Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-14, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. mars 2012síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mikudagur 14. mars 2012 · Nr. 32 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur Stórsteypadystur Stórsteypadysturin verður leygardagin Fótbóltur Leygardagin er ársins fyrsti veruligi fótbólts­ dystur, tá føroyameistararnir úr B36 og steypavinnararnir úr EB/Streymi bresta saman í Gundadali Sætta árið á rað skipar Lions Club í Føroyum fyri árliga stór­ steypa­dystinum, sum hvørt vár verður spældur í Havn millum føroyameistararnar og steypa­ vinnararnar frá árinum fyri – í hesum føri ávikavist B36 og EB/ Streymur. Hetta er samstundis fyrsti almenni dystur hetta kapp­ ingarárið. Hetta er bara aðru ferð, at B36 spælir stórsteypadyst, men í tí fyrsta, sum var í 2007 ímóti HB, vann B36 eftir brotssparkskapping. NSÍ vann á EB/Streymi í 2008, HB vann á EB/Streymi í 2009 og á Víkingi í 2010, áðrenn EB/Streymur í fjør vann á HB. EB/Streymur er sostatt partur av hesum dysti fyri fjórðu ferð. Dysturin verður aftur í ár spældur á ovara vølli í Gundadali leygardagin 17. mars klokkan 15, og eins og undanfarin ár, verða karmarnir kring dystin teir bestu. Sum vant, fer allur ágóðin frá dystinum til eitt vælgerandi endamál, og hóast atgongumerkini kosta tað sama sum til vanligar dystir í Effodeildini, er ikki óvanligt, at fólk nýta høvið til at rinda meira enn tað. Pengar til hjálpitól Hesaferð hevur Lions Club gjørt av, at pengarnir skulu fara til eitt sokallað Litegait-hjálpi­tól til fysio­terapideildina á Lands­sjúkra­ húsinum. Neyvan røkkur inntøkan til alt tólið, men ágóðin frá stór­ steypa­dystinum kann kanska verða skumpið, ið ger sítt til, at hetta tól verður útvegað. Við einum Litegait-tóli gevast góðir møguleikar til venjing hjá eitt nú teimum umleið 150 apo­ pleksi-sjúklingunum, sum koma á Landssjúkrahúsið um árið, men eisini hjá fólki, ið skal til upp­ venjing eftir longri sjúkralegu. Har gongulagið av ymsum áðum er ávirkað, kann eitt Litegait-tól gagna øllum pørtum. Slík venjing er tung og kropsliga krevjandi, so eitt Litegait-tól lættir væl um hjá terapeutunum, ið annars mugu vera tveir og tríggir um hvørt fólk, og eisini kunnu sjúk­lingar við Litegait ganga longri teinar og gerast meira sjálvstøðugir í venjingunum. Á fysioterapideildini á Landssjúkrahúsinum eru 8-10 fólk, sum hava brúk fyri at venja við Litegait hvønn dag. albinus@sosialurin.fo Stórsteypadysturin hjá Lions Club leygardagin millum B36 og EB/Streym skal út­vega pengar til eitt Litegait-tól, ið kann hjálpa, um eitt nú apopleksi ella longri sjúkralegu hava ávirkað gongulagið Føroyameistararnir úr B36 og EB/Streymur, ið vann kappingina um Løgmanssteypið í fjør, bresta saman í Stórsteypadystinum leygardagin Mynd: Álvur Haraldsen