Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-16, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. mars 2012síða 18

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 16. mars 2012 · Nr. 33 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kjak Viðmerkingar og lesarabrøv til Sosialin skulu sendast til teldupostadressuna: post@sosialurin.fo Fólk í Føroyum hava fingið nógv fleiri útbúgvingar at velja í tey seinastu fáu árini, og nógv av tilboðunum eru nú miðsavnað undir sama hatti. Til seinasta val vóru nógvir politikarar frammi, sum hildu at vitanarpallurin er vegurin fram fyri Føroyar, og tað eru eisini nógv, ið halda at gransking er ein týdningarmikil partur í einum samfelagi. Alt hetta skal mennast í Føroyum, siga fólk, men tað eru eisini tey, ið halda tað mótsatta. Fyri at halda seg til tráðin, um at hava útbúgv­ ing­ar at bjóða fólki í einum landi, mátti verið so sjálv­sagt. Hetta eru Føroyar, og hvør er betur til at granska í føroyskum viðurskiftum enn vit sjálvi. Gaman í ”gløgt er gestsins eyga”, men at hava gransking og útbúgvingar í Føroyum vil ikki siga, at tað bert eru føroyingar, sum skulu vera við í hesum arbeiði. Karmarnir skulu jú gerast her í Føroyum, og tá foreldur, bæði tey við og uttan útbúgving, gera børnum sínum greitt, at uttan útbúgving kanst tú nógv minni, enn tú kanst við eini útbúgving, ja, so má samfelagið fylgja við og bjóða útbúgvingar og hareftir arbeiði. Sjálvandi skulu vit hava útbúgvingar og granska í Føroyum, og sjálvandi skulu vit vera við í altjóða høpi, tá tað snýr seg um hetta økið. Hetta merkir ikki, at vit ikki skulu hava fiskivinnu, alivinnu um­framt nógvar aðrar vinnur í Føroyum. Ofta er kjakið um útbúgvingar og gransking eitt antin gera við hetta ella gera vit hatta kjak, og tað ger, at tann stóra myndin kámast. Men lat okkum siga, at vit semjast um, at útbúgv­ ing og gransking innan nógv øki skulu verða partur av einum nýmótans Føroyum, so er langt á mál, og her verður serliga hugsað um tey ungu, sum einaferð koma at mynda okkara samfelag. Gamaní hevur tú møguleika fyri at fáa tær eina útbúgving í Føroyum í dag, men bústaðar­møgu­ leikarnir, sum tey ungu hava at velja í, halta nógv afturúr í tí føroyska samfelagnum. Hetta er tó ikki bert galdandi fyri lesandi, men fyri alt samfelagið. Ein ungur persónur, sum ætlar sær undir útbúgv­ing í Føroyum, hevur ongan møguleika at flyta heimanífrá til høvuðsstaðin uttan at verða noydd­ur at gjalda eina himmalhøga leigu. Av somu orsøk velja nógv at verða búgvandi heima, og tískil er tað eisini torført at fáa eitt lestarumhvørvi í Føroyum. Fólk hava ikki møguleika at leiga eitt kamar fyri ein hóskandi prís, tá tey eru einsamøll og síðan flyta í størri, tá tey gerast fleiri. Hesin møguleiki er aðra­ staðni, og tískil kann hetta hava stóran týdning, tá nógv ung velja at fara av landinum í lestararørindum. Tað er sjálvandi sunt at fara av landinum og royna nakað nýtt, men tað kann eisini gerast við eini føroyskari útbúgving. Okkum manglar heilar árgangir av ungum fólki, og hetta setir eisini sín dám á tað føroyska samfelagið, og tískil verða tey færri og færri eftir í Føroyum, ið kunnu siga okkum, hvat tað er fyri eitt samfelag, tey vilja skapa og hava eina framtíð í. Latið okkum sum samfelag verða við til at bjóða teimum ungu eitt val, sum er eitt val millum at fáa sær eina útbúgving heima ella uttanlands við nøkun­lunda somu fortreytum, og latið okkum sum sam­felag fáa eyga á, at tað eru ikki øll, sum hava ráð til at liva í einum stórum dýrum húsum. Tað er lítið og einki val, og hetta er við til at flyta ein stóran part av okkara unga tilfeingi av landinum. Hava vit ráð til tað sum samfelag? Eyðgerð Mørkøre Kruse ??????????????? ?????????? EYGA MÁLIÐ Útbúgvingar men ongan bústað T að var við vantrúgv, eg lurtaði eftir út­ varps­tíðindunum á mid­degi mikudagin, tá tað frætt­ist, at samgongan ætlar at fella tvey frálík uppskot frá andstøðuni uttan nakra veruliga haldgóða or­søk. Fyrst hoyrdist, at meiri­ lut­in í figgjarnevndini ikki ynskir at javnseta kostn­ aðar­endurgjaldið hjá teim­ um fólkavaldu við tað hjá øðr­um skattagjaldarum. Síð­ ani frættist, at meirilutin í vinnu­nevndini ikki metir tað vera neyðugt at kanna orsøk­ irnar handan høga prísstøði í Føroyum. Støðan hjá meirilutanum í fyrra málinum vitnar um eina himmalrópandi arrogansu, har man virðismetir tann fólkavalda nógv hægri enn skattagjaldaran. Í seinna málinum tykist talan vera um ráðarleysar politikarar, ið renna undan ábyrgd. Nógv er skrivað og sagt um kostnaðarendurgjaldið og er ikki neyðugt at tríva í alt aftur, men tað má vera eitt minstakrav at javnseta kostnaðarendurgjaldið hjá teim­um fólkuvaldu við van­ liga skattagjaldaran. At lata núverandi órættvísi halda áfram er at halda borgaran fyri tað turra spott. Tann fólka­valdi hevur ikki størri tørv á kostnaðarendurgjaldi enn ein og hvør annar, ið má ferðast til og frá arbeiði. Tí er tað óhoyrt, at meirilutin í vinnunevndini ikki vil gera nakað við hetta vanbýtið, men eg vóni at hendan støð­ an er broytt, tá málið kemur til triðju viðgerð. Í valstríðnum var høga prísstøði eitt heitt evnið, og fleiri boð vóru um, hvat man skuldi gera við tað. Hálvt ár seinni ynskir meirilutin í vinnunevndini ikki at seta ein neyðuga kanning í verk, tí umboð fyri vinnuna hava forklárað teimum, hvussu veruleikin hongur saman. Her er okkurt rav ruskandi galið. Er meirilutin í vinnunevndini so veruleikafjarur, at tey ikki halda, at tað er neyðugt at kanna prísstøðið í Føroyum? Vónandi eru teir ikki so góð­trúnir, at teir halda, at ein skattalætti (sum enntá  bert nøkur fingu) er nokk til at lætta um dagligdagin hjá vanliga føroyinginum. Ein skattalætti sum í veru­ leikanum verður uppetin av fleirtals avgjøldum og støðugt hækkandi prísum. Ella heldur meirilutin veruliga, at vinnan einans hugsar um tað besta fyri brúkaran? Tað vildi vera tað sama sum at sett úlvin at ansa seyðinum. Fremsta endamálið hjá handilsvinnuni vil til eina og hvørja tíð vera at skapa vinning til sín sjálvs. Eg skal ikki siga teir ringa fyri tað, men teirra áhugamál muga ikki trumfa áhugamálið hjá føroyska fólkinum. Í tilmælinum grundgevir meirilutin soleiðis fyri teirra støðutakan: 'Meirilutin í Vinnunevndini er tí av teirri áskoðan, at enn ein kanning, enn ein frá­greið­ ing um politisk tiltøk, ikki fer at hava við sær eitt lægri kostn­aðarstøði í Føroyum, men at tað, sum veruliga skal gerast, og sum kann lækka kostn­aðar­støðið, er, at lands­ stýrið saman við tí privatu vinnuni, til eina og hvørja tíð virkar fyri at fremja neyðugar broytingar, sum fara at hava við sær lægri kostnað og økta kapping, tí tað fer at hava við sær, at kostnaðarstøðið í Føroyum lækkar' Tankin er góður, men trupul­leikin er, at man skjýt­ ur í blindum og vónar, at tey tiltøk, ið verða sett í verk, fara at minka um prísstøðið. Tað er ikki gott nokk. Man má kenna til trupulleikarnar fyri at kunna loysa teir á rættan hátt. Tí er ein kanning neyðug! Sum meirilutin sjálvur leggur dent á, so hevur landið og vinnan sjálv ábyrgdina fyri, at prísstøðið er so høgt. At halda at landið og vinnan saman skulu finna eina loysn uttan neyðugar kanningar, er at lata verandi støðu halda áfram. Tað er ikki nokk at taka vinnuna upp á orðið, tí sum sagt, vinnan hevur síni egnu áhugamál at taka hædd fyri, meðan politikarans upp­gáva er at taka hædd fyri fólk­sins besta. Teir eru valdir av fólk­inum, at tæna fólk­in­um. Ein glotti er hóast alt at hóma, tí meirilutin sigur seg ynskja at gera nakað við málið. Men eg vil heita á samgonguna um at syrgja fyri, at áðrenn man fer undir nøkur tiltøk, so verður tað við einari kanning av prísstøðum sum grundarlag, so man við vissu veit, hvørji tiltøk fara at gera ein veruligan mun. Hallur av Rana Formaður í Ung fyri Miðflokkin Ein himmal­rópandi arrogansa