Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-16, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. mars 2012síða 7

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Fríggjadagur 16. mars 2012 · Nr. 33 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi X Factor Í morgin skipar Dan­marks Radio fyri stórari veitslu fyri Sveini Gaard Olsen í Norð­ur­land­a­húsinum Surprise- veitsla fyri Sveini í Havn tveir sangir Í kvøld skulu luttakararnir syngja tveir sangir hvør. Sveinur skal syngja »Hurricane« hjá 30 Seconds to Mars og »Little Lion Man« eftir Mumford and Sons. Annar sangurin verður ein unplugged útgáva, meðan hann hevur ein rappara við á pallinum til hin Mynd: Bjarne Bergius Hermansen/DR Eirikur Lindenskov – Vit vilja hervið bjóða til veitslu við Føroya egna X Factor-finalisti. Soleiðis skrivar X Fac­tor fyr­i­skip­ar­in, DR, í inn­bjóð­ ing. Veitslan er sjálvandi treyt­að av, at Sveinur kemur víð­ari í X Factorkappingini í kvøld, og verður hon í morg­ in, leyg­ar­dag­in, klokk­an 17:30. Tey í X Fac­tor siga, at Svein­ur veit sum vera man einki um veitsluna, og tey heita á fólk um at koma við skeltum og bannarum. – Vit vóna, at tit kunnu koma at stuðla og hoyra Svein framføra nakrar av sang­u­num, hann hevur upp­traðkað við í ársins X Fac­tor. – Møtið fjølment og bjóð­ið endiliga øllum vin­ fólk­um við, siga X Factor fyr­i­reik­ar­ar­nir. Finalan í X Factor kappingini verður hildin í Jysk Bank Boxen í Herning fríggjakvøldið 23. mars. Gestir til finaluna verða Alphabeat, Oh Land, KATO og Lukas Graham Undir stórum trýsti Sveinur letur sjálvur at, at dagarnir eru bæði langir og strævnir. Men honum dámar tað. Anna Faroe minnist væl hesa tíðin og hvussu møðsamt tað var. - Trýstið á Svein og hinar luttakararnar bara veksur nú, tí tað verður meiri krevjandi fyri hvørja ferð. Men hóast krøvini økjast, fáa luttakararnir ikki betri stundir. Til í kvøld skulu tey hava lært tveir sangir, umframt koreografi til báðar sangirnar og annars brúka tíð til alt hitt, sum er knýtt at X Factor. Men tey hava bara eina viku til hetta. Næstu ferð eru tað tríggir sangir, sum tey skulu læra uttanat, samstundis sum áhugin fyri teimum bara veksur og krøvini frá øllum síðum gerast størri. Men framvegis hava tey bara eina viku til hetta, og tað er ómetaliga krevjandi. Ikki minst, um tú sum Sveinur er vanur við at spæla trummur, men nú brúkar røddina so nógv. Tað er sera krevjandi, greiðir Anna Faroe frá. Sveinur og Cutfather á reyða løbaranum í samband við Zulu Awards. Ein partur av X Factor er eisini at verða sæddur alment