Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-16, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. mars 2012síða 15

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Fríggjadagur 16. mars 2012 · Nr. 33 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 nøvn Leygarkvøldið spæla Dagfinn Joensen og Jógvan Óli Ellingsgaard – teir kalla seg Voices Of Rock - live á Skarv í Keypmannahavn. Mánadagin 19. mars verður Sverri Mortensen á Argjum 90 ár. Sverri er argjamaður, sonur Mortan Mortensen av Argjum og Rakul, sum var úr Leynum. Mortan átti trolaran Nýggjaberg sam­an við Sámal Ellefsen í Mið­vági og gekk burtur við honum undir krígnum. Sverri er næstyngstur av 12 systkjum. Hann var giftur við Thominu, sum var úr Nesin­um í Vestmanna, og áttu tey tvey børn. Áðrenn Sverri fór í smiðju­ læru, fór hann til skips longu í 1936 við Anano (sum merkir móðir á grønlendskum). Tað var ein bátur hjá Uvak, og róðu teir út í Grønlandi. Tá teir komu aftur úr Grøn- landi, varð skipið selt til Noregs, og fór Sverri við. Hann mynstraði av í India og fór við einum svenskum báti, nevndur »Formosa«. Tá báturin kom aftur til Göte­ borg í Svøríki í 1938 mynstraði Sverri av. Í 1940 fór Sverri í læru í smiðjuni hjá Askham, og var hann útlærdur maskin­ smiðjur í 1943. Tá manglaði Vilhelm Nielsen fólk, og fór Sverri í starv hjá P/F Vilhelm Nielsen hettar árið. Hann starvaðist hjá Vilhelm Nielsen í nærum hálva øld – til 1990. Tá var konan vorðin sjúk, og var Sverri um hana til hon doyði í 1993. Sverri er kendur av mong­ um, hann hevur umframt arbeiðið hjá Vilhelm Nielsen verið rættuliga aktivur í Meinigheitshúsinum. Sam­ an við teimum trimum, Christ­offer Joensen, Thomas Thoma­sen og Enok Dam sang hann á nógvum møtum kring landið. Hann er framvegis fastur fúsur í svimjihøllini í Havn, og saman við Thomasi Thomasen man hann hava verið á hvørjum tindi her í Suðurstreymi – ein túrur til Kirkjubøar og aftur hjá teim­ um var fyri lítið at rokna. Kom at kenna Sverra sein­ ast í sjeytiárunum, tá eg sum skúladrongur fekk arbeiði á verkstaðnum hjá Carlo Peter­sen í Tórfinsgøtu eftir skúlatíð. Har vóru nógvir Opel og Vauxhall afturgjørdir, og í tí sambandinum vóru nógv ørindi til Vilhelm Niel­ sen, har Sverri var á eyka­ luta­goymsluni. Tá menn fyri 20 árum síðani tóku seg saman at stovna felagið Føroya Ellis­ ak­før, var tað nátúrligt hjá Sverra at vera við. Hann hevði sett sína gomlu BSA motorsúkklu í stand, sum hann keypti fra eingilsk­ monnunum eftir kríggið. Súkklan er frá 1939, men tað sæst ikki á henni, hon koyrir sum fyrsta dagin, og hevur Sverri verið á odda øll árini, tá ellisakførini fara at koyra raðkoyring í samband við flaggdagshaldið, uttan tvær tær seinastu ferðirnar. Tá hevur hann sitið í fremsta bili – og tað ger hann uttan iva aftur í ár. Børnini minnast altíð nummarið á súkkluni hjá Sverra, sum hevur sama nummar sum Anders And, 313. Sverri hevur endurgjørt gomlu nummarplátuna, og fekk súkklan aftur nummarið Fø 313. Súkklan hjá Sverra ber boð um, hvussu røkin maðurin er. Vit sum yngri eru hava altíð hoyrt um, hvussu dugna­ligur handverkari Sverri er – og at hann eisini er ein rættu­ligur biksari. Tað eru eisini fleiri prógv fyri tí. Eitt prógvið er motorurin, sum hann setti í bátin hjá sær í 1948. Tá var ikki so lætt at fáa lutir, sum í dag, og teir hjálptust við tí, teir høvdu. Og tá Sverri skuldi seta motor í bátin, so gjørdi hann ikki matari, enn at hann skar ein Chevroletmotor í helvt og fekk tá ein minni motor burtur úr. Hvør hevði klárað tað í dag? Í 1950 varð motorurin skiftur út. Tá skar hann fjórðingin av einum Ford T motori og setti í bátin. Hesin motorurin, við einum sylind­ ara, var í bátinum í 22 ár! Sverri var eisini framman fyri sína tíð, tá hann legði sær streym inn í húsini á Argjum beint eftir kríggið. Í Havn fingu tey longu streym í 1924, men argjafólk fingu ikki streym fyrr enn seinast í fimmtiárunum. Men Sverri riggaði sær eina myllu til í ánni, sum gjøgnum ein generator gav streym. Soleiðis vóru húsini hjá Sverra tey fyrstu á Argjum, sum høvdu elektriskt ljós. Henda skipan var sum vera man ikki so støðug, og riggaði hann sær tí ein ljósmotor til undir hjallinum. Fyri at minka um gangin, so gekk útstoytið niður í eina tunnu, sum Sverri hevði grivið niður, og tuffaði so upp gjøg­ num eitt rør úr tunnuni. Soleiðis helt motorurin ikki so nógvan gang, at hann órógvaði grannarnar. Limirnir í Føroya Ellis­ ak­førum halda nógv av Sverra, og er tað ein fragd hjá okkum at sita undir hvørj­ um orði, tá hann greiðir frá, hvussu teir gjørdu fyrr, og tí, ið fyrr var. Vit ynskja Sverra hjartaliga tilluku við degnum, sum verður hildin í Róðrarneystinum á Argjum mánakvøldið. Eirikur Lindenskov Sverri Mortensen níti Mánadagin komandi verður ein væl kendur argjamaður, Sverri mortensen, 90 ár. Sverri er væl yngstur av tíggju systkjum, átta brøðr­ um og tveimum systrum, og er hann tann einasti, ið er á livi í dag. Foreldrini vóru Mortan J. Mortensen av Argjum og Rakul Holm Mortensen, fødd Jacobsen, úr Leynum. Mamman doyði í 1941, 59 ára gomul. Hon var bundin at koyrstóli í sjey ár. Pápin var skipari á mið­ vágstrolaranum, »Nýggja­ berg«, ið bleiv niðurskotin undir Íslandi í 1942 av týsk­ um kavbáti, og fóru øll manningin, 21 í tali, herav 16 úr Miðvági. 14 ára gamal fór Sverri til Grønlands sum kokka­ drongur við »Ananu«, hon­ um dámdi sjólívið væl, og sigldi umleið tvey ár við »Ananu«, men pápin helt tó, at hann skuldi royna at finna sær lærupláss uppi á landi. Sverri fekk lærupláss hjá Askham Smiðju, og eftir lokna lærutíð fekk hann prógv og kom í starv hjá Vilhelm Nielsen og starv­ aðist í umleið 46 ár. Sverri hevur bara alt gott at bera Vilhelm Nielsen, ið var ein heiðursmaður á all­ an hátt. Hvønn gerandismorgun er Sverri uppi í svimjihyl­ in­um, og har hava vit allir nógvar skemtiligar og gev­ andi løtur, ið vit ikki vildu verið fyri uttan. Góði Sverri, vit allir tíni svimjivinir vilja á henda hátt ynskja tær fram­ haldandi nógvar ríkar løtur uppi í svimjuhylinum og gleða okkum at vera saman við tær og tínum mánakvøldið. Vegna svimjivinirnar Páll Føðingardags­ heilsan til Sverra Mortensen Um vikuskiftið kann tónleikabólkurin Rox við nýggjari manning upplivast í Rex í Havn. Rox spælir fríggjakvøldið og leygarkvøldið. Bólkurin er mannaður við: Signari í Homrum, John Johansen, James Olsen og Høgna Fagraberg.