Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-02, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. mars 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 42 - 2. mars 2004 Nr. 42 - 2. mars 2004 7 Pedagogarnir nýggjan formann tá í tíðini ikki kundu vísa hesum aftur. Vandin var til staðar. Sovjetsamveldið var sannført um, at brast kríggj á millum eystur og vestur, so skuldi hetta kríggj vinn- ast við kjarnorkuvápnum, og tískil kundu eisini Før- oyar verið fyri kjarnorku- álopi. Men einans atgongd til afturlatin, hernaðarlig, sovjetisk skjalasøvn kann svara spurninginum nøkt- andi, skrivar Bent Jensen í Reyðubók. Fiskiskipini Tað var ikki einans sovjet- iska hernaðarliga hjáveran nærhendis Føroyum, ið ørkymlaði Danmark. Danska verjan og donsku myndugleikarnir dámdu lítið stóra sovjetiska fiski- flotan undir Føroyum og mongu sovjetisku og eyst- urtýsku skipini í føroysum øki. Og enn minni dámdi dønum sovjetisku fiskifør- ini, ið vóru til umvælingar í Føroyum, serliga í áttati- árunum. Reyðabók staðfestir, at tað avgjørt ikki kann vísast aftur, at sovjetisku fiski- skipini høvdu aðrar upp- gávur, harímillum fregnar- tænastuuppgávur, og at skipini vóru partur av sovjetisku tilbúgvingini í einum møguligum kríggi. Harafturímóti bendir alt á, at so var, skrivar Bent Jen- sen. Men samtíðis viður- kennir hann, at lítið ítøki- ligt er at vísa á. Sovjetisku skipini kundu vera ein møgulig hóttan, men skjalasøvnini, ið kundu staðfest at so var, hevur Bent Jensen ikki fingið atgongd til. Vánaligt eftirlit Í Reyðubók skrivar Bent Jensen, at eingin ivi er um, at Sovjetsamveldið hevði fregnartænastuvirksemi í Føroyum. Men hann leggur afturat, at alt annað hevði verið at misrøkt sínar skyldur, tá havt verður í huga, at lætt var at savna tilfarið, og at fíggindin, tvs. NATO, hevði støðir her. Sovjetisk sendifólk og onnur embætisfólk, ið vitj- aðu í Føroyum, skrivaðu sínar frágreiðingar. Eisini vitjaðu fregnartænastufólk oyggjarnar, ílætin sum tíðindafólk ella embætis- fólk. Somuleiðis hava skip- arar á fiskiførunum og aðrir av manningini skrivað sínar frágreiðingar. Bent Jensen undras á, hví donsku myndugleikarnir ikki hava røkt uppgávuna at kanna útlendsku (les sov- jetisku) persónarnar, ið vitjaðu Føroyar. Ein upp- gáva, ið myndugleikarnir sjálvir høvdu álagt sær, men sum teir ikki ikki røktu, staðfestir Bent Jen- sen. Tískil høvdu russar so at siga frítt at fara og kundu gera sum teimum lysti. Danskur vinningur Í niðurstøðu síni staðfestir Bent Jensen somuleiðis, at alt bendir á, at danir hava havt vinning av Føroyum í NATO-høpi. Tí við at loyva vesturlendsku verjusam- gonguni at nýta føroyskt øki var lættari hjá Danmark at sleppa sær undan øðrum uppgávum, ið NATO álegði limalondum sínum. Føroyar lógu verju- leysar undir kalda krígnum, og væl hevði borið til hjá russum at hersett oyggjarnar. Eftirlitið við mongu vitjandi úr Sovjetsamveldinum var ikki nóg gott, og eisini bendir nógv á, at russisku fiskiførini høvdu til uppgávu at savna upplýsingar um Føroyar og føroyska samfelagið. Tað er niðurstøðan í Reyðu- bók, sum Bent Jensen, professari hevur skrivað Jón Brian Hvidtfeldt Mánadagin kom hon lok- sins. Bókin, ið lýsir Føroy- ar undir kalda krígnum, sæð frá einum sovjetiskum sjónarhorni. Bókin er ætlað sum ein mótvekt til Svørtu- bók, ið varð grundað á skjalatilfar úr amerikansk- um goymskum. Danski professarin Bent Jensen hevur leitað í gomlum, sov- jetiskum skjalagoymslum fyri har at finna tilfar, ið kann siga nakað um, hvussu stórveldið fyri eyst- an sá Føroyar í hernaðar- ligum høpi. Hóast hann hevur verið nógv tarnaður í sínum ar- beiði, og ikki hevur fingið atgongd til øll skjøl, so er niðurstøðan hjá danska professaranum, at russar høvdu eitt vakið eyga við Føroyum. Undir og árini eftir Seinna Heimsbardaga høvdu Føroyar ikki stór- vegis týdning fyri Sovjet- samveldið. Men tá viður- skiftini seinni kølnaðu millum eystur og vestur fingu Føroyar ein størri strategiskan týdning, eisini fyri Sovjetsamveldið. Ynsktu ikki loysing Sovjetsamveldið var væl vitandi um, at Danmark ikki var ført fyri at verja Føroyar í eini krígsstøðu. Men Moskva ynskti heldur ikki, at Føroyar tóku loys- ing frá Danmark. Tí sjálvt um leiðararnir í Kreml stuðlaðu sjálvstýrisrørslum nógva staðni í Vesturheim- inum, so gjørdi tað seg ikki galdandi í Føroyum. Stra- tegiska støða Føroya mitt í Atlantshavinum loyvdi ikki, at Føroyar lógu sum eitt uttanveltað mitt millum eystur og vestur, og tískil vóru russar sannførdir um, at tóku Føroyar loysing vildu oyggarnar í staðin koma undir bretskar og/ella amerikanskar veingir. Tískil gjørdist tað sovjet- iskur politikkur at lata vera við at stuðla loysingar- rørsluni í Føroyum, men í staðin royna at ávirka við- urskiftini millum Føroyar og Danmark. Tað skuldi gerast við at royna at trýsta danir til at forða NATO í at gera herstøðir í Føroyum. Men so hvørt sum NATO-útbyggingarnar fóru fram í Føroyum í fimmti- og sekstiárunum, vóru sovjetisku eyguni alsamt meira vend móti Føroyum. Sovjetisk herseting Bent Jensen slær fast, at Sovjetsamveldið uttan nak- rar trupulleikar hevði kunn- að hersett Føroyar, ynsktu teir tað. Men samtíðis høvdu trygdarpolitisku av- leiðingarnar verið sera stórar, og tí er ringt at meta um, hvørt hetta var ein reellur møguleiki. Undir kalda krígnum varð ofta ført fram, at Før- oyar í eini krígsstøðu kundu verið raktar av kjarnorkuvápnum, tí NATO hevði útgerð her. Tað, ið nú ber til at siga við vissu er, at hernaðarligir serfrøðingar - Við Reyðubók hava vit nú tvær frágreið- ingar, ið lýsa Føroyar í verjupolitiskum høpi. Tískil er tíðin búgvin til eitt aðal- rðaskifti um føroysk- an verjupolitikk, sum í framtíðini skal byggja á fult innlit og ávirkan, sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður Jón Brian Hvidtfeldt Fyrst var tað Svartabók, og fríggjadagin kom so Reyðabók. Við hesum báð- um hava føroyingar tvær bøkur, ið lýsa verjupolit- isku støðu Føroya undir kalda krígnum, sæð ávíka- vist úr vestri og úr eystri. - Tú kanst siga, at Reyðabók er ein mótvekt til Svørtubók, og við báð- um frágreiðingunum í hondini hava vit eitt gott grundarlag fyri einum aðalorðaskifti um framtíð- ar føroyskan verjupolitikk, sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður. Undanfarni løgmaður, Anfinn Kallsberg, boðaði í heyst frá, at hann ynskti eitt aðalorðaskifti um verjupolitikkin, og henda tráð ætlar Jóannes Eides- gaard at taka uppaftur. Enn er Reyðabók, ið er yvir 200 síður til longdar, fesk í hondini á løgmanni, landsstýrinum og tingfólki, og tískil veit Jóannes Eidesgaard ikki at siga, hvørt aðalorðaskifti eigur at vera í vár ella hvørt rættast er at bíða til í heyst. Men aðalorðaskifti, ið fyrst og fremst skal snúgva seg um framtíðar verjupoli- tikkin, men við støði í Reyðu- og Svørtubók, lovar løgmaður. - Ein framtíðar verju- politikkur skal eftir mínum tykki grundast á fult innlit í verjupolitisk viðurskifti, ið viðkoma Føroyum, og eisini skulu vit fáa ávirkan á tær avgerðir, ið viðvíkja okkum, sigur Jóannes Eidesgaard. Løgmaður vísir á, at í sama viðfangi eigur at verða hugt eftir gomlu løg- tingssamtyktirnar um utt- anveltaðu støðu Føroya. Russar njósnaðust í Føroyum Verjupolitisk endurskoðan Fakta Í desember 2000 bað Anfinn Kallsberg, løgmaður danska søgufrøðingin Bent Jensen um at kanna, hvønn lut Føroyar hevði í verjupolitikkinum hjá Sovjetsamveldinum undir kalda krígnum. Kanningin kom í lag eftir at ein líknandi frágreiðing, vanliga nevnd Svartabók, hevði lýst føroyska leiklutin, sæð úr USA og NATO. Reyðabók er higartil bara at finna á heimasíðuni hjá Løgmansskrivstovuni, men seinni kemur hon út í bók. Áhugaverd frágreiðing Hóast løgmaður ikki hevur havt stundir til at nærlisið frágreiðingina enn, so metir hann hana vera áhugaverda, hóast hon kanska ikki inniheldur so nógv, ið ein ikki kundi gitt um frammanundan. Men frágreiðingin stað- festir, at Danmark ikki gjørdi nógv fyri at verja Føroyar undir kalda krígnum, umframt at eftir- litið við russum ikki var nóg gott. – Føroyar hava verið í eini løgnari støðu, har nógv er farið fram, sum vit als ikki hava vitað um, vísir løgmaður á og leggur afturat: - Tað sum hendi undir kalda krígnum kundi neyvan hent aftur, tí í dag eru vit meira tilvitað um, hvat fyriferst, og eisini er størri opinleiki í politisku skipani. Tað er ein styrki, og tað ger millum annað, at ein føroyskur løgmaður ikki kann leggjast undir sama trýst, sum undan- farnir løgmenn hava verið undir í trygdarpolitiskum spurningum, metir Jóann- es Eidesgaard. Skipaeftirlitið skal nú skriva frágreiðing um hendingina og Smyril fær nýggja bjarg- ingarútgerð SUÐUROYAR- SIGLINGIN Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tað er framvegis ein gáta, hvussu tað kundi bera til, at Smyril misti eina bjarging- arstøð í havið í farnu viku á veg úr Suðuroy til Havnar. Veðrið varð ikki ringt og talan var tí ikki um, at hann hevði fingið ein sjógv. Bjargingarútgerðin er írsk og ein maður frá virk- inum í Írlandi, sum ger út- gerðina, hevur verið í Føroyum og kannað málið saman við tveimum eftir- litsmonnum hjá virkinum í Danmark. Teir báðir danirnir høvdu annars havt eftirlit við støð- ini 14 dagar fyri óhappið. Regin Vágadal, rakst- rarleiðari á Strandferðsluni, sigur, at maðurin frá írska virkinum fer nú til Írlands, har hann skal skriva eina frágreiðing. Frágreiðingin skal so sendast Skipasýn- inum, sum síðani skrivar eina frágreiðing. Annars fer Smyril eina nýggja bjargingarstøð úr Írlandi og hon kemur um einar 14 dagar til tríggjar vikur. Og Regin Vágadal sigur, at hóast Smyril misti hesa einu bjargingarstøðina, er trygdin framvegis í hásæti, tí Smyril hevur framvegis eina bjargingarstøð til yvir 400 fólk, umframt aðra bjargingarútgerð. Samstundis hevur skip- arin ásett, at tað sleppa ikki meiri enn 260 ferðafólk við, soleingi bara ein bjarg- ingarstøð er. Jóannes Eidesgaard við fyrsta eintakinum av Reyðubók, ið lýsir verjupolitisku støðu Føroya, sæð við eygunum hjá Sovjetsamveldinum. Mynd: Álvur Haraldsen Enn ein gáta, hví Smyril misti bjargingarútgerðina Tað er líka trygt sum altíð at sigla við Smyrli, hóast hann misti aðra bjargingarstøðina, tí enn er meiri enn nóg mikið av bjargingarútgerð umborð til ferðafólkið Á fyrsta sinni í søgu fe- lagsins hevur Føroya Peda- gogfelag ein mann til formann. Á aðalfundi leyg- ardagin varð Jarvin F. Hansen valdur til formann. Hini í nevndini hjá Føroya Pedagogfelag eru Ann Elisabeth Hansen, Bjørg- hild í Geil, Gitta av Kák og Leila Petersen. Umleið 450 limir vóru á aðalfundi hjá Føroya Peda- gogfelag leygardagin. jbh C M Y K 7 6