sam-
felagið í upploysn
Kari Hotakainen úr Finnlandi vann Bókmentavirðirsløn Norðurlandaráðsins og fær tær 350.000 krónurnar
Bretsku skattamynd-
ugleikarnir fáa nú
eina áheitan frá Bárði
Nielsen, landsstýris-
manni við fíggjar-
málum, um at koma
til samráðingar um
eina dupultskatta-
avtalu við Føroyar.
Hetta er fyrsta stigið
at fáa Føroyum
dupultskattaavtalur
við tey lond, ið føroy-
ingar hava nógv sam-
starv og samskifti við
SKATTUR
Í síðstu viku fór eitt skriv
frá Fíggjarmálaráðnum til
bretsku skattamyndugleik-
arnar. Skrivið er ein áheitan
frá landsstýrismanninum
við fíggjarmálum, Bárði
Nielsen, á bretsku skatta-
myndugleikarnar um at
koma til samráðingar um
eina dupultskattaavtalu.
– Høvuðsmálið hjá okk-
um er at fáa dupultskattin
burtur. Tað er órímiligt, at
bretar, ið koma hendavegin,
ella føroyingar, sum leita
sær til Bretlands í arbeiðs-
ørindum, skulu gjalda skatt
tvær ferðir av somu peng-
um, sigur Bárður Nielsen,
landsstýrismaður.
Hann hevur sett sær fyri
at fáa Føroyum dupult-
skattaavtalur við lond, ið
føroyingar
hava
nógv
samstarv og samskifti við.
Samráðingaráheitanin til
Bretlands er fyrsta stigið á
hesi leið.
Fundur var í Fíggjar-
málaráðnum í síðstu viku,
har Bárður Nielsen greiddi
umboðum fyri vinnuni frá
sínum ætlanum á skatta-
økinum. Landsstýrismað-
urin greiddi eisini frá áheit-
anini á bretar. Vinnuum-
boðini søgdu seg vera væl
nøgd við stigið hjá lands-
stýrismanninum, og tey
mettu tað eisini hava stóran
týdning at fáa avtalur við
tey lond, vit hava mesta
samskiftið við.
Á fundinum greiddu eis-
ini serfrøðingar á Toll- og
Skattstovu Føroya vinnu-
umboðunum frá, hvussu
skattaavtalur eru skipaðar
og hvørjar upplýsingar,
umsitingin ynskir frá vinn-
uni, árenn samráðingarnar
byrja.
Dupultskattaavtalur hava
tvey
høvuðsendamál.
Í
fyrsta
lagi
skulu
tær
tryggja, at borgarar og
fyritøkur ikki koma at
gjalda dupultan skatt, tá
arbeitt verður í tveimum
londum. Hitt endamálið er,
at borgarar og fyritøkur
hava fulla greiði á skattligu
avleiðingunum, tá tey taka
avgerð um at fara undir
virksemi í øðrum landi.
Bárður Nielsen, landsstýrismaður:
Vil samráðast um dupultskattaavtalu við Bretland
C
M
Y
K
3
2