týsdagur 2. mars 2004síða 13
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 42 - 2. mars 2004
25
Søljan-VÍF 19-27
Upphiting
til stórdyst
Ein dystur varð leiktur
á Giljanesi sunnudag-
in, tá Søljan tók ímóti
VÍF.
Gulu
vestmanna-
kvinnurnar hava í ár
ikki megna at sannført
um, at teir eiga at met-
ast sum sjálvskrivaður
partur av avgjørda
oddastríðnum,
men
móti Søljuni gjørdist
talan tó ikki um stór-
vegis trupulleikar.
Uttan at tær veruliga
skuldu seta ferð á allar
motorar, eydnaðist tað
VÍF at toga ein 27-19
sigur heim við sær, og
styrktu tær sostatt um
støðuna á talvuni, har
tær tykjast vera á ein-
um tryggum triðja
plássi, tó at hetta eisini
kann broytast.
Skal tað henda, so
krevst í øllum førum
ein
sigur
komandi
vikuskiftið, tá Stjørnan
kemur á vitjan. Fyri
bæði liðini má hendan
uppgerðin metast sum
ein stór styrkisroynd
undan sjálvum enda-
spurtinum, og tó at tað
helst verður dysturin
millum VB og Stjørn-
una, sum fer at avgera
FM-heitið, so kann úr-
slitið komandi viku-
skifti væl vísa seg at
fáa sína ávirkan í hes-
um.
-jm
Bæði TB og Mjølnir
vunnu sannførandi
sigrar á botnliðunum
FLOGBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað var kanska ikki tann
heilt stóri spenningurin
undan dystunum í bestu
kvinnudeildini í flogbólti
um vikuskiftið.
Bæði oddaliðini, TB og
Mjølnir, skuldu royna seg
móti liðum úr tyngra
endanum á talvuni, og tað
skuldi eisini vísa seg, at
talan ikki gjørdist um stór-
vegis trupulleikar av hes-
um.
Í Trongisvági hevði Fleyr
annars hug at arga TB eina
lítla løtu, men tað mundi tó
standa øllum greitt, at hjá
heimaliðnum var tað fyri
tað mesta ein spurningur
um, í hvørjum álvara leik-
ararnir tóku uppgerðina.
Tá teir móti dystarenda
veruliga settu ferð á, megn-
aði Fleyr heldur ikki at gera
nakað sum helst, og úrslitið
av seinasta settinum gevur
helst eina góða mynd av,
hvussu stórur styrkismun-
urin ímillum topp og botn
veruliga er.
Í Hoyvíkarhøllini hevi
Mjølnir heldur ikki teir
stóru trupulleikarnar, tá tær
vitjaðu KÍF, tó at raðfylgjan
í settum her var hedlur
øvugt teirri í Trongisvági.
Mjølnir tók sær nevnlga
trygt av teimum báðum
fyrstu settunum, men tá tær
í triðja settinum fóru at taka
sær meira av løttum, slapp
KÍF eisini at spæla við. Tað
mundi eisini blivið heilt
spennandi móti endanum,
men við 25-22 helt Mjølnir
fast um 3-0.
Komandi vikuskifti er tó
einki at ivast í, at spenn-
ingurin fer at verða nakað
væl størri. Tá skulu tær hjá
Mjølni nevnliga á Giljanes
at vitja, og hetta tykist í
løtuni vera dysturin, sum
skal staðfesta ella avnokta,
at Mjølnir gerst føroya-
meistari. Vinna klaks-víks-
kvinnurnar her, so er einki
at ivast í, at gullið er heima.
Eisini hóast tær í seinasta
umfarinum skulu vitja á
Kambsdali.
Dráttur kann hinvegin
framvegis røkka onkrum
heilt frammi í oddinum, um
heilt væl vil til. Umframt
heimadystin móti Mjølni
eiga tær eisini TB á útivølli
eftir á dystarskránni, og so
er spurningurin, hvørt tær
megna at fáa sær nóg stóra
úrtøku burtur úr hesum
dystunum.
SÍ megnaði ikki at
standa ímóti trýstin-
um frá ÍF, og eru nu
heilt úti úr FM-mynd-
ini
FLOGBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Skuldu sørvingar hava bara
tann allar minsta møgu-
leikan at gera seg galdandi
longur frammi enn á triðja
plássinum, so var kravið
ein sigur, tá ÍF kom á vitjan
um vikuskiftið.
Samstundis var hetta ein
dystur av alstórum týdningi
fyri gestirnar, sum í verandi
støðu bara mugu halda á
fram at vinna, og annars
bara vóna, at klaksvíkingar
snáva fyrr ella seinni.
Fyrstu longu løtuna av
dystinum var tað eisini so,
at spenningurin um útfallið
av dystinum var stórur.
Fyrsta settið reið tað um
snarið, tá fuglfirðingarnir
megnaðu at taka sær leiðsl-
una, og tó at tølini vóru eitt
sindur meira sannførandi
næsta settið, so hevði SÍ
alla tíðina eitt gott tak á.
Góða takið kastaði tó
ikki nakað ítøkiligt av sær,
og
í
triðja
settinum
skramblaði alt fullkomuliga
saman. Sørvingar megnaðu
als ikki at halda fast um
trýstið, og uttan stórvegis
hóvasták kundu gestirnir
fara avstað við einum 3-0
sigri, soleiðis at teir fram-
haldandi halda trýstið á
Mjølni.
Skal hetta geva úrslit í
gullmerkjum, so er helst
neyðugt, at teir fáa hjálp frá
júst SÍ. Sørvingar taka
komandi vikuskiftið ímóti
Mjølnir, og so er spurning-
urin, hvussu tann dagurin
fer at tørna út hjá Klaks-
víkini. Sum nevnt aðra-
staðni á síðuni, so skulu
kvinnurnar hjá Mjølni tá
eisini í ein avgerandi dyst á
Vágoynni, og so er spurn-
ingurin helst, hvørt tað
verur Queen við »we are
the champions« ella Monty
Python við »Allways look
on the bright side of life«
sum verður at hoyra í
bussunum, tá farið verður
eystur gjøgnum Vágatunn-
ilin.
Hin dysturin um viku-
skiftið var í Hoyvík, har
Mjølnir vitjaði Fram, og
her fekk SÍ ikki stórvegis
av hjálp. Hóast Mjølnir ikki
spílaði seg veruliga út, so
megnaði Fram als ikki at
hótta takið á gullmerkj-
unum. 3-0 til Mjølnir, sum
nú kunnu fara at gera seg út
til dystin í Sørvági, sum
væl kann gerast endaliga
staðfestingin av gullmerkj-
unum í mansflogbólti fyri
2004.
Flogbóltsúrslit
Meistaradeild kvinnur
KÍF-Mjølnir
0-3
(9-25, 17-25, 22-25)
TB-Fleyr
3-0
(25-22, 25-19, 25-6)
Meistaradeild menn
Fram-Mjølnir
0-3
(16-25, 16-25, 17-25)
SÍ-ÍF
0-3
(23-25, 20-25, 14-25)
Einki sløsarí
Sørvingar úti
Fuglfirðingar vunnu 3-0 í Sørvági og halda sostatt fast um trýstið á Mjølnir í oddastríðnum í
mansflogbólti
Hóast TB í løtum tók sær av løttum, so megnaði Fleyr ikki at gera stórvegis til tess at skapa
órógv í oddastríðið
25
24
Nr. 42 - 2. mars 2004
KÍ hevði avlop
Klaksvíkar Ítróttar-
felag hevði frægasta
fíggjarliga úrslitið í
mong ár í fjør, og á
aðalfundinum í farnu
viku varð formaðurin
í felagnum
afturvaldur fyri eitt
tvey ára skeið
AÐALFUNDUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
KÍ kundi fyri fyrstu ferð í
fleiri ár vísa eitt avlop á
roknskapinum fyri 2003.
Eftir eitt stórt hall í 2002,
hevði felagið í 2003 eitt av-
lop á umleið 25.000 krónur.
Hetta kom fram á aðal-
fundinum hjá Klaksvíkar
Ítróttarfelag,
sum
varð
hildin í farnu viku.
Gestur Hovgaard, for-
maður í KÍ, fegnaðist á um,
at tað hevði eydnast at betra
um úrslitið hjá felagnum,
men hann staðfesti, at stóra
skuldin
hjá
felagnum
framvegis er tyngjandi, og
ein loysn má finnast á
hesum í næstum.
– Tað er framvegis heldur
eingin louna, at skuld
felagsins er alt ov stór, og
eitt
nú
er
stóra
rentuútreiðslan ein tung
byrða fyri raksturin. Tí má
tað finnast ein loysn uppá
skuldabyrðuna, sum ikki
liggur 15 ár frammi í tíðini,
men helst bara nakrar
mánaðir frammi í tíðini,
segði Gestur Hovgaard í
síni formansfrágreiðing.
Hann helt, at ein loysn at
á trupulleikanum var, at KÍ
seldi KÍ-høllina.
Formaður afturvaldur
Á aðalfundinum stóð for-
maðurin fyri valið, og Gest-
ur Hovgaard varð valdur
aftur uttan mótvalevni.
Hann skal tí verða bossur í
KÍ næstu tvey árini.
Tiltakslimurin í starvs-
nevndini, Ólavur Poulsen,
stóð eisini fyri valið, og
hann var somuleiðis aftur-
valdur. Hinir limirnir í
starvsnevndini hjá KÍ eru
Karl Birgir Isaksen og
Nichels Lützen.
Stóra kjakevnið á fundin-
um var ætlanin at stovna
partafelag at reka besta
mansliðið
í
felagnum.
Leiðslan vildi hava nakrar
meiningar frá limunum um
hetta, og tað fekk hon –
bæði fyri og ímóti.
Á fundinum var nýggi
spælibúnin hjá 1. deildar-
liðnum vístur fram, og nýtt
100
ára
búmerki
var
avdúkað.
Eins og føðingardagsbarnið í
Havn, so hevur KÍ fingið sær
serstakt 100-ára búmerki
Mynd: www.ki-klaksvik.fo
BADMINTON
tíðindaskriv
Leygardagin spældu yngru deildirnar endaspælið í
Grand Prix-kappingin í Badmintonhøllini í Havn, og
medaljur vórðu handaðar. Spælt varð í aldursbólkum:
upp til 11 ár, 11-13 ár og 13-15 ár fyri bæði gentur og
dreingir.
Tey, sum vunnu medaljuplássini, vóru:
Gentur U11:
1 Birita Poulsen VÍF
2 Súsanna Poulsen
VÍF
3 Lilja Luid
HBF
Gentur U13:
1 Fjóla Luid
HBF
2 Hanna Elisa Óladóttir Arge
HBF
3 Guðrið Poulsen
VÍF
Gentur U15:
1 Brynhild D. Carlsson
HBF
2 Guðrun Lervig
ÍF
3 Óluva Bærentsen
ÍF
Dreingir U11:
1 Leivur Joensen
ÍF
2 Magni Hansen
ÍF
3 Julian Olsen
VÍF
Dreingir U13:
1 Bogi R. Petersen
ÍF
2 Ari Ó. Ellingsgaard
ÍF
3 Ari J. Ellingsgaard
HBF
Dreingir U15:
1 Flóvin Mikkelsen
HBF
2 Reidar Luid
HBF
3 Sigurð D. Carlsson
HBF
Flóvin Mikkelsen úr HBF
gjørdist vinnari av
bólkinum, dreingir 15. Her
sæst hann saman vði
Reidar Luid og Sigurð
Carlsson, somuleiðis úr
HBF
AGF-spælari á
veg til Føroya
FÓTBÓLTUR
www.sportal.fo
Danska
heimasíðan
bold.dk skrivar, at 19 ára
gamli
AGF-spælarin
Martin Beck Andersen
eftir øllum at døma skal
spæla fyri eitt føroyskt
felag.
Ungi og evnaríki mið-
vallarspælarin spældi fýra
dystir á superligaliðnum
hjá AGF í heyst, men nú
er hann kanska á veg til
eitt føroyskt felag.
Heimasíðan
bold.dk
skrivar, at spælarin í vik-
uni varð kontaktaður av
einum fótbóltsumboðs-
manni við góðum sam-
bandi við føroyskan fót-
bólt, og gongur alt eftir
ætlan, fer Martin Beck í
næstu viku á venjingar-
legu í Íslandi saman við
føroyska felagnum sínum.
Bold.dk setir ikki navn
á føroyska felagið, men
vit hava skilt, at GÍ fer á
venjingarlegu í Íslandi í
næstum.
Endakapping í badminton fyri yngru
deildirnar
FÓTBÓLTUR
www.sportal.fo
Leiðslan í KÍ hevur boðað
frá, at sáttmáli er gjørdur
við norska álopsspælaran
Stig Edvin Asknes. Hann
fær til uppgávu at gera
mál fyri KÍ
26 ára gamli álopsspæl-
arin var í síðstu viku í
Klaksvík og royndar-
vandi, og har gjørdi hann
vart við seg. Venjarin hjá
KÍ segði gott fyri spælar-
anum, og síðani hevur KÍ
samráðst við norðmannin
og felag hansara.
Nú er ein avtala gjørd
um, at Stig Edvin Asknes
kemur til Klaksvíkar at
spæla fótbólt. Hann skal
styrkja um álopspartin hjá
felagnum, eftir at topp-
skjúttin í landskappingini
í fjør, Hjalgrím Elttør, fór
til Danmarkar at spæla.
Danski
álopsspælarin
Jacob Bymar, sum kom til
Klaksvíkar síðsta summ-
ar, men ikki gjørdi nakað
mál í landskappingini,
heldur fram í KÍ í ár.
KÍ hevur fingið sín
málskjútta
C
M
Y
K
24