Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-02, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. mars 2004síða 14

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 42 - 2. mars 2004 27 27 26 Nr. 42 - 2. mars 2004 Stjørnan-StÍF 36-26 (21-11): Stjørnan stimar Klaksvíkskvinnurnar halda framvegis kósina móti gullinum HONDBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Kvinnurnar hjá Stjørnuni høvdu vitjan av StÍF sunnu- dagin, og her staðfestu tær enn einaferð, at tær so av- gjørt ikki ætla sær at fremja nøkur mistøk fram móti VB-dystinum, sum ivaleyst verður avgerandi dysturin í kvinnudeildini í ár. Longu eftir fyrsta korter- ið tóktist tað mesta avgjørt, eftir at Stjørnan her hevði vunnið sær eina trygga leiðslu, og sum hálvleikur- in leið, varð hendan bara útbygd. StÍF fekk soleiðis gjørt millum lítið og einki, og fyri stóran part tóktist søg- an at vera hin sama í seinna hálvleiki. Tá munurin var størstur, stóðu 34-18 á mál- talvuni, men seinastu knøppu tíggju minuttirnar fóru tær á heimaliðnum at taka tað heldur róligt. Tær fingu bert tvey mál afturat hesa løtuna, samstundis sum StÍF fekk pyntað nak- að um úrslitið, men hetta seinasta kundi tó á ongan hátt fjala munin, sum var millum liðini bæði. Munurin er tann, at með- an Stjørnan framvegis tyk- ist stevna beint móti eini endastøðu í oddini, skal StÍF ansa sær, um tær ikki skulu detta heilt niður á botn. Og tann munrin er nóg so stórur. Dysturin í tølum Stjørnan-StÍF Málskjúttar Stjørnan: Joan M. Djor- djevic 9(6), Alina Olaru 8(2), Bára S. Klakstein 5, Katarina Stepanov 5, Anna Kristina Samson 4, Una Olsen 3, Durita Ljósstein 2 StÍF: Poula D. Olsen 7, Milica Ergic 5, Sunfríð B. Jacobsen 5(1), Anna B. Danielsen 3, Paula B. Høgnesen 2, Ninna K. Jo- hansen 2, Ann-Mari Østerø 1, Katrin Petersen 1 Brotskøst: Stjørnan 8, StÍF 2 Útvísingar: Stjørnan 6, StÍF 2 Dómarar úr Kyndli: Tveir sigrar á rað hava nú lyft VÍF upp á triðja plássið, og enn tykist liðið hava ein seinasta møguleika at gera seg galdandi HONDBÓLTUR Jákup Mørk Enn eru vestmenningar ikki heilt lidnir. Tað hevur ann- ars tókst soleiðis stóran part av árinum, at mans- liðið hjá VÍF hevur verið meira ella minni útbrent, men seinasta vikan kundi tó bent á, at tað enn er nakað eftir í leikarunum. Eftir sigurin á Neistanum seinsta vikuskiftið, var tað hesaferð KÍF, sum kom á vitjan, og tó at talan var um eina á pappírinum lættari uppgerð, so var talan um lokaluppgerð. Ferð komin á Og KÍF sparir seg vanliga ikki móti VÍF. Tað gjørdu teir kanska heldur ikki hesaferð, men tað munaði bara lítið, tí longu tíðliga í dystinum skar VÍF út í papp, at her kundi bert ger- ast talan um ein vinnara. Serliga riggaði verjan hjá vestmenningum betri, enn hon hevur gjørt tað stóran part av árinum, og mið- skeiðis í fyrra hálvleiki sóp- aðu teir allan iva til viks. Ta einu løtuna skeyt VÍF 11 mál, samstundis sum KÍF bert fekk tað eina, og hesa leiðsluna lótu vestmenning- arnir ongantíð koma í vanda. Og eftir steðgin var gongdin at kalla tann sama. VÍF útbygdi alla tíðina leiðsluna, og at sigurin skuldi gerast so tryggur sum fimtan mál, eigur í øllum førum at geva liðnum nakað av sjálvsálitið aftur. Hetta er í øllum førum tað mesta, sum VÍF hevur skorað í ár, og tað er so eisini í tøkum tíma, at tær stóru kanónirnar verða funnar fram. Fimm umfør eru eftir at leika, og VÍF kann ikki longur sjálvt gera av, hvussu ovarliga endastøðan verður. Men teir hava framvegis bert fýra stig upp til oddin, so megna teir at vinna sítt, so skal bara ein einstakur kiksari til frá Kyndli, áðr- enn talan kann gerast um fullkomna javnstøðu í oddinum. Men tað krevur sum sagt sigrar. Fimm av slagnum. Dysturin í tølum VÍF-KÍF 43-28 (21-14) Málskjúttar VÍF: Ingi Olsen 10, John Zachariassen 9, Sámal Jo- ensen 6, Harald Bjørgvin 4, Agnar Joensen 3(1), Petur Frank Joensen 2, Daniel Rápa 2, Áki G. Olsen 2, Karl Johan Djurhuus 2(1), Dajan Lacok 1, Fríðbjørn Seloy 1, Jákup S. Andreasen KÍF: Regin Petersen 10, Damir Oros 7(3), Gert Hansen 4(1), Teitur Joen- sen 3, Mirko Milinkovic 1, Petur Martin Poulsen 1, Hallur Hansen 1, Kristjan Madsen 1 Brotskøst: VÍF 3, KÍF 6 Útvísingar: VÍF 6, KÍF 4 Diskvalifikatiónir: VÍF 1(3X2 minuttir), KÍF 2 (Beinleiðis reytt í báðum førum) Dómarar úr H71: Jákup Símun Simonsen & Høgni M. Joensen Máltindarnir Kvinnur Simona Dziugyte Neistin 153 (25) Aukse Vysniaskaite VB 141 (39) Nicoleta Radu Søljan 134 (30) Daiva Tuomaite VB 120 (16) Ioana Rápa VÍF 113 (26) Katarina Stepanov Stjørnan 105 (20) Gurið Mortensen VB 101 (6) Sóley Mikkelsen VÍF 98 (20) Milica Ergic StÍF 97 (10) Joan M. Djordjevic Stjørnan 89 (34) Irina Rodevici VÍF 85 Nikolina Eyðbjørnsdóttir VÍF 82 Annika Ljósstein Stjørnan 79 (19) Heidi Maria Akselsen Søljan 77 (5) Poula D. Olsen StÍF 76 Menn Dragisa Stojovic Neistin 100 (3) Halgir D. Olesen H71 98 (9) Hans Áki Dal-Christiansen Kyndil 97 (36) Blagoje Buha Neistin 94 (22) Damir Oros KÍF 83 (27) Áki Mørk Neistin 81 (19) Ingi Olsen VÍF 79 (23) Petur Martin Poulsen KÍF 74 Agnar Joensen VÍF 70 (9) Høgni Klein Kyndil 69 (2) Jacob Jónsson Kyndil 68 Gert Hansen KÍF 66 (3) Henrik Gerster H71 66 (24) Regin Petersen KÍF 64 (1) Sámal Joensen VÍF 63 (8) Hondbóltsstøður 1. Deild kvinnur vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Stjørnan 7 6 - 0 - 1 517 390 127 23 2 VB 7 7 - 0 - 0 529 392 137 22 3 VÍF 7 5 - 0 - 2 492 396 96 19 4 Neistin 6 3 - 0 - 3 452 416 36 14 5 StÍF 7 1 - 0 - 6 438 522 -84 7 6 Søljan 7 1 - 0 - 6 361 480 -119 4 7 Kyndil 7 1 - 0 - 6 318 511 -193 3 1. Deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Kyndil 5 3 - 1 - 1 452 417 35 16 2 Neistin 5 4 - 0 - 1 427 392 35 14 3 VÍF 5 3 - 0 - 2 412 376 36 12 4 StÍF 5 2 - 0 - 3 381 361 20 11 5 H71 5 1 - 1 - 3 370 428 -58 5 6 KÍF 5 1 - 0 - 4 392 460 -68 5 Flogbóltsstøður Meistaradeild, kvinnur v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 Mjølnir 17 14 - 3 45 16 29 20 2 TB 17 13 - 4 44 15 29 18 3 Dráttur 17 10 - 7 37 26 11 16 4 ÍF 17 7 - 10 25 33 -8 10 5 KÍF 17 6 - 11 22 42 -20 7 6 Fleyr 17 1 - 16 9 50 -41 1 Meistaradeild, menn v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 ÍF 14 12 - 2 38 9 29 17 2 Mjølnir 13 12 - 1 36 8 28 17 3 SÍ 14 7 - 7 26 24 2 10 4 Fram 14 2 - 12 10 37 -27 2 5 Fleyr 13 1 - 12 5 37 -32 2 VÍF-KÍF 43-28 (21-14): Málrok í Vestmanna Tað er í tøkum tíma, at VÍF tykist hava funnið rætta skjútsið fram. Enn skulu teir hava hjálp, men vinna teir seinastu fimm dystirnar, so er ein endastøða heilt frammi í oddinum ikki heilt óhugsandi C M Y K 26 Tekniski Skúlin í Klaksvík Skeið í grundleggjandi PLC-teknik, EFU nr. E0147 Skeiðið er ætlað elektrikkarum, maskinmeistarum o.ø. Skeiðið gevur luttakaranum eina grundleggjandi vitan og møguleika fyri at koma ígongd við PLC-stýringar. Tíð 1 vika, 8. - 12. mars 2004, 5 dagar, 37 undirvísingartímar. Endamál Luttakarin kann - á elektrikkarastigi - greiða frá hvar og hvussu PLC-skipanir virka. Hartil er luttakarin førur fyri at seta upp, leggja inn, seta ígongd og forrita smærri industriellar PLC-skipanir. Umframt verður luttakarin førur fyri at forrita broytingar í verandi skipanum. Innihald Innleiðsla, Alment um PLC-skipanir, Virkisháttur, Diagram og forriting, Uppseting og innlegging. Undirvísari Åge Thordal Mortensen, Skive Tekniske Skole Kostnaður kr. 5.500,-. Møguleiki er fyri at søkja um fullan ella partvísan stuðul sambært reglugerð um "Stuðul til eftirútbúgving av yrkislærdum" Stað El-deildin á Tekniska Skúla í Klaksvík Freist Seinasta freist at boða frá luttøku er 27. februar - á telefon 456311 ella telefax 457311 Handilskúlin á Kambsdali 88 % pdf. CAMBRIDGE EXAMINATIONS First Certificate in English (FCE) Certificate in Advanced Engilsh (CAE) og Certificate of Proficiency in English (CPE) Tilmeldingarfreistin til próvtøkurnar í mai/juni 2004, er úti 12.3.2004 kl. 12.00 Tilmeldingargjald: First Certificate in English 700,00 kr. Certificate in Advanced Engilsh 800,00 kr. Certificate of Proficiency 900,00 kr. Tilmeldingargjaldið skal gjaldast kontant við tilmelding, sum fer fram á Setursskrivstovuni kl. 9.00–16.00 vanligar dagar og til kl. 12.00 fríggjadagin 12.3.2004. Setursskrivstovan J. C. Svabos gøta 14 tlf. 35 25 00 OPIÐ HÚS á Føroya Handilsskúla á Kambsdali mikudagin 3. mars frá 18 til 22 ñ Mótasýning, tónleikaframførslur og skemt frá 19 til 21 næmingar framføra ñ Kunning um útbúgvingar og lærugreinir lærarar, lestrarvegleiðing og næmingar luttaka ñ Hvørjar lærugreinir eru á Handilsskúlanum? ñ Hvussu fer undirvísingin fram? ñ Hvussu er gerandisdagurin á skúlanum? ñ Hvørjir eru framtíðarmøguleikarnir við FHS og HH útbúgvingunum? Hava tú og/ella tíni foreldur tørv á svari, so komið til opið hús, har næmingar, lærarar, lestrarvegleiðarar og leiðsla eru fús kunna um skúlan og svara spurningum. ñ Kambsdalur ñ 444 900 ñ fh@kambsdal.olivant.fo ñ www.fh.fo TÍN ÚTBÚGVING TÍN FRAMTÍÐ Vælkomin til