Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-02, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. mars 2004síða 11

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 42 - 2. mars 2004 21 20 Nr. 42 - 2. mars 2004 Við sigrinum á StÍF mundi Neistin syrgja fyri, at FM-spurning- urin verður eitt mál millum havnar- feløgini HONDBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Neistin vann uppgerðina á Skála sunnudagin, sum undan dystinum varð mett sum dysturin, har endaligi avbjóðarin til Kyndil skuldi finnast. Soleiðis tykist tað nú standa fast, at gulldysturin verður ein uppgerð millum tey bæði havnarfeløgini, og tá Kyndil samstundis misti stig í grannauppgerðini móti H71 bendir nógv nú á, at talan verður um satt gullbrak, tá tey bæði havn- arfeløgini hittast í næst seinasta umfarinum. Undan dystinum mundu tað annars vera nógv av Neistafólkunum, sum bóru ótta fyri, at hetta ikki skuldi fara at spæla so væl av. Bæði Heini Hanusarson og Dragisa Stojovic hava nevnliga drigist við skaðar seinastu tíðina, og tó at Dragisa væntandi kundi vera við hendan dystin, so tóktist tað standa greitt, at hetta so ikki fór at verða við fullari ferð. Hjá Heina tóktist vera enn verri statt, og tó at tað leygardagin ljóðaði, at hann helst fór at vera í hópinum, so vóru eingi serlig útlit fyri, at hansara leiklutur fór at verða nakað serligur. Hartil kom so tann veru- leiki, at StÍF helst var styrkt til dystin. Sveinur Justinus- sen verður av mongum mettur sum besta álops- vápnið hjá liðnum, og hann var nú byrjaður at venja, eftir at hann hevur verið úti við skaða síðani fyrst í januar mánaði. Jotic á muni Men tá dysturin varð blást- ur ígongd, vóru bæði Heini og Dragisa á vøllinum fyri Neistan, meðan Sveinur Justinussen sat á beinkin- um hjá StÍF. Um hetta so var orsøkin, skal verða ósagt, men tað tóktist í øllum førum eitt óvanliga spakført StÍF lið, sum byrjaði dystin. Tað var líka sum, um viljin og hug- urin at vinna dystin als ikki var til staðar fyrstu longu løtuna, og tó at báðir stór- skjúttarnir hjá Neistanum tóktist nakað merktir av skaðum sínum, so fingu teir saman við liðfeløgun- um loyvi til at byggja sær eina lítla leiðslu upp. Tað kom tó nakað av lívi í heimaáskoðararnar, tá fyrri hálvleikur var um at vera hálvrunnin. Við eitt tóktist heimaliðið at fáa skil á verjuspælið, og so gjørd- ist tað brádliga trupult hjá Neistanum. Áki Mørk fekk ikki longur sama rásarúm at stýra spælinum hjá gestun- um, og tað førdi so aftur við sær, at uppspælið til hinar gjørdist nakað fátækari. Og tá Neistin ikki á full- góðan hátt megnaði at enda síni álop, so fekk StÍF av álvara sett kontra-spælið til. Kanska skuldi tað eisini verið so, at heimaliðið hesa løtuna mest sum avgjørdi dystin, men stórspæl frá Zeljko Jotic í Neista-málin- m tók eini tríggjar frírenn- arar frá Alexandur, og tá Neistin so aftur fekk nakað av gongd á undan steðgin- um, gjørdist munurin ikki tann heilt øgiligi. Hildu høvdið kalt Tað gjødist hann so heldur ikki eftir steðgin, tó at StÍF nú aftur hevði fleiri góðar møguleikar. Alexandur átti aftur sín stóra lut í brendu kjansunum, men tað skal tó samstundis nevnast, at hann hóast hetta stríddist ótroyttiliga fyri liðið. Neistin tóktist bara at hanga so dánt í, men um miðjan seinna hálvleik fór at bragda hjá teimum. Strandingar megnaðu einar tvær ferðir at svara aftur, tá Neistin stríddi seg upp á javnt, men so var eisini lið- ugt. Tíggju minuttir fyri leiklok høvdu gestirnir tog- að seg framum, og so var tað, at teir av álvara sýndu, at teir eisini megna at halda høvdið kalt, tá á stendur. Alla tíðina dugdu teir væl at halda høvdinum kalt, tá strandingar royndu at seta ferð á, og hóst bæði Drag- isa og Heini vórðu mans- vardir móti endanum, so tóktist hetta á ongan hátt at nerva hinar leikarirnar. Kanska mundu teir kenna seg eitt sindur kroystar, tá StÍF skoraði tvær ferðir á rað móti endanum, soleiðis at bert eitt mál var á muni, men heldur enn at fella í fátt, so tók Helgi Justinus- sen málkið í egnar hendur og nærum spákaði sær ígjøgnum tunnu StÍF-verj- una, soleiðis at hann kundi sláa seinasta seymin í. Eitt sindur av roki kom annars í, tá Neistin økti til 26-23. Tá hetta álopið byrj- aði, hevði Dia Midjord tveitt grøna kortið á dómara- borðið, men hóast hesi trýstu á floytuna, so var einki ljóð at hoyra í høllini. Dómararnir vistu tí av ong- um, og tá álopið so kastaði mál av sær, vildi bonkurin hjá StÍF mótmæla. Eina løtu sá tað út til at gerast heilt ógvusligt, tá nøkur ikki alt ov pen orð fuku millum Ikki heilt klárur Heini Hanusarson fekk als ikki skotið við fullari megi, men kortini var hann ein týðandi partur av sigrinum hjá Neistanum HONDBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Einki er at ivas tí, at vón- irnar hjá Neistanum fyri FM-heitinum í mans- hondbólti eru nær knýttar at Heina Hanusarson, sum um jóltíðir setti kósina heim móti Føroyum. Tí kendist tað eisini sum dyggur smeitur, tá hvørki hann ella Dragisa Stojovic kundu vera við móti VÍF herfyri, og úrslitið ta ferðina endurspeglaði eisini týdningin, sum teir báðir hava fyri liðið. Fekk ikki skotið Ætlandi skuldi Heini heldur ikki vera við á liðnum sunnudagin, men tá liðini fóru á vøllin, var tað kortini hann, sum heilsaði liðskiparanum hjá strandingum. Men hóast hetta, og hó- ast hann við góððum verjuspælið og fimm málum átti sín stóra lut í Neista-sigrinum, so við- gekk Heini sjálvur, at hann var ikki 100% til reiðar at spæla dyst. – Eg royndi at venja hóskvøldið, og tá sá eg meg als ikki føran fyri at spæla. Bara eg royndi at avlevera, setti pínan til í arminum, men í dag var so nakað frægari. – Eg fekk eisini eina termo-bandagju frá Siri her í morgun, men tað var framvegis soleiðis, at eg fekk ikki skotið ígjøgnum. Skotini hjá mær vóru iki stórt meira enn nakrar vanligar avleveringar. Hvussu var og ikki, so var hetta tó eisini nóg mikið til at basa strand- ingum. Spurningurin er so, hvussu skjótt skaðin fer at batna, og hvussu nær Heini verður teimum 100%, tá Neistin komandi vikuskiftið skal takast við KÍF. Við góðum verjuspæli og fimm málum átti Heini Hanusarson so avgjørt sín stóra leiklut í sigrinum hjá Neistanum á StÍF Mynd: Álvur Haraldsen StÍF-Neistin 25-27 (13-11): Gullið fer til Havnar Marian Cirloganescu og Dragisa Stojovic, men tað var tó skjótt, at menn sissað- ust, og dómurin um málið stóð framvegis við. Dómar- arnir sjálvir vistu einki um nakað time-out, og tí kundu teir ikki bakka dystin aftur til støðuna, tá kortið varð latið dómaraborðinum. Finalan nærkast Og tað er helst lítið at ivast í, at dreymurin hjá StÍF um at endurvinna FM nú er deyður og jarðaður. Fimm stig upp til oddin og bara fimm dystir at heinta hetta í, tykist í øllum førum vera ein sera stórur gloypibiti. Stóran part av orsøkini fyri hetta eiga skaðarnir á liðnum uttan iva. StÍF hevur kanska ein hin breið- asta hópin í landinum, men tá leikarar sum Sveinur og Marian verða skaddir, so skal tað merkjast, og tað hevur tað eisini gjørt á Skála. Hartil tykist tað eisini merkisvert, at hóast hóp- urin hjá StÍF sum sagt er ein hin breiðasti í landin- um, so er tað hugvekjandi, í hvussu lítlan mun bonkurin hjá liðnum verður nýttur. Skotsterkir menn sum Sverri og Leivur Justinus- sen verða hildnir uttanfyri, og tó at hesin seinast nevndi hevur fingið nógva spælitíð seinastu dystirnar, so er einki at ivast í, at hendan fer at minka mun- andi, nú yngri beiggin aftur er tøkur. Eisini hóast tað enn er eitt petti upp til topp- formin hjá Sveini. Spurningurin er so, hvørt liðið megnar at reisa seg longu til mikukvøldið. Tá kemur Kyndil á vitjan, og her hevur StÍF møguleikan at minka munin niður í trý stig, og hetta vil so í øllum førum vera nakað, sum tey í Neistanum høvdu fegnast um. Tí úrslitini hesa ferð lagaðu seg nevnliga soleið- is, at Neistin nú aftur kann fáa fatur á grannunum. Tvey stig eru á muni, og málmunurin hjá pørtunum er hin sami, so um hendan støðan heldur, so kunnu havnarborgarar helst síggja fram til eina rætta finalu í næst seinasta umfarinum. Eina finalu, sum endaliga kann gera av, hvar FM- steypið skal standa kom- andi árið. Uttan fyri høv- uðsstaðin fer tað so neyvan. Dysturin í tølum StÍF-Neistin 25-27 (13-11) Málskjúttar StÍF: Alexandur Johansen 7(4), Sveinur Justinussen 5, Mihai Marinescu 3, Borgar Danielsen 3, Bent Djurhuus 2, Leivur Justinussen 1, Sverri Justinussen 1 Neistin: Dragisa Stojovic 8, Áki Mørk 7(4), Heini Hanusarson 5, Dann Thor- leifsson 2, Helgi Michelsen 1, Ári Rouch 1, Blagoje Buha 1, Birgir Kass 1, Helgi Justinussen 1 Brotskøst: StÍF 5, Neistin 5 Útvísingar: StÍF 2, Neistin 3 Dómarar úr Kyndli: Geir Wardum & Gunnar Greg- oriussen. Uppgávan gjørd- ist ongan tíð serliga trupul, tí spælið var fyri tað allar mesta sera reint, og dómar- arnir gjørdu so heldur ikki uppgávuna truplari, enn hon var. Tá Neistin í seinna hávleiki fekk veruligt tak á verjupartinum, eydnaðist teimum at leggja sjógv millum seg og strandingar. Og nú tykist talan gerast um sanna finalu, tá grannauppgerðin í Havn er á skránni í næst seinasta umfarinum Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 20