týsdagur 2. mars 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 42 - 2. mars 2004
15
- Tað besta, sum er
hent í føroyskum pol-
itikki í mong ár, er
skerjingin í blokkin-
um. Hetta er ein stór-
sigur fyri samfelagið.
Var blokkurin ikki
skorin, vóru vit verri
fyri í dag og meira
heft av øðrum. Tað er
ógvuliga stutt skygt at
halda, at var eingin
niðurskurður í blokk-
inum, hevði alt lagað
seg, nú ein ávís kreppa
bankar á dyrnar. Nið-
urskurðurin gevur
okkum ábyrgd
SAMRØÐA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Um nakrar vikur flyta
Jógvan Sundsstein og kon-
an, Lydia, niður til Dan-
markar at búgva. Hjúnini,
sum bæði eru farin um tey
sjeyti, hava keypt sær eina
hugnaliga íbúð í býnum,
Holdbæk, har dóttir teirra
býr saman við manni og
trimum børnum. Jógvan og
Lydia eiga tilsamans trý
børn; elsti sonurin, ið
gjørdist blindur sum sjey
ára gamal eftir eina skurð-
viðgerð, býr Grindsted á
Jútlandi og yngsti sonurin,
sum eisini er giftur og eigur
trý børn, býr í Keypmanna-
havn.
Seinastu 20 árini hevur
einki av børnunum búð í
Føroyum og tann, ið hevur
verið longst burtur, er Hans
Pauli, sum flutti niður til
Danmarkar at búgva um 20
ára aldur. Hans Pauli er í
dag 47 ára gamalur. Hóast
hann hevur verið blindur,
síðan hann vaknaði upp eft-
ir skurðviðgerðina, er Hans
Pauli kønur innan teldu-
tøkni.
Keypt íbúð
– Vit hava ikki ásett dagin,
tá ið vit flyta, men tað
verður helst ein av fyrstu
døgunum í apríl.
Spurdur, um hann og
konan leingi hava umhugs-
að at flyta niður til Dan-
markar at búgva, sigur
Jógvan:
– Nei, tað hava vit ikki.
Hetta hevur verið uppi og
vent av og á, men síðan er
ikki meira hent. Vit tóku
avgerðina í heyst, tá ið vit
vóru í Holdbæk og ferðað-
ust hjá dóttrini. Á ferðini
komu vit fram á eina ser-
stakliga hugnaliga íbúð,
sum vit fullu fyri. Vit
keyptu íbúðina og eru nú í
ferð við at selja húsini, vit
eiga her heima.
Jógvan ásannar, at tað
hevur verið viðvirkandi til
endaligu avgerðina, at øll
børnini búgva í Danmark.
– Vit flyta niður, og ætl-
anin er ikki at koma heim-
aftur til Føroya at búgva.
Tað merkir tó ikki, at vit
ikki koma heimaftur at
ferðast, tí ferðamøguleikar-
nir millum londini eru so
góðir í dag.
Jógvan og Lydia hava
búð í umhvørvinum úti í
Skákinum í Grønlandi heilt
síðan 1964, tá ið hann eftir
lokna útbúgving kom heim-
aftur til Føroya at búgva.
– Og her, sum vit búgva
nú, hava vit búð síðan
1973, sigur hann.
Samskiftismøguleikar
Spurdur, um avgerðin at
flyta av landinum, var tung
at taka hjá honum og
konuni, sigur Jógvan:
– Jú, tað er tungt at skula
taka eina slíka avgerð, men
tá ið hon er tikin, venur tú
teg við, at soleiðis verður.
Sum aktivur í politikki í
samfull 24 ár, hevur Jógvan
stóran áhuga fyri samfel-
agsviðurskiftum, og nú tey
gera klárt til at flyta, fegn-
ast hann um, at samskiftis-
og kunningarmøguleikarnir
eru so góðir.
– Við teirri tøkni, sum er
í dag, er einki til hindurs
fyri at verða kunnaður og
uppdateraður um alt, sum
gongur fyri seg, og tað
hevur nógv at siga fyri
meg, sigur Jógvan.
Nú tey bæði flyta til Dan-
markar, verða tey nærri
børnunum
og
abba-og
ommubørnunum.
– Vit koma sum nevnt at
búgva í sama býi sum dótt-
urin við manni og trimum
børnum, og møguleikarnir
at vitja hini bæði børnini
verða eisini betur, tá ið vit
eru niðri. Eg haldi, at
børnunum dámar væl, at vit
koma niður at búgva. Tað
siga tey í hvussu er, sigur
Jógvan læandi.
Hann vísir á, at eftir eitt
lagt lív í Føroyum, hava tey
sjálvsagt nógv vinfólk og
skyldfólk her heima á
klettunum.
– Men eg haldi, tey skilja
okkum, nú vit flyta niður at
búgva, sigur hann.
Gevst ikki
Jógvan Sundstein gjørdist
løggildur grannskoðari –
ella statsautoriseraður rev-
isor, sum tað verður rópt á
donsum – í 1962, og í fleiri
ár stóð hann á odda í egnari
grannskoðarafyritøku, sum
seinni fekk heitið, Inpact.
Fyri fáum árum síðan gavst
hann við hesum virksemi,
ið Jógvan Amonsson, sum
eisini er løggildur grann-
skoðari, tók yvir.
Seinastu
árini
hevur
Jógvan saman við soninum,
Eivindi, rikið felagið, JSS
Consult, ið fæst við ráðgev-
ing og íløguvirksemi.
Í Danmark hevur Eivind
felagið, Enviro, sum eitt nú
fæst við umhvørvi og har-
ímillum reinsiskipanir til
vatn. Hansara virksemi er
ikki ókent í Føroyum, har
kommunur og virkir hava
sett upp slíkar reinsiskipan-
ir. Eivind arbeiðir eisini við
øðrum verkætlanum, og ein
av hesum snýr seg um royk-
ing av matvørum, har
sleppast kann undan eitrin-
um í roykinum. Roykingin
fer fram á tann hátt, at bert
tann reini roykurin – uttan
eiturevni – er eftir.
Jógvan sigur, at Eivind
hevur fingið patent uppá
skipanir, sum gera matvør-
una nógv reinari og betur.
– Eg vóni, at eg Eivind
fara at samstarva nokso
nógv í Danmark, og annars
er ikki ætlanin at avtaka
felagið, JSS Consult, sum
vit báðir eru saman um,
sigur hann.
Politiska lívið
Jógvan
Sundstein
varð
valdur á ting fyrstu ferð í
1970 og sat øll árini, til
hann ikki læt seg stilla
uppaftur til valið í 1994.
Hann var løgmaður árini,
1989 til 1991 og fíggjar-
málaráðharri árini, 1991-
1993, bæði við Atla Dam
og Maritu Petersen sum
løgmanni.
– Tá ið eg gjørdist løg-
maður og seinni fíggjar-
málaráðharri, var samfel-
agið komið í eina rættiliga
djúpa kreppu, og vit høvdu
eina ógvuliga stóra netto-
skuld. Vit sóu okkum
noyddar at spara, og tá ið
danir so eiggiliga eisini
skrúvaðu fyri, slóð hetta
fullkomiliga føturnar und-
an øllum. Tað var búldur
omaná sár.
Jógvan heldur ikki, at
útlitini í Føroyum eru so
døpur í dag, hóast vit
merkja eina ávísa kreppu.
– Støðan er ein heilt onn-
ur í dag enn fyrst í nítiárun-
um. Í staðin fyri at hava
eina stóra nettoskuld, hevur
samfelagið nú eina stóra
nettoogn, og tað kann slett
ikki samanberast. Føroyar
eru vorðnar nógv meira
fjølbroyttar, og vit eru
minni bundin av tí, vit fáa
aðrastaðni. Ríkisstuðulin er
minkaður, og tað merkir, at
vit sjálvi hava eina tilsvar-
andi størri ábyrgd, sum
heilt avgjørt kemur at tæna
okkum í eini kreppu og í
framtíðini annars.
Hann heldur, at vit bæði
politiskt, vinnuliga og
fíggjarliga eru nógv betur
fyri í dag enn fyri 10 árum
síðan.
– Vit duga betur at síggja
heildina og seta í verk til-
tøk, sum kunnu skapa nak-
að heldur enn sláa føturnar
undan okkum. Nú skulu vit
stýra við skili og undir
teirri ábyrgd, ið liggur á
okkum.
Blokkurin
Spurdur, um hann ikki
heldur, at spardu miljónir-
nar í blokkinum høvdu
komið væl við í dag, sigur
Jógvan:
– Nei, tað besta, sum er
hent í føroyskum politikki í
mong ár, er skerjingin í
blokkinum. Hetta er ein
stórsigur fyri samfelagið.
Var blokkurin ikki skorin,
vóru vit verri fyri í dag og
meira heft av øðrum. Tað er
ógvuliga stutt skygt at
halda, at var eingin niður-
skurður í blokkinum, hevði
alt lagað seg. Um niður-
skurðurin ikki varð framd-
ur,
høvdu
vit
satsað
tilsvarandi hægri í dag.
Jógvan sigur seg vóna, at
føroyskir politikarar halda
fast um niðurskurðin, og
heldur
minka
uppaftur
meira um blokkin so hvørt,
sum umstøður eru til tess.
– Hetta kemur avgjørt at
tæna føroyska samfelagn-
um best í longdini.
Hann sigur seg harmast
um, at samgongan, sum
hevur sitið farnu seks árini,
ikki helt fram.
– Mær hevði dámt betur,
um tann samgongan sat í
friði og náðum, helt fast um
vunnin rættindi og annars
skapti tann stabilitet, sum
skal til fyri at røkka tí mál-
ið, samgongan setti sær. Nú
vit hava eina aðra sam-
gongu, er at vóna, at hon
heldur fast um vunnin rætt-
indi og annars fær sum
frægast burtur úr, soleiðis
sum støðan er.
Jógvan Sundstein leggur
at enda dent á, at vit ikki
eiga at lata okkum ríva av
fótum, um eitt lítið illveður
er beint nú.
– Eg eri ikki dapurskygd-
ur, nú vit flyta av landinum,
sigur hann at enda.
Jógvan Sundstein sigur farvæl
Fyrst í apríl mánaða flyta Jógvan Sundstein og konan, Lydia, niður til Danmarkar at búgva. Tey hava keypt sær eina íbúð í Holdbæk
15
14
Nr. 42 - 2. mars 2004
Bæði tær stuttu og longu
donsku lánsbrævarenturnar
lækkaðu í farnu viku og
liggja nú á lægsta stigi í ár.
Hóast partabrøv sum heild
lækkaðu farna mánadag or-
sakað av vinningsstaðfest-
ingum, stóðu eisini hesi seg
væl í vikuni.
Í einari røðu til amerik-
anska umboðsmannatingið,
var Greenspan bjartskygdur
um amerikanska búskapin,
men segði tað vera umráð-
andi at halda eyguni eftir
hallinum á gjaldsjavnaðn-
um; hetta fekk dollaran at
styrkna og partabrøv at
hækka.
Hóast
hansara
bjartskygni metir Kaupth-
ing framvegis, at útlit eru
fyri, at dollarin aftur kann
vikna. Eisini tær bjartar bú-
skaparuppgerðinar úr USA
fingu partabrøv sum heild
at hækka í farnu viku.
Eitt áhaldandi trýst á evr-
opisku lánsbrævarenturnar
og óttin fyri vantandi bú-
skaparvøkstri, fekk í farnu
viku týska stjørnarleiðaran
Gerhard Schröder at siga,
at evropiski miðbankin
(ECB) eigur at lækka teirra
leiðandi rentu samsvarandi.
Hóast miðbankin ikki er
samdur í hesum, er ein lítil
møguleiki fyri, at um evran
styrknar aftur til áleið 1,35-
1,40 mótvegis dollaranum,
kann hetta føra við sær
lækkandi evropiska leið-
andi rentu.
Roknskapurin hjá GN
Store Nord, ið varð kunn-
gjørdur í farnu viku, var
sum so góður; tó hevur GN
ikki funnið vakstrarstevið
enn og metingarnar fyri
2004 stóðu ikki mát við
vónirnar. GN lækkaði tí
1,5%. Hesa vikuna kunn-
gerð danska fjarskiftisvirk-
ið TDC roknskap.
Bæði partabrøv og láns-
brøv hava staðið seg væl í
seinastu vikurnar og tískil
er allatíðina væntandi, at
ein stuttur steðgur kemur í
góðu gongdina, har íleggj-
arar fara at staðfesta vinn-
ingin. Hetta og gjaldoyra-
støðan fer sannlíkt at seta
dám á marknaðirnar næstu
vikurnar.
Hesa vikuna verður ser-
liga spennandi hvussu álit-
ið hjá amerikansku fram-
leiðsluvinnuni er á búskap-
in. Hósdagin hevur ECB
rentufund, men teir fara
ikki at broyta rentustigið.
Tó kunnu viðmerkingar um
gjaldoyrastøðuna
ávirka
marknaðirnar. Kaupthing
roknar við, at renturnar
kunnu vera støðugar í vik-
una, meðan partabrøv hóast
alt, kunnu standa seg væl.
Lánsbrævarentur á lægsta stigi í ár
Inger Krause Jensen – Syrgjandi einkja ella?
Petur S. Johannesen
Vágur
Johan Dahl bleiv avhøvd-
aður fyrst og fremst av sín-
um egnu nevniliga fyrrv.
tingmanninum
Heðini
Mortensen og restini havn-
ar–sambandsklaninum, og
seinasta seymin í kistuna
setti so Inger Krause Jen-
sen og dóttir hennara vit
teirra sera skitnu og æru-
meiðandi grein í Fregnum
undir
heitinum
»Johan
Dahl hevur forpestað mítt
lív«. Síðani metti løgmað-
ur, at Johan Dahl mátti frá,
tí samgongan/landsstýrið
skuldi hava arbeiðsfrið!
Ikki eiti á samband/sam-
gongu stuðlum og ikki eiti
á sterkari útsøgn.
Spurningurin sum eftir
stendur er nú, um tað veru-
liga er so, sum Inger Krause
Jensen førir fram - hevur hon
nú veruliga goldið alt hetta,
sum hon sigur seg hava?
Sambært notatinum hjá
Anfinn V. Hansen, so er
myndin just tann øvugta- tað
eru nevniliga Johan Dahl,
konan hansara og Petur
Nolsø sum hava goldið
gildið, meðan partafelagið
P/F C.C. Johansen betalti í
1994 kautión uppá 550.000,
- og sum ein og hvør veit, so
er tað altso ikki Inger Krause
Jensen, tí hon er ikki eitt
partafelag.
Við ørðum orðum, hon
hevur inntil 1999 als onki
goldið fyri Johan Dahl.
Hvar fór so tann upp-
hædd upp á Kr. 227.000,
sum Johan Dahl hevur
goldið til Inger Krause Jen-
sen kann ein spyrja?
Góður spurningur - tí
hon er ikki komin inn á lán-
ið hjá Nautilus sambært
Anfinn V. Hansen.
Hvar er hon so farin?
Man upphæddin verða far-
in inn á teirri í notatinum
nevndu millumrokningina
hjá P/F C.C. Johansen, til at
gjalda yvirforbrúkið hjá
Inger K. Jensen og dóttrini,
altso tær 300.000, sum eru
hevaðar kontant, uttan at
skattur er goldin av teimum
kann ein ganga út frá .
Kanska Inger K. Jensen
og dóttirin kundu sagt okk-
um, um skattur er goldin av
hesum hevaðum upphædd-
um, tí tað er ikki loyvt at
heva pening úr partafelag
til egið brúk, uttan at gjalda
skatt eins og tað heldur ikki
er loyvt at geva partaeigara-
lán uttan renturokning.
Sum skilst so slapp Inger
Krause Jensen við skrekkin-
um og slapp at gjalda
450.000 fyri alt millumver-
andi við búgvið hjá P/F C.C.
Johansen, men eg gangi út
frá, at hendan upphædd
eisini umfatar tær góðar 300
túsund, sum hon hevur brúkt
sjálv, og so eina arða kautión
umframt Nautilus kautión-
ina, sum eg havi fingið at
vita eisini bleiv goldin sama
dag, sum tann hjá Nautilus
(Johan Dahl) .
Er hesin persónur eisini
kravdur at gjalda sína upp-
hædd aftur, ella er tað bara
Petur Nolsø, sum medka-
utionistur hjá Johan Dahl,
sum bleiv kravdur og
dømdur, tá ikki kundi farast
eftir Johan Dahl orsakað av
gjørdu avtaluni, sum gjørd
var í 1994 samb. notatinum
frá Anfinni V. Hansen?
Skilji eg sakina rætt, so
hevur Johan Dahl gjørt av-
talu við Inger Krause
Jensen og goldið hesa.
Eisini gjørdi hann avtalu
við Petur Nolsø og Føroya
Banka og hevur goldið hesar
og skuldi sostatt verið leysur
Sig mær so hvar trup-
ulleikin er?
Her sær alt út til at verða
ruddað av vegnum, og løg-
maður metti ikki at óseri-
øsu álopini á Johan Dahl í
Fregnum borga fyri friði í
samgonguni, og tí mátti
Johan Dahl fella, ja avgerð-
in talar fyri seg sjálvari, lat
meg siga eitt afturat um
Johan Dahl.
Johan Dahl kom heim
aftur til Vágs eftir at hava
verði í svárum fíggjarligum
trupulleikum (Skipasmiðju/-
Garðarnar - fallitið), var
noyddur at fara til Bretlands
fyri at fóta sær aftur, men
hevði áræði og mót til at
byrja av nýggjum aftur í
Vági, og bygdi frystihúsið á
keiini í Vági saman við øðr-
um, og sum hevur goldið
teimum, sum hava lagt pen-
ing út hansara vegna, sam-
bært notati hjá Annfinn V.
Hansen, tað hann skyldar.
Tað kalli eg at hava bæði
rygg og moral.
Tað er meir enn sigast
kann um teir og tey, sum nú
stinga hann í ryggin.
Churchill bleiv einaferð
spurdur, um hann ikki
hevði nógvar fíggindar
framman fyri sær í polit-
iska lívið sínum, og hann
svaraði nakað soleiðis:
»Tað finnast eingir fígg-
indar framman fyri mær í
politiska lívi mínum, teir
sum eg havi eru allir aftan
fyri meg«.
Nakað soleiðis kundi eg
hugsað mær, at Johan Dahl
hugsar í hesum døgum, nú
hansara egnu partamenn og
løgmaður stungu hann í
ryggin.
Bæði tit og Jóannes mugu
hava ringan smakk í munnin-
um eftir at hava avhøvdað iva-
leyst besta fiskimálaráðharra,
vit kundi hava havt nakrantíð.
Sambandsmenn - standi
saman um hendan tingmann
tykkara.
Kanna hund fyri
orm í Føroyum
HUNDAKANNING
Tíðindaskriv
Nú ber til ókeypis at fáa
hund tygara kannaðan fyri
orm. Kristina Dahl Jo-
ensen og Signar Petersen,
sum lesa til djóralækna,
fara í sambandi við serrit-
gerð sína at kanna títtleik-
an av endosníkum (orm-
um) í hundi í Føroyum.
– Av tí at nógvir hundar
koma til Føroya, vænta vit,
at summir hundar bera
smittu. Tað kann vera
ógvuliga óheppið, tí at teir
kunnu smitta onnur dýr og
fólk, serliga børn, siga tey
bæði.
Ormur
smittar
við
skarninum, og summi
ormasløg koma undan við
lívinum í umhvørvinum í
fleiri ár. Tí er smittuvand-
in ógvuliga stórur, og tí er
umráðandi at viðgera fyri
orm.
Vit vita, at bendilormur
og spolormur eru í hundi í
Føroyum. Í grannalond-
um okkara eru onnur
ormasløg, sum eru til
bága, tí er týdningarmikið
og áhugavert at fáa tað
kannað í Føroyum.
Til dømis kann vera
nevnt, at fyri nøkrum fá-
um árum síðani varð
hjarta - lungnaormur (An-
giostrongylus vasorum)
funnin í Danmark.
Hundar við hesum ormi
hava trupulleikar í anda-
leiðini.
Sjúkuavgerðin,
sum tikin varð, var skeiv,
og tí fingu hundarnir skei-
va viðgerð, til greiða var
fingin á, at tað var sníkur,
sum var trupulleikin.
Kristina
og
Signar
vænta ikki at finna henda
sník í hundum í Føroyum,
men tó halda tey, at tað er
umráðandi at vera varin.
Tað er ógvuliga týdn-
ingarmikið at fáa so nógv
tilfar til vega sum møgu-
ligt, so at vit fáa at vita,
hvussu stórur trupulleikin
er.
Tí verður mælt hunda-
eigarum til at seta seg í
samband við tey bæði, so
at so nógvir hundar, sum
gjørligt
kunnu
verða
kannaðir.
Fólk, ið hava áhuga fyri
at fáa hund sín kannaðan
fyri orm, kunnu seta seg í
samband við Kristinu ella
Signar at ringja á telefon
509048 ella 253712, ella
senda
teldupost
til
krull@dsr.kvl.dk
ella
signarp@dsr.kvl.dk.
VIÐMERKINGAR
C
M
Y
K
14