Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-02, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. mars 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 42 - 2. mars 2004 Nr. 42 - 2. mars 2004 17 VIRÐISLØN Tíðindaskriv Fyri góðari viku síðani hevði Nordisk Teaterunion fund í Stockholm. Á fund- inum var avgjørt, hvør skuldi fá norðurlendsku dramatikaravirðislønina, ið er uppá kr. 50.000.-. Hesir leikir vóru innstill- aðir: Svøríki: Limbo eftir Margaretu Garpe. Noreg: Iphigeneia & dealing with Helen eftir Finn Iunker. Finland: Inga Kännin- gar eftir Pirkko Saisio. Ísland: And Björk, of course... eftir Thorvaldi Thorsteinsson Danmark: Verdens ende eftir Astrid Saalbach. Úrslitið á fundinum var, at Astrid Saalbach gjørdist vinnari av dramatikaraprís- inum í ár. Astrid Saalbach er ein av virknastu yngri dramatikarunum í Dan- mark. Umframt, at leikir hennara verða nógv spældir í Danmark, verða teir eisini ofta framførdir í øðrum londum. Í Føroyum kenna vit hana frá leikinum »Ósjónligi Býurin«, ið fyri nøkrum árum síðani varð framførdur í Kelduni í Skálavík, og síðani ferðað- ist kring oyggjarnar. Tíverri var eingin før- oyskur leikur instillaður til dramatikaravirðislønina hesu ferð. Føroyar hava bert eina ferð verið við í kappingingini um henda prís. Tað var í 2002, tá ið Jóanes Nielsen vann við leikinum »Eitur nakað land week-end?« Og er ein av- leiðing av hesum, at danska forlagið DRAMA í næstum gevur leikin út í týðingini hjá Ebbu Hentze. sigur Laura Joensen, sum er stýr- islimur í Norðurlendsku Teaturuniónini. Føroya Kommunu- felag hevur, saman við kommununum Luleå í Svøríki og Bodø í Norra fingið stuðul frá Útnorður Verkætlanarskránni (Northern Periphery Program - NPP) til verkætlanina - okkara lív sum eldri -. Verk- ætlanin gongur yvir 3 ár, frá 2004 til 2006 ELDRA- POLITIKKUR Tíðindaskriv Felagið luttekur í verkætl- anini til at fáa til vega tilfar og amboð fyri kommunurn- ar at skipa fyri eldra økin- um. Sum titilin á verkætl- anini sigur, er ætlanin m.a. at kanna, hvussu fólk í aldr- inum 48-58 ár ynskir síni eldri ár skipað. Verkætlanin er ein av trimum sum hesa ferð fekk treytaleysa góð- kenning og arbeiðið er so smátt við at byrja. Verkætlanin er skipað í 6 partar og skal felagið standa fyri einum parti, meðan Bodø hevur 2 partar og Luleå kommuna 3 partar og er samstundis leiðari fyri verkætlanina. Luleå Kommuna liggur í Norbotten og er 1.810 fer- kilometrar. Íbúgvatalið er uml. 72.000. Bodø Komm- una er í Norður Norra og er 920 ferkilometrar. Íbúgva- talið er uml. 45.000. Báðar kommunurnar hava víkj- andi fólkatal og spjaddar bygdir til felags við lima- kommunurnar í FKF. Í báðum kommununum eru eisini oyggjar aftrat fast- landinum. Eftir at stuðulsumsóknin var latin NPP, hevur Aber- deen eisini víst áhuga fyri at vera við í verkætlanini. Nærri frágreiðing um verkætlanina verður givin á umboðsráðsfundinum 28. februar 2004. Eisini verður tilfar lagt út á heimasíðu FKF. NPP er ein grunnur sum verður fíggjaður av Evropa Samveldinum og londunum í útnorðri, eisini Føroya landsstýri. Verkætlan um eldra økið, er skipað við FKF, Bodø Kommunu í Norra og Luleå Kommunu í Svøríki, við stuðli frá m.a. Northern Periphery Program og Evropa Samveldinum. Lut- takandi og stuðlar í Føroy- um eru eisini Vestmanna Kommuna, Kommunufel- agsskapurin í Sundalagn- um, Svínoyar Kommuna, Almannaráðið, Mentamála- ráðið og Oljumálaráðið. Heimasíður: N P P : http://www.northernperiph ery.net Luleå Kommuna: http://www.lulea.se Bodø Kommuna: http://www.bodo.kommune .no At avlopsskattur frá 2003 ávirkar forsorgarveitingar er komið óvart á nógv fólk. Dømi um avlopsskatt er barnafrádráttur, sum ikki er brúktur SKATTUR Tíðindaskriv Fram til 1997 varð avlops- skattur drigin frá forsorgar- veitingunum. Í 1997 av- gjørdi táverandi landsstýr- ismaður at broyta hetta. Av- lopsskattur, sum stavaði frá óbrúktum barnafrádrátti, skuldi ikki longur mót- roknast. Kærunevndin í al- mannamálum hevur síðani staðfest, at avlopsskattur frá óbrúktum barnafrá- drátti, eins og allar aðrar inntøkur skal dragast frá forsorgarveitingini. Sum Almannastovan kunnaði um í fjølmiðlunum í fjør, tók landsstýrismað- urin niðurstøðuna hjá kærunevndini til eftirtektar og broytti avgerðina, sum varð tikin í 1997. Tískil skal avlopsskattur frá og við 2003 dragast frá ásettu forsorgarveitingini. Hetta skal gerast uttan mun til, um avlopið stavar frá óbrúktum barnafrádrátti ella øðrum viðurskiftum. Víst verður annars til lýs- ingar í fjølmiðlunum frá Almannastovuni nú um dagarnar. Hjálp til uppihald eftir § 9 í forsorgarlógini verður einans veitt sum seinasti møguleiki, tá eingir aðrir møguleikar eru at útvega tað neyðuga til lívsins uppihald. Hetta vil siga, at allar aðrar inntøkur koma fram um forsorgarveitingina, eisini útgoldin avlopsskattur. Landsstýrismaðurin í al- manna- og heilsumálum, Hans Pauli Strøm, harmast um, at ein tílík mótrokning av avlopsskatti kemur óvart á fólk, sum fáa forsorgar- veitingar. Hann hevur tí av- gjørt at kanna, um broyt- ingar skulu gerast í forsorg- arlógini ella í skattalógini. Tónleikastevnan í Vági eydnaðist væl og sunnudagin var konsert, ið prógvaði, at væl varð fingið burturúr vikuskiftinum TÓNLEIKUR Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ulf Nordlund, tónleikalær- ari, stóð um vikuskiftið á odda fyri tónleikastevnu í Vági, har ungir hornblást- ursnæmingar og meira vandir tónleikarar tóku lut. Umframt næmingar úr 4., 5., og 6., flokki í Vágs Skúla, so tóku eisini lær- arar í Sekstettini Suðurætt- in lut og eisini Tvøroyrar Hornorkestur. Næmingar úr 8. flokkun- um hava júst fingið rútmu ljóðføri og hava leikt í nak- rar fáar dagar, men longu merkjast ljóðbylgjurnar og trummuljóðini duna. Heilt fitt av fólki var til konsertina í Vágs Skúla sunnudagin seinnapart - sjálvandi mong forvitin og spent foreldur og ommur og abbar. Og eingin fór vónbrotin heimaftur. Tað ljóðaði væl frá fyrstu stund. Og stuttligt var, at lagt varð fyri við rútmu- stykki, ið minti ikki sørt um Safri Duo. Øll í stóra orkestrinum, frá teimum minstu til tey stórstu, klappaðu og tóku taktir í felag, so tað stóð eftir í. Og væl var vant, tí samspælið var frálíkt. Eisini ymsu hornstykkini gingu væl og stuttliga stykkið, sum nevnist Blues í C ella Jam í C, ella okkurt tílíkt, riggaði væl, tí allir luttakararnir tá sleppa at royna seg sum solistar. Nýggi rútmubólkurinvið 8. floks næmingum riggaði væl og tað swingaði væl undir leiðslu av Jónas Jeppesen, trummuleikara. Køna leiðslan hjá Ulf Nordlund vísti seg at bera frukt, tí konsertin sunnu- dagin var virðiligur endi, eftir harða venjing í tveir dagar, har tað hugnaliga og felagsandin tó eisini átti innivist. 50.000 kr í dramatikaravirðisløn Verkætlan: »Okkara lív sum eldri« Útgoldin avlops- skattur ávirkar forsorgarveitingar Væleydnað messingvikuskift Stór konsert endaði tónleikastevnuna í Vági um vikuskiftið UTTAN ÚR HEIMI Í dag er uppstilling- arval í tíggju ameri- konskum statum, og dagurin kann gera av, hvør stillar upp ímóti Bush, forseta UPPSTILLING Árni Joensen fartekst@mail.dk Eru veljarakanningarnar eftirfarandi, hevur John Kerry møguleikan at vinna í øllum teimum 10 statun- um. Ger hann tað, er av- gerðin fallin um, hvør skal royna seg ímóti George W. Bush, forseta í november. Sambært kanningunum liggur Kerry klárt á odda í teimum báðum størstu statunum, Kalifornia og New York, og hann er eisini framman fyri avbjóðaran John Edwards í hinum átta statunum. Skal Edwards vinna onkunstaðni, er tað í Georgia, sum er granna- statur hjá North Carolina, haðani Edwards er ættaður, og í Minnesota verður roknað við, at munurin á teimum báðum verður ikki stórur. Fyri at tryggja sær at verða uppstillaður skal John Kerry hava 2.161 val- menn til tann endaliga uppstillingarfundin hjá demokratiska flokkinum. Hann hevur longu tryggjað sær 524 valmenn. Vinnur hann allar tíggju statirnar í dag, fær hann 1.51 val- menn afturat. Eygleiðarar í USA siga, at vinnur John Kerry allar ella nógv teir flestu statir- nar í dag, noyðist John Ed- wards at gevast. Ístaðin skal hann so biðja sínar veljarar styðja John Kerry á valinum í november. Tríggir palestyinskir dreingir, sum eru 12, 13 og 15 ára gamlir, vórðu tiknir, júst sum teir skuldu fremja eina sjálvmorðsat- sókn í Ísrael. Pale- stinar eru skelkaðir av, at teir hernaðar- ligu bólkarnir senda børn á sjálvmorðs- ferð MIÐEYSTUR Árni Joensen fartekst@mail.dk Tann 12 ára gamli Jaffar Dababaat er sambært tíð- indastovuni AP helst tann yngsti palestinin, sum hev- ur roynt at fremja eitt sjálv- morðsálop. Næstir í røðini eru tann 13 ára gamli Tarek Abu Mahsen og tann 15 ára gamli Ibrahim Suafta. Teir tríggir dreingirnir eru ættaðir úr bygdini Tubas, og ísraelskir her- menn tóku teir, tá teir royndu at sníkja seg fram við einari vegabyrging. Sambært ísraelsmonnum høvdu dreingirnir heima- gjørd vápn uppi á sær. Teir greiddu frá, at teir skuldu skjóta fólk í býnum Afula á Vestara Áarbakka. Dreing- irnir eru í varðhaldi hjá ísraelsku myndugleikun- um, sum ikki hava tikið støðu til, um teir skulu skuldsetast. Áðrenn dreingirnir fóru frá húsum, høvdu teir lagt eitt bræv eftir seg. Har stóð, at teir høvdu gjørt av at fremja eitt sjálvmorðsálop fyri at mótmæla trygdar- múrinum, sum ísraelsmenn byggja á Vestara Áarbakka. Í brævinum stóð, at tann 13 ára gamli Tarek er limur í felagsskapinum Islamskt Jihad, og at hinir báðir eru limir í Al Aqsa deildunum. – Doyggja vit sum pínslaváttar, skulu tit ikki syrgja okkum, stóð at enda í brævinum. Sendir avstað Foreldrini hjá tí 13 ára gamla Tarek eru í øðini um, at teir víðgongdu bólkarnir biðja dreingir fremja sjálv- morðsálop. – Sonur mín dugir ikki at skriva eitt tílíkt bræv, og hann hevur ongantíð verið limur í nøkrum felagsskapi. Onkur tilkomin hevur skrivað hetta brævið fyri hann, sigur Amira Abu Mahsen, sum er mamma tann 13 ára gamla Tarek. Pápin, Mohammed Abu Mahsen, sigur við AP, at kann tað prógvast, at onkur sendi dreingirnar avstað, skal viðkomandi revsast. Leiðslan í Al Aqsa deild- unum hevur avsannað, at felagsskapurin hevur nakað við málið at gera. Palestinski ráðharrin Saeb Erekat, sum eisini er samráðingarleiðari hjá palestinsku myndugleik- unum, sigur við AP, at slíkt kann als ikki góðtakast. – Okkara børn eiga at hava eina vón og eina fram- tíð. Tey eiga ikki at verða sjálvmorðsbumbumenn, men læknar og verkfrøð- ingar, sigur Saeb Erekat. Síðani palestinski upp- reisturin byrjaði fyri 41 mánaðum síðani hava 2.688 palestinar og 930 ísraelsmenn latið lív. Seinasti filmurin um Ringanna Harra gjørdist sum væntað tann stóri sigurs- harrin á Oscar- hátíðarhaldinum UPPSTILLING Árni Joensen fartekst@mail.dk Undan hátíðarhaldinum var "Ringanna Harri - Kongur- in kemur aftur" í uppskoti til ellivu Oscar-virðislønir, og hann fekk allar. Eitt nú varð filmurin kostin besti filmur, og leik- stjórin, Peter Jackson, varð kosin besti leikstjóri. Tann suðurafrikanska Charlize Theron fekk heið- urin fyri tann besta kvinnu- liga høvuðsleiklutin fyri leiklut sín í filminum "Monsters", og Sean Penn varð valdur sum tann besti mannligi høvuðsleikarin fyri leiklut sín í filminum "Mystic River". 12 ára gamal sjálv- morðsbumbumaður Avgerðin kann fella í dag Ringanna Harri fekk 11 av 11 Mynd: Reuters Mynd: Reuters C M Y K 17 16