týsdagur 2. mars 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 42 - 2. mars 2004
Nr. 42 - 2. mars 2004
13
Fríggjadagin 27.
februar var móttøka
hjá Statoil á Viðarnesi
í Havn í sambandi við
at Kári Hammer,
distributørur hjá
Statoil í Vági, nú legði
frá eftir 36 ára
tænastu
Á móttøkuni vóru starvs-
fólk hjá Statoil og familja
og vinir hjá Poulu og Kára
Hammer.
Niels
Juel
Nattestad,
stjóri á P/f Statoil, takkaði
Kára fyri tíðina, hann hevði
arbeitt fyri felagið. Hann
segði m.a., at aftan fyri ein
góðan mann, var sum oftast
eisini ein góð kona, soleiðis
var eisini í hesum føri,
Poula og Kári Hammer
høvdu rikið oljusøluna í
Vági fyrimyndarliga. Tey
høvdu verið eitt gott team.
Óli Marner Christiansen,
starvsfelagið hjá Kára, í
Klaksvík,
segði
sera
skemtiliga frá fleiri ym-
iskum hendingum á túrum,
teir høvdu verið saman
uttanlands.
Til seinast segði Kári
sjálvur nøkur orð, har hann
siteraði Sálomo kong, har
hann sigur at "alt hevur tíð
sína". Soleiðis var eisini
við hansara tíð á Statoil.
Hann byrjaði fyri 36 árum
síðan, tann 1. mars 1968,
sum oljusølumaður hjá
Esso, seinni Statoil, í
sunnaru helvt av Suðuroy,
eftir at Martin Joensen,
heilsølumaður í Vági, gavst
vegna aldur.
Kári segði, at hann hevði
arbeitt undir 11 stjórum, og
hann hevði slitið fimm
oljubilar upp.
Kári ið er 67 ára gamal
og føddur og uppvaksin í
Vági, hann fór fyrstu ferð
til skips sum 16 ára gamal.
Hann er annars útbúgvin
stýrimaður og skipsførari,
og sigldi til hann legðist
upp á land í 1968.
Kári og Poula, sum eisini
er úr Vági, hava eisini í
nøkur ár rikið Statoilstøðini
á Vági.
Um
kvøldið
bjóðaði
Statoil til døgurða á Hotel
Føroyum.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir
føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar.
Kári Hammer, Vági:
– Alt hevur tíð sína
Niels Juel Nattestad, stjóri á P/F Statoil (h.m.) takkar her Kára Hammer fyri tey 36 árini, hann
hevur starvast hjá felagnum
Mynd: Magnus Gunnarsson
Familjan var eisini við til móttøkuna. Á myndini eru Kári og Poula saman við børnum og barnabørnum. Vinstrumegin er
dóttirin Majken, sum er advokatskrivari í Havn, saman við døtrunum Guðrun og Rannvá. Høgrumegin er sonurin, Petur, og
konan, Jóna, sum er úr Klaksvík, tey búgva í Svøríki, har Petur er flogskipari hjá SAS. Fremst standa børnini hjá Jónu og Peturi,
Barbara og Mathias
Mynd: Magnus Gunnarsson
Óli Marner Christiansen, starvsfelagið hjá Kára í Klaksvík,
segði m.a. annað frá ymiskum teir høvdu havt saman
Mynd: Magnus Gunnarsson
Statoil prát. Tórur
Johannesen, frá Statoil á
Sandi, Ulla Mortensen, frá
móttøkuni hjá Statoil, og
Kári Hammer
Mynd: Magnus Gunnarsson
Kári Hammer takkar fyri seg
Mynd: Magnus Gunnarsson
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Einaferð kom eg at tosa við ein
leigubilstjóra. Hann segði mær frá,
at fyri mongum árum síðani varð
hann biðin um at koyra eina jarðar-
móðir til Kirkjubøar, tí ein kona
skuldi eiga. Tá so er, verður ikki
hugt eftir líkindum, so hann fór,
hóast veðrið ikki var nakað serligt.
Tey kom fram í øllum góðum, men
veðrið bara versnaði og gjørdist
rættilig kavaódn, so bæði hann og
jarðarmóðirin lógu veðurføst í
Kirkjubø, og hann slapp ikki aftur
til Havnar fyrr enn triðja dagin.
Men ferðin var góð í aðrar mátar, tí
tann 1. mars 1944 kom ikki bert eitt
barn í heimin, men tvey, tvíburarnir
Páll og Tróndur Patursson.
Nógv ár eftir hetta kom Páll inn í
okkara familju, við tað at hann
giftist einastu systur okkara, Sølvá.
Tað gjørdi at vit komu til Kirkju-
bøar, og hagar hava ferðirnar verið
mangar og góðar. Vit hava verið
saman í brúdleypinum á hásumri
1968, har veðrið var so gott, at
brúdleypsdansurin varð dansaður í
túninum. Vit vóru til barnadópar
hjá teirra trimum synum. Dópurin
hjá Jóannesi var serstakur, tí har var
Jákup Joensen varabiskupur, og
hann kundi siga frá, at nú hevði
hann verið prestur fyri fimm ættar-
lið á Kirkjubøargarði. Hann hevði
verið í kirkju saman við Jóannesi
Paturssyni, sum hann hevði jarðað í
august 1946, eins og hann hevði
verið saman við Pálli Patursyni og
Jóannesi hjá Pálli og hesum Pálli,
og nú varð honum forunt at doypa
enn ein Jóannes.
Páll himpraðist ongantíð við at
taka á seg at gerast bóndi á hesum
stóra garði við teimum væntanum,
sum øll onnur høvdu til ein slíkan
bónda.
Men eitt er at halda seg til, eitt
annað er at megna eina slíka av-
bjóðing. Her má sigast, at hann
royndist heilt ótrúliga væl. Hetta er
fyrst og fremst hansara arbeiðshugi
og -orku fyri at takka. Hann hevur
altíð verið hegnismaður burturav.
Arbeiði av øllum slagi var nakað
sum hann bara dugdi. Áræði var
honum í holdi borið. Var nakað
galið við eini maskinu, so fór hann
bara í holt við hana og umvældi
hana. Var farið á fjall, so dugdi
hann væl at fáa manning og fara
við henni, so menn komu aftur eitt
annað ár. Einaferð eg saman við
einum útlendingi var á rættini, var
hesin ovfarin av, hvussu raskir
menninir vóru og hvussu væl teir
dugdu at arbeiða. Skuldi farast í
Trøllhøvdu, so var hann á odda, og
tað uttan mun til um tað vóru hav-
hestaegg, lýrar, lundafleiggj ella
fjallgonga sum farast skuldi í holt
við. Fiskimaður var hann góður, tá
hann alt ov sjáldan hevði tíð at fara
á flot. Men einki kundi fáa hann at
skunda sær so nógv sum grinda-
boð. Hann fann sjálvur fleiri
grindir, og mangar hevur hann sum
grindaformaður rikið so væl, at tær
ikki eru farnar aftur í havið.
Fjørðurin uttan fyri Kirkjubø er
óreinur, og har er mangur bátur
komin illa fyri. Tá er tað komið væl
við at hava Páll á garðinum, tí hann
hevur havt eyguni við øllum, og
ferð eftir ferð er hann farin renn-
andi oman á støð, er lopin í bát og
hevur bjargað mannalívum.
Á morgni og kvøldi hevur hann
ambætað neytunum og hevur
dugað sera væl at lagt hoyggingina
til rættis sum alt annað arbeiði hann
hevur tikist við.
Í hansara tíð eru stórar broytingar
farnar fram í tilveruni hjá føroysk-
um bóndum. Tað var so fyrr, at inn-
tøkan av einum garði var nóg mikið
fyri nógv fólk, men henda inntøka
er minkað so nógv, at sjálvt á ein-
um so stórum garði sum hansara
varð minni og minni eftir, eisini hjá
tveimum so dugnaligum fólkum
sum honum og konuni. Men ikki
var hann ráðaleysur. Hann gjørdist
handilsmaður afturat bóndavirk-
inum, tí hann fekk sær umboðssølu
og seldi hegn um alt landið.
Ein annar táttur í virki hansara
var at nýta teir møguleikar, sum
serliga umhvørvið í Kirkjubø gevur
ferðamannavinnuni. Fornminnini í
Kirkjubø eru tey stórfingnastu vit
hava, men onkur skal leggja so til
rættis, at ferðafólk fáa eina upp-
living burturúr at koma hagar.
Hetta vísti Páll seg at vera óføran
til. Nøkur ferðafólk hava hug til at
fáa sær ein bita á hesum søguliga
stað, og landsins myndugleikar
halda at tað hevur týdning fyri
umdømi okkara mótvegis øðrum
londum, at gestir okkara síggja tað
besta og mest áhugaverda, sum vit
hava at bjóða fram. Hetta gjørdi at
Roykstovan í Kirkjubø gjørdist eitt
hugtak, men tað sum øll ferðafólk-
ini vóru mest hugtikin av, var at
hoyra Páll greiða frá um sítt heim
og ta veldugu søgu, sum hetta pláss
hevur í hugaheimi okkara.
At hann var framúr vertskaps-
maður og góður kvøðari og fekk
dansin at ganga var nakað sum
eisini setti dám á í øllum teimum
samkomum sum vóru í Kirkjubø.
Men fyri at kunna taka sær av
gestum, er nógv sum hond skal
takast í.
Her kom tað væl við, at Páll ikki
bert var eitt arbeiðsgrev í haga, í
bjørgum, á sjógvi og á landi, men
at hann eisini var av allarbestu
kokkum. Barst einum kokki frá, og
gestir skuldu koma, so kundi hann
altíð taka við, og alt tað arbeiði,
sum gerast skuldi, dugdi hann so
væl sum eingin annar. Alt tað sum
var at taka upp av mati tók hann
upp, uttan mun til, um tað var
fiskur ella grind, slakt ella fuglur,
og dugdi at nýta tað í húsarhaldin-
um og fyri gestum.
Tá ið gestirnir út á náttina vóru
farnir, og fólk fyri lýsing komu til
Kirkjubøar, so var ljós í lonini
heima á garði í Kirkjubø, tí tá vóru
hjúnini longu komin upp, og
ruddaðu og vaskaðu alt húsið
áðrenn Páll fór í fjósið.
Deknur og klokkari hevur hann
verið alla sína tíð.
Mong eru tey álitisstørv sum
hann hevur havt í feløgum hjá
starvsfeløgnum sínum, og hansara
partur lá ikki eftir tá ið Mjólkar-
virki Búnaðarmanna kom í lag í
1980.
Hann var við at stovna Føroya
Fornminnagrunn og hevur lagt eitt
stórt arbeiði í at varðveita forn-
minnini í Kirkjubø.
Nú er hann haldbóndi og heilsan
er farin at bila, men skal eg siga tær
Pálli tøkk fyri gott vinalag í mong
ár.
Zakarias Wang
Dagurin
2. mars. Simplicius, deyður í 483. Pávi frá 468.
Páll í Kirkjubø seksti
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum,
sum á ymiskan hátt sýndu samkenslu
tá elskaða kona, mamma, dóttir og systir okkara
Elin S. Andersen
Ålborg - ættað av Argjum
gjørdist sjúk og doyði í heiminum – og tá hon fór
úr Dall kirkju.
Ein serlig tøkk til tykkum, sum vóru um hana
seinastu tíðina.
Takk fyri blómur, kransar, uppringingar og minnisgávur.
Eina tøkk til tykkum øll – serliga úr Føroyum –, sum
fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað.
Svend Erik, Gunnar, Marianna,
Metta og Jóin
Í dag fyllir okkara kendi
listamaður, Tróndur Paturs-
son í Kirkjubø 60 ár.
Tróndur er fjølbroyttur
listamaður, hann er bæði
málari og myndahøggari
v.m. Hann er útbúgvin í
Danmark og Norra innan
ymiskar listagreinir. Hann
hevur eisini verið náms-
ferðir í fleiri londum.
Síðan Tróndur hevði sína
fyrstu framsýning á ólavs-
søku 1958, hevur hann havt
nærum óteljandi framsýn-
ingar bæði í Føroyum og
uttanlands.
Síðan síðst í 80-unum
hevur hann gjørt nógv við
at mála á glas. Hann hevur
sín egna ovn á verkstaði
sínum í Kirkjubø, sum
verður brúktur til enda-
málið.
Hansara vatns- stál- og
steinskulpturar eru nógva-
staðni at síggja, umframt
alt tað hann hevur gjørt úr
glasi.
Eisini hevur hann verið
ymiskar ferðir við gransk-
aranum og høvundanum
Tim Severin, sum t.d. ferð
Brandans úr Írlandi til
Amerika (1977-78), ferð
Sindbads Sjófara úr Oman
til Kina (1982-83), ferð
Jasons úr Hellas til Georgia
við Svartahavið (1985),
China Voyage úr Japan til
Amerika yvir Stillahavið
(1995),
Spice
Islands
Voyage í Indunesia (1996).
Í sambandi við 60 ára
føðingardagin, er ein fram-
sýning á Galleri Profilen í
Århus, har eisini ein fram-
sýning hjá Ingálvi av Reyni
er.
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at
Theodor S. Heinesen
Vestmanna
ættaður úr Bø, føddur 19.9.1906
andaðist 26. februar 2004.
Jarðarferðin verður 2. mars kl. 14.00
úr Vestmanna kirkju.
Familjan
Tey, ið vilja minnast Theodor, kunnu lata
Vestmanna kirkju eina gávu.
Tróndur Patursson 60 ár
C
M
Y
K
13
12