Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-16, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. mars 2012síða 17

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Fríggjadagur 16. mars 2012 · Nr. 33 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 nøvn Konsert við manskóri Tórs­havn­ar Mans­kór hevur 25 ára jubi­l­e­ums­kon­ sert í fram­sýn­ing­ar­høll­ini á Tórs­havn­ ar Skip­a­smiðju leyg­ar­dag­in kl 17. Kári tilnevndur Tón­a­smið­ur­in Kári Bæk er til­nevndur til tón­leik­a­heið­urs­løn­ ina hjá Norð­ur­land­a­ráð­num. 11 tón­ askøld er í uppskoti til heiðurs­lønina. Føðingar Tann 5. mars fingu Ragnar og Saijai Absalonsen, Bangkok, ein son. Hann vigaði 3000 gram. Hann eitur Connor. Sóley er vorðin stórasystur. 6.mars fingu Anna og Birgir Petersen, Kambsdal, ein son. Hann var 51 cm langur og vigaði 3760 gr. 23. januar fekk Ári ein lítlabeiggja. Hann vigaði 4320 gr og var 53 cm og eitur Villiam. Foreldur teirra eru Vónbjørt Nybo og Alf Hansen. Tey búgva í Aalborg. Kvinnudagin 8. mars 2012 bleiv Tummas Jákups­ sonur Joensen stóri­beiggi til hesa fittu didduna. Hon vigaði 3810 gr og var 54 cm long. Foreldur eru Halltóra og Jákup Jákupssonur Joen­sen, Hvalba/ Sumba. 10. mars fingu Hansy Thomsen Rúni Hansen, Tórshavn, ein son. Hann var 57 cm langur og vigaði 5760 gr. 14. mars fingu Rúni Rasmussen og Noomi Káradóttir, Ras­ mussen, Strondum, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3550 gr . Teimum trimum systkjunum í Skúlanum í Oyndarfirði til minnis Andreas Thomsen * 28.05.1928 - † 31.05.2011 Elinborg Hendriksen * 21.09.1926 - † 17.12.2010 Pauli Thomsen * 22.06.1930 - † 09.03.2012 Fóru tey í Harrans hendur systkin trý fimm fjórðingsár, ein er Hann, ið lagnu bendir og for hvørjum lívi rár. --- Elinborg í Mikladali, onkarsystir brøðrum tveim, tikin fyrst bleiv burt av vali til hitt høga Himnaheim. Still hon gekk á foldarvegi, still hon inti sína gerð; gjørdi øllum bara gleði til hon fór úr hesi verð. Eftir situr eina maður, hollur altíð síni frú, hann í sorgini tó glaður minnast kann á lív í trú. --- Síðani Andreas móður flutti burt sítt jarðartjald, tá ov tungur bleiv hans róður og hans fet, tey vóru tald. Tá hann fór, vit máttu sanna, enn glopp kom í tann garð, hann við vinum hevði mannað, nú hann ikki meira var. --- Fangaður í sóttarsnaru, Pauli tó eitt skotbrá fekk millum síni hjartans kæru, til tað heldur ikki gekk. Nú hann fór til landið fjara, burt at finna systkin tvá, har tey bíða høvdu bara, til hann aftur var teim hjá. --- Trý tit bóru navn »í Skúla«, trý tit farin eru nú um hin evsta lívsins múla, burt at finna Himnabú. Elinborg, Andreas, Pauli, tøkk for tykkar vinarlag, tøkk for lív, eig hvíld í friði undir halgum foldarflag. pmp