týsdagur 2. mars 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 42 - 2. mars 2004
Nr. 42 - 2. mars 2004
9
- Føroysku fjølmiðla-
leiðslurnar eiga at
skapa betri umstøður
til dýpd og atfinnandi
tíðindaflutning, og
undanførslurnar um
vantandi pening og
starvsfólk eru ikki
nøktandi, um tað bert
verður raðfest rætt, er
boðskapurin hjá 43
ára gamla Dánjali
Højgaard úr Útvarpi
Føroya, sum leygar-
dagin varð kosin
ársins tíðindamaður
av starvsfeløgum
sínum. Í viðtalu
eftirlýsir hann eisini
betri eftirútbúgving-
armøguleikar og sig-
ur sína hugsan um,
hvørjar eginleikar ein
góður tíðindamaður
skal hava
ÁRSINS
TÍÐINDAMAÐUR
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
43 ára gamli Dánjal Høj-
gaard, sum í løtuni starvast
í Útvarpi Føroya, varð
leygardagin kosin ársins
tíðindamaður av starvsfel-
øgum sínum undir fakfesti-
valinum fyri føroysku fjøl-
miðlarnar. Dánjal er út-
búgvin tíðindamaður í Nor-
egi, og hevur hann eisini
starvast á bæði Dimmalætt-
ing og Sosialinum, áðrenn
hann í Útvarpi Føroya hev-
ur
latið
journalistisku
dygdir sínar koma Føroya
fólki til góða við sending-
um sum Vespan, Í andgletti
o.s.fr. Dánjal Højgaard
hevur ikki hug at vísa á,
hvørjir orsøkirnar eru til
henda heiður.
– Mær dámar fyrst og
fremst betri at sita hinu-
megin borðið og gera sam-
røðuna, og hini mugu døma
um, hví eg fekk heiðurin,
men eg taki tað sum eitt
tekin um, at arbeiðið við
t.d. Vespuni hevur verið
neyðug, har farið varð
meiri atfinnandi í dýpdina,
sigur Dánjal Højgaard.
Hann leggur afturat, at
fleiri onnur saktans kundu
fingið sama heiður, tí sum
við øllum tíðindaflutningi
krevjast fleiri fólk at fáa
eina verkætlan at eydnast.
Spurdur, hví t.d. Vespan
ikki helt á, var hetta sam-
bært
Dánjali
ongantíð
endamálið.
– Talan var meiri um eina
avmarkaða verkætlan enn
eina varandi sending, og vit
gjørdu so tíggju sendingar í
tríggjar
mánaðir,
sigur
Dánjal Højgaard.
Tíðindafólk uttan
møguleikar
Føroyski fjølmiðlaheimurin
líður sambært ársins tíð-
indamanni undir vantandi
vilja frá redaktiónunum at
skapa betri arbeiðsumstøð-
ur og harvið betri tíðinda-
góðsku.
– Eg vóni, at redaktiónir-
nar fara at raðfesta rættari í
framtíðini, so kritiski jour-
nalistikkurin kann koma til
sjóndar. Tað verður altíð
sagt, at ov lítið av peningi
og fólki ger tað ógjørligt at
framleiða djúpan, gjøgn-
umførdan
og
kritiskan
tíðindaflutning, men hetta
er heldur ein spurningur
um raðfesting, sigur Dánjal
Højgaard. Hann leggur aft-
urat, at í vanliga tíðinda-
meldrinum gerast tíðinda-
menn bert vatnberarar uttan
at fáa møguleikan at bora.
– Um vit t.d. taka Sosi-
alin og Dimmu, sum koma
út fimm ferðir um vikuna,
skuldi t.d. ein tíðindamaður
hvønn mánaða fingið eina
viku at arbeiða, uttan at
verða noyddur at framleiða
tíðindi til kongaliga hoffið
hvønn dag. Við hesi rað-
festing eigur tað at lata seg
gera at fáa góðskuna í
hásætið við meiri tíð og
betri arbeiðsumstøðum til
tíðindafólkið, sigur Dánjal
Højgaard.
Hann heldur tað sam-
stundis vera hugstoytt, at
besti og mest avdúkandi
journalistikkurin í nýggjari
tíð er gjørdur av freelance
tíðindamonnum, og í hes-
um høpi nevnir hann um-
stríddu bókina Skjót Jour-
nalistin, sum Øssur Winth-
Dánjal Højgaard,
Redaktiónirnar
ársins tíðindamaður:
sleppa ov lætt
ereig og Grækaris Magn-
ussen stóðu fyri.
– Hetta eigur at geva
leiðslunum nakað at hugsa
um, og tað er spell, at van-
liga tíðindafólkið ikki hev-
ur møguleikan at framleiða
slíkan avdúkandi og at-
finnandi tíðindaflutning,
sigur Dánjal Højgaard. Við
støði í hesi bókini og avrik-
unum í SVF heldur Dánjal
Højgaard, at Øssur Winth-
ereig hevði uppiborið heið-
urin at gerast ársins tíð-
indamaður.
Eftirútbúgving eitt
krav
Umframt at skapa nøktandi
arbeiðsumstøður er upp-
gávan hjá redaktiónunum
sambært Dánjali Højgaard
eisini at gera journalistikk
til eitt lívsstarv, m.a. við
eftirútbúgving og førleika-
menning.
– Um ein journalistur
skal halda og kunna nýtast
eftir nógv ár í starvinum, er
alneyðugt hjá leiðslunum at
samskipa eftirútbúgving og
førleikamenning við nýggj-
um íblástri til tíðindafólki,
og í løtuni er hetta als ikki
sjónligt, heldur 43 ára
gamli
tíðindamaðurin.
Hann sigur, at tað verður
koyrt á ungu journalistar-
nar í eini tíggju ár uttan
nakra førleikamenning við
nýggjum avbjóðingum, og
tá kann alt steðga upp.
– Ein útbúgving gevur
tær nýggj amboð og nýggj-
an íblástur, og skal grav-
andi journalistikkur verða
eitt lívsstarv, er hetta eitt
krav, sum enn ikki verður
gingið á møti í Føroyum,
sigur Dánjal Højgaard.
Umframt starvið sum út-
varpsmaður er hann sjálvur
farin undir víðari lesna í
løgfrøði, og er endamálið at
fáa eina trý ára bachelor
útbúgving.
– Fyri meg er henda eftir-
útbúgving alneyðug, skal
eg halda fram í yrkinum,
slær Dánjal Højgaard fast.
Indignatión
Spurdur, hvørjar eginleikar
ein góður tíðindamaður
skal hava, nevnir Dánjal í
fyrstu syftu evnini at undr-
ast og seta grundleggjandi
atfinnandi spurningar í
øllum viðurskiftum.
– Her hava vit nógv at
læra frá børnunum, sum
undrast og seta tað, vit ofta
kalla "býttar" spurningar,
sum í veruleikanum eru teir
bestu og mest grundleggj-
andi. So skjótt vit taka alt
fyri givið uttan henda egin-
leika, koma vit á eitt síðu-
spor, og tá er vandi á ferð,
heldur Dánjal Højgaard.
Hetta er sambært honum
nakað, ein stutt sagt má
leggja seg eftir at læra.
– Ein kann sjálvsagt hava
nakrar viðføddar eginleikar
í sær, men í stóran mun má
ein tilvitað leggja seg eftir
hesum og hava ein vilja at
læra hesar grundleggjandi
journalistisku dygdir, held-
ur Dánjal Højgaard. Um-
framt hesi evni nevnir hann
indignatiónina sum ein sera
týðandi part í yrkinum, og
hóast hann lítillátin ikki
metir seg sjálvan hava hes-
ar eginleikar, eru hetta nøk-
ur grundleggjandi ideal.
– Á ein ella annan hátt
má ein hava eina tráan eftir
rættvísi, ein eldhuga at
koma órættvísi til lívs og
verja sannleikan, at vera
forharmaður um okkurt og
trampandi koma motiver-
aður til arbeiðis. Hetta
skuldu vit tíðindamenn
havt meiri av, tí annars
gerst starvið skjótt til ómot-
iverað umsitingararbeiði,
sigur Dánjal Højgaard, sum
eftirlýsir hesa indignatión-
ina. Í orðabókini er orðið
allýst at vera ein vreiði
vegna órættvísi og ónd-
skap.
– Hetta merkir sjálvsagt
ikki, at vit ikki skulu við-
fara allar partar eins og
meta objektivt um tað, vit
arbeiða við. Allir partar
skulu hava trygd fyri ob-
jektiviteti og perspektiver-
ing, og t.d. er mannagongd-
in í málinum um Johan
Dahl nakað, ein kann seta
spurnartekin við, heldur 43
ára gamli Dánjal Højgaard
at enda, sum leygardagin
varð kosin ársins journal-
istur, og sum við sínum
uppskotum og áskoðanum
aftur setir eitt afturvend-
andi kjak í fokus í føroyska
fjølmiðlaheiminum.
Væleydnaður
fakfestivalur
Leygardagin 29.
februar varð stórur
fakfestivalur hildin
fyri føroyska fjøl-
miðlaheiminum í
hølum á Sjómans-
skúlanum í Havn.
Størstu nøvnini á
festivalinum vóru
Hans Engell, fyrrver-
andi politikarin og
núverandi stjóri á
Ekstrablaðnum, og
Kurt Strand, arrog-
anti og til tíðir um-
stríddi sjónvarps-
verturin á Danmark
Radio. Dánjal Høj-
gaard úr Útvarpi
Føroya varð av
starvsfeløgum kosin
ársins føroyski jour-
nalistur. Systrarnar
Ása og Annika
Joensen skipaðu fyri
tiltakinum
FAKFESTIVALUR
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
Leygardagin skipaði sam-
takið Synergi fyri fjøl-
miðlaskeiði á Sjómans-
skúlanum í Havn, og
høvdu øll føroysk tíðinda-
fólk høvi at hoyra bæði
føroyskar og danskar fyri-
lestrahaldarar.
Størstu nøvnini vóru
óivað Hans Engell, stjóri
á Ekstrablaðnum, og Kurt
Strand, sum í Danmark er
vorðin kendur í sjón-
varpssendingini Profilen
á Danmark Radio. Hans
Engell hugleiddi um støð-
una hjá fjølmiðlum í Dan-
mark og Føroyum í 2004,
og serliga varð dentur
lagdur á eitt rák, sum m.a.
rakar bløðini sera meint
við lækkandi fíggjarligum
karmum at virka undir.
Við fleiri dømum úr
sendingini Profilen hevði
Kurt Strand fyrilestur um
spyrjiteknikk og journal-
istiska metodu, og var
hann sera bergtakandi við
beinraknum dømum um
trupulleikar og vansar, ein
tíðindamaður í sínum yrki
stendur í.
Fleiri føroyingar
Umframt donsku kanónir-
nar vóru fleiri føroyingar,
sum hildu fyrilestrar um
ymisk viðurskifti, og at
enda var orðið frítt. Mill-
um
annað
hugleiddi
Tróndur Djurhuus um
tøknifrøðiligu menningina
og framtíðarútlit. Menn-
ingarleiðarin hjá Føroya
Tele sá fyri sær eina fikti-
ónskenda og samstundis
eisini ræðandi samfelags-
mynd, har øll og eingin
vóru fjølmiðlar. Øsssur
Wintereig hevði ein pro-
vokerandi fyrilestur um
ógegni, og Kári Durhuus
lýsti føroysku fjølmiðlar-
nar í 2004 og eftirlýsti
politiskan vilja til fram-
burð og menning á fjøl-
miðlaøkinum. Umframt
hesar var eisini høvi at
hoyra formannin í Blað-
mannfelagnum, Edvard í
Skorini Joensen, Ellindur
Egilsstrøð úr Gallup Før-
oyar og løgfrøðingin Jon-
hard Klettheyggj.
Landsstýrið var væl um-
boðað, har bæði menta-
málaráðharrin og løgmað-
ur móti endanum tóku
orðið, meðan fleiri aðrir
journalistar eisini løgdu
fram síni hugskot um,
hvussu føroyski fjølmiðla-
heimurin kann mennast.
At enda avdúkaði orð-
stýrarin Bjørt Samuelsen,
hvør skuldi gerast ársins
tíðindamaður,
og
fall
heiðurin til Dánjal Høj-
gaard úr Útvarpi Føroya.
Lesið aðrastaðni á síðuni
viðtal við hann.
Løgmaður vil
hava fjølmiðla-
ráðgeva
- Føroyska stjórnin
er kanska tann ein-
asta í heiminum,
sum ikki hevur sam-
skipandi fjølmiðla-
ráðgevar í aðalráð-
unum, og tískil um-
hugsa vit at fáa meiri
skipaði viðurskifti
við nýggjari kunn-
ingardeild í Tinga-
nesi, sigur Jóannes
Eidesgaard løgmaður
eftir fjølmiðlafak-
festivalin leygardagin
NÝGGJ
KUNNINGARDEILD
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
Fyri fimm árum síðani
skrivaðu tíðindamenninir
Kári Durhuus og Per Høj-
gaard álit um, hvussu al-
menna fyrisitingin á betri
hátt kundi skipað sín tíð-
indaflutning
mótvegis
fjølmiðlunum, men síðani
tá hevur einki verið at sæð
frá hesi ætlan.
Nýggi løgmaður okkara
Jóannes Eidesgaard var
saman við fleiri landsstýr-
ismonnum til staðar á fak-
festivalinum leygardagin,
og júst hesin spurningurin
var eisini uppi at venda.
Løgmaður ásannar, at í løt-
uni er talan um alt ov til-
vildarligt samskifti millum
stjórn og fjølmiðlar, og at
hann tískil umhugsar at
seta fólk burturav at taka
sær av tíðindaflutningi.
– Við hesum høvdu vit
sloppið undan misskiljing-
um, har mál ikki høvdu
farið av sporinum, sum vit
ofta síggja í dag, og um-
framt hetta høvdu vit
tryggjað okkum eitt pro-
fessionellari samskifti, har
fjølmiðlarnir eisini fingu
kvalifiserað mótspæl, sig-
ur Jóannes Eidesgaard.
Hann leggur dent á, at ein
als ikki skal síggja fjøl-
miðlarnar og politikar-
arnar sum mótpartar men
heldur sum tveir horna-
steinar í eini demokrat-
iskari skipan og samskifti.
Eingir spindoktarar
Løgmaður leggur dent á, at
ætlanin í fyrstu syftu ikki
er ítøkilig, men hann metir
tað vera sannlíkt, at okkurt
verður gjørt á økinum.
– Ætlanin er ikki at seta
eina heila deild at taka sær
av
tíðindaflutningi
úr
Tinganesi, og í mínum
eygum er bert ein fjøl-
miðlaráðgevi í fyrstu syftu
nóg mikið, heldur Jóannes
Eidesgaard. Skrivaða álitið
hjá Per Højgaard og Kára
Durhuus leggur eisini upp
til júst hetta, so fíggjarligi
parturin er ikki nakar trup-
ulleiki at realisera álitið.
Spurdur, um hetta er
fyrsti liður í eini menning
fram ímóti danska embæt-
isverkinum á tremur við
pressuserfrøðingum
og
spindoktarum, er løgmað-
ur avvísandi.
– Ein spindoktari er ein,
sum arbeiðir fyri stjórnina
við einum partapolitiskum
endamálið, og hevur hetta
á ein ella annan hátt eisini
ein negativan klang. Hetta
er als ikki ætlanin. Talan er
stutt sagt um at fáa meiri
professionell og skipað
samskifti millum okkum
og fjølmiðlar, tí hetta er í
dag neyðugt, undirstrikar
Jóannes Eidesgaard.
Tíðirnar broyttar
Løgmaður samanber í hes-
um høpi við tíðina fyri
tíggju árum síðani, tá hann
seinast sat í Tinganesi, og
ásannar hann, at viður-
skiftini millum politikk og
fjølmiðlar er broytt mun-
andi.
– Fyrr var alt meiri aftur-
latið, men við opna nú-
tíðarsamfelagnum
hava
fjølmiðlarnir størri ávirkan
og harvið týdning, og tískil
er neyðugt við broytingum
á økinum, sigur løgmaður.
Enn er tó einki ítøkiligt
uppskot á borðinum um
nýggja fjølmiðlaserfrøði í
Løgmálaráðnum, men er
hetta sambært løgmanni
eitt øki, sum í framtíðini
skal viðgerast og betrast til
frama fyri allar partar.
Hans Engell, v.m. og Kurt Strand, h.m. vóru høvuðspersónar á
fakfestivalinum leygardagin, har teir við fyrilestrum
rúnarbundu føroysku tíðndafjøldina
Mynd: Jan Müller
Løgmaður
ynskir ársins
tíðindamanni,
Dánjali Høj-
gaard, tillukku
við heiðurinum
á fakfesti-
valinum
leygardagin
Mynd: Jan Müller
– Um vit t.d. taka Sosialin og Dimmu, sum koma út fimm ferðir um
vikuna, skuldi t.d. ein tíðindamaður hvønn mánaða fingið eina viku at
arbeiða, uttan at verða noyddur at framleiða tíðindi til kongaliga
hoffið hvønn dag. Við hesi raðfesting eigur tað at lata seg gera at fáa
góðskuna í hásætið við meiri tíð og betri arbeiðsumstøðum til
tíðindafólkið, sigur Dánjal Højgaard
Mynd: Jan Müller
C
M
Y
K
9
8