Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-02, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. mars 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 42 - 2. mars 2004 Nr. 42 - 2. mars 2004 5 Á bygdarraáðsfundi í Sandavági hóskvøldið varð samtykt at seta nevnd, sum skal ar- beiða við uppskoti um at byggja eina fót- bóltshøll í Sandavági KOMMUNUTÍÐINDI Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Sandavági: Uppskot er komið um at byggja fótbóltshøll í grót- brotinum norðanvert bygd- ina í Sandavági. Bygdar- ráðið er farið undir at fyri- reika málið. Á bygdarráðsfundi, sum varð hildin í Sandavági hóskvøldið, vóru heili tvey uppskot um at fraa undir at fyrireika fótbóltshøllina, sigur Rósa Samuelsen, borgarstjóri í Sandavági. Fyrra uppskotið, sum var á skránni, kom frá Sandavágs Ítróttarfelag og FS Vágum í felag, og tað seinna kom frá bygdarráðsliminum Jóanisi Nielsen. Borgarstjórin sig- ur seg vita um enn eitt upp- skot um sama mál, sum tó ikki var fyri á fundinum hóskvøldið. Bygdarráðið samtykti at seta eina nevnd við limum, sum ítróttarfelagið og kommunan hvør í sínum lagi velur, at arbeiða víðari við hugskotinum. Sandavágs Ítríttarfelag hevði við sínum uppskotið lagt ymiskt tilfar, sum fing- ið var til vega til tess at undirbyggja tað, sum skotið er upp. Rósa Samuelsen, borgar- stjóri, sigur, at hon hevur verið í samband við onkran arkitekt, sum millum annað hevur verið við til at gjørt nýggju Parkina i Keyp- mannahavn. Men hon leggur dent á, at enn er einki gjørt ella nøkur avgerð yvirhøvur tikin ann- að enn, at samtykt er at seta nevndina, sum nú skal fara rættiliga undir arbeiðið við at fyrireika høllina. Arbeiða við fótbóltshøll í Sandavági Stovna felag fyri frælsan ítrótt í Vágum Í umbúna er at stovna felag fyri frælsan ítrótt í Vágum. Stovn- andi aðalfundurin verður hildin í Mið- vági mikukvøldið ÍTRÓTTUR Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Miðvági: Gongst sum ætlað, verður nýtt ítróttarfelag stovnað í Vágum mikukvøldið. Talan er um felag fyri frælsan ítrótt, sum skal vera fyri alla oynna. Talan er um at stovna felag fyri frælsan ítrótt fyri á tann hátt at kunna luttaka í føroymeistarakappingun- um fyri frælsan ítrótt, sum eru á hvørjum ári, sigur stigtakarin til nýggja ítróttarfelagið í Vágum, Sólfríð Fjalsbak í Miðvági. – Tað er nevninliga so- leiðis, sigur hon, at fyri at kunna taka lut í føroya- meistarkappingunum, skal ein vera limur í einum felag, sum so aftur er limur í serambandinum fyri frælsan ítrótt í Føroyum. Vit vita at tað eru nøkur fólk í Vágum, sum íðka frælsan ítrótt á kappingar- støði. Og tey noyðast so at vera limir í feløgum aðra- staðni í landinum. Serliga man tað vera Bragdinum, tey eru limir í, sigur hon. Sólfríð Fjalsbak sigur, at hon hevur spurt seg fyri hjá sersambandinum, og hevur har fingið at vita, at tað helst fer at taka ein mánað ella so at fáa felagið skráset í sersambandinum, eftir at nýggja felagið er stovnað. Føroyameistarakapping- in í renning byrjar við flaggdagsrenningini í Havn og heldur so fram á øllum stevnunum. So um tað skal bera til at vera við til allar kappingarnar í summar, er neyðugt at stovna felagið sum skjótast, sigur hon. Enn eru hvørki høli ella venjingarstøð fingin til vega til nýggja felagið. Byrjað verður bókstaviliga á berum, sigur Sólfríð Fjalsbak. Hon sigur seg bert hava fingið positiva móttøku, har hon hevur tosað um felagið. Tá tað er stovnað, fer hon fyrst at royna at fáa samstarv við hini ítróttar- feløgini í Vágum um til dømis at sleppa at renna kring fótbóltsvallirnar at byrja við. Tí tað verður iva- leyst renningin, sum verður tað fyrsta, felagið fer undir, væntar hon. Síðan er at fáa lagt fastar tíðir fyri venjingini. Ætl- andi skulu børn, vaksin og motionistar hava venjingar- tíðir hvør sær, heldur hon. Stovnandi aðalfundurin av felag fyri frælsan ítrótt í Vágum verður hildin heima hjá Sólfríð Fjalsbak í Mið- vági mikukvøldið 4. mars klokkan 20.30. Væntaða nýggja felagið hevur einki navn, men fólk eru vælkomin við uppskot- um til navn til nýggja ítrótt- arfelagið í Vágum, sigur stigtakarin. Sandavágs Kommuna hevur samtykt at fara undir fyririekingar til at gera eina fótbóltshøll í niðurlagda grótbrotinum í Sandavági Mynd: Edvard Joensen Sólfríð Fjalsbak hevur tikið stig til at stovna felag fyri frælsan ítrótt í Vágum. Stovnandi aðalfundurin verður í Miðvági miku- kvøldið Mynd: Edvard Joensen Arbeiðið at byggja nýggja Smyril gongur framvegis sum ætlað og 19. mars verður skrokkurin flotaður NÝGGI SMYRIL Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Arbeiðið at byggja nýggja Smyril gongur framvegis sum ætlað. Og nú er dagurin farin at nærkast, har skrokkurin skal á flot. Dagurin, tá ið skrokkurin skal á sjógv er ásettur at vera 19. mars. Tað dámar kanska ikki teimum, sum eru full í pá- trúgv, tí tað er ein fríggja- dagur- men tað hugsa spaniólar ikki so nógv um og harvið verður tað. Magnus Magnussen, tekniskur stjóri hjá Strand- ferðsluni, sum er í Spania og hevur eftirlit við bygg- ingini, sigur, at tá ið skrokkurin er farin á sjógv, skal hann sleipast til eina aðra skipasmiðju hjá sama felag, har yvirbygningurin skal setast omaná. Síðani verður farið at innrætta skipið og í oktober verður hann latin Strand- ferðsluni. Magnus Magnussen sig- ur, at Smyril hevur annars longu havt sínar fyrstu almennu gestir umborð. Tað hendi, nú landsliðið í fótbólti var niðri í Spania, at teir vóru á skipasmiðjuni og hugdu eftir nýggja suðuroyarskipinum. Teir vórðu eisini av- myndaðir á dekkinum og tann myndin skal rammast inn og hongjast onkustaðni umborð. Annars sigur tekniski leiðarin á Strandferðslsuni, at arbeiðið hevur gingið rættiliga væl og at tað er onki sum bendir á, at tíðar- freistirnar ikki fara at halda. Tó hava onkrir dagar eisini verið, har ið arbeiðið hevur verið darvað av arbeiðsósemjum í skipa- smiðjuni, men tað hava bara verið einstakar dagar. Og tá ið arbeiðsósemjur eru í suðurlondum, gongur tað munandi harðari fyri seg enn her hjá okkum og ta einu ferðina komu ar- beiðsfólk á skipasmiðjuni í rættiligan bardaga við løg- regluna. Og tað endaði við, at løgreglan brúkti táragass ímóti verkfalsfólki og skeyt tey við gummikúlum uttan fyri portrið til skipasmiðj- una. Nýggi Smyril á flot um 17 dagar Føroyska landsliðið í fótbólti var fyrsti, formligi gesturin umborð á nýggja suðuroyarskipinum. Tá ið landsliðið herfyri var í Spania á venjingarlegu, var alt ferðalagið á skipasmiðjuni og hugdi eftir nýggja Smyrli. Smyril er stórur og landsliðið rúgvar ikki nógv upp á dekkinum Her sæst inn á forskipið við tí stóra kúlustevninum Her stendur yvirbygnurin á nýggja Smyrli. Sjálv brúgvin skal setast á takið á yvirbygninginu. Beint undir brúnni eru manningarrúm og beint undir teimum, við teimum stóru vindeygunum, er matstova. Annars sæst, hvussu bakkin sær út Her sæst yvirbygningurin aftani frá Her er ein nærmynd av yvirbygninginum og her sæst, hvussu stórur hann er. Omaná yvirbygningin skal sjálv brúgvin setast. Beint undir brúnni við teimum smáu vindeygunum, eru kømur til manningina og onnur manningarrúm. Og tey stóru vindeyguni eru inn í eina matstovu C M Y K 5 4