Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-16, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. mars 2012síða 8

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 16. mars 2012 · Nr. 33 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 gott fiskiár Á flokstinginum hjá Tjóðveldinum í kvøld skal nýggjur næstformaður veljast fyri Tórbjørn Jacobsen. Valið stendur ímillum Páll á Reynatúgvu ella Sirið Stenberg og Sirið Stenberg. Eingin stillar upp ímóti formanninum Áki Bertholdsen Skal Smyril gjalda fyri at sleppa at sigla inn eft­ir Trong­is­vágs­firði? Tað er tann brennandi og prin­si­p­i­elli spurningurin, sum vit fáa svaraðan um ein lítl­an mánað. Verður svarið ja, kann tað verða ein dyggur smeitur fyri lands­kassan. Men samstundis kann tað verða ein hart til­trongd­ur fløvi í tómliga peng­a­kass­a­ num hjá Tvøroyrar Býráði. Spurningurin, sum er so týdn­ingarmikil at fáa svar­að­an, er, um Tvøroyrar Komm­una hev­ur rætt til at krevja havn­ar­gjald fyri at Smyr­il sigl­ur inn eft­ir Trong­ is­vágs­firði til ferjuhavnina á Kramb­a­tanga. Tað heldur Tvøroyrar Býráð, at Smyril skal. Tískil hevur býráðið trú­ liga sent Strandferðsluni eina rokning hvønn einasta mán­að hesi seinastu sjey ár­ ini. Tilsamans er rokningin nú kom­in upp á 20,3 milliónir. Strandferðslan og lands­ stýrið halda ikki, at Strand­ ferðsl­an skal gjalda. Eftir at hava togast um mál­ið síðani 2005, endaði mál­ið í Føroya Rætti. Og har varð Strandferðslan dømd at gjalda. Men Strandferðslan skeyt dóm­in inn fyri landsrættin, sum við­gjørdi málið í gjár. Um um nakrar vikur fer Lands­rætt­ur­in at taka enda­ liga støðu í málinum. Undir viðgerðini í Lands­ rætt­i­num gekk sjón fyri søgn, at hetta var eitt mál, sum er alt ann­að enn einfalt, tí talan er um eitt gamalt lógarverk. Løgfrøðingarnir fóru ikki heilt aft­ur til Ádam og Evu, men teir fóru kortini aftur til eina gamla lóg frá 1875 fyri at greina málið og so arbeiddu teir seg spakiliga heilt fram til dagin í dag. Landshavn Strandferðslan og Vinnu­mál­ a­ráð­ið halda ikki, at Smyril skal rinda havnargjald, tí ferj­u­leg­an er ein lands­havn, sum kommunan ikki hevur gold­ið eitt oyra av og heldur onki hevur við at gera. Tey tvíhalda eisini um, at Smyr­il fær ongar tænastur frá Tvør­oy­rar Havn og tí er onki hjá Strand­ferðsluni at gjalda fyri. Tey halda eisini, at Tvør­ oy­r­ar Býráð kann ikki krevja havn­ar­gjald, tí kommunan fekk yvir tríggjar milliónir í end­ur­gjaldi frá landinum, tá ið Smyril gavst at sigla á Drel­nes. Tvøroyrar Býráð tvíheldur um, at Tvøroyrar Havn skal skiljast sum alt økið inn­an­ fyri havnarmerkini, sum eru væl ytri á fjørðinum enn ferj­ u­legan er. Og øll skip, sum koma inn um havnarmerkini skulu rinda havnargjald. Eftir avtalu Borgarstjórin á Tvøroyri, Krist­in Michelsen, segði í rætt­i­num, at tað var eftir avtalu við gamla landsstýrismannin í inn­ lend­is­málum, at Tvøroyrar Komm­una fór at senda Strand­ferðsluni rokning. Endamálið var, at síð­ani skuldi býráðið og Strand­ ferðsl­an semjast um eina mill­um­loysn, av tí at Smyril silgdi so ofta. Men tað kom ong­an­ tíð so langt sum til nakr­ar samráðingar, tí lands­stýr­ is­fólk, sum komu aftan á, komu til ta niðurstøðu, at onki havnargjald skuldi rind­ ast. Hann er alt annað enn samd­ur í, at Smyril ongar tæn­ast­ur fær frá Tvøroyrar Havn. Hann sipar til, at Tvør­ oy­r­ar Havn hevur skyldu at halda siglingarleiðina opna og Havnarskrivstovan sam­ skifti eisini við onnur skip í sam­bandi við siglingina hjá Smyrli. Einaferð afturat Nú er tað so landsrætturin, sum skal taka støðu til prin­ sipp­s­purningin, um Smyr­il yvirhøvur skal rinda havn­ ar­gjald ella ikki. Tekur landsrætturin und­ ir við Føroya Rætti og sig­ur, at tað skal hann, mugu sam­ ráð­ing­ar so verða ímillum bý­ ráð­ið og Strandferðsluna um, hvussu stórt tað skal vera. Og tað er ein spurningur, sum saktans eisini kann enda í rættinum. Kolldømir landsrætturin hin­vegin dómin í Føroya Rætti og sigur, at Smyril skal ikki rinda havnargjald, er søgan úti og so hava Tvør­oyr­ ar Kommuna og allar aðrar havn­ir tapt eitt prinsipielt sakar­mál um, at øll skip eiga at rinda havnargjald. Stríð um fleiri milliónir endar HAVNARGJALD Hvønn einasta mánað hesi seinastu sjey ár­ ini hev­ur Tvør­oyr­ar Bý­ráð sent Strandferðsluni eina rokning fyri at Smyril siglur inn eftir Trongisvágsfirði. Um ein lítlan mán­ að fæst at vita um Strandferðslan noyðist at gjalda stríð um gjald Avgerðin, sum landsrættinum fer at taka í næstum, fær stóran fíggjarligan týdning fyri bæði landskassan og Tvøroyrar kommunu, tí spurningurin er, um Smyril skal gjalda fyri at sigla inn eftir Trongisvágsfirði Verður svarið ja, kann tað verða ein dyggur smeitur fyri landskassan Sjáldan verið ógreiðari - Loysing, samhaldsfesti, til­feing­is­røkt og økis­ menn­ing. Hetta er evnið, tá ið tjóð­veld­is­fólk halda floks­ ting í Vest­ur­høll í Fámjin í kvøld og í morgin. Flokstingið byrjar í kvøld, tá ið tey formligu við­ur­skiftini verða av­ greitt. Hildið verður fram í morg­in árini klokkan níggju, tá ið politiska orð­ a­skift­ið verður. Flokkurin heldur, at sjáld­an hevur politiski veru­leik­in verið ógreiðari á tjóð­skap­ar­liga økinum, og sjáld­an áður hevur føroyskur pol­it­ikk­ur ver­ ið merkt­ur av slík­ari und­ ir­brot­lig­heit enn nú. - Støða okkara í al­ heims samfelagnum sum ó­fræls tjóð, er ein bein­leið­ is forð­ing fyri sam­fel­ags­ menn­ing­ini. Virk­i­s­fýsni mill­um landsins borgarar, vilj­in at skapa og virka er ó­svit­a­liga tengdur saman við máli­num um einar fræls­ar Føroyar. Tjóðveldi heldur eis­ini, at pol­i­tikk­ur­in hjá sam­ gong­uni er ein bein­leiðis kós móti stætt­a­sam­fel­ag­ num, har mun­urin mill­um borg­ar­ar lands­ins veks­ur og fer alsamt at vaksa komandi árini. - Samhaldsfesti er fjart hjá ráðandi stjórn í Før­oy­ um. Men vit vilja javnseta borg­arar landsins, og tí er sam­halds­festi eitt an­n­að høv­uðs­evni á floks­ting­i­ num. Tjóðveldi vil eis­ini tryggja eina burð­ar­dygga vinnu, har okk­ara fisk­i­ vinna ikki er kast­i­bløka í pol­it­iska spæl­i­num. Tvørt­ur­ímóti eigur og skal okk­ara fiskivinnu til­feingi um­sit­ast á ein burð­ar­ dygg­an og fullgóðan hátt. Samstundis skal sam­ fel­ags­liga menn­ing­in í Før­oy­um kjøl­fest­ast í spjadd­ari bú­set­ing og liv­andi lok­al­sam­fel­øg­um kring landið alt.