Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-16, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. mars 2012síða 16

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 16. mars 2012 · Nr. 33 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 nøvn Sunnukvøldið klokkan 18 verður skipa fyri stórari sangløtu í missiónshúsinum á Toftum við harmonikutónleiki. Hetta er framhald av líknandi – og væl umtóktum – tiltøkum í Skálavík og í Klaksvík. Í hesum døgum verður arbeitt við at leggja nýggjar kantsteinar fram við landsvegnum Í Sandavági. Heitt verður á bilførarar um at vísa varsemi. Heðin Winther Olsen Mikudagin andaðist Heðin Winther Olsen í Vestmanna, 67 ára gamal. Hann var sonur Jonu og Niels Olsen í Vestmanna. Heðin arbeiddi í nógv ár á avgreiðsluni hjá Skip­a­fel­ag­ num Føroyar i Vestmanna. Heðin Winthr Olsen var næst­elst­ur av fýra systkjum. Hann var ógiftur. Herdis Joensen, fødd Thom­ sen, á Giljanesi and­a­ðist á Sýnini í Miðvági sunn­u­dagin 11. mars, 91 ára gomul. Fía Høj farin. Týsdagin 13. mars and­aðist Suffía Høj í Klaksvík 78 ára gomul. Fía var ætt­að úr Klaksvík, og har búði hon alla sína tíð. Foreldrini vóru Anna fødd Woll­es og ættað av Trøllanesi og Jógvan Isaksen, Billu- Jógv­an, ættaður úr Leirvík. Tey bú­sett­ust í Brekkuni og fingu sjey børn: Bodil, Kor­ intha, Jógvan, Fía, Ruth, Sig­ vør og Finnbogi. Nú er Sig­ vør, sum býr í Danmark, tann einasta, sum er eftir. Fía arbeiddi sum ung á sýslu­mansskrivstovuni og á ­posthúsinum. Eftir at hon og John Høj gift­ust, var Fía heima. Tey búðu fyrst í Brekkuni og síð­ani í barnaheimi hans­ ara í Vági, sum tey n­ý­ mótansgjørdu. Børnini hjá Fíu og John eru Ebba, Jógvan og Joan. Ebba býr í Havn, og Jógvan og Joan búgva í Klaks­vík. John var í mong ár í á­byrgd­ar­starvi hjá Kjølbro. Seinni keyptu hann og son­ urin flakavirkið í Árnafirði, og tá fór Fía at arbeiða á skriv­stovuni har. Fyri nøkrum árum síðani varð Fía rakt av sjúku, og nú hevði hon verið veik í eina tíð. Fía og John hava verið ógv­u­liga trúgv í samkomuni í Be­tesda, og Fía fer til grav­ ar frá Betesda við Klaksv­ íksvegin leygardagin klokk­ an 14. Tey, ið vilja minnast Fíu kunn­u lata Nýggja Betesda ein gávu. J Herdis Joensen, fødd Thom­ sen, á Giljanesi andaðist á Sýn­ini í Miðvági sunnudagin 11. mars, 91 ára gomul. Jóanes Davidsen, vanliga nevnd­ur Ovajis, ættaður úr Æðu­v­ík, búsitandi í Runavík, and­að­ist fríggjadagin 9. mars á Klaks­víkar Sjúkrahúsi 68 ára gamal. Astrid Shiner, ættað úr Dali­ num í Lamba, búsitandi í Dor­set í Onglandi, andaðist hós­dagin 90 ára gomul. Leila Solmunde andaðist leygarkvøldið 11. mars, 50 ára gomul. Amy Eymundsdóttir, van­ liga nevnd Lellan, ættað úr Trong­isvági, búsitandi á Skag­a­strond í Íslandi anda­ð­ ist mikukvøldið, 73 ára gom­ ul. Fríggjadagin í seinastu viku andaðist Mathilda Poulsen í Klaksvík 89 ára gomul. Hon giftist í 1948 við Fríðriki Poulsen av Eiði, og tey fingu tvey børn, Mariu fødd í 1948 og Johan føddur í 1952. Tey búðu í Víkunum. Haraftrat uppaldu tey fleiri børn, sum vórðu skyld við Mathildu, tí tey bæði hava altíð havt stórt hjartað. Mathilda var dóttir Hans Erik og Mariu Olsen, og hon arbeiddi nógv ár í fam­ilj­u­ fyritøkuni. Sum ung var Mat­h­ilda av fimastu hond­bólts­spæl­ar­ um. Stóra fjøldin, sum týsdagin fylgdi henni til gravar, vísti, hvussu umhildin kvinnan var. Joen Pauli Eidesgaard Thom­sen, Oyndarfjørður, and­að­ist­ fríggjadagin 9. mars á Lands­sjúkrahúsinum 81 ára gamal. Hans Hansen úr Sandavági and­a­ðist í Noregi 3. mars, 90 ára gamal. Andlát Fríggjakvøldið 30. mars verður móttøka í Sameulsekirkjuni í Thorsgade 65 í Keypmannahavn í sambandi við, at Bergur Jacobsen, prestur, verður 65 ár. Bergur Jacobsen sekstifimm