týsdagur 2. mars 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 42 - 2. mars 2004
Nr. 42 - 2. mars 2004
11
Leygardagin legði felagið Synergi til brots við sínum
fyrsta tiltaki, ein fakfestivalur fyri fjølmiðlar og
fjølmiðafólk. Stigtakarinnurnar komu væl frá hesi byrjan,
og er lítil ivi um, at hetta verður afturvendandi tiltak og
eitt tiltak, ið eisini aðrir fakbólkar kunnu hava gleði og
nyttu av.
Hans Engell, ábyrgdarhavandi stjóri á Ekstrablaðnum og
ein av teimum, ið hevur verið nógv frammi í orðaskift-
inum í Danmark um fjølmiðlar og teirra framtíð og teirra
støðu í samfelagnum sum heild helt áhugaverd innlegg.
Hann gjørdi rættiliga nógv burtur úr støðuni, ið miðlarnir
hava í Danmark, Noregi og Svøríki. Niðurstøða hansara
var, at tað almenna har raðfestir fjølmiðlarnar høgt fyri
tann týdning hesir hava fyri mál og mentan, orðaskifti,
upplýsing sum heild, ja fyri demokratiið. Tískil royna tey
at skapa fjølmiðlunum góðar karmar at virka undir.
Nakað, sum er ein mangulvøra í Føroyum. Engell helt
fyri, tá hann tók samanum: at taka føroyskir myndugleikar
ikki annað skinn um bak og geva heimliga fjølmiðla-
heiminum betri karmar at virka undir, tá ganga tað bert fá
ár og Føroyar gerast nærsagt eitt U-land í miðlahøpi. Og
tað kann man sum nútímans og upplýst samfelag ikki liva
við.
Danski miðlastjórin nevndi tær almennu skipanir í t.d.
Danmark, sum hava tilknýti til miðlarnar, eitt nú ein
mediakommissión, ið arbeiðir við miðlaspurningum.
Hetta er so so eisini nakað, ið okkara myndugleikar eiga
at umhugsa. Ein vandi fyri Føroyar er eisini tørvurin á
útbúnum fjølmiðlafólki og somuleiðis eftirútbúgving.
Hetta er ein stór mangulvøra og eisini ein hóttan ímóti
miðlunum í dag og harvið eisini móti demokratiinum.
Eisini her fingu umboðini fyri landsstýrið við sjálvum
løgmanni og mentamálaráðharranum á odda nakað at
hugsa um. Her má tað almenna vísa størri áhuga og kenna
størri ábyrgd. At umboð fyri landsstýrið høvdu valt at vera
við kann so takast sum eitt gott tekin. So er spurningurin,
hvat ítøkiliga fer at spyrjast burtur úr.
Evnisdagurin nam eisini við spurningar, ið viðvíkja
miðlafólki og miðlunum sjálvum, eitt nú hvussu hesi best
umsita ta stóru ábyrgd man hevur fingið litið upp í hendi.
Her var víst á tørvin á tí so nógv umrøddu og eftirspurdu
fjølmiðlaábyrgdarlógini og einum etiskum ráð at viðgera
miðlaspurningar. Nú var evnisdagurin fyrst og fremst fyri
fjølmiðlafólk men við vóru eisini umboð fyri landsstýrið,
ið høvdu høvi at líða á og taka til sín bæði atfinningar og
góð ráð, hóast tað var gjørt púra greitt, at tað skal vera
greiður skilnaður millum miðlaheimin og so tann
politiska. Løgmaður ásannaði hetta men helt eisini, at
bæði fjølmiðlar og politikarar hava brúk hvør fyri øðrum
og vónaði, at tað fer at bera til at virka hvør í sær og saman
á einum sakligum og professionellum støði. Hann eins og
mentamálaráðharrin mettu ikki, at tíðinar í løtuni góvu
rásarúm fyri at stuðla kring miðlarnar so ella so, men
løgmaður kundi tó lova, at fjølmiðlaábyrgdarlógin verður
veruleiki í næstu framtíð.
Ringar ella góðar tíðir. Okkara politikarar eiga at taka
orðini hjá Engell til umhugsunnar og spyrja seg sjálvar,
hvussu verður við demokratiinum, um framtíðar karm-
arnir hjá allari pressuni verða so vánaligir, at úrslitið
verður ein veingjaskerd pressa, ið hvørki hevur orku at
stuðla undir demokratiseringsprosessina ella stuðla undir
mál og mentan.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Nakað at hugsa um
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Heini í Skorini heini@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Petur S. Johannessen
Vágur
Nú tá í vit eftir øllum at
døma hava fingið einaræði
í Føroyum, er so at spyrja,
hvat í hægstu leikmennirnir
í landsstýrinum hugsa, tí
tað er greitt, at fjølmiðlar-
nir avgera, hvør situr í
landsstýrinum, og hvussi
leingi hesir skulu verða har.
Tað bleiv staðfest, tá
Jóaness Eidesgaard loysti
Johan Dahl úr embætinum
sum fiskimálaráðari við tí
grundgeving,
at
hann
ynskti arbeiðsfrið, og tískil
er Johan Dahl tyngjandi
fyri ta sokallaða politisku
skipanina, eftir at tað bleiv
greitt, at nakrar ógrundaðar
blaðgreinir, sum Johan
Dahl ikki kan forða nøkr-
um at skriva, fáa løgmann
at fella landsstýrismannin.
Hesar greinir hevur Johan
Dahl nú afturvíst sum villur
heilaspuni.
Ja hetta er ikki Holly-
wood, men rama álvara,
hetta er støðan í Føroyum í
dag, hvar eru vit nú henni,
eg havi ikki hoyrt líknandi,
hetta er púra óseriøst harra
løgmaður, og sera vánaligt
at tapa fyri einari óseriøsari
pressu, sum kanska spælir
við heilt øðrum tónum.
Ein vinnulívsmaður kann
altíð fara av knóranum, tað
skal bert ein nóg stór feil-
íløga til, so skramblar alt
korthúsið, óansæð hvussu
væl fyritøkan er fyri, tí meti
eg einaferð enn, at tað var
sera óheppi at løgmaður
segði Johan Dahl frá sum
landsstýrismann í fiski-
vinnumálum, tí tað er fyri
mær púra burturvið at
koyra hann frá, við tí
grundgeving at fáa arbeiðs-
frið.
Hvør
vinnulívsmaður
tímir nú at fara inn í
landspolitik, fjølmiðlarnir
skulu bert skriva ræðusøg-
ur, so verður hesin lands-
politikari tyngjandi fyri
politisku skipanina, og hvat
hendir so løgmaður?
Eisini er tað sera harmu-
ligt, at løgtingslimir í Sam-
bandsflokkinum
ikki
standa saman um landsstýr-
ismannin, hesi somu valdu
at stuðla tværferðir, har
niðurstøðan var, at Johan
Dahl skuldi verða umboðið
í landsstýrinum hjá Sam-
bandsflokkin, hetta sigur
bert, hvussu støðan er í
Sambandsflokkinum í løt-
uni, ein glantrileikur uttan
sín líka.
Tað
hoyrir
ongastani
heima at býráðslimir krevja
ein landsstýrismann frá,
sum einki skeivt hevur
gjørt, bara tí tey eru for-
nermaði, hvat er hetta fyri
nakað, hetta er ikki Mopp-
ed Show, hava tey áhuga at
verða í landspolitikki er
bert at royna at koma á
listan til løgtingsvalið.
Tað er langt síðani, at ein
samgonga hevur sitið, sum
ongan
landsstýrismann
hevur havt við beinleiðis
bakgrund í vinnulívinum,
nú eru tað fýra lærarar, ein
skrivstovumaður,
ein
grannskoðari og ein sam-
felagsfrøðingur í lands-
stýrinum í dag, ikki tí at eg
vil undirvurdera hesar, men
eg meti, at balansin ikki er
nøktandi, tann vinnuligi
parturin er ikki umboðaður,
og er tað sera óheppi.
Tað er ógvuliga álvar-
samt, um vit í Føroyum fáa
tann tendens, at vinnulívs-
fólk ikki tíma at fara aktivt
inn í politik meira, tí støðið
er sera lágt í løtuni, so meti
eg at vit tapa landsdystin
áðrenn hálvleik.
Svenning Borg
Vágur
Síggi í bløðunum, at Høgni
Hoydal fær 116.000 kr. í
løn um mánaðin frá tí al-
menna.
Hugsandi um tey, sum á
flakavirkjum og fiskavirkj-
um stríðast alt árið fyri
næstan tað sama, sum hesin
almenni garpurin fær um
mánaðin, má ein bara øtast.
At hettar kann bera til,
sigur bara hvat støðu okur
eru í.
Sjálvandi ber væl til at
tosa um sjálvberandi bú-
skap við sovorðnari løn,
men ikki haldi eg, at lønin
er uppiborin!
Skattur og avgjøld kunnu
væl brúkast til sovorði, um
so figgjarlógin gevur hall.
Einaræðið Føroyar
Vælferðarsamfelagið Føroyar!
Súsanna Dam
Romanblaðið Fregnir bar
hendan dagin eina sera
fantasifulla
og
hjarta-
nemandi frásøgn, sum bæði
almenningur og fjølmiðlar
tóku fyri fult, ja so fult at
hvør einasta tíðindasending
og eykatíðindasending í
fleiri dagar høvdu frásøgn-
ina sum høvuðssøgu. Gitað
varð dúgliga um avleiðing-
ar og revsing, eins og stór
gremjan um skomm og
ómoral floymdi oman yvir
okkum. Ráðaríkir menn
settu knyklar í brýr, sóu
týdningarmiklir
út
og
gjørdu metingar um polit-
iskt reinføri og valbæri. Jú
vit fingu luftað okkara for-
dómum og øst hvør annan
upp í nánd av kollveltingar-
febri.
Romanin hjá Fregnum
fekk tó ein bráðan enda og
doyði uttan minstu umrøðu,
eftir at, ?, . veruleikin varð
lýstur, ella kanska tí at
endamálið varð rokkið.
Kanska varð rættvísið upp-
fylt, og øll nøgd. Hvør veit?
Men ikki er liðugt enn.
Sensatiónsjagstranin heldur
áfram eftir einum heima-
sniðkaðum moralkodeksi,
sum ilt er at skoða nakað
dygdargott ella hóskiligt
við, og lukka fatti hann, ið
av onkrari orsøk er farin út
um rammurnar, er veiði-
maðurin ikki vinur hans.
Mín
spurningur
sum
lesari, lurtari, brúkari er nú,
hvat skal hitt fjórða stats-
valdið nýtast til? Skal tað
kreera mær eina mynd, sum
svarar til ta dreymatilveru,
sum eg ynski mær? So fari
eg kanska at elska tað, í
hvussu so er, líka til eg
skilji, at tað hevur hildið
meg fyri gjøldur. Skal tað
siga mær frá dagsins viður-
skiftum so nær veruleikan-
um og so litleyst sum tilber.
Tá kann vera, at eg við
hvørt fari at hata tað, men
eg fái so høvi til sjálv at
taka dagar ímillum møgu-
leikarnar. Ella skal tað bara
sýna fram vøddar sínar fyri
vøddarnar skuld?
Talufrælsi við ábyrgd
Heri Simonsen
Ein ikki sørt óttafullur
stjóri í P/F Ítróttarvedding
var at hoyra í ÚF týskvøld-
ið 24. februar.
Altjóða veddingarfyri-
tøkan Ladbrokes hevur
opnað eina konto í føroysk-
um peningastovni, og kann
tað gerast orsøk til, at sam-
starvsavtalan
millum
Dansk
Tipstjeneste
og
Ítróttarvedding verður upp-
søgd. Danir fara at negla
fyri hurðina, og ítrótturin,
mentanin og ungdómsar-
beiðið fara at missa smáar 7
miljónir krónir! Hetta er
sjálvsagt ógvuliga harmi-
ligt, um tað kemur so langt.
Men áðrenn man heilt
missir mótið, átti man
kanska at kannað aðrar
norðurlendskar samstarvs-
møguleikar.
Betri tænastu
Norsk Tipping og Svenska
Spel, sum eru almennu
veddingarfyritøkurnar
í
Noregi og Svøríki hava
eina nógv betri tænastu fyri
tey, sum tippa og oddsa. Í
Noregi og Svøríki kan ein
vedda uppá "singlir", t.v.s.
ein kann vedda útfallið: 1-
X-2 uppá bara ein dyst. Ein
norskur og svenskur odds-
veddari nýtist bara at stríð-
ast við 3 ymisk útfall av
veddimálinum. Tað er bert
hendingaferð, fyri ikki at
siga ongantíð, at vit føroy-
ingar (danir og grønlend-
ingar) sleppa at vedda út-
fallið: 1-X-2 av bert einum
dysti. Hjá Dansk Tips-
tjeneste er man tvungin at
vedda útfallið av í minsta
lagi tveimum dystum. Tað
merkir, at ein skal stríðast
við 9 ymisk útfall. Norsk
Tipping og Svenska Spel
hava also eina munandi
betri tænastu at veita sínum
oddsveddarum, enn Dansk
Tipstjeneste. Haraftrat hava
Norsk Tipping og Svenska
Spel - í gjøgnumsnitt - væl
hægri odds at bjóða sínum
kundum enn danska mono-
poltænastan. Hetta ger, at
nógvir føroyingar heldur
vedda á alnótini!
Meira í puljuni
Taka vit klassisku leygar-
dagstippingina, er hópin
hugaligari hjá veddarum at
tippa leygardagstipping hjá
Norsk Tipping og Svenska
Spel. Meðan tipspuljan hjá
Dansk Tipstjeneste sjáldan
klárar upp um 6 miljónir
DKK, so liggur norska
tipspuljan javnt og samt
ímillum 25-30 miljónir
NKK. Svenska tipspuljan
er eisini væl størri enn tann
danska, um ikki líka stór,
sum tann norska. Um
Dansk Tipstjeneste hóttir
tykkum í P/F Ítróttarvedd-
ing, so er ein gongd leið at
spyrja seg fyri hjá Norsk
Tipping ella Svenska Spel,
og biðja um samstarv hig-
ani. Nógvir føroyskir tipp-
arar og oddsarar, ið heldur
vilja vedda hjá einum
alnóts-bookmakara høvdu
aftur byrja at tippa og oddsa
hjá terminalunum hjá P/F
Ítróttarvedding, um teir
høvdu fingið tey oddsini,
og tað tænastuna, sum
Norsk Tipping og Svenska
Spel hava at bjóða sínum
kundum!
Tipsblaðið harðan kritikk
Eingin hevur kritiserað
Dansk Tipstjeneste so nógv
sum júst Tipsblaðið. Tips-
blaðið hevur fleiri ferðir
biðið Dansk Tipstjeneste
um at spegla sær í Norsk
Tipping og Svenska Spel.
Men hetta hevur verið sum
at sláa ein kodda! Sjálvur
tori eg at garantera P/F
Ítróttarvedding,
at
teir
høvdu fingið ein nógv
størri umsetning, tá ræður
um tips og odds, um teir
høvdu havt terminalar hjá
Norsk Tipping ella Svenska
Spel. M.a. íslendska vedd-
ingartænastan samstarvar
við Svenska Spel á fleiri
økjum. Norsk Tipping og
Svenska Spel hava líka
nógv tóm lottospøl sum
Dansk Tipstjeneste so á
lotto-økinum hevði P/F
Ítróttarvedding ikki mist
nakran pening. Spyrjið
tykkum fyri hjá Norsk
Tipping og Svenska Spel.
Føroyar eru sætta norður-
landið, og samvinna okkara
eigur at verða við øll
norðurlond. Eisini tá ræður
um ítrótt og ítróttarvedd-
ing. Føroyska veddingar-
lógin heimilar P/F Ítróttar-
vedding at velja Norsk
Tipping ella Svenska Spel
fram um Dansk Tipstjen-
este. Í Noregi og Svøríki
fara "tipsmidlarnir" eisini
til ítrótt, ungdóm og ment-
an! Ella skal bara alt í
Landsuðri liggja?
Hans Birgir Hansen
Íverksetari í føroyskum
bløðum
Tað hevur støðugt gingið
framá tá ein fær klára
upp við sína fortíð og
nútíð og skapað fram-
tíðina og fáa skipað seg
heilt av nýggjum tá ein
sleppur sær av við óvið-
komandi fólki!
Eg eri stak væl nøgdur
við framgongd, trivnað,
menning, ið ein hevur
skapt við hjálp av lesara-
brøvum
í
føroyskum
bløðum í meira enn ein
mansaldur ið hevur gjørt
støðuna greiðari!
Tað hevur kostað ein-
um ómetaliga nógv í
peningi, orku og tí, at
vinna sær størri sjálvsav-
gerðarrætt, frælsir, rætt-
indir,
privatlívsfriðin,
tryggja ímóti, óviðkom-
andi uppíleggjanir!
Eg havi hópin av ættar-
bólkum,
stættum,
ið
royna at avleiða eina
hugsanir og órógva eins
forrætningsvirksemi og
dagliga samskifti, sam-
starvi, við onnur med-
menniskju, í dag!
Tað er veruligur hatur,
óndskapur, øvundsjúka,
ættarbólkar, stættir dag-
liga sýna mær, allastaðni
í Havnini, ið leggja seg út
í privatviðurskiftir hjá
einum, ið ikki viðkemur
teimum!
Eg havi skyldu at
hjálpa øðrum, ið eru
undir skaðiligari ávirkan
av mínum etableraðu
kappingarneytum, teim-
um ið eru óseriøs, óvirk-
in, ómotiverað, í tí dag-
liga gerandislívið!
Tað er neyðugt at halda
áfram við sínum stríðs-
ætlanum og fylgja upp
tað, ein hevur skrivað og
viðgjørt í lesarabrøvum, í
bløðunum og geva øllum
innliti, forstáilsi, tilvitan-
ina!
Eg fái positivar reak-
tiónir frá fólki, og ein fær
forbedra sítt bakland og
etableringar, so ein fær
skipað seg sjálvstøðugan
og sjálvstøðugt vinnu-
rekandi heimanífrá reva-
garðinum.
Tað at kunna hjálpa
fólki ið eru seriøs, virkis-
fús, motiverað, í tí dag-
liga gerandislívi, tað er
hvat ein fæst við og
kunna
um
ymiskar
mirakulkurar,
ið
ein
hevur fingið roynt heima.
Eg havi góð kort á
hondini so ein verður
rættuliga væl fyri at taka
upp
kappingina
við
e t a b l e r a ð u
kappingarneytar, tá talan
er um fólkaheilsuna,
náttúruna, orkusparing
v.m.!
Tað er gott at vera
sjálvlærdur í mest sum
øllum ið ein dagliga fæst
við at eygleiða, filoso-
fera,
granska,
lesa,
royna, ið ein síðani fær
kunnað í lesarabrøvum í
bløðunum í Havn.
Eg havi fleiri stórar
lívsavbjóðingar
fyri
framman við atliti fleir-
tjóða fyritøkur í ein hev-
ur gingið undan at slóða
fyri ið komnar eru á
privata heimamarknaðin
í Føroyum.
Fortíðin & Nútíðin
& Framtíðin?
Hví hevur P/F Ítróttarvedding ikki biðið um
samstarv við Norsk Tipping og Svenska Spel?
Jón Ellendersen
Mr. Down var ein sera
fryntligur, ungur maður,
góður við øll og tað besta
hann visti var at geva fólki
eitt reiðiligt klemm. Mr.
Down var altíð í góðum
lag.
Kanska gekk tað ikki so
væl í skúlanum hjá Down,
hann hevði ilt við at sita
stillur og skilti ikki alt, sum
lærarin segði. Men øll
dámdu Down, øll vóru glað
tá Down var í klassanum.
Men Mr. Down visti, at
hann var ikki sum øll hini,
ella rættari: hann og hans-
ara líkar vóru ikki sum øll
hini, men tað vóru jødarnir
heldur ikki, so hann helt, at
allir Down´arnir vóru eitt
slag av jødum, og tí kallaði
hann tey fyri Down-Jødar.
Ein dagin bankaðu nakrir
búnaðklæddir menn á hurð-
ina og søgdu harðliga, at
Mr. Down skuldi koma við,
og tað sama skuldu for-
eldrini. "Tit skulu út at
ferðast!"
Mr. Down var í sjeynda
himli. Hann hevði altíð
droymt um at sleppa at
ferðast. Men, tað undraði
hann hóast alt, at tokið var
so ússaligt, at eingir stólar
vóru í vogninum og, at tað
luktaði so illa. Í einum
króki sat ein kona og græt,
hon
græt
allan
túrin.
Mamman og pápin søgdu
bara, at "tað gongur nokk,
Mr. Down".
Tá tokið steðgaði - Mr.
Down visti ikki hvussu
leingi tey høvdu koyrt -
kom ein brískur búnað-
maður, tey søgdu hann var
sanitetshermaður - eitt løg-
ið orð. "Tú fert til høgru!"
segði sanitetshermaðurin
við Mr. Down, "og tit til
vinstru!" segði hann við
foreldrini.
Mr. Down helt tað vera
stuttligt, men helt tó, at
foreldrini sóu so kedd út.
Tað skilti hann als ikki, tí
nú vóru tey komin til ein
sera hugnaligan feriubý,
Bergen-Belzen, ikki Berg-
en, sum hann helt mamman
og pápin høvdu sagt. Líka
mikið, hann kundi fara til
Bergen eina aðra ferð. Eftir
sum Mr. Down skilti, so var
tað eina og aleina tí hann
var ein Down´ari, so tað
mátti vera okkurt heilt ser-
ligt.
Á veg inn í feriubýin
fekk Mr. Down eyga á eitt
skelti, har tað stóð okkurt
sum "Arbeit Macht Frei",
men hann skilti ikki orðini,
tey vóru fremmand.
Mr. Down legði til merk-
is, at meginparturin av
fólkinum í feriubýnum
gingu við gulum stjørnum.
Hann vildi eisini hava eina
gula stjørnu, men fekk at
vita, at har hann skuldi,
høvdu tey ikki gular stjørn-
ur fyri neyðini.
Mr. Down fekk at vita, at
ein maður sum æt Hitler
hevði bygt Bergen-Belzen
feriubýin, so Hitler mátti
vera ein fittur maður, ein
rættiligur jólamaður.
Tað síðsta Mr. Down
mintist var, at hann var
biðin um at fara í bað. Aldri
fyrr hevði hann sæð so stórt
baðirúm, har vóru minst
100 brúsur. Mr. Down helt
tað vera stuttligt at fara í
bað við so mongum í senn,
og hann skilti ikki, hví so
mong teirra grótu. Heima
hjá teimum grótu tey í
øllum føri ikki, tá tey
skuldu í bað, tí tað var so
herligt.
---
Fyri stuttum sótu vit øll
skelkað framman fyri sjón-
varpsskíggjan og hugdu at
sendingini um svenska
rasupolitikkin. øll fólk,
sum ikki vóru "av reinari
rasu", ella vóru samar,
sálarsjúk, menningartarnað
vórðu geld so tey aldri
kundu fáa børn. Hitler
dámdi so væl hesa læru, at
hann menti hana, men í
staðin fyri at gelda, týndi
hann tey ístaðin í stórum
týningarlegum:
Bergen-
Belzen, Buchenwald, Ausc-
hwitz og Tre-blinka. Eisini
børn og vaksin við Down-
syndromi vóru týnd saman
við jødunum.
Ja, vit eru skelkað av
slíkum tíðindum, men tá vit
í Útvarpinum hoyra, at nú
skulu allar kvinnur fáa
nakkafoldskanningar,
tí
møguliga bera tær ein Mr.
Down undir brósti, og tað
kann nýmótans samfelagið,
har alt og øll helst skulu
vera perfekt og ikki kosta
samfelagnum ov nógv, ikki
góðtaka.
Men vilja vit, og tora vit
at játta fyri okkum sjálvum,
at nýggjasta stjørnuskoti úr
Danmark ikki er annað enn
tað, sum svenska rasulógin
og síðani Hitler royndu, at
rudda heimin fyri tí óper-
fekta, at rudda heimin fyri
børnum við Down-syn-
dromi og øðrum sjúkum,
sum pletta tað perfekta,
sum eru ein stór útreiðsla
fyri eitt samfelag, sum
heldur vil nýta peningin til
vælferð (?!?!)
Tora vit? Vilja vit?
Boðskapurin frá vísindini í
Keypmannahavn
ljóðar
øðrvísi, men í roynd og
veru, er boðskapurin ikki
annað
enn
søgan
um
nýggju klæði keisarans.
Endamálið er at sleppa av
við alt tað óperfekta, sum
tyngir
heilsuverkið
og
samfelagið annars. Vit hava
brúk fyri "Lebensraum" og
einum nýggjum "Endløs-
ung" tí vit vilja vera harrar
yvir lívi og deyða, vit vilja
skapa tað perfekta menn-
iskjað, tað perfekta, rasu-
reina samfelagið.
Tað syrgiliga er bara, at
heimurin verður so óenda-
liga fátækur og litleysur,
sleppa hesir gráu, myrkur-
sins gongumenn at avgera
hvussu vit øll skulu vera.
Kanska ein gráur, keðiligur
massi sum tey sjálvi. Eins-
rættað, einstáttað og ein-
sporað. Heimurin verður
fátækur uttan Mr. Down,
sera, sera fátækur. Men
íklætt lógina um fostur-
tøku, er nýggjasta vápnið
kanska
besta
vápnið
nakrantíð móti Mr. Down,
tí nú er tað umsorganin fyri
mammuni, pápanum og
hinum systkjunum sum er
loysnarorðið.
Hvussu er við umsorg-
anini fyri Mr. Down, tað
hugsa hesir gráu menn
minni um. Teir kundu
kanska eins væl sagt: Væl
afturkomin
til
Bergen-
Belzen, Mr. Down.
PS: Her heima kundu vit
passandi vígt Trælanýpuna
av nýggjum.
Vælkomin til Bergen-Belzen, Mr. Down
C
M
Y
K
11
10