Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-16, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. mars 2012síða 12

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 16. mars 2012 · Nr. 33 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Snorri Brend Til tess at samskipa hesi tiltøkini er Felagið Skarðs­ bygd stovnað, og hevur longu havt fleiri tiltøk. Tað kostar sjálvandi at skula gera hetta, og serliga fer kostnaðurin at reisa ein minnisvarða avstað við rætt­ iliga nógvum peningi. Á aðalfundi í felagnum í farna mánaði varð víst ein mynd av einum modelli av minnisvarðanum. Tað ljóðar, at hetta uppskotið er bæði snotiligt og forvitnisligt. Ikki óvæntað samtykti fundarfólkið einmælt at taka undir við hesum upp­ skot­inum til minnisvarða, sum listamaðurin Hans Pauli Olsen skal gera. Talan er um ein rætt­iliga stóran og tungan minnis­ varða, sum tí má flytast út higar í fleiri umførum við tyrlu. Ætlanin er at fáa hann settan upp á Skarði komandi ár, saman við øðrum til­tøk­ um í hesum sambandi. Sum skilst er ætlanin eisini at hava okkurt tiltakið tollaks­ messudag á Skarði. Men sjálv­andi – tað veldst alt um veðrið hesa ársins tíð. Umframt hetta arbeiðir Felagið Skarðsbygd við eini ætlan um at geva út eina bók komandi ár. Her verður nógv spennandi og forvitnisligt tilfar í. Í øllum førum er líkt til, at nógv tiltøk verða á skránni hetta komandi árið – bæði á Skarð og aðrastaðni. snorri@sosialurin.fo FAKTA Skarð – ein avtoftað bygd Skarðsbygd bleiv hart rakt tann tiltikna skaðadagin, Tollaksmessudag (23. desember) í1913, tá ið tríggir bátar, við 19 monnum, gingu burtur í Norðoyggjum, ein úr Norðdepli, ein úr Kunoy og Skarðsbáturin. Alt tað arbeiðsføra mannfólkið á Skarði, 7 mans, sjólótust hendan dagin, og hetta førdi við sær at bygdin avtoftaðist so líðandi. Tey seinastu fólkini fluttu í 1919. Vanvirða ta óspiltu náttúruna Reisa minnisvarða á Skarði Eysturkommuna: Hóast ein í kommununi hevur tvey bingjupláss, er ikki líkt til at øll duga at brúka hesi. Tað vísir seg, at fleiri hava fingið sær tað fyri at tveita burturkast av ymiskum slagi út av veg­num – serliga á Leir­ víks­vegnum, har ikki so nógv ferðsla er. – Vit vilja tí staði­liga heita á okkara borg­arar um at brúka bingju­pláss­ ini, og soleiðis verða við til at virða og síggja tað stóra ríkidømi vit eiga í okk­ara náttúru, sigur komm­unan á heimasíðu sínari. Lagt verður aftrat, at vit eiga eina vakra og óspilta náttúru sum er til stóra gleði og eitt sagt fragd fyri bæði sál og sinn hjá eysturbúgvum og ikki minst hjá teim vitj­andi. snorri@sosialurin.fo Alt tað arbeiðsføra mannfólkið á Skarði, 7 mans, sjólótust hendan dagin Vit eru meiri kappingarfør í ár, í mun til í fjør Henny á Líknagøtu, forkvinna í Ferða­ vinnnufelagnum Skopun: Arbeiðið við at víðka kirkjugarðin gongur framá. Pláss verður fyri 60 gravum. Cum in ulput velismod min ex eum elendre facin vero deliquam, veliquate faci tat aute exer am ero commod dignim veleseq uipsustrud Argir: Eg eri sera positiv um arbeiðið sum verður gjørt í fólkakirkjuni, bæði lønt og ólønt, sigur Kristine Roel Andersen av Argjum, men lesur í Århus, og sum hevur verið í starvsvenjing her. Skopun: Ætlanin er at keypa gamla Skopunarbátin aftur til bygdina at brúka til ferðavinnu og annað. Arbeitt verður víðari við málinum. Cum in ulput velismod min ex eum elendre facin vero deliquam, veliquate faci tat aute exer am ero commod dignim veleseq uipsustrud Strendur: Í dag hava fleiri seymikonur verið saman í bygdarhúsinum við maskinum sínum. Talan var ikki um undirvísing, men eitt forum at savnast um handarbeiði. Tað var skaðadagurin mikli sum rakti lítlu bygdina á Kunoynni hin 23. desember fyri skjótt 100 árum síðani. Nú er nevnd at sett at skipa fyri ymiskum tiltøkum í hesum sambandi kring landið AVTOFTAÐ Skarðsbygd hevur navn eftir skarðinum, ið sæst á myndini. Tey seinastu fólkini fluttu av bygdini í 1919 (Mynd: http://fo.wikipedia.org )