Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-02, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. mars 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 42 - 2. mars 2004 Afturvendandi ákær- urnar um, at føroysk- ar kvinnur í hópatali fara til Danmarkar at fáa fosturtøku, eru nú greitt afturvístar FOSTURTØKA Eydna Skaale Talið av fosturtøkum í Før- oyum liggur um 50-60 árliga. Hetta talið verður tó skírt at vera ein ósonn mynd av, hvussu nógvar føroyskar kvinnur veruliga taka fosturtøku. Eitt av høvuðsargumentunum ímóti núverandi lóg er, at hon er dupultmoralsk. Hon heldur føroyska fosturtøku- talinum niðri á einum lág- um, penum tali, samstundis sum føroyskar kvinnur í hópatali fara niður og fáa fosturtøku framda har, um tær eftir føroysku lógini fáa nei til ynskta fosturtøku. Spurningur um føroyskar fosturtøkur í DK Stutt fyri jól setti fólka- tingslimurin fyri Radikale Venstre, Naser Khader, veruliga eld í kjakið, tá hann vildi broyta føroysku lógina til at verða eins og ta donsku, t.v.s, at fosturtøkan skal verða frí. 10. februar í ár setti sami Naser Khader fram spurning til innanrík- is- og heilsumálarádharran, Lars Løkke Rasmussen, og bað hann kanna hvussu nógvar føroyskar kvinnur árliga fara til Danmarkar at fáa fosturtøku framda. Hann vildi eisini fegin síggja statistikk yvir tølini. Spurningurin var soljóð- andi: »Kan ministeren oplyse, hvor mange færøske kvin- der der årligt får foretaget abort i Danmark, og vil ministeren tage intiativ til en statistisk opgørelse, så- fremt en sådan ikke allere- de foreligger?« Grundgevingin til spurn- ingin var, at hann vildi hava veruliga talið á føroyskum fosturtøkum fram. Við nú- verandi skipan sæst ikki hvussu átroðkandi tað er við eini liberalisering av lógini, tí so nógvar kvinnur velja at fara til Danmarkar. Tað er alneyðugt at fáa staðfest um føroyska lógin virkar fyribyrgjandi ella um hon bert er sum ein slúsa til donsk sjúkrahús. Men um Naser Khader við spurningi sínum ætlaði at avdúka føroyskan dupultmoral, royndist tad ein veruligur boomerangur. Eittans dømi Skrivliga svarið frá Lars Løkke Rasmussen, sum kom týsdagin 24.februar, tekur fullkomiliga grundar- lagið undan ákærunum um, at føroyingar eru dupult- moralskir í fosturtøku- spurninginum, tí vit lata okkara fosturtøkur koma upp í danska statistikkin. Heilsumálaráðharrin stað- festir nevniliga, at í tíðar- skeiðnum 1999-2002 var bert ein føroysk kvinna skrásett at hava fingið fost- urtøku framda í Danmark: »Der synes ikke at være tale om, at færøske kvinder i større tal tager til Dan- mark for at få foretaget abort. En trækning fra Landspatientregisteret viser således, at der i den fire-årige periode 1999- 2002 kun var én kvinde med bopælsamt på Færø- erne, som fik foretaget abort i Danmark.« Henda staðfesting ger veruliga høvuðsargumentið móti galdandi skipan til einkis. Tað er við hesum staðfest, at lógin ikki er ein slúsa sum sendir føroyskar kvinnur til Danmarkar. Heilsumálaráðharrin tek- ur kortini eitt fyrivarni, tá hann sigur, at »Der synes ikke at være tale om«. Or- søkin til hetta fyrivarni kann hugsast at vera, at nakrar føroyskar kvinnur flyta til Danmarkar, áðrenn fosturtøkan verður framd. Gera tær tað, koma tær ikki í statistikkin sum føroying- ar, men sum danir. Vit hava tí vent okkum til Turid Holm, serlækna, og biðið hana meta um, hvør orsøkin er til, at næstan eingin føroysk kvinna tyk- ist fara til Danmarkar at fáa fosturtøku. Bert ein føroysk fosturtøka í Danmark frá 1999-2002 Føroyska lógin er ikki so stirvin, at tað er neyðugt hjá føroyskum kvinnum at fara niður at fáa fosturtøku. Tískil eru tølini so lág FOSTURTØKA Eydna Skaale Svarið, sum danski innan- ríkis- og heilsumálaráð- harrin gav Naser Kahder, kemur ikki óvart á Turið Holm, serlækna. – Vit nokta nærum ong- um at fáa fosturtøku framda á Landssjúkrahús- inum, so eg dugi ikki at síggja, hví so nógvar før- oyskar kvinnur skuldu farið niður at fingið fosturtøku framda. Einasta orsøkin kundi verið, at tær ikki ynskja at hava eina fostur- tøku nevnda í føroysku pappírunum, sigur hon. Tær flestu flyta adressu Hon sigur víðari, at tað verður ógvuliga ringt at finna nøkur hagtøl fyri tær fáu føroysku kvinnurnar, sum velja at fara niður, tí tær flestu flyta bústað á pappírinum í nakrar dagar, so tær koma undir hagtølini sum danskarar. – Lógin er broytt fyri stuttari tíð síðani, men inn- til heilt nýliga hevur tað verið soleiðis, at um tú kom sum føroyingur, t. v. s. við føroyskari adressu, so noyddist tú at fara á eina privatklinikk og gjalda alt sjálv. Tú fekk eina rokning aftaná, og hon var avgjørt ikki bílig, sigur Turið. Fyri at sleppa undan at gjalda, hava tær flestu sum eru farnar niður tí valt at gerast danskarar í nakrar dagar. Og sjálvsagt koma tær tá í hagtølini sum verandi danir. Nærum eingin fær nei Turið sigur, at talið á fostur- tøkum her á landið liggur um 60 árliga. Tað er talið á nærum øllum kvinnunum, sum ynskja fosturtøku. Hon sigur tað vera reinar giting- ar, sum t.d. Naser Khader hevur ført fram, um alla rúgvuna av føroyskum kvinnum, sum fella uttan fyri strongu føroysku fost- urtøkulógina og fara til Danmarkar. Tað er ikki so dupultmoralskt. – Hatta eru bara gitingar. Eg dugi ikki at síggja, hví nøkur kvinna skuldi farið ígjøgnum alt stríðið við at skifta adressu og fara niður til eina fosturtøku, tá hon kann gera tað her, sigur Turið. – Nakrar heilt fáar verða kanska steðgaðar hjá kommunulæknunum, tað er møguligt. Og tær fara kanska niður at taka fostur- tøku. Men tað er eitt lítið mál at halda fast í. Tað er avgjørt ikki vanligt, at før- oyskar kvinnur fara niður, staðfestir Turið Holm t enda. LØGREGLUTÍÐINDI Rúna Sivertsen runa@sosialurin.fo Tað hevur verið stak frið- arligt í vikuskiftinum, frætta vit frá løgreglu- støðunum kring landið Hetta vikuskiftið var eitt av teimum friðarligu hjá løgregluni. Tó var nakað av húsaófriði, rús- drekkakoyring og nøkur ferðsluóhapp. Eitt veitluslag í Klaks- vík endaði við, at fólk fóru til hendurs, og tað gekk so útyvir møblarn- ar, sum fingu nakað harða viðferð og brotn- aðu. Nøkur ferðsluóhapp hava verið, sum tíbetur bert hava kostað materi- ellan skaða. nakrir eru tiknir fyri at hava koyrt við kenning, men tíbetur heldur ikki har hendi nakar mansskaði. Friðarligt vikuskifti Turið Holm, serlækni á Landssjúkrahúsinum: Vit nokta nærum ongum at fáa fosturtøku í Føroyum Naser Khader, sum við spurningi sínum um føroyskar fosturtøkur helst ætlaði at avdúka føroyskan dupultmoral, má nú staðfesta, at hald ikki er í hansara ákærum Mynd: Liselotte Sabroe Landsliðsleikarin Jákup á Borg er sera spentur upp á at fara í gongd við tíðina sum yrkisleikari í danska superligafelagnum OB SUPERLIGA Terji Nielsen terji@sosialurin.fo So fekk enn ein føroyingur høvi at royna seg í super- ligaini. Landsliðsleikarin Jákup á Borg fer í morgin av landinum til Danmarkar, har hann næstu tríggjar mánaðirnar skal royna seg í danska superligafelagnum OB úr Odense. Gekk ótrúliga skjótt Jákup á Borg er sum vera man ógvuliga fegin um at hava fingið møguleikan at koma til eitt superligafelag. Hann dylur ikki fyri, at tað er ein ótrúligur møguleiki, og samstundis eitt stórt fet á veg móti tí stóra dreymin- um um burturav at gerast yrkisleikari uttanlands. Áheitanin frá OB um at leiga føroyska landsliðsleik- aran kom leygarmorgunin, so neyðugt var at gera skjótt av, tí flytingarvindeygað stongdi á midnátt sunnu- kvøldið. Tað var Jákup í Stórustovu, ið er umboðs- maður hjá Jákupi á Borg, ið fekk áheitanina frá danska felagnum. Hann boðaði beinan vegin felagnum hjá Jákupi á Borg, Havnar Bólt- felag, frá fyrispurninginum, og so gekk alt sera skjótt fyri seg, greiðir Jákup á Borg frá. Í sama viðfangi leggur Jákup afturat, at hann fegin vil nýta høvið til at takka bæði HB og arbeiðs- gevara sínum, Føroya Bjór, fyri stóra vælvild. Allir partar vóru ótrúliga positiv- ir, og hetta gjørdi sjálvsagt sítt til, at tað var møguligt at fáa avgreitt leigusáttmálan so skjótt. Tað er ikki av tilvild, at OB leigar júst Jákup á Borg, tí fyri einum ári síð- ani var hann til royndar- venjingar í danska felagn- um. Tað gekk eisini væl, men tá hevði OB ein rættu- liga breiðan hóp, og mett var, at tørvur var ikki á enn einum vongspælara. Men Jákup hevði staðið seg væl undir royndarvenjingini, og tí var hann ikki gloymdur. Fingið góð ráð frá Heine Fernandez Sjálvur ivaðist Jákup á Borg ikki, tá ið hann fekk tilboðið frá OB, og hann er ógvuliga spentur upp á avbjóðingina. Jákup ráð- førdi seg við danska venjar- an hjá HB, Heine Fernan- dez, og tað hjálpti mær nógv, sigur Jákup á Borg. Heine Fernandez var sjálv- sagt harmur um at missa Jákup í tríggjar mánaðar, men hann stuðlaði sam- stundis Jákupi í avgerð síni. Heine Fernandez ávaraði eisini Jákup um, at tað kann verða trupult at koma til eitt felag sum leiguspælari. Sum leiguspælari skalt tú gera tað ótrúliga gott fyri at koma á liðið, tí ein venjari vil altíð taka spælarar, ið eru bundnir at felagnum í longri tíð, fram um spælar- ar, ið eru leigaðir fyri eitt styttri tíðarskeið, var eitt av boðunu, ið Jákup fekk frá Fernandez. Feløgini vilja altíð fyrst og fremst satsa upp á tað fasta, segði danski venjarin við Jákup. Føroyski landsliðsleikar- in ásannar, at hann ikki kann vænta at sleppa beint inn á liðið hjá OB, men málið hjá honum er so at dríva á, og síggja hvussu langt tað røkkur. Danska kappingin byrjar um knapp- ar tvær vikur, men undan hesum hevur OB tveir ven- jingardystir á skránni, har høvi helst verður hjá Jákupi at vísa venjaranum, Troels Bech, hvør dugur er í hon- um. Venjingarstøði skuldi verið á góðari leið, sigur Jákup á Borg, og venjingar- legan í Spania við lands- liðnum hevur hjálpt mun- andi upp á bóltførleikan. Jákup hevur í vetur spælt hondbólt við H71 í bestu mansdeildini, og av teirri orsøk er hann helst betur fyri, enn nógvir av hinum føroysku leikarunum. Ikki bangin fyri at sita á bonkinum Royndirnar hava víst, at føroyingar í donskum fel- øgum, hava sitið nógv á beinkinum ella verið heilt uttan fyri hópin. Dømir um hetta er Jón Rói Jacobsen í Brøndby, Johan Byrial Hansen í júst OB og Christian Høgni Jacobsen í Esbjerg. Men hesum stúrir Jákup á Borg ikki fyri. Hann heldur tað verða mennandi undir øllum um- støðum at fara avstað, og fær man ikki spælitíð í sup- erligauni, so fær man roynt seg á eykaliðnum í dan- marks-seriuni, og har er støðið eisini rættuliga høgt, metir Jákup á Borg. Jákup á Borg er familju- maður við stórum F, og tí var neyvan nøkur avtala gjørd, um familjan ikki var við. Sum áðurnevnt fer Ják- up sjálvur av landinum í morgin, meðan familjan væntandi kemur til Odense um eina viku ella so. Í fyrstuni skal Jákup búgva á gistingarhúsi í føðistaðnum hjá H.C. Andersen, men tá ið tey bæði unnustan Sussie og lítli sonurin Fríði koma niður, verður farið í íbúð, sum OB útvegar føroysku familjuni. Jákup er sum sagt sera spentur upp á av- bjóðingina, og tað munnu teir allarflestu fótbólts- áhugaðu føroyingar eisini verða, og Sosialurin fer at fylgja væl við, hvussu tað gongur hjá føroyska lands- liðsmanninum í OB. Nr. 42 • týsdagur • 2. mars 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Ein ótrúligur møguleiki Formaðurin í HB, Birgir Enghamar, sigur at allir partur eru væl nøgdir við avtaluna, sum er gjørd millum HB og OB um leigu av Jákupi á Borg SUPERLIGA Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Allir partar eru tættir sum tunnan, tá ið spurt verður eftir fíggjarligu umstøð- unum í leigusáttmálanum, ið er gjørdur millum HB og OB um leigu av Jákupi á Borg. HB-formaðurin sigur, at í HB hava teir al- tíð havt tann politikk, at teir ikki vilja forða einum leikara í at sleppa at royna seg uttanlands. Birgir Enghamar sigur, at sjálv- sagt vildu teir fegnir havt Jákup í hópinum alt kapp- ingarárið, men teir vilja ikki forða fyri einum slík- um møguleika hjá einum spælara. Satsa upp á teir ungu Nú ein so markantur leik- ari sum Jákup á Borg ikki verður við hjá føroya- meistarunum fyrstu mán- aðirnar, er tað nærliggj- andi at hugsa, at havnar- felagið fer at leita sær eft- ir einum avloysara, men tað avsannar formaðurin í HB. Birgir Enghamar sig- ur, at HB fer at satsa upp á sínar egnu ungu leikar- ar, og hetta er eitt kær- komið høvi hjá teimum ungu at vísa hvør dugur er í teimum. Í HB fegnast teir vegna Jákup um, at tað hevur eydnast honum at fáa leigusáttmála við OB, og í 100-ára felagnum eru teir eisini ernir um, at danska superligain hevur áhuga fyri teirra leikarum. Birg- ir Enghamar sigur, at alt pappírsarbeiðið viðvíkj- andi spæliloyvinum hjá Jákupi gekk ótrúliga skjótt fyri seg, og at ein avtala er gjørd, sum allir partar eru nøgdir við. Teir ungu fáa kjansin føroyski landsliðsleikarin Jákup á Borg fær nú at høvi at royna seg í bestu donsku deildini næstu tríggjar mánaðirnar, eftir at HB og danska felagið OB gjørdu leigusáttmála um vikuskiftið Formaðurin í HB, Birgir Enghamar, sigur ongan avloysara verða á veg til HB fyri Jákup á Borg, sum skal royna seg í donskum fótbólti næstu mánaðirnar C M Y K 19 18