mikudagur 14. mars 2012síða 32
Tekstur á síðuni
Mikudagur 14. mars 2012 · Nr. 32
32
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Í morgin
leygardagin
lufttrýstið
Petur Skeel
Jacobsen
greiðir frá
um veðrið
fríggjadagin
VESTFALLSKYRRINDI
8/3
Fullmáni
10/3
Mánin næstur jørðini
15/3
Seinna kvarter
Kelda. Álmanakkin 2012
Suðuroyar-/
Vágafirði
Skúvoyar-/
Skopunarfirði
Hestfirði/
Sundalagnum
Vestmanna-
sundi
Mykines-
firði
Nólsoyar-
firði
2 fj. í LS úr
Mjóvanesi
Leirvíksfirði/
Haraldssundi
Kalsoyar-/
Svínoyarfirði
Hvanna-
sundi
Fugloyar-
firði
Dagur
fp.
sp.
fp.
sp.
fp.
sp.
fp.
sp.
fp.
sp.
fp.
sp.
fp.
sp.
fp.
sp.
fp.
sp.
fp.
sp.
fp.
sp.
Hvassur vindur upp í skrið
av útsynningi og regn av og
á. Um kvøldið minni vindur
av vestri og yvirhøvur turt.
Hitin millum 6 og 8 stig –
um kvøldið niður í 3 stig.
Gul til stívt andøvsgul av
landnyrðingi og sólglottar,
men eisini ælingur, partvís
kavi. Hitin miillum 0 og 3
stig.
Lot til andøvsgul av vestri
ella av ymsum ættum og
yvirhøvur turt og sólglottar.
Hitin millum 1 og 4 stig.
Veðrið sunnudagin
og mánadagin:
Stívt andøvsgul upp í
hvassan vind av útsynningi
og ælingnur, men eisini
sólglottar og hirtin millum 2
og 6 stig.
13. mars 10:33 23:02 09:33 22:02 09:48 22:17 00:05 12:33 01:05 13:33 08:48
21:17 07:48 20:17 10:48 23:17 11:48
- 10:18 22:47 11:33
-
14. mars 11:31
- 10:31 23:13 10:46 23:28 01:02 13:31 02:02 14:31 09:46
22:28 08:46 21:28 11:46
- 00:17 12:46 11:16 23:58 00:02 12:31
15. mars 00:13 12:55 11:55
-
- 12:10 02:13 14:55 03:13 15:55 11:10
- 10:10 23:07 00:28 13:10 01:28 14:10
- 12:40 01:13 13:55
16. mars 01:52 14:17 00:52 13:17 01:07 13:32 03:52 16:17 04:52 17:17 00:07
12:32 11:32 23:57 02:07 14:32 03:07 15:32 01:37 14:02 02:52 15:17
17. mars 02:42 15:08 01:42 14:08 01:57 14:23 04:42 17:08 05:42 18:08 00:57
13:23
- 12:23 02:57 15:23 03:57 16:23 02:27 14:53 03:42 16:08
5-10 m/s
3-8 m/s
14-19 m/s
5-10 m/s
3-8 m/s
5-10 m/s
6/8°C
0/3 °C
1/4 °C
Hava
blást í
samfull
90 ár
Mikudagin 14. mars
eru 90 ár liðin, síðan
Harmoniorkestrið GHM
varð stovnað.
Harmoniorkestrið GHM er
eitt sera virkið orkestur
og spælir til nógv ymisk
høvi. Umframt konsertir,
so setir GHM dám á bæði
ólavsøku, tá jólamenninir
koma til Havnar og tá
jólatrøini verða tendrað
ymsastaðni í kommununi.
Føðingardagurin verður
hildin leygardagin 17.
mars. Fyrst við konsert
seinnapartin og um
kvøldið verður veitsla fyri
núverandi og fyrrverandi
spælarum umframt
teimum, sum millum ár og
dag hava havt tilknýti til
orkestrið.
Á konsertini leygardagin
stjórnar Jens Knudsen
Harmoniorkestrinum
GHM, sum telur einar 60
spælarar. Skráin fevnir
m.a. um musical- og
filmstónleik og nýggjari
føroyskan tónleik. Á
skránni verða eisini fleiri
solistar, m.a. spælir
Angelika Nielsen á violin
saman við orkestrinum
filmslagið Schindler’s
List. Tvey nýggj stykki,
sum Magnus Johannesen
og Atli K. Petersen hava
gjørt, verða frumframførd.
Til júst hesa konsertina
verður “Kongagøtu-
orkestrið” eisini at hoyra.
“Kongagøtu-orkestrið”
verður mannað við eini 20
núverandi og fyrrverandi
GHM-spælarum, ið
spældu í Kongagøtu.
Orkestrið húsast í dag í
GHM-hølunum á loftinum
í Musikkskúlanum
á Frúutrøð. Hagar
flutti GHM í fyrstu
helvt av 90-árunum.
Frammanundan helt
orkestrið til í lítlu barakkini
í Kommunuskúlanum
í Kongagøtu. Plássið
gjørdist dekan ov trongt,
tá orkestrið vaks og
t.d. 40 spælarar skuldu
rúmast – og spæla – í eini
skúlastovu, ið var ætlað til
24 næmingar í 1. flokki.
Tá orkestrið varð stovnað
14. mars 1922, varð valt
at heiðra Bakara Hansen
við styttingini GHM fyri
“Georg Hansens Minde”.
Bakari Hansen, sum gjørdi
so nógv fyri tónleikalívið í
Havn. Enn hevur orkestrið
gerðabók at vísa á heilt
aftur til stovnanina í 1922.
Hendan gerðabók sigur
eina sjáldsama søgu um
eitt sera virkið orkestur og
um føroyskt tónleikalív í
90 ár.
Síðstu nátt:
Eitt lágtrýst, 993 hPa. sunnan fyri Ísland fer í landnyrðing norðan og dýpist.
Komandi nátt:
Lágtrýstið norðanfyri Føroyar fer í landnyrðing. Brúgvalagið vestanfyri
Føroyar fer spakuliga eystureftir.
Syng við – og stuðla
verkætlan í Paraguay
Stórt Syngið-við-kvøld verður í Frelsunarherinum hóskvøldið klokkan 19. Á tiltakinum
fara Árni og Marnar at syngja fyri, eins og Tær 4 og Jens Lisberg luttaka eisini
Heimaforbundið hjá Frels
unarherinum í Havn stuiðlar
aftur í ár eini verkætlan í
Paraguay. Hetta er ein verk
ætlan, sum Ruth Bente og
Tore Paulsen majorar úr
Noreg eru leiðarar fyri.
Verkætlanin
er
fyri
kvinnur og børn, sum liva í tí
størsta fátækradømi. Í hesi
verkætlan hava 200 kvinnur
og 200 ung møguleikan at
læra til hárfríðkarar, seyma
klæðir, veva, brodera, gera
mat og annað, sum tey
kunnut lívbjarga sær við.
Líkaleiðis læra tey at
hjálpa, bæði teimum sjálv
um, og at hjálpa til í nær
umhvørvinum, tá tað er
harðskapur
í
heimunum,
kynsligur
harðskapur
og
narkotikamisbrúk, sum er so
ómetaliga stórt í Paraguay.
Ruth Bente sigur at tey
uppliva at børn mugu bidda
hvønn dag og langt út á
náttina fyri at fáa mat til
familjuna. Tey vita um tað
ígjøgnum lítla sjúkrahúsið
hjá norska Frelsunarherinum
Tekokatu í San Lorezo, har
tey hava samband við hesi
børn, og hvar hesi børn verða
útsett fyri kynsligum ágangi.
Bæði kvinnur og ung, sum vit
hjálpa, fáa tilboð um viðgerð
fyri at koma ígjøgnum hesi
upplivilsi.
–
Ígjøgnum
okkara
missiónsgávu hjá Heimafor
bundinum eru vit við til at
stuðla og hjálpa mongum
menniskjum til eitt betri lív,
verður sagt úr Frelsunar
herinum.
snorri@sosialurin.fo
HJÁLP
Tey luttakandi fáa heiðursmerki aftaná eitt skeið í matgerð, sum Heimaforbundið
er við til at stuðla í suðuramerikanska landinum Paraguay.