Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-16, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. mars 2012síða 11

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Fríggjadagur 16. mars 2012 · Nr. 33 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 sjónleikur helst kann fara í gongd, skal alt býtast upp. Finnast skal út av, hvør skal hava hvønn leiklut, hvør skal spæla tón­ leikin og hvør skal taka sær av ljóði og ljósi. – Her er ikki talan um nakra audition, øll skulu vera við og øll skulu hava sín part av leikinum, sigur Bárður á Lakjuni. Stuttligt og spennandi Fyrireikararnir siga um leik­ in, at hann er stuttligut og spennandi, og tað má hann næstan eisini vera, tá hann varar í góðar tveir tímar. Undir øllum umstøðum er tað bæði mennandi og spenn­andi hjá næmingunum á tónleika- og dramabreytini at verða við til. – Tað verður meira og meira hektiskt, meira vit nærk­ast frumsýningini, og hesa vikuna verður vant frá morgni til myrkurs. Og eg haldi, at vit eru komin hartil, sum vit eiga at vera nú, sigur Bárður á Lakjuni. Sum hjá øllum sjón­leik­ arum verður vant fram ímóti at sýna leikin fram á palli fyri áskoðarum, og fyri Eitt veruligt ævintýr, byrjar lívið veruliga mánadagin, tá leikurin veðrur frum­fram­ sýndur. – Vit fara at sýna leikin á skúlum fyrstu dag­ar­nar í vikuni, men frá hós­deg­num fram til sunnu­dagin verður leikurin sýndur al­ment. Tað verður her í Mentanar­hús­ inum í Fuglafirði, og fyrsta sýningin verður hós­kvøldið klokkan 19.30. Sýningarnar í skúlunum verða frá mánadegnum, og framført verður klokkan 09.30 og klokkan 12.00. – Vit hava longu selt fleiri 100 atgongumerki, so áhugin er stórur fyri leikinum, sigur Bárður á Lakjuni. leo@sosialurin.fo hesa vikuna verður vant frá morgni til myrkurs Myndir: Álvur Haraldsen Leo Poulsen Her er eitt sjónleikara­felag í Fuglafirði, men tað er ikki serliga virkið. Hugurin hevur altíð verið stórur til leiklist, og tí passar tað væl, at verða við til hesar uppsetingarnar við næm­ing­unum á tónleika- og drama­breytini, sigur Bárður á Lakjuni. Hann hevur fyri stóran part tikið sær av tónleik­ inum og gjørt orð til leikin, meðan Marjun Djurhuus hevur leikstjórnað saman við honum. Leikurin er um­skriv­ aður og tillagaður føroysk viður­skifti, men vit hava kortini keypt rættindini, tí vit vilja ikki bara stjala hann, sigur Bárður á Lakjuni. Samstarvið millum skúl­an á Ziskatrøð og skúlan í Fuglafirði er fyri­ myndar­ligt. Næmingarnir úr Klaks­vík koma til Fugla­ firðar, eins og vit fara til Klaksvíkar. Vit hava kort­ini bert fýra tímar um vikuna, so tað er av­ markað, hvussu nógv vit kunnu gagnnýta tíðina, sigur Bárður á Lakjuni. Mentanarhúsið í Fugla­ firði er eisini ein fullkomin karmur um sjónleik, og næm­ingarnir gleða seg at sleppa at sýna leikin fyri veru­ligum áskoðarum. Bárður á Lakjuni stendur saman við Marjun Djur­huus fyri upp­setingini av leikinum, Eitt veru­ligt ævintýr. leo@sosialurin.fo Stóran áhuga fyri sjónleiki Bárður á Lakjuni hevur stóran áhuga fyri sjón­leiki, men hevur ikki havt møgu­leikan at verið við