fríggjadagur 16. mars 2012síða 6
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 16. mars 2012 · Nr. 33
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Seinast tók bólkurin hjá Jean Michel & Nico
line Simone seg úr X Factor, og tí telja sms-
atkvøðurnar, sum komu til X Factor kappingina
seinasta fríggjakvøld, við í hálvfinaluni í kvøld.
Eg skal
í Finaluna
Rólant Waag Dam
Dagarnar eru langir hjá 31
ára gamla Sveini Gaard Ol
sen. Tíðin og tímarnir fara
allir við fyrireikingum til X
Factor. Studio, sangvenjing,
koreografi, royna klæðir og
so framvegis. Sveinur tekur
alt í stórum álvara, tí hann
ætlar sær í finaluna.
– Hetta er mega gott. Sup
er. Tað er eisini strævið, men
strævið upp á tann góða
mátan, sigur Sveinur, tá vit
fáa orðið á hann í einum lítl
um steðgi frá øllum fyrireik
ingunum undan sjónvarps
kappingini í kvøld.
Betri sangari nú
Sveinur hevur verið nógv
róstur fyri sínar framførslur.
Lene Nystrøm úr bólkinum
Aqua og Tim Christensen,
sum spælir á G! í summar,
teljast millum mongu fjepp
ararnar hjá Sveini. Men
tveir av dómarunum í X
Factor, Pernille Rosendahl
og Thomas Blachman, hava
bæði víst á, at Sveinur ikki er
nóg sterkur, tá tað kemur til
lágu tónarnar.
– Mín styrki er heilt víst
at syngja høgt. Tí hava vit
arbeitt nógv við lága parti
num. Serliga undan seinasta
fríggjakvøldi, tá vit sungu
Seebach-sangir. Hetta gevur
eisini úrslit og eg haldi, at eg
kom væl frá hesum tá, metir
Sveinur, sum framvegis hev
ur ein sangvenjara knýttan
at sær og venur miðvíst við
røddini.
– Eg eri ein betri sangari
nú, enn tá X Factor byrjaði.
Tað haldi eg heilt víst, sigur
Sveinur avgjørdur. Sveinur
er ikki einsamallur um at
halda hetta. Í øllum førum
hevur hann fleiri Facebook-
fjepparar enn nakar av hin
um luttakarunum í X Factor.
Fjepparaskarin á Facebook
táttar í 10.000 og hetta fegn
ast Sveinur sjálvsagt um.
– Tað er feitt og er møgu
liga eitt prógv upp á, at eg
havi verið nokk so støðugur
í mínum framførslum. Onk
ur av hinum luttakarunum
høvdu nakrar fantastiskar
framførslur at byrja við,
fingu nógvar fjepparar men
steðgaðu kanska upp, meðan
støðið hjá mær hevur verið
meiri javnt, sigur Sveinur.
Skal í finaluna
Sveinur dylir ikki yvir, at
hansara mál nú er at koma
í finaluna.
– Tað hevur stóran
týdning fyri meg. Mítt mál
var upprunaliga at koma
til live-showini. Tað eydn
aðist. Nú hugsi eg ikki um
hvat hendir, um eg ikki
komi í finaluna. Tað er
at brúka orkuna óneyð
ugt. Málið er at koma í
finaluna og tað er tað, eg
fokuseri uppá, ger Sveinur
greitt.
rolant@sosialurin.fo
X FACTOR Sveinur er ógvuliga avgjørdur. Hann skal í finaluna.
Tí eru arbeiðsdagar hansara ofta longri enn 12 tímar. – Hetta er
strævið, men strævið upp á tann góða mátan, sigur Sveinur
Sveinur hevur góðar møguleikar
Í 2010 stóð Anna Faroe í somu
støðu, sum Sveinur stendur í í
kvøld. At vera komin so langt
í kappingini, at finalan næst
an er í eygsjón. Sjálv minn
ist 20 ára gamla Anna væl,
hvussu hon upplivdi dagar
nar, áðrenn Remee valdi at
lata hana fara úr kappingini
og senda Jesper víðari.
– Tað er ikki fyrr enn
tú ert komin so langt sum
Sveinur er nú, at tú veruliga
fert at hugsa, at finalan er
ein møguleiki. Í fyrstu atløgu
vilt tú bara koma víðari í
kappingini, síðani at sleppa
í live-showini. Nú hevur fin
alan alt at siga hjá Sveini, tí
hann er so nær við og tað vil
hann ikki missa, heldur Anna
Nygaard, sum hennara borg
arliga navn er.
Anna metir eisini, at Svein
ur hevur góðar møguleikar
at sleppa í finaluna.
– Sjálvandi havi eg fylgt
við í ár. Eg lesi eisini alt, sum
verður skrivað um kapping
ina. Tað vanliga er, at tey
ungu eru tey best umtóktu,
men tað er púra vist, at
minst líka nógv dáma Svein.
Og tá hugsi eg ikki bara um
føroyingar, men eisini dansk
arar sum heild. So møguleik
arnir hjá Sveini eru góðir, for
telur Anna.
Eingin veit av álvara, hví Jean Michel
fyri viku síðani valdi at taka seg úr X
Factor. Tey, sum standa fyri kappingini,
vilja ikki siga nakað um orsøkina.
– Nú hevur finalan alt at
siga hjá Sveini, tí hann
er so nær við og tað vil
hann ikki missa, sigur
Anna Faroe