Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-02, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. mars 2004síða 12

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 42 - 2. mars 2004 23 Vágskvinnur spældu Kyndil sundur og saman í fyrra hálv- leiki, og so var dystur- in avgjørdur, áðrenn komið var til hálv- leiks HONDBÓLTUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Sunnudagin hittust botnur og toppur í føroyskum kvinnuhondbólti í høllini á Hálsi í Havn, tá Kyndil og VB hittust. Fáur mundi ivast í, at hetta fór at verða ein løtt uppgáva hjá vágs- kvinnum, tí tær hava av álvara nakað at spæla fyri, meðan unga kyndlaliðið hevur havt tað ógvuliga trupult í ár. Gjørdu bart beinanvegin Vágskvinnur tóku eisini uppgávuna í størsta álvara, og tað gekk ikki rúm tíð, so var dysturin avgjørdur. Longu eftir at tíggju min- uttir vóru leiktir, høvdu gestirnir úr Vági lagt seg á odda 5-1. Kyndil fekk ong- antíð fótin fyri seg, og VB rann heimaliðið fullkomi- liga um koll. Munurin mill- um liðini vaks støðugt, og áðrenn nakar hevði varnast, hevði VB lagt seg á odda við tíggju málum, 12-2, og dysturin var ikki hálvrunn- in. VB koyrdi við fullari megi allan vegin til hálv- leiks, og tá var allur spenn- ingur langt síðani farin úr dystinum, um hann nakr- antíð hevði verið har. Vágs- kvinnur vóru á odda við ikki færri enn 12 málum, 15-3, í steðginum, og tað má tátta í føroyskt met í bestu kvinnudeildini bert at skora trý mál í einum hálvleiki. Slappaðu av eftir steðgin Eftir hálvleikin tóku gest- irnir sær av løttum. Eingin orsøk var til at leggja ov nógv fyri og harvið risikera skaðar undan teimum sein- astu leikumførunum, har VB millum annað skal dystast við hitt oddaliðið, Stjørnuna, í einari reinari finalu í Vági 27 marts. Tí- skil bleiv ferðin sett mun- andi niður, og tað var nak- að, sum fall í góða jørð hjá heimaliðnum. Nú megnaðu tær so dánt at halda tørn, og við tað at vágskvinnur eisini fóru at slaka í verj- uni, fingu genturnar í Kyndli eisini gongd á mál- skjótingina. Nú gekk leikur javnt á, men ongantíð var munurin minni enn tíggju mál. Vágskvinnur vildu bara hava tíðina at ganga, meðan kyndlakvinnurnar royndu at pynta eitt sindur upp á úrslitið. VB vann seinna hálvleik 15-13, og saman- lagt vunnu vágskvinnur dystin 30-16. VB hevur góðar møguleikar at gerast føroyameistarar, meðan Kyndil kann fara undir at brynja seg til komandi kappingarár, har neyðugt er at fáa styrk uttanífrá, um tær grønu úr Havn ætla at gera seg galdandi. Kyndil er einasta liðið í bestu kvinnudeildini, ið ikki hev- ur útlendskan styrk á liðn- um, og tað sæst aftur. Ikki fyri at taka nakað frá teimum føroysku leikarun- um, men tað sæst altso munur á føroysku og út- lendsku leikarunum í teim- um allarflestu førunum, og teir mongu útlendsku leik- ararnir í føroysku kapping- ini hava verið við til at lyfta støðið á føroyska hondbólt- inum munandi. Tískil er tað neyðugt hjá Kyndli at styrkja seg munandi, um tær ætla at verða við, har sum tað er stuttligt. Dysturin í tølum Kyndil-VB 16-30 (3-15) Kyndil: Sabine Frølund 4, Annika Thomsen 4, Ann- Mari Wang 3, Randi Ward- um 2(1), Linda Weihe 1, Súsanna Petersen 1, Hildur Mikkelsen 1 VB: Daiva Tomaite 8, Gurið Mortensen 8, Aukse Vysniaskaite 6(2), Leila Jespersen 4, Margreth Aug- ustinussen 2, Jacoba Poul- sen 1, Rannvá Augustinus- sen 1 Brotskøst: Kyndil 1(1), VB 3(3) Útvísingar: Kyndil 2, VB 1 Dómarar: Kristian og Karstin Joensen Kyndil-VB 16-30 (3-15): Ein hálvleikur var nokk hjá VB VB kundi veruliga taka sær av løttum í seinna hálvleiki, eftir at tær høvdu sett alt upp á pláss fyrstu 30 minuttirnar Mynd: Álvur Haraldsen 23 22 Nr. 42 - 2. mars 2004 Enn einaferð eydn- aðist tað H71 at steðga sigursrøðini hjá Kyndli, tá ið liðini bæði leiktu javnt á Hálsi sunnudagin. Dysturin var ógvuliga rótutur og hart spældur, men tá ið tikið verður saman- um, eiga kyndlamenn at verða best nøgdir við javnleikin HONDBÓLTUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Torførasti mótstøðuliðið hjá oddaliðnum Kyndil hetta kappingarárið hevur verið botnliðið H71. Í grundspælinum vann H71 báðar dystirnar, og í steypa- kappingini vunnu hoyvík- ingar samanlagt, tá liðini bæði hittust í tveimum hálvfinalum. Sunnudagin hevði Kyndil møguleikan at hevna allar ósigrarnar á hoyvíkingum, men enn einaferð prógvaði H71, at teir hava takið á teimum grønu úr Havn. Óskipað spæl Tað var ikki tað poleraða hondbóltsspælið, ið borð- reitt var við í dystinum á Hálsi sunnudagin. Heldur var tað tilvildarligt og ó- skipað spæl, har tað fyrstu løtuna tóktist, sum høvdu bæði Kyndil og H71 sett sær fyri at gera skjótt av úr verju í álopi. Hesin tak- tikkur eydnaðist ikki ser- liga væl, tí óteljandi ferðir bleiv bólturin blakaður burtur av báðum liðum, tí at spælt bleiv ov skjótt. Kyndlamenn høvdu sett sær fyri at mansverja lið- skiparan hjá H71, Halgir Dahl-Olesen, og tað eydn- aðist partvís væl, tí Halgir, ið vanliga er góður fyri eini 8 til 10 mál, fekk einans eitt mál í dystinum. Hinvegin gav hetta betri pláss til leik- andi venjaran, Henrik Gerster, og gjørdi hann sær eisini dælt av. Gerster hevði ein av sínum heilt góðu døgum, men hann fekk so sanniliga eisini umstøður til tað av gávumildu k y n d l a v e r j u n i . Kyndlaverjan var ógvuliga opin størsta partin av dystinum, og saknurin í Janus Einari Sørensen var ógvuliga sjónligur. Tað er heldur ikki góður verju- taktikkur at geva Henriki Gerster pláss til at koma heilt inn um tríggjar-met- urin at skjóta, men tað slapp hann, tí ongin av grønu verjuleikarunum kom út at takla hann. Tað var eisini H71, ið fekk bestu byrjanina upp á dystin. Hoyvíkingar vóru á odda størsta partin av fyrra hálvleiki, men beint undan steðginum gjørdi Kyndil ein vørr, so at tá ið komið var til hálvleiks, stóð á jøvnum 15-15. Málverjin hjá Kyndli, Jóhan Daniel- sen, kom spakuliga inn í dystin, tá ið tað nærkaðist hálvleiki, og millum annað hevði hann eina frálíka dupultbjarging, tá ið H71 var á odda 15-14. Sam- stundis kom eitt sindur betur skil á óskipaða álops- spælið hjá Kyndli, og ser- liga liðskiparin, Hans Áki Dal-Christiansen, var væl- upplagdur. H71 gav ikki upp Eftir at Kyndil hevði fingið fatur á hoyvíkingum aftur beint fyri steðgin, vóru tað óivað fleiri, ið væntaðu at heimaliðið fór at fara frá H71 í seinna hálvleiki, men so var ikki. Hoyvíkingar, ið ikki hava tað stóra at spæla fyri, eiga rós uppiborið fyri ikki at geva upp, hóast Kyndil legði seg á odda við tveimum málum í rúma tíð eftir steðgin. Stríðsviljin hjá H71 er tiltikin, og sum áskoðari legði tú eisini til merkis, at leikararnir hjá H71 í nógv størri mun enn teir hjá Kyndli royndu at eggja hvønn annan. Somu- leiðis tosaðu hoyvíkingar munandi meiri sínamillum í verjuni, enn hvat mót- støðumenninir gjørdu. Eis- ini kann spurnartekin setast við, hvi venjarin hjá Kyndli ikki gav summum av sínum leikarum eina pausu, so teir kundu fáa eitt sindur av luft. Kyndil nýtti bert 7 úti- leikarar í dystinum, meðan H71 brúkti allar sínar tíggju útileikarar! Kyndil legði seg á odda, tá ið komið var nakað út í seinna hálvleik, men H71 gav ikki skarvin yvir. Kyndil kom á odda 23-21, men tríggjar minuttir seinni hevði H71 lagt seg á odda 25-23. Kyndlamenn svar- aðu tó skjótt aftur, og ikki gekk meiri enn ein góður minuttur, so stóð ájøvnum 25-25! H71 fekk nú tvey brots- køst á rað, sum Henrik Gerster setti í netið, og í sambandi við brotskøstini blivu ávíkavist Josef Abra- hamsen og Høgni Klein hjá Kyndli útvístir. Útvísingin hjá Josef var ógvuliga tunn, og hon líktist mest einum kompensatiónsdómi fyri eina upplagda útvísing til Jacob Jónsson stutt framm- anundan. H71 var nú á odda 27-25, men Høgni Klein minkaði um munin beinan vegin, ið hann kom aftur á vøllin, og stutt eftir javnaði Hans Áki fyri Kyndil, og samstundis fekk H71 Heina Bentsen útvíst- an. Knappir fimm minuttir vóru eftir at leika, og nú skuldi man trúð, at Kyndil hevði bestu kortini á hond- ini, tí teir høvdu ein mann meira, men tað er ikki altíð ein fyrimunur. Hoyvíkingar gjørdu ikki mætari enn at vinna undirtalsstøðuna 2-0, og so vóru teir á odda 29- 27! Bert tríggir minuttir vóru eftir at leika, og nú hevði Kyndil skund. Jacob Jóns- son minkaði skjótt um munin, og í næsta álopinum hjá Kyndli fingu teir brots- kast, og samstundis fekk Henrik Gerster sína triðju útvísing og harvið reyða kortið. Hans Áki Dal- Christiansen javnaði til 29- 29, og klokkan vísti 28:53. Hoyvíkingar fóru í álop, og Johnny Durhuus bleiv spældur leysur, men Jóhan Danielsen í kyndlamálinum stórbjargaði. H71 hevði tó framvegis bóltin, og teir fingu loyvi til at spæla eitt sera langt álop, sum 15 sekund fyri tíð gav eina útvísing til Høgna Klein hjá Kyndli og samstundis 3-metrar til H71. Hóast ikki var markerað fyri nøli enn, valdu hoyvíkingar at leggja upp til Halgir Dahl-Olesen, men enn einaferð bjargaði Jóhan Danielsen. Kyndil tók time-out, og fimm se- kund vóru eftir at spæla. Bólturin bleiv spældur skjótt fram á høgra vong til Ken Zachariassen, sum valdi at spæla yvir um til Hans Áka á vinstra vongi, men tá var tíðin longu farin. Ken átti helst at roynt sjálvur, men kanska var vinkulin ov spískur hjá honum at royna seg í. Dysturin endaði tískil við javnleiki 29-29, og tað var á eini góðari leið. Um nakað, so vóru tað hoyvíkingar, ið vóru nærri sigrinum, men teir manglaðu eitt sindur av tí hepni, ið ofta fylgir ei- num oddaliði. Dysturin í tølum Kyndil - H71 29-29 (15-15) Kyndil: Hans Áki Dal- Christiansen 10(3), Høgni Klein 6, Jacob Jónsson 5, Ken Zachariassen 4, Josef Abrahamsen 2(1), Jónleif Sólsker 1, Finnur Hansson 1 H71: Henrik Gerster 13(4), Heini Bentsen 5, Johnny Durhuus 4, Olaf Vester- gaard 3, Eyðun Jensen 2, Halgir Dahl-Olesen 1, Bárður Brimvík 1 Brotskøst: Kyndil 4(4), H71 4(4) Útvísingar: Kyndil 6, H71 10 (Olaf Vestergaard og Henrik Gerster 3 x 2 minuttir) Dómarar: Kristian og Karstin Joensen - ungu klaksvíkingarnir fingu sína sak fyri, tí tað eru altíð rokdystir, tá Kyndil og H71 hittas. Sekstan útvísingar bleiv tað til, og tað var kanska í meira lagi Kyndil-H71 29-29 (15-15): Hoyvíkingar eru marran hjá Kyndli Stigatalvan tykist ikki hava nakað sum helst at siga, tá Kyndil og H71 hittast. Aftur hesa ferð eydnaðist tað hjá hvíta botnliðnum at steðga grøna oddaliðnum C M Y K 22