fríggjadagur 16. mars 2012síða 10
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 16. mars 2012 · Nr. 33
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
sjónleikur
á pall við
ævintýri
Hesa vikuna er hektiskur aktivitetur í Mentanarhúsinum í Fuglafirði har umleið 30 næmingar
í 10. flokki í skúlanum á Ziskatrøð og Fuglafirði venja sangleikin, Eitt veruligt ævintýr
Leo Poulsen
Tey eru har øll. Sjónhvíta,
Reyðhetta,
Klokkublóma,
Øskufía
og
allir
hinir
ævintýrfigurarnir.
– Leikurin er býttur upp
í tveir heimar, ein ævintý
rheim og ein veruligan heim,
og í leikinum er ein ganda
spegil, sum loyvir ævintýr
figurunum at vitja í veruliga
heiminum,
sigur
Bárður
á Lakjuni, sum saman við
Marjun Djurhuus skipar fyri
sjónleikinum.
Tað er eitt samstarv mill
um skúlarnar á Ziskatrøð í
Klaksvík og í Fuglafirði, sum
á tónleika- og dramabreytini
seta leikin upp.
– Tað krevur so ómetiliga
nógv at skriva ein leik sjálv
ur, so eg leitaði leingi á net
inum, inntil eg fann ein
amerikanskan leik, sum vit
keyptu rættindini til. Síðani
havi eg umsett hann og laga
hann til føroysk viðurskifti,
og í veruleikanum líkist hann
bert í minni mun uppruna
leikritinum, sigur Bárður á
Lakjuni.
Eisini tónleikurin í leik
inum er heilt nýggjur og bæði
orð og løg eru um- og nýskriv
að av Bárði á Lakjuni.
– Hetta hevur verið ein
rímiliga long tilgongd. Vit
byrja altíð í smáum um
heystarnar við stuttum og
lítlum leikum, og einaferð í
november varð so leikritið
býtt út til næmingarnar á
tónleika- og dramabreytini
hjá skúlunum, sigur Bárður
á Lakjuni.
Býtt upp
Breytin hevur bert fýra tímar
um vikuna, so tað er ógvuliga
avmarkað, hvussu nógv fæst
burtur úr í gerandisdegnum.
– Vit royndu í fjør at seta
ein leik upp, og tað eydnaðist
so mikið væl, at vit endurtaka
hetta í ár. Men tað er so ikki
fyrr enn nú, at vit veruliga
eru farin undir intensar
venjingar, sigur Bárður á
Lakjuni.
Og nógv er at hugsa um,
tá farið verður undir at venja
ein so stóran leik.
– Har er sjálvur pallurin,
sum skal setast upp, síðani er
tað allir teir ymsu búnarnir,
sum krevja rættiliga nógv, tí
teir skulu beinanvegin siga
áskoðarunum, hvør viðkom
andi leikari umboðar, sigur
Bárður á Lakjuni.
Og tað er langt frá alt, tí
hartil kemur tekniski part
urin.
– Í hesum førinum krevur
tað nógv tekniskt, tí vit skulu
nýta høvdamikrofonir til
leikararnar. Og so er tað øll
ljósini, sum skulu til. Hetta
er ógvuliga dýrt, men tí
betur er stórur vælvilji í sjón
leikaraumhvørvinum, og tað
hjálpir væl til, sigur Bárður á
Lakjuni.
Men áðrenn nakað sum
Í hesum førinum krevur tað nógv tekniskt,
tí vit skulu nýta høvdamikrofonir til leikararnar
Mynd: Álvur Haraldsen