Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-16, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. mars 2012síða 19

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Fríggjadagur 16. mars 2012 · Nr. 33 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðargrein Jógvan Sundstein Fyrrverandi løgmaður, løgtings- og lands­ stýris­maður fyri Fólkaflokkin Føroyskur politikkur sæddur í ávísari frástøðu L øgtingsval var seinast í oktober 2011.Hetta valið kom eitt sindur áðrenn valskeiðið var endaliga runnið. Orsøkin var helst, at politiska støðan var vorðin eitt sindur fløkjaslig. Valúrslitið gav tveimum flokkum, Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum, 8 tingmenn hvør. Tað vil siga, at hesum báðum flokkum tørvaðu bert ein tingmann afturat fyri at hava meiriluta. Tá báðir flokkarnir skuldu eitast fyri at vera borgarligir, var tí heldur ikki løgið, at teir gjørdist høvuðsbulurin í eini nýggjari samgongu. Nýtt landsstýri varð sostatt skipað í november 2011 við hesum flokkum saman við Sjálvstýris- og Miðflokkinum. Sum vera man var nágreiniligt samgonguskjal skrivað. Nógv av tí, ið stendur í einum slíkum stjórnargrundarlagi er ógvuliga alment og kann góðtakast av øllum politiskum flokkum. Men nakað vil altíð vera serstakt og vísa “fingramerkini” hjá sjálvari samgonguni ella hjá einstøkum flokkum. Teir báðir stóru flokkarnir høvdu eitt gott val, og tí var tað meir at kalla ein sjálvfygja, at onkur høvuðsmál í valuppleggunum hjá teimu komu við í samgonguskjalið. Sambandsflokkurin hevði sum sítt avgjørda (og næstan einasta) høvuðsmál, at fáa donsku stjórnina at dagføra ríkisveitingina til dagsvirði. Hetta skuldi hava við sær, at veitingin kom at hækka við onkustaðni millum 130 og 200 milliónir krónur árliga. Fólkaflokkurin legði í valstríðnum stóran dent á, at seta í verk eina rættiliga kollveltandi nýggja skattaskipan, tað sokallaðu flatskattaskipanina. Hendan skuldi gera tað meiri lønandi hjá fólki at arbeiða, tí høgi marginalskatturin fór at hvørva. Samstundis skuldi pensiónsgjøld bera skatt longu við inngjald og pensiónirnar sostatt vera skattafríar, tá tær vórðu útgoldnar. Skattanýskipanin Sum nakað av tí fyrsta fór nýggja landsstýrið undir at avgreiða hesi bæði málini. Fólkaflokksuppskotið um skattanýskipanina varð stórt sæð gjøgnumført í samsvar við tað, sum lagt varð upp til undir valstríðnum. Landsskatturin verður nú roknaður sum 0 % av inntøkum upp til 65.000 og sum 20 % av inntøkum frá 65.000 til 500.00. Av inntøkum millum 500.000 og 800.000 verður goldið 25 % og inntøkur yvir 800.000 rinda 30 %. Kommunuskatturin er flatur allan vegin frá 30.000 og uppeftir við teim ásettu kommuskattaprocentunum. Tað vil siga, at meginparturin av borgarunum rinda ein skatt uppá stívliga 40 % av inntøkum yvir 65.000. Samstundis varð pensións­skatt­ ingin umløgd. Áður var galdandi, at inngjald av pensiónsgjøldum kundi dragast frá, meðan skattur varð roknaður við 35 % av pensiónini, tá hon varð útgoldin. Nú verður skattur roknaður við 40 % av pensiónsinngjøldum, meðan eingin skattur verður roknaður av pensiónini, tá hon verður útgoldin. Nógv orðaskifti hevur staðist av hesi nýskipan. Ført hevur verið fram, at bert “tey ríku” ella tær høgu inntøkurnar fáa fyrimun av av flatskattinum, og serliga hava atfinningarnar verið móti umleggingini av pensiónsskattinum. Eftir míni uppfatan er øll hendan umleggingin eitt stórt framstig. Skattatrýstið á lønarinntøku er minkað. Sjálvandi minkar tað mest í krónum, har tað var harðast frammanundan. Hetta ger, at við hækkandi inntøkum er meira eftir til borgaran. Tað vil eisini uppá sikt gera, at tað loysir seg betur hjá vælútbúnum fólki at flyta heim aftur til Føroya. Viðvíkjandi pensiónsskattingini er at siga, at hon, eftir míni meting, er fyrimunur fyri borgaran. Borgarin merkir einki serligt til nakran peningaligan mun um skattingin er nú ella við við útgjald. Men tað er ein stórur fyrimunur at vita, at tá pensiónin verður útgoldin til sína tíð, tá er hon skattafrí. Landskassin hevur eisini tann fyrimunin, at hann fær nakrar skattainntøkur, sum annars vildu ligið goymdar hjá tryggingarfeløgunum til pensiónsúgjaldingin eina ferð gjørdist aktuell. Tað skal tó viðmerkjast, at helst eru nakrir tekniskir trupulleikar enn at loysa við víkjandi umleggingini av pensiónsskattinum. Men tað letur seg gera sum frálíður. Ríkisveitingarnar Landsstýrið fór eisini undir at avgreiða málið hjá Sambandsflokkinum um dagføring av ríkisveitingini. Samráðingar fóru fram við donsku stjórnina um hetta málið. Men tær endaðu mest sum í ongum. Úrslitið gjørdist ein prístalshækking fyri 2012, sum í peningi var ásett til 8,6 mió. kr. Um nakað annað kemur burturúr seinri í ár, má tíðin vísa. Samanberingar millum hesi bæði málini Landsstýrið og politiska skipanin hevur sjálvandi nógv onnur mál at arbeiða við, men hesi bæði, sum her eru umrødd, vóru mest frammi í valstríðnum, og vóru nakað av tí fyrsta, sum farið varð undir at avgreiða. Skattaumleggingin er farin at virka. Eitt sindur av “kompromistaktikki” skuldi til fyri at fáa tað gjøgnumført, men stórt sæð kom tað óskalað ígjøgnum. Einki er at ivast í, at tað kemur at hava positiva ávirkan á menningina av samfelagnum og fremjan av búskaparligum vøkstri. Tað vil siga, at tað samsvarar við inngangin í samgonguskjalinum, sum sigur: Málið er sjálvberandi búskapur. Størri arbeiðshugur er grundarlagið undir hesum. Tá ið hinvegin verður hugt eftir málinum um ríkisveitingina, so er ávirkanin øvugt. Tað at sleppa hugsjónini um at framleiða sjálvur, og at seta álitið á, at onnur skulu hjálpa til at gjalda, minkar Tórbjørn Jacobsen Jóannes Eidesgaard Hans Pauli Strøm Hergeir Nielsen Jógvan Sundstein Fyrrverandi politikarar skriva upp á skift Tíðargreinar til vikuskiftisblaðið. Tá Sosialurin hevur heitt á meg um at luttaka eini greinarøð saman við øðrum fyrrverandi politikkarum, geri eg tað gjarna. Sum byrjan vil eg tó gera vart við, at øll sjónarmið í greinini standa fyri mína egnu rokning og ikki neyðturviliga samsvara við Fólkaflokksins sjónarmið. Eisini hevur tað sína ávirkan, at mítt innlit í politisku støðuna er myndað av tíðindum og upplýsingum frá føroysku luftbornu og skrivaðu bløðum og portalum. ...framhald á síðu 20 Tað at sleppa hugsjónini um at framleiða sjálvur, og at seta álitið á, at onnur skulu hjálpa til at gjalda, minkar um arbeiðshugin og um framleiðslu av skapandi virðum.