fríggjadagur 16. mars 2012síða 20
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 16. mars 2012 · Nr. 33
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
Far ikki so illa við
trænum, at tað
ikki flýtur
Í
nøkrum málum traðkar
tú á líktornið hjá persón
um og flokkum. Hvinini
av hesum taka ongan enda.
Málið um avtøku av rættar
skipanarnevnd
var
einki
undantak.
Í viðmerkingunum stend
ur, at uppskotið um rættar
skipanarnevnd varð samtykt
eftir at játtanarkarmarnir
vóru ásettir fyri 2012. Og tí er
hetta ein útreiðsla, sum ikki
kann fíggjast við útgangstøði
í verandi fíggjarkarmum.
Kostnaðurin av hesum
arbeiði varð mettur at verða,
750.000 kr í 2011 og 1.000.000
kr í 2012. At landsstýrismað
urin hevur valt aðra loysn í
hesum máli, eiga vit at góð
taka og hava álit á.
Í samgonguskjalinum eru
flokkarnir samdur um, at før
oysk rættarskipanarlóg skal
gerast. Revsilógin skal lagast
til føroysk viðurskifti. Regl
ur um sektorábyrgd verða
tilevnaðar.
Útlendingamál verða yv
irtikin. Setast skal í verk ein
skipað integrasjón av útlend
ingum í Føroyum.
Hetta átti at verið søtur
tónleikur hjá teimum so
kallaðu tjóðskaparsinnaðu.
Men samstundis er tað ein
sannroynd, at tá talan er um
yvirtøkur, eigur Sambands
flokkurin síni fingramerki á
teimum flestu.
Hvat føroyskari rættar
skipanarlóg
viðvíkur,
er
ikki talan um at vera fyri
ella ímóti, men meira um,
hvussu arbeiðið verður rað
fest í mun til ta játtan, sum
landsstýrismaðurin hevur at
ráða yvir. Og tað er tað lands
stýrismaðurin í innlendis
málum skal finna útav. Vit
fara í framtíðini at uppliva
raðfestingar, sum traðka á
líktorn í ólukkumát, bæði
hjá samgongu og andstøðu,
so hetta verður ikki seinastu
hvinini.
Rættarnevndin er samd
um, at tað er týdningarmikið,
at hetta økið verður raðfest,
og um Innlendismálaráðið
kann raðfesta arbeiðið við
rættarskipanarlóg og revsi
lóg sum eina uppgávu í sam
gonguskeiðnum, so kunnu
vit liva við tí. Nógvir vegir
føra til Rómaborg. Hvussu
skjótt tú kemur fram, er ikki
altíð tað týdningarmiklasta,
bara tú røkkur málinum!
Meirilutin metir tað vera
skilagott, at hetta arbeiðið
kann halda fram í Innlend
ismálaráðnum soleiðis, at
hóast uppskotið um rætt
arskipanarnevnd
verður
avtikið, so verður arbeiðið
kortini ikki slept.
Hvussu landsstýrismað
urin velur at loysa hesa upp
gávu í Innlendismálaráðnum,
tað er hansara avbjóðing.
Men eg havi tað álit á Kára
P. Højgaard, at um uppgávan
ikki kann gjøgnumførast í
tann mun hann sjálvur hev
ur lagt upp til, so skal støða
takast av nýggjum.
Uppskotið hevur sína fyri
mynd í løgtingslóg nr. 10 frá
11. februar 1999 um grundlóg
arnevnd. Eftir §1, stk. 4 í teirri
lógini skuldi nevndin “har
umframt gera uppskot til
eina føroyska rættarskipan.
Um endaliga arbeiðið í
grundlógarnevndini,
sum
hevur eini 10-12 ár á baki, er
nøkur fyrimynd, velst um
eygað, sum sær. Uppskotið
liggur og samlar støv á onkr
ari hill, tí semja ikki fekst um
nakrar fáar orðingar. Her
skal eingin ávísur ábyrgdast
fyri at so er, men staðfestast
kann, at soleiðis er tað.
At eitt so týdningarmikið
arbeiði sum grundlógin, sum
var so nær eini endaligari
loysn, ikki gjørdist liðugt,
styrkir ikki um álitið á tað, at
eitt uppkot um yvirtøku av
rættargangslóg og stovnan
av føroyskum dómstóli og
revsilógarverki fyri Føroyar,
nakrantíð skal eydnast.
Skal ikki gera meg klók
an uppá, hvør leistur er tann
rætti. Men í Hvítubók stend
ur, at í samband við arbeiðið
við
føroyskari
grundlóg,
verður undir grundlógar
nevndini settur bólkur, ið
skal gera uppskot til før
oyska
rættarskipan.
Ein
greiður leistur.
Hóast hesi mál beinleiðis
einki hava við hvørt annað at
gera, so hava tey tað óbein
leiðis. Í báðum førum er
spurningurin um álit. Álit á
arbeiðið hjá politisku skip
anini.
Ágangurin á landsstýris
mannin hjá Sjálvstýrisflokk
inum hevur verið stórur
í hesum máli, og uttan iva
kann hann sjálvur svara
fyri seg og sín flokk. Men tá
flokkurin ikki hevur umboð
í rættarnevndini, føli eg tað
sum okkara skyldu at hava
hesar viðmerkingar.
Orðatakið sigur: »Far ikki
so illa við trænum, at tað ikki
flýtur«
Landsstýrismaðurin hev
ur eina uppgávu, sum avtalað
er skal loysast.
»Livst so spyrst«.
Eivin H.
Jacobsen
Tingmaður
Sambandsfloksins
um arbeiðshugin og um
framleiðslu av skapandi
virðum.
Niðurstøðan er tí, at
gott er, at skattaskipanin
er farin at virka,
meðan hækkingin av
ríkisveitingini bert er
blivin ein viðfáningur.
“Ogn Føroya fólks”,
tilfeingisgjøld, rullandi
skipanir v.m.
Eitt øki, sum nógv
fólk halda seg vita nógv
um, í øllum førum eftir
fjølmiðlunum, face-book
og øðrum nýmótans
fyribrigdum at døma, er
fiskivinnupolitikkurin.
Eitt herróp, sum hoyrist
um allar geilar frá bæði
leikum og lærdum, líka
frá løgmanni og flestu
øðrum politikkarum,
serliga andstøðuni, til ein
og hvønn persón, sum
útvarp og sjónvarp tíma at
spyrja, er: fiskatilfeingið
er ogn Føroya fólks. Eftir
øllum teim útsøgnum,
sum koma, er ikki mark
fyri, hvat hendan ogn
Føroya fólks skal útvega
landskassanum. Tað at
arbeiðssamir og raskir
menn, skip og reiðskapur
og kapitalur skulu til fyri
at fáa tilfeingið til høldar,
tað hevur minni týdning.
Tá eg hoyri hesi rópini
um ogn Føroya fólks,
leitar mín hugur aftur til
tíðina fyrrapartin av níti
árunum. Tá sótu menn og
arbeiddu við at tilevna
lógina um vinnuligan
fiskiskap. Teir sum brúktu
nógva tíð til hetta vóru –
tað eg minnist – Henrik
Old, Tummas Arabo, John
Petersen og Olaf Olsen.
Neyðugt var við slíkari
lóggávu, tí vit skuldu bæði
verja okkara egnu øki
og fiskastovnar eins og
gera sáttmálar við onnur
lond um fiskirættindi.
Tað bar jú ikki til, at hvør
skipaeigari sær gjørdi
sær reglur og sáttmálar
og líknandi. Tað var
landsstýrið,sum hevði
ábyrgdina av landsins
borgarum, sum skuldi
smíða reglurnar og
samráðast føroyinga
vegna. Teir føroyigar,
ið fyrst og fremst varð
hugsað um í hesum
førinum, vóru teir, sum
skuldu troyta sjógvin.
Tí skuldi lógin hava eina
orðing, sum heimilaði
landsstýrinum (og
løgtinginum) at gera hesar
skipanir og millumlanda
sáttmálar. Aftaná drúgva
og gjølliga viðgerð og
umhugsan komu hesir
nevndu persónar til
tað niðurstøðu, at um
orðingin “ogn Føroya fólks”
var nýtt, so heimilaði
tað landsstýrinum sum
landsins politiska vald
at umsita hesar skipanir.
Tað eg minnist (lógin er
upprunaliga samtykt og
lýst í mars 1994) var ikki
ætlanin at tjóðartaka
fiskivinnuna.
Sum tíðin leið eru
nógvar broytingar gjørdar
í lógini frá 1994. Hetta
er sjálvandi ein fylgja
av, at umstøðurnar hjá
fiskivinnuni broytast
alla tíðina. Kravið um
burðardygd herðist,
fiskidagarnir verða
reguleraðir, kvotur
broytast, sáttmálar við
onnur lond broytast,
ICES ger tilmælir
og til dømis ósemja
um makrelfiskiskap
ger seg galdandi. Alt
hetta og mangt annað
fær politikkarar og
ikki minst nakrar
búskaparfrøðingar at rópa
upp um tilfeingisgjald,
uppboðssølu, avtøku av
fiskiloyvum o.s.fr. Alt
samalt grundgivið við “ogn
Føroya fólks”.
Tá so alt hetta verður
blandað saman við tann
veruleika, at landskassin
sjálvandi hevur brúk
fyri inntøkum, tí hallið
er nóg so stórt, so
verður fiskivinnan mest
sum tikin sum gíðsil í
orðaskiftinum. Áður var
fiskivinnan alt avgerandi
sum grundarlag undir
føroyska búskapinum.
Væl er vinnugrundarlagið
undir landsbúskapinum
í dag nógv breiðari, men
framvegis er fiskivinnan
ein sera týðandi partur av
samfelagsbúskapinum.
Tí er tað av avgerandi
týdningi, at tær politisku
avgerðir, ið tiknar verða
á hesum øki, hava atlit til
menningina av sjálvari
vinnuni og ikki bert
til ein løtuvinning fyri
landskassan stavandi
frá gjøldum á tilfeingið
og loyvisskipanirnar.
Gjøldina eru útreiðslur
fyri vinnuna og minka
um kappingarføri. Tað,
sum landskassin og allur
samfelagsbúskapurin
skal fáa nakað burturúr,
er avkastið og yvirskotið
frá vinnuni og ikki
ein seigpíning, áðrenn
rakstrarmøguleikarnir
verða troyttir.
Eg vil ynskja
landsstýrinum,
samgonguni og allari
politisku skipanini góða
eydnu við at finna fram til
bestu loysnirnar fyri hetta
økið á einum frælsum
vinnugrundarlagi, so
langt sum røkkast kann
innanfyri teir givnu
karmarnar.
Hvat føroyskari rættar
skipanarlóg viðvíkur,
er ikki talan um at vera
fyri ella ímóti, men meira
um, hvussu arbeiðið
verður raðfest í mun til
ta játtan, sum landsstýr
ismaðurin hevur at ráða
yvir